Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult25 cyan25 magenta25 svart25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 10 Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 far varð burturlutað, tá teir samlaðu inn fyri svimjihyl. Poul Johannes Poulsen smíðaði, og Hjalmar Hátún hjálpti honum. Poul Joh- annes var lærumeistari hjá Hjalmari í bátasmíði. Seinni smíðaði Hjalmar sjálvur nógvar bátar. Tað mundu vera heilt fá í Svínoy, sum í Hjalmarsa tíð ikki dugdu at svimja. Karsten fekk nógv burtur úr skúlagongdini hjá Hjalmari. Hann var framúr í rokning, og hann var góð- ur svimjari. Saman við øðrum hevur hann svomið tvørtur um víkina – frá Ytsta Seiðabergi og til Ómaganes. Fyrstu skipsárini og døkk skýggj á luftini Sum hjá øllum øðrum bygdadreingjum stóð hugurin til sjógvin, og Karsten fór fyrsta túrin til skips í 1936. Jóannes á Váli var giftur við Biritu, sum var mostur at Karsteni. Jóannes var skip- ari á Haraldi, og tað var við honum, at Karsten fyrstu ferð royndi seg sum skipsmann í 1936 og aftur í 1937. Í hugaheiminum hjá stórum smádreingi í Svín- oy fyri kríggið stendur myndin so sera klár, tá tíð- in var komin, at skips- menninir fóru avstað. Meðan konufólkini tókust við at gera klæðini klár, gingu menninir hús úr húsi og søgdu farvæl. Løtan, tá postbáturin Immanuel lá út fyri lendingini, og nógv fólk var savnað at heilsa teimum, sum skuldu fara fyrst til Klaksvíkar og síð- ani við sluppum og skonn- artum, stendur sum bæði álvarsfull og spennandi. Skipsmenninir veittraðu, og tá Immanuel hvarv und- ir Draganum, vistu vit, at nú stóð ein tíð fyri framm- an, tá tað fór at verða spurt og fregnast eftir skipunum og skipsmanningunum, og ein tíð, tá ábyrgdin fyri lív- inum og trivnaðinum í bygdini fyrst og fremst hvíldi á konufólkunum. Børnini vórðu tíðliga hild- in til arbeiðið, tí tað var neyðugt. Menninir, sum vetrar- mánaðirnar høvdu róð út, velt, fingist við seyð og neyt og tykist við annað fyrifallandi arbeiði, og sum illveðursdagar og um kvøldarnar høvdu savnast undir veggum, í onkrum húsum og inni í handl- unum – ímillum kríggini vóru tríggir og onkuntíð fýra handlar í Svínoy – vóru bara heima heilt stutt tíðarskeið, inntil teir í september aftur komu til bygdar. Í september 1937 sló Hanus, pápi Karsten, út yviri í Íslandi. Hann var við sluppini Zealous. Hon hevði ongan motor. Peter Rasmus Poulsen, ættaður innan Glyvur, varð eisini tikin av sama sjógvi. Seinni hetta sama árið – tað var tann fyrsta desemb- er – hendi vanlukkan í Svínoyarfirði, har fýra mans druknaðu. Tríggir teirra hoyrdu til manning- ina á Haraldi og vóru sost- att skipsfelagar hjá Karst- eni: Jóannes á Váli, skip- ari, Rasmus har Heimi, bestimaður, og Tummas á Rókini, kokkur. Fjórði maðurin var Hans Godt- fred Matras, sonur Jóannes á Heygnum í Klaksvík. Hann hoyrdi til manning- ina á Pride. Pride sigldi hvønn miku- dag úr Klaksvík og suður til Havnar, norður aftur til Klaksvíkar, so varð farið norður um Múlan til Viðar- eiðis, inn í Hvannasund og haðani til Svínoyar og Fugloyar, tá veður var til tess. Henda dagin var myrkt, tá Pride kom út undir oynna út fyri Kleyvina. Teir høvdu bát afturút at rógva í land við. Kleyvin er eitt pláss sunnanfyri Havnina, ið vanliga verður nýtt, tá ið tað fyri brimi ikki er sleppandi upp á land á øðrum staði á oynni. Tríggir svínoyingar vóru farnir yvir í Kleyvina at taka ímóti og at hjálpa til at bera viðføri og annað hjá teimum, sum koma skuldu. Teir tríggir vóru Kaj og Karsten úti á Bø og Jóan Pauli, sum var yngsti beiggin hjá Jóannesi. Tað var myrkt, so teir vistu ikki, hvat var farið fram. Eftir at hava bíðað góða løtu út um tíðina, sum tað varð roknað við, at ferðin hjá Pride skuldi taka, fóru teir aftur at húsum. Tað var ikki fyrrenn teir komu aftur í bygdina, at teir frættu um vanlukkuna. Pride var komin inn aftur í Sund at boða frá sorg- arleikinum, og so varð ringt út til Svínoyar at siga frá. Maður fór av húsi, tá ið boðini bórust í bygdini. Tá slík ófrættarboð koma, steðgar alt upp. Eg var átta ára gamal, og eg minnist stak væl, hvar eg var staddur, og hvussu eg kendi tað, tá boðini komu um, at tríggir av teimum í bygd okkara, sum vóru millum álitismenninar, vóru farnir. Eg síggi teir fyri mær enn, bygd- armenninir, at fara norður eftir vegnum, væl ílætnir við línu og øðrum, sum var neyðugt. Men har gjørdist einki. Seinni havi eg hoyrt, at á Kirkju sóu fólkini tey mongu ljósini í Líðini í Svínoy, men tey vistu ikki hvat hevði gingið fyri seg. Rasmus, sum var 30 ára gamal og Tummas, sum var 45 ára gamal, vóru ógiftir. Jóannes var 41 ára gamal. Eftir hann sat einkj- an við fýra børnum. Hetta var ein øgiligur smeitur, sum nívdi bygd okkara so ógvuliga dygt. Í 1938 var Karsten aftur við Haraldi. Tá var Olivur Thomsen úr Gøtu skipari. Í 1939 fór Karsten við Lill- ie. Malvinus í Vátutoft var skipari. Hans og Henry Mellemgaard, sum vóru svínoyingar, vóru besti- menn. At hann skifti hýru mundi fyri ein part komast av hesum, og so var tað ikki so undarligt, um Karsteni longdist at fáa ein annan kjans, eftir at álitis- menninir, sum hann hevði verið saman við við Har- aldi, so syndarliga vórðu tiknir burtur. Kríggið og útróðurin Eftir at heimsbardagin var brostin á, broyttist lívið hjá føroyingum nógv. Møgu- leikarnir at vera burturi vóru ikki so nógvir, og tí gjørdist útróðurin høvuðs- vinnan hjá so nógvum. Svínoy liggur høgliga fyri til útróðrarmiðini, og tað varð nógv róð út við opnum bátum úr Svínoy undir krígnum. Summir róðu alt kríggið út frá Svínoy, aðrir vóru við skipum onkrar ferðirnar, og uppaftur aðrir róðu við- hvørt út við deksbátum í Klaksvík. Fiskiskapurin var viðhvørt góður, men úr- tøkan var einki serlig. Okkurt árið fingust sjey hundrað krónur burtur úr útróðrinum, og tað varð hildið at vera heilt gott, um tað skarst so mikið væl, at túsund krónur fingust burt- urúr. Knossið og stríðið av út- róðrinum vóru ómetalig. Agnið var fyri ein stóran part fliður, sum menninir stungu kring alla oynna, og tað var ikki minsta stríðið at skula inn í Sund við fonginum. Viðhvørt kastaðu bátarnir saman, soleiðis at tað slapst undan, at allir skuldu fara í Hvannasund, har Andreas hjá Mortani tók ímóti fiski fyri Kjølbro, men tað kom ofta fyri, at fongurin var so mikið stórur, at tað ikki bar til hjá einum báti at hava fiskin hjá fleiri bátum. Onkrir bátar komu aftur- at, og onkrir fóru burturav. Millum teir, sum eg minn- ist vóru Sildin, Hans Arge, Killarin, Høsten, Jaktin, Mikkerikk, Barmhjertig- heitin, Lómur, Selnes, Laura og Ormurin Langi. Karsten var ein av teimum, sum vóru við Orminum Langa. Hinir vóru gamli Hanus úti í Váli, sonur hansara Jóan Pauli, Jákup á Rókini, Kaj úti á Bø og Líggjas Sørensen (hann skulu vit venda aftur til). Karsten var ikki við, tá teir ódnar- dagin 12. februar í 1943 mistu Ormin Langa. Henry uppi á Heygum, sum hevði motorbátin Nekk, tók tríggjar av teimum fýra svínoyarbátunum upp. Fjórði báturin varð tikin upp av einum skotskum trolara. Umframt Ormin Langa mistu svínoyingar henda dagin Selnes. Tað var eitt undur, at allir útróðrar- menninir bóru boð í bý henda dagin. Svínoyingar royndu at betra um umstøðurnar til útróður. Íshúsið varð bygt mitt undir krígnum. Nógvir áttu í. Hugsanin var, at hava møguleika fyri at goyma agn. Tá kríggið var liðugt, datt útróðurin í tí líki, sum hann hevði verið krígsár- ini, burtur, men íshúsið varð brúkt undir krígnum. Onkran veturin varð kavi borin inn, og harvið høvdu svínoyingar kuldagoymslu langt út á árið. Tá eg var fjúrtan ára gamal, var tað mín lutur ein veturin at hava ábyrgdina av at flýggja agn út. Tað kundi vera allar tíðir á samdøgur- inum. Eitt skifti undir krígnum róði Karsten út við deks- báti úr Klaksvík. Hetta var við Sámali hjá Monu, sum driftaði Sílið. Skipslívið undir og eftir kríggið Eitt skifti undir krígnum var Karsten við Grønanes, sum Hanus Hansen ella Hanus hjá Dinu í Svínoy førdi. Skipið var ikki í serliga góðum standi. Tað gjørdi ikki siglingina, sum frammanundan var nógv órógvað av minunum, minni vandaleysa. Eg havi hoyrt, at teir onkran túrin noyddust at pumpa mest sum alla tíð- ina, og ta einu ferðina lak skipið so mikið illa, tá teir á veg til markna komu á Klaksvík, at teir kendu seg noyddar at sneiða kósina av og fara ígjøgnum minu- beltið fyri at koma sum skjótast til lands. Áðrenn teir fóru til markna, tóku teir skipið upp í Klaksvík. Tað mundi ikki vera tað besta fyri fiskin, men tað var neyðugt. Tað hevur ofta verið at hoyrt um, tá stóru klaks- víksskipini síðst undir krígnum vóru í konvoy. Hetta var um summarið og út á heysti í 1944 og í 1945. Tað fyrra árið var Karsten við Polarfarinum. Olivur Thomsen ella Oliv- ur í Gøtu var skipari. Hon- um hevði Karsten verið saman við, tá Olivur – eftir at Jóannes á Váli var deyð- ur – hevði ført Harald. Í konvoyini vóru um- framt Polarfarið Polo, Skálanes og Atlantsfarið. Edvard í Svínoy sigur í bókini hjá sær, at teir fóru til Íslands at fiska hvørju megin Langanes, sum nú ættin loyvdi tí. Sunnanfyri á høgættini, ja líka inn um Fagranes og út í Strongina, tá ið veðrið var gott, og norðanfyri tá ið vindurin var sunnan ella útsynn- ingur – úr “Pyntinum” langt inn um Skoruvíkina. Hesi skipini høvdu sekstan bátar, fýra hvørt, og teir fiskaðu til eitt skip í senn. Tá so tað skipið hevði ligið í tólv dagar til, fór tað niður at selja. So legði næsta skipið til. Edvard greiðir víðari frá, at hvørt skipið hevði tvey sildagørn, sum teir plagdu at seta um dimmið, og ofta fingu teir væl av stórari sild, sum teir brúktu til agn. Teir fingu væl av fiski, so tá ið sekstan bátar komu aftur at borði fjórða hvønn tíma, summir full- settir, var tað ein stór rúgva av fiski. Á bátinum, sum Karsten var við, var mammubeiggi hansara, Símun Petur Thomassen, formaður. Hann var giftur út til Hatt- arvíkar, og tað hevði sína søgu. Líggjas æt ein beiggi Símun Petur. Hann var seks ár eldri, og hann vaks upp hjá ommuni og abban- Ein góðveðursløta umborð á Streymoynni. Karsten Hansen er vinstrumegin. Í miðjuni er tað Rósing Rasmussen í Landshandlinum. Hann var í handilsørindum við teimum í Aberdeen. Triði maðurin er skiparin, Sámal Jákup Lamhauge í Søldarfirði. Myndina tók maskinmeistarin á Streymoynni, Laurits Eidesgaard av Eiði Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 11 um í Keldhúsinum í Hatt- arvík. Hann fór úr Svínoy og út til Fugloyar um árhundrað skiftið. Hann giftist í 1918 við Elsebeth Mariu Hendriksen á Fløtti á Kirkju, men hann doyði stutt eftir av herviligari sjúku, og í 1923 giftist einkjan uppaftur við Sím- uni Petur. Umframt Símun Petur og Karsten vóru Sigurd Joen- sen í Oyndarfirði og besti ungdómsvinurin hjá Karst- eni í Svínoy, Jóan Pauli úti í Váli, við hesum bátinum. Karsten hevur onkuntíð tikið til, hvussu hugaligt hetta summarið var. Tað var nógvur fiskur at fáa, og bátsfelagarnir vóru so hendinga góðir at vera saman við. Fyri tað mesta vóru tað yvirmenninir, sum fóru niður við fiskinum. Hinir av manningini fóru tá umborð á eitt av hinum skipunum. Karsten hevur sagt, at hann helt til um- borð á Polo tær báðar ferð- irnar Polarfarið var í Bret- landi. Hetta mundi vera einasta ferðin, at hann var við Polo. Skonnartin, sum Símun hjá Póli førdi, var um hetta mundið skipið í hugaheiminum hjá okkum svínoyingum, og tað man standa ritað rimmarfast sum høgtíðsdagar í hugan- um hjá okkum øllum, tá Polo í tredivunum og undir krígnum vitjaði á Svínoy- arvík. Líggjas Sørensen av Kirkju var giftur í Svínoy við Elsebeth Malenu har Heimi. Tey giftust í 1938, men longu í 1947 gjørdist hann einkjumaður. Seinni giftist hann uppaftur við Evu, sum sat einkja. Tey búsettust í Klaksvík. Líggjas og Sámal Jákup Lamhauge í Søldarfirði høvdu siglt saman í Tór reiðarínum. Teir áttu Streymoynna, sum Sámal Jákup førdi. Líggjas var bestimaður hjá honum, og soleiðis bar tað til, at fleiri svínoyingar eftir kríggið sigldu við Streymoynni. Karsten, sum úr Keldhús- inum í Hattarvík var nær í slekt við Líggjas, var ein teirra, og tá Líggjas onkran túrin loysti skiparan av, var Karsten, sum fór við Streymoynni í 1945, besti- maður. Millum hinar svínoying- arnar, sum um hettta mundið vóru við Streym- oynni, vóru Jógvan í Heimistovu og Daniel Danielsen. Streymoyggin breyt mot- orin á veg yvir á Eystur- landið og varð sleipað aft- ur til lands seint á sumri í 1946. Eg havi hoyrt, at meðan teir lógu á Havnini og riggaðu til til henda túr- in, vórðu fløggini vundin í hálva stong. Tá frættist tað, at bóndin í Kirkjubø var deyður. Tað var 2. august í 1946. Eftir hetta var tað, at Karsten, sum hevði sæð lýsing í bløðunum, gjørdi av at fara á hvalaveiðu í Suðuríshavinum í holl- endskum reiðarí. 66 føroy- ingar vóru við í hesi sjáld- somu ferðini. Teir vóru burturi frá tíðliga á heyst- inum í 1946 og inntil fram ímóti sumri í 1947. Í fimmti árunum sigldi Karsten tvey ár við Polar- stjørnuni, har Palli hjá Mariannu var skipari. Konan Í 1949 giftist Karsten við Ragnhild, og árið eftir fluttu tey úr Svínoy og til Klaksvíkar, har tey búsett- ust á Gerðareiði. Tey eiga trý børn: Hanus, Jóannes og Finngerð. Heimið hevur verið fyrimyndarligt og verið eyðkent av Guds ótta, friði og gestablídni. Áðrenn tey sjálvi settu búgv, hildu systkini hjá Ragnhild nógv til har, og tað mundi ikki vera av ongum, at trý av børnunum hjá Jógvani, elsta beiggjan- um hjá Ragnhild, búðu har, tá tey gingu í skúla í Klaksvík. Foreldrini hjá Ragnhild vóru Anna og Jóannes Joensen. Hann var bóndi í Heimistovu í Svínoy. Ragnhild vaks upp hjá ommu og abba sínum úti í Váli – Ingu og Símun Júst Jacobsen. Hann var ættað- ur av Húsum og lærara- lærdur. Hann var lærari í Svínoy í fleiri ár, og hann hevði eisini handil. Ingrid, yngra dótturin hjá Ingu og Símuni Júst, most- ur Ragnhild, giftist við Henry uppi á Heygum. So leingi sum Inga og Símun Júst livdu, búðu tey úti í Váli. Símun Júst doyði í 1937 og Inga í 1938. Tá tey vóru farin, fluttu Ingrid og Henry í húsini, sum tey høvdu bygt norðuri á Geilalið, og Ragnhild, sum tá var stór skúlagenta, flutti við teimum. Eftir í heiminum úti í Váli var Dánjal, yngsti sonurin hjá Ingu og Símuni Júst. Hann doyði í 1941. Nú eigur Bjarni, abbasonur Símun Júst, húsini úti í Váli. Ingrid og Henry fingu fimm dreingir. Ingrid hevði ikki góða heilsu. Undir teimum umstøðun- um var Ragnhild góð í heiminum. Hon var sum stórasystur hjá dreingjun- um, og eg veit, at teir hava verið góðir við hana sum við eina systir. Anna og Jóannes bóndi í Heimistovu áttu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragn- hild, Símun, Valborg, Ingi- bjørg og Fríðgerð. Símun og Hans Jacob eru báðir farnir. Anna, mamman, doyði 23. oktober í 1944 bara 43 ára gomul. Tá var Ragnhild ikki meiri enn seytjan ára gomul. Fyri tey í Heimistovu kom tað væl við, at Jóhanna, systir Jóannes bónda, og Frida, sum var systkinabarn Jóannes bónda, vóru í hús- inum, og hjálptu so væl til. Men hóast hetta, so tóktist tað mær altíð, at tað gav Ragnhild eina serliga ábyrgd, tá mamman varð tikin frá teimum. Í Orðtøkunum 20,11 stendur, at Longu smá- drongurin kennist á tí, sum hann ger, um atferð hans- ara verður rein og røtt. Tá eg seti smágentan inn í staðin fyri smádrongin, passar hetta so væl til Ragnhild. Vit gingu í skúla saman í nøkur ár, bæði í yngra og eldra klassa. Skúlin var góður, vit lærdu nógv, og tað eru mong góð minni frá skúlaárunum. Lærara- fólkini vóru Hjalmar Hátún og so Bette Højgaard. Seinni giftist hon við Poul Justinussen, Poul á Fuglberg kallaður. Hon tók við starvinum, eftir at Hjalmar var fluttur til Kvívíkar. Hjalmar plagdi at siga, at tá tað vóru flest skúlabørn í Svínoy í hansara tíð, vóru tey 44. Tað vóru tveir flokkar, so tað var trongligt. Dreingirnir sótu í fyrsta og triðja stólinum, og genturnar í øðrum og fjórða. Fýra blekkíløt vóru í hvørjum borðinum, og tá vit vóru fimm í stólinum, var plássið ikki nógv. Útróðrarmaður í Klaksvík Nógv útoyggjafólk fluttu til Klaksvíkar eftir kríggið, og tey vóru nógv, sum høvdu nógva útróðurin, sum har var og framvegis er, sum lívsgrundarlag. Karsten lærdi til skipara í Havnini veturin 1944–45, og lívsstarvið hjá honum kom at vera fiskiskapur og serliga útróður av Klaks- vík. Hann var við Kelduni, sum Henry uppi á Heygum var skipari á, og Karsten dreiv hana eitt skiftið. Keldan hoyrdi til reiðaríið hjá Jens Klæminti Isaksen. Kanska er okkurt glopp- ið burtur ímillum hjá mær, tá ið eg nevni skip, bátar og formenn, sum hann var saman við seinnapartin av fjøritunum og upp í fimmti árini. Stellu Poul førdi Leiti, og Karsten var besti- maður hjá honum eitt skifti. Hann var bestimaður og formansavloysari hjá Josiasi Matras umborð á Glottanum. Hann var við Nevinum Reyða, sum Jógvan Sigurðsson var formaður á, og við Barin- um, sum Eivind Niclasen dreiv. Síðst í fimmti árunum fór Karsten við Poul Jákup á Dalinum, og teir vóru saman í mong ár. Fyrst vóru teir við Ørvi, sum Kjølbro átti, og frá 1962 og til 1965 vóru teir við Ósá, sum Einar Waag átti. Í 1965 keyptu Poul Ják- up Olsen, Símun Heimi- stovu, Kristoffur Hansen í Glasstovuni og Karsten Lambanes, sum teir góvu navnið Hvíthamar. Teir høvdu hann til fyrst í áttati árunum, og ikki so leingi eftir, at teir høvdu selt bát- in, legðist Karsten upp á land. Ein skilamaður á sjónum legði frá sær, og eftir at hann var uppilagst- ur, arbeiddi Karsten eini tíggju ár á Kósini. Ragnhild og Karsten! Nú meiri enn fimmtitvey ár eru liðin, síðani tit giftust, er tað komið væl upp á loggið. Men eg veit, at tit taka undir við systkina- barninum hjá Karsteni, Líggjasi á Váli, tá ið hann syngur: Mong ár eru liðin, men vitna eg skal, at Hann er mín klettur, mín borg, Hann leiðir, Hann fylgir, Hann varðar mín fót, Ein vinur í gleði og sorg. Skúlabørn uppi í svimjingarhylinum. Á garðinum Elisabeth og Óluva úti uppi í Húsi, Gurðun og Rigmor. Símun í Heimistovu stendur upp at garðinum. Óluva hjá Heina, Hannus hjá Concordiu, Jógvan í Heimistovu, Olivur Áarberg, Hans Jacob í Heimistovu, Olivur á Geilini, Bertha og Espelena, Líggjas á Váli, Hanna hjá Biritu, Trinilena hjá Luffu og Ragnhild í Heimistovu