Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 5. mai 2001 27 gult27 cyan27 magenta27 svart27 gult26 cyan26 magenta26 svart26 12 Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 Simona býr í J á Øresund á Amager í Keypmannahavn. Simona er føroysk, men fam- ilja hennara býr í fleiri lond- um. Hon eigur tvær langomm- ur og ein langabba. Tey búgva í Sørvági, Ålsgårde og Teher- an. Ommurnar búgva í Føroy- um, abbarnir í Keypmanna- havn og Oslo. Fyribils. Hon hevur ikki hitt langommu í Ir- an enn, men litmyndir eru sendar við posti báðar vegir. Simona lærir føroyskt heima og danskt í vøggustovuni. Seinni fer hon at læra enskt og kanska franskt ella spanskt ella persiskt? Møguleikarnir eru nógvir. Simona er uppkall- að eftir ommuni og oldurabb- anum, ið stovnaði háskúlan og skrivaði tjóðsangin. Í grannalagnum, á Øre- sundskollegiinum, búgva fólk úr øllum heiminum. Meirlutin hevur danskan ella føroyskan uppruna, men íslendingar, am- erikanarar, franskmenn, japan- ar, somaliarar, turkar og onnur hava eisini adressu á Dals- landsgade 8. Á spæliplássin- um uttan fyri betongblokkarn- ar hoyrist danskt mál krúddrað við føroyskum, íslendskum og somaliskum orðum. Børnini hjá teimum lesandi spæla her. Nøkur teirra fara sjálvi at búgva á Øresund sum lesandi um eini tjúgu ár. Nøkur flyta úr Danmark forever, tá for- eldrini hava fingið síni prógv og eru klár at fara á arbeiðs- marknaðin. Onnur verða ver- andi. Viðurskifti sum, hvar ein kennir seg heima, hvønn ein stovnar familju saman við, og hvørjar framtíðarætlanir ein hevur (um ein hevur nakrar), eru týðandi í valinum av heimaadressu. Fyrr var frástøðan nógv longri úr Føroyum til Keypm- annahavnar og restina av klót- uni, tí sum antropologurin Thomas Hylland-Eriksen sigur kann man ídag “reise fysisk hvor som helst i verden på et par døgn, og man kan komm- unisere med mennesker hvor det skulle være når som helst, ved hjelp af faks, fon, e-post og videosystemer...grensene mellom kulturområder blir stadig mer flytende”. Atlantic Airways bjóðar til dømis viku- skiftisferðir til Íslands, Dan- markar og Skotlands, og nú hava vit eisini fingið beinleið- is flogsamband til heimsbýin London. Tað er onki minni enn ein søgulig hending. Nógvar føroyskar familjur eru í tveimum pørtum: tey sum búgva heima og tey sum eru niðri. Og hóast tað er dýrt at flúgva, so eru nógv glað um at hava onkran tey kenna, onkran at vitja, úti í tí stóra heimin- um. Fólk við royndum úr ymsum samfeløgum hava tann fyrimun, at tey duga at síggja tingini úr fleiri sjónarhornum. Tey skilja sjónarmiðini hjá øðrum enn sær sjálvum. Franski heimspekingurin Montaigne segði longu í sekstandu øld: “I am ashamed to see my countrymen besott- ed with that stupid disposition to shy away from ways contr- ary to their own...Wherever they go, they stick to their ways of abominate foreign ones”. Børnini á Øresundskollegi- inum eru øll ymisk, og hvørt einasta barn hevur stóran týdning fyri framtíðina. Tey eru børnini hjá tí nýggja ártús- undinum. Tey liva í einum øðrum familjumynstri, enn hitt eldra ættarliðið gjørdi. Blóð og jørð hava ikki líka stóran týdning fyri samleikan ár 2001 sum fyri hundrað ár- um síðani. Rithøvundurin Bringsværd sigur, at tann við báðum beinum á jørðini stend- ur í stað...tí samskifti millum ymsar sferur, bæði fysiskar og mentanarligar, eyðkennir okk- ara tíð. Firouz Gaini Børnini á Øresund TELDUBRÆVIÐ Frá: Firouz Gaini, fgaini@iname.com Dagur 16.04.2001 Til: eirikur@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Lars Forsman undirvísir í týskum, enskum og es- peranto á Karlskoga Folk- högskola í Svøríki. Roynd- ir hansara eru endurgivnar í Esp-er-anto-nyt 3/1998 (Esperantonyt, Christians- gade 38, DK-9000 Aal- borg) esperantonyt@esp- eranto.nu Her er ein stuttur úrdrátt- ur. Fyri 10 árum síðan skeyt Lars Forsman upp á at byrja eitt esperantoskeið á háskúlanum. Starvsfelag- arnir hildu hann vera øran, men rektarin helt, hann skuldi sleppa at royna eitt skeið í 8 vikur, sum er markið fyri ríkisstuðli. Tá ið tær 8 vikurnar vóru farnar, vildu næmingarnir ikki fara heim; teir flestu hildu fram, og aðrir komu afturat. Soleiðis byrjaði esperanto-linjan. Síðan tá hava næmingar úr 38 lond- um verið við. Eitt fram- haldsskeið aðr-ar 8 vikur er eisini, og harafturat er eitt hálvársskeið, við tað at fleiri lesandi ynskja at læra esperanto rættiliga. Eftir fáum vikum sita næmingar úr ymsum londum og práta í matarhøllini á esperanto. Esperanto veitir grund- leggjandi innlit í mállæru og millumtjóða orðatilfar. Eitt av mongum dømum er um ein lærara hjá 1. stud- entaskúlaflokki, sum undr- aðist á, so skjótt ein genta hevði tikið seg fram í fronskum; hann spurdi, um hon hevði verið frítíðina í Fraklandi. Tað hevði hon ikki, men hon var farin undir at læra esperanto. Hetta er kortini einki nýtt, at tann ið fyrst hevur lært esperanto, hevur nógv lætt- ari við at læra onnur mál. Hesi 10 árini hevur Lars Forsman eisini so mangan sannað tað. Úrslitini eru so mikil, at mangir polittikar- ar, lærarar og onnur vilja ikki trúgva teimum ella hoyra um tey. Lars Forsman heldur tað vera at spilla burtur tíð, pengar og sveitta - óneyð- ugt strev, ikki at nýta esp- eranto í skúlunum. Har er nógv at spara, eisini hjá næmingunum. Dugir tú onnur mál frammanundan, er ikki verri. Ein italskur tolkur hjá Europa-samveldinum kom at vitja italska vin- mann sín í Karlskoga. Hon helt lítið um esperanto, men læt seg av forvitni yvirtala til at fylgja undir- vísingini eina viku. Eftir 5 døgum sat hon eitt heilt kvøld og prátaði við ein estlendskan lækna, sum áður hevði lært esperanto á háskúlanum, og hon var skakað: "Tosi eg veruliga eitt nýtt mál eftir 5 døg- um? Aldrin hevði eg hugs- að mær, at tað bar til at læra eitt mál so skjótt," var hennara ósjálvrádda við- merking. Lesið meir um Karls- koga folkhögskola á http://www.karlskoga.se/fh sk/ - Har verður undir Esp- eranto-linjuni m.a. upplýst, at summarskeið í esperanto verður í ár frá 24. til 29. juni og hálvársskeið frá 16. august til 19. desember, og at "Vid en nyligen gjord språktest i 3 europeiska länder visade det sig att elever med Esperanto red- an efter ett år lyckats 30- 35% bättre än sina kamra- ter i tyska och engelska." Jeffrei Henriksen Í Karlskoga Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir einum lastbilførara til farmastøðina á Drelnesi,Tvøroyri Uppgávurnar hjá farmastøðini Høvuðsuppgávan hjá farmastøðini, sum er undir farmaflutningsdeildini,er at fyri- skipa, samskipa, viðlíkahalda og menna farmaflutningin millum meginøkið og útjaðarøkini í Føroyum. Aðrar uppgávur eru: • Tryggja ein støðugan rakstur av farmaflutninginum • Kundamóttøka • Frankering • Skipaavgreiðslur • Ráðlegging og samskipan viðvíkj- andi koyringini Starvið fevnir um Høvuðsuppgávurnar hjá lastbilførar- anum er at vera við til: • Farmaflutning og farmaavgreiðslu • Fylgja uppgávum,málsetningum o.ø. fyri farmastøðina • Tryggja gott samstarv við kundar, myndugleikar og aðrar samstarvs- felagar • Vegleiða og upplýsa kundar • Frágreiðingarskyldu yvirfyri farma- støð-leiðaranum Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Krana- og trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap og er kunda- vinarligur Setanartreytir Løn- og setanartreytir verða eftir sátt- málanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum, um- mælum,CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 14. mai 2001. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Heina á Borg, farmaflutningsleiðara Tlf. 343060 ella e-post: hab@ssl.fo Starv Fólk til farmastøðina á Drelnesi Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutnings- uppgávurnar fevna um Kømur ynskjast Søkt verður eftir 2–3 kømrum við atgongd til køk og bað. Tlf. 315060 Søkt verður eftir royndum lastbilførara at koyra lastbil v/ krana. Tlf. 315060 Ekspeditrisa Til handilin við Landavegin verður søkt eftir tilkomnari kvinnu til skiftandi vaktir. Ring 22 51 60 ella 31 21 61 Lastbilur til sølu Volvo F10 lastvognur við retardara árg. 84 og Palfinger 19 tm krana við radiostýring og spæli, árg. 96 til sølu um hóskandi boð fæst. Pf. Heri Thomsen Tlf. 441900 E-mail: transport@transport.fo Søkt verður eftir fólki Til sandsúgvarar hjá ROHDE NIELSEN A/S sóknast vit eftir fólki við hesum sjóvinnubrøvum: – Fiskiskipari – Stýrimaður 3. stig – Maskinist – Royndur dekkari (skipsassistentur) – Ófulltikin dekkari – Skipskokkur Skipini eru í vinnu WORLD WIDE. Mynstringartíðin er ein til ein – 1/1. Áhugað biðjast um at senda skrivliga umsókn til: ROHDE NIELSEN, FØROYAR Box 1252 · FO 110 Tórshavn Tlf. 318531 Upplatingartíðir Í summar eru upplatingartíðir okkara hesar: Mánadag og fríggjadag *07.00–17.30 Týsdag–hósdag 08.00–17.30 Leygardag 09.00–13.00 *til og við 18.05. tó frá kl. 08.00. P/F SMYRIL LINE Tlf. 345900 E-mail: booking@smyril-line.fo