Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult22 cyan22 magenta22 svart22 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 9 HUGLEIÐINGAR Jukim Olsen Fyri góðum tveimum árum síðani, 5. mars í 1999, vóru vit í sera hugnaligum gullbrúdleypi hjá Ragnhild og Karsten Hansen, sum búgva á Gerðareiði í Klaksvík. 17. oktober í fjør fór Karsten um tey áttati. Báðu ferðirnar var ætlanin at skriva eina heilsu, men av ymsum orsøkum kom hetta í drag, og so kom tað ikki í lag. Men nú skal tað vera. Vit, sum koma úr Svín- oy, og hava livað barna- árini og ungdómsárini har úti, kenna okkum at hava so nógv í felag. Longu undan seinna krígnum tók fólkatalið í bygdini so spakuliga at minka, og síð- ani hevur tað gingið skjótt. Men hóast vit búgva í ymsum støðum og plássum kring landið og eisini uttanlands, so kenna vit tað soleiðis, at tað er so nógv, sum bindur okkum saman. Skyldskapur og vinarlag og kær minni um ein góð- an og tryggan barndóm og ungdóm. Og við minnun- um um tey, sum fóru und- an okkum, og sum í sínum dagliga lívi og strevi løgdu ein so góðan førning niður í okkum, og sum vildu okkum alt tað besta. Lívið var ikki altíð uttan trupulleikar. Tey bæði, Ragnhild og Karsten, kendu frá ungum av, hvussu sárt og nívandi tað var at missa tey, sum stóðu teimum næst. Men tey ásanna kortini, at Harrin hevur verið teimum góður. Toftadrongur gjørdist svínoyingur Karsten, sum í Klaksvík verður nevndur Karsten í Svínoy, er føddur úti á Toftum, sum vit siga í Svínoy. Foreldur hansara vóru Hanus Hansen, ættað- ur úr Túni á Toftum, og Sigga, sum var uttan av Bø í Svínoy. Tey fingu fimm børn: Jústinus, sum býr í Saltangará, Elisabeth, ið doyði sum smágenta og liggur grivin í Svínoy, Karsten, Katrinu, sum býr í Rituvík, og Hassa, sum bara var 40 ára gamal, tá hann í 1966 doyði í lang- farasigling. Hann liggur grivin í Genova í Italia. Karsten kom til Svínoyar knapt tólv ára gamal. Hann kom at vera hjá Fredrikku, vanliga nevnd Dikka. Hon var einkja eftir Tummas Thomassen, ið var mammubeiggi at Karsteni. Hann fórst við Ernestinu 26. mars í 1930. Kaj, sonur Tummasar, hevur í sjónvarpinum greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá skipið fórst. Kaj – hann býr nú á Røkt- arheiminum í Klaksvík – er tann einasti á lívi av teimum, sum vórðu bjarg- aðir hesa syndarligu mars náttina í 1930. Hann hevur sagt, at tað svárasta var at koma aftur til Svínoyar. Tá hann kom heim á Geilalið at síggja mammu sína og Fíu, systrina, koma ímóti sær norður undir kirkju- garðinum. Fía giftist seinni til Hattarvíkar við Andrassi Fuglø í Suðurstovu. Tað var seint á sumri í 1932, at Karsten kom til Svínoyar. At hann flutti av Toftum og út á Bø í Svínoy komst av tí, at mamma hansara var sjúk av tub- erklum. Hon var ofta á sanatorinum, og í 1935 doyði hon av hesi herviligu sjúkuni. Karsten hevur so mang- an sagt, at hann kom í eitt gott heim. Eftir okkara tykki kundu umstøðurnar havt verið betri, tá hugsað verður um, at Tummas, mammubeiggin, var deyð- ur bert tvey ár framman- undan. Nakað av jørð var í húsinum, kúgv høvdu tey, og har var so reint og rudduligt í allar mátar – bæði innan og uttan. Bátur var eisini í húsinum – eitt fýramannafar við tveimum hesta motori. Í Svínoy var Hjalmar Joensen, seinni Hátún, lær- ari. Hann var nærlagdur í øllum. Millum svínoyingar vóru lærarahjúnini, Bryn- hild og Hjalmar, ógvuliga væl umtókt. Tað var ikki so undarligt, tí tey vóru fyrimyndarlig fólk. Tey tóku lut í bygdarlívinum, og tey høvdu nógvar avbjóðingar og tilboð til bygdarfólkið. Hjalmar hevði sangkór, tey bæði høvdu kvøldskúla (hon undirvísti í handarbeiði og hann í smíði ella sløjd, sum tað tá varð nevnt). Útferðirnar, sum Hjalmar skipaði fyri, standa negldar í minninum á teimum, ið vóru børn í Svínoy fyri 60–70 árum síðani, og Hjalmar syrgdi fyri, at fleiri svínoyarbørn fóru til Danmarkar við skúlabørn- unum. Hjalmar hevði stóran áhuga fyri svimjing. Hann gekk undan, tá svimjingar- hylurin í Svínoy varð gjørdur. Nógv av arbeiðn- um var sjálvboðið, men eg havi hoyrt, at smádreingir fingu nøkur oyru fyri at bera sand. Eitt fýramanna- Gloymdu ikki ættarbandið Jukim Olsen, sum er svínoyingur og búsitandi í Havnini, hugleiðir í sambandi við eitt gullbrúdleyp og ein 80 ára føðingardag um Svínoy og umstøðurnar hjá svínoyingum fyrrapartin av farnu øld Skúlabørn í Svínoy í Urðini úti í Stórá. Genturnar aftast frá høgru: Berta Hansen, Óluva Justinussen, Hanna Hansen, Oda Frederiksen, Elisabeth Jacobsen, Elisabeth Justinussen og Elseplena Olsen. Dreingirnir í miðraðnum frá høgru: Jukim Olsen, Jóhannes Alfred Mortensen, Hans Jacob Mortensen, Magnus Justesen, Símun Petur Frederiksen, Símun Joensen, An- finnur Justinussen, Ingvard Jacobsen og Esbern Olsen. Genturnar í aftara raðnum eru Anna Katrina Hansen, Hannelena Hansen og Marietta Hansen. Frammanfyri tær standa Frida Olga Petersen, Trinilena Justinussen og Ragnhild Joensen. Dreingirnir í fremstu røð eru frá høgru Olivur Olsen, Páll Róland Poulsen, Olivur Justinussen, Líggjas Hansen, Jógvan Joensen, Hannus Nysted, Hans Jacob Joensen, Justinus Frederiksen og Hans Elias Petersen Ragnhild og Karsten Hansen 8 Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 Orð og myndir: Dagfinn Olsen Hotel Tórshavn, nú Sjúkl- ingahotellið Tórshavn, fylti 1. mai í ár 25 ár. Tað var í 1976, at hotellið lat upp í Gothersgade í Keypmanna- havn. Nakað er sagt og skrivað í vikuni, í samband við føðingardagin, so ikki er neyðugt at tríva í aftur alt. Men í heyst vitjaði Sos- ialurin við myndatóli inni á gólvinum í nýggju hølun- um hjá Sjúklingahotellin- um Tórshavn, ið nú húsast í Tåsingegade 29 á Eystur- brúgv. Tað hava tey gjørt, síðani 22. januar í fjør. Og umstøðurnar eru munandi batnaðar, í mun til hølini í Gothersgade við sjógvarn- ar. Jonny Joensen var leiðari á hotellinum í mong ár. Nakað undan flytingini í nýggju hølini, tók Ina Fris- dahl, sjúkrasystir, við sum leiðari. Húsini í Tåsingegade eru stór, og tó hotellið ikki leigar allan bygningin, so er nógv pláss. Komin inn í forhøllina er bert at fara inn í eina stóra og rúmliga lyft, so er ein brátt komin á pláss. Spenningurin var stórur at síggja nýggju hølini og blíðskapurin var stórur, tá ørindini vórðu borin fram. Ina Frisdahl, tók ímóti og brátt var leyst og liðugt. Blaðmaðurin við mynda- tólið og bandupptakara varð vístur kring hotellið og við hollari frágreiðing. Føroyingar og eplir Síðani flytingina í nýggju hølini, eru umstøðurnar betri, og plássið er mun- andi betri. Væl fleiri køm- ør eru, størri køkur er og sum heild er betri rásarúm. Ina Frisdahl greiðir frá, at sosialráðgevarar, vegl- eiðingin í Føroyahúsinum, eru knýttir at hotellinum. Hetta er heppið, tí fólk kunnu vera sjúk í longri tí. Í mánaðar og ár. Og tá er gott at fáa køna hjálp, tá hugsanirnar snúgva seg um børn, pengar og annað. Sjúkrasystrar eru alt sam- døgrið á hotellinum. Á rundferðini í nýggju og snotiligu hølunum, koma vit framvið einum hølum, har tilber at stytta sær stundir. Leikur og teld- ur eru til taks, eins og fót- bóltsmynd við nøvnaáskrift hongur á vegginum. Hesa hevur Tódi Jósson latið. – Foreldur at dreingi, ið doyði av ferðsluvanlukku, lótu 47.000 krónur til spælistovu, sigur Ina Fris- dahl, ið síðani keypti inn leikur, innbúgv og annað til hentu hølini. Sum heild eru hølini góð og vøkur. Bókasavn, við m.a. føroyskum bløðum, sjónvarpsrúm og góða og rúmliga matarhøllin, har eisini føroyskur matur er at fáa. Her er møguleiki at økja rúmið við skjótihurð, tá tiltøk eru. M.a. er bingo og regluliga er andakt. Bergur Jacobsen úr Sam- uelskirkjuni og Øssur Berghamar úr Kristnastovu skiftast aðruhvørja viku at hava andakt. Eisini umstøðurnar til matgerð eru batnaðar og starvsfólkið fegnast um henta eplaflisaran, tí sum Ina Frisdahl tekur til, so eru føroyingar sera glaðir fyri epli! Morgunmatur er á morgni, døgurði á middegi og á kvøldi er buffet. Guitar og grill Á rundferðini koma vit framvið mongum av teim- um 17 starvsfólkunum, ið eru blíð og smílandi, með- an blaðmaðurin roynir at fáa alt við: hollu frágreið- ingina frá leiðaranum, eins og kannað verður um bandupptakarin er frá og myndatólið verður eisini dúgliga nýtt. Vit koma framvið onkr- um smærri rúmum. Okkurt teirra er sonevnt gasskam- ar – roykirúm. Eitt teirra er starvsfólkarúm, t.v.s., at tað verður nýtt til fundir og annað, men her er heldur trongligt, tá øll 17 eru inni. Vit síggja út í garðin, ið eisini er parkeringsøki. Her er garður við spæliplássi, grønum blettum og eisini eru beinkir, so ein kann hvíla. Ina Frisdahl greiðir frá, at á summri hava tey havt grillveitslu í garðinum, har var guitarleikur og sang- hefti vóru gjørd, so hon vónar ikki, at ætlanirnar um íbúðarbygging á staðn- um gerast veruleiki, tí vón- andi kann slíkur hugni endurtakast. Kømørini eru góð, prýdd við litríkum plakatum. Wc er á kømørunum, eins og til ber at matgera. Telefon er eisini, men ringjast kann bert inn og tað er eisini hent. Orsøkin til, at ringj- ast ikki kann út, er telefon- rokningin, ið nógv hóva- sták kann vera av og dýrt er eisini. Fleiri og fleiri til Danmarkar Hotellið er serstakur stovn- ur á fíggjarlógini. Nakað av peningi kemur inn frá avvarðandi, ið búgva, men ikki stórar upphæddir. – Fleiri og fleiri koma til viðgerðar í Danmark. Eis- ini var tað so áður, at sjúklingar vóru innlagdir í longri tíðarskeið á Ríkis- sjúkrahúsinum, men nú er hetta oftast í styttri tíð. T.d. kundi ein liggja vikur eftir hjartaoperatión fyrr, men nú sleppur sjúklingurin heim 5. dagin, sigur Ina Frisdahl, ið leggur afturat, at hotellið er ein útreiðsla og bert húsaleigan er økt, eins og starvsfólkatalið er økt, men arbeitt verður áhaldandi við at menna virksemið. Tá blaðið vitjaði, vóru sengur júst keyptar. – Ikki er hetta luksus, men her er gott og deiligt, sigur Ina og vit geva henni rætt. Føroyski bletturin í Keypmannahavn, Sjúkling- ahotellið Tórshavn, er kanska ikki bert góð minn- ir hjá øllum, men hetta kann nú ikki lastast hølis- umstøðum ella starvsfólk- um, ið støðugt taka ímóti fleiri og fleiri vitjandi. Eftir ein góðan kaffimun og hugnaligt prát, siga vit fyrikomandi fyristøðu- kvinnuni farvæl og takka fyri, og leita niður aftur á gøtuna, har ein matvøru- handil er í niðastu hæddini í bygninginum, so ikki nýt- ist gestum á hotellinum at fara langa leið, vantar okk- urt smávegis, so sum okk- urt søtt undir tonnina. Arbeitt verður við at skriva søguna um Sjúkl- ingahotellið Tórshavn og arbeiðið verður væntandi liðugt 1. oktober í ár. Í vikuni vóru 25 ár síðani, at Sjúklingahotellið Tórshavn varð veruleiki í Keypmannahavn. Tá undir navninum Hotel Tórshavn. Sosialurin vitjaði í heyst inni á gólvinum fyri at heilsa uppá og vitja nýggju hølini, sum flutt varð í 1. januar 2000 Ein føroyskur blettur í Keypmannahavn Leiðarin á Hotel Tórshavn Ina Frisdahl, avmyndað inni á einum av hugnaligu kømurunum. Sjúklingahotellið Tórshavn heldur nú til í Tåsinggade