leygardagur 5. mai 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 5. mai 2001
29
gult29 cyan29 magenta29 svart29
28
Nr. 86 - 5. mai 2001
gult28 cyan28 magenta28 svart28
Starv innan kredittmeting
Søkt verður eftir starvsfólki til kredittdeild okkara
Uppgávurnar eru:
• ráðgeving innan kredittøkið til allar deildir v.m.
• útinnan av kredittmetingum; vinnuligt og privat
• roknskaparsundurgreiningar
• lýsing av vinnugreinum
• hagtalsuppgávur
• ad-hoc uppgávur
Førleikakrøv:
• HA, HD, Bachelor ella aðra viðkomandi útbúgving
• kunnleika til EDV
• duga at málbera seg í skrift og talu
Persónligir eginleikar:
• duga at arbeiða sjálvstøðugt
• vera fyrikomandi og hava góð samstarvsevni
Starvsstaður er Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við
at venda sær til Boga Bendtsen, undirstjóra, tel. 348 000.
Løn og eftirløn verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða
Føroya Sparikassa í hendi í seinasta lagi 18. mai 2001,
og sendast til:
Føroya Sparikassi
att.: Starvsfólkaleiðarin
Postsmoga 34
110 Tórshavn
Kredittdeildin,Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn
E-post: kredittdeildin@sparikassin.fo www.sparikassin.fo
Arbeiðsøkið hjá kredittdeildini fevnir m.a. um ráðgeving av deildum Sparikassans,
kredittmeting, vinnugreinalýsingar, uppfylging, roknskapar-, hagtals- og aðrar
uppgávur. Í løtuni starvast 8 starvsfólk á kredittdeildini.
Tekningarseðil til familjulegurnar
Um Gud vil,er ætlanin aftur í ár at hava familjulegur í Zarepta í Vatnsoyrum.
Av tí,at pláss bert er fyri 25 familjum á hvørji legu,er møguleiki at hava tvey ynski
á tekningarlistanum.
Eru ivaspurningar,ber til at ringja til Ragnfríð Kannuberg,tlf.447708.
Fyllið seðilin út sum skjótast,og tit frætta aftur í góðari tíð.
Tekningarseðilin skal sendast til: Ragnfríð Kannuberg, Postboks 201, 600
Saltangará.
-2001
Familjulegur 2001
Ynski 1
Ynski 2
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Familjulega 1
Leyg.26.05.–Fríg.01.06.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Familjulega II
Leyg.02.06.–Fríg.08.06.
FULLTEKNAÐ
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Familjulega III
Leyg.09.06.–Fríg.15.06.
FULLTEKNAÐ
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Familjulega IV
Leyg.16.06.–Fríg.22.06.
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Familjulega V
Sun.19.08.–Leyg.25.08.
Navn/Nøvn á foreldrum:
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Tlf.:
Gøta:
Bygd/býur:
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Navn og aldur á børnum:
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Viðmerkingar:
Felagið fyri
Skrivstovu-
kramba- og
teknisk starvsfólk
Upplýsir um:
-sáttmálan
-starvsmannalógina
-frítíðarlógina o.a.
Gerist limir - so
standa vit sterkari!
Tlf 316837 og 216837
Traðarvegur 20
Boks 1378
110 Tórshavn
skfelag@post.olivant.fo
Opið er soleiðis:
Mánadag - fríggjadag
9.00 - 12.00
13.00 - 16.00
Evangelisk møtir í Suðuroy
við Orla Lindskov Christensen
9.–11. mai 2001
Mikukvøldið 09. mai kl. 20:
Møti í skúlahøllini í Trongisvági
Hóskvøldið 10. mai kl. 20:
Møti í skúlahøllini í Trongisvági
Fríggjakvøldið 11. mai kl. 20: Møti í skúlahøllini í Porkeri
Í Danmark er Orla mest kendur fyri, at mong er blivin grødd á møtum hansara.
Eisini í Føroyum hevur Orla prædikað evangeliið.
Fyrr í ár stóð grein í Dimmalætting um tá hann bað fyri smágentu í Skopun,sum
var fødd deyv, men sum fekk hoyrnina í somu løtu Orla bað fyri henni.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Evangeliska samtakið: KARISMA
Bilmekanikari
Vegna økt virksemi, verður søkt eftir røskum
sveini til persónbilaverkstað okkara,at byrja skjót-
ast til ber.
Verkstaður okkara eru autoriseraður VOLVO &
RENAULT verkstaður við tilhoyrandi sproytu-
kabinu.
Ynskir tú at vita meira um starvið,ert tú vælkomin
at tosa við Jóhann Wolles, verkførara, ella við
stjóran, Sverra Steintún.
VR-BILAR
Hoyvíksvegur 61
Box 3130
FO-110 Tórshavn
Tlf. 322110
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir pleygufamilju til 14 ára gamlan
drong.
Pleygufamiljan verður at virka fyri eini á allan hátt
tryggari og mennandi tilveru fyri drongin.
Ynskiligt er, at tann/tey, ið sett verða, hava hósk-
andi fakliga útbúgving og royndir innan menn-
andi arbeiði við børnum/ungum.
Arbeiðið verður skipað í samráð við avvarðandi
barnaverndarnevnd og Almannastovuna við
møguleika fyri regluligari ráð- og vegleiðing.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært gald-
andi reglum.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 19.05.2001 og skulu stílast til:
Almannastovan
Suðuroyar deild
att. Eliesar Jacobsen, sosialráðgevi
800 Tvøroyri
Nærri upplýsingar um starvið fáast á tlf. 371620
lokal 12 hjá Eliesar Jacobsen og 315480 lokal 141
Sigrun Bærentsen.
Pleygufamilja
Søkt verður eftir stuðulsfólki til eina familju í Suð-
uroy.
Málið við stuðlinum er at menna samskifti í familj-
uni, eins og at virka fyri eini tryggari og menn-
andi tilveru.
Arbeiðstíðin verður skipað í samráð við familju og
avvarðandi myndugleikar og verður í mesta lagi
13 tímar um vikuna.
Stuðulin er fyribils játtaður í eitt hálvt ár.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sátt-
mála ímillum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 19.05.2001 og skulu stílast til:
Almannastovan
Att. Hallbjørg Lamhauge, sosialráðgevi
Postboks 3096
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast á tlf.nr.315480
lokal 126 hjá Hallbjørg Lamhauge og lokal 141
hjá Sigrun Bærentsen.
Arbeiðsmenn
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsmonnum til
arbeiði í Havn.
Tlf. 421643 ella 211643
Pedagogar til Dag-
stovnin á Argjum
Søkt verður eftir 2 pedagogum til Dagstovnin á
Argjum frá 1. august 2001 ella eftir nærri avtalu.
Størvini eru á vøggustovu ávikavist 35 og 40
tímar um vikuna.
Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognarstovn-
ur.Á stovninum ganga 72 børn og samanlagt eru
vit 18 starvsfólk.
Á stovninum eru fýra barnagarðsstovur og tvær
vøggustovur, har tann eina barnagarðsstovan er
samskipað serstova við deyvum/tunghoyrdum og
hoyrandi børnum. Á hvørjari stovu ganga 12
børn.
Vit ynskja, at tú saman við okkum skapar eitt um-
hvørvi fyri børnunum, har tey kunnu trívast og
mennast. Somuleiðis, at tú er nýhugsandi og
hevur ábyrgdarkenslu. Harumframt ynskja vit, at
tú ert virkin á stovninum við atliti at víðariútvikling
av hesum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt-
málanum millum Føroya Pedagogfelag og Før-
oya Landsstýri.
Ynskir tú at vita meira um starvið,kanst tú seta teg
í samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara á tlf.
319019, lokal 10.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 28. mai 2001.
Føroya Studenta-
skúli og HF-skeið
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Frá 1. aug. 2001 er eitt fast starv leyst at søkja í
lærugreinini
føroyskum
Umsøkjarar verða bidnir um at upplýsa, hvørjari
aðrari lærugrein teir hava undirvísingarførleika í.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum YF
(Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Før-
oya Landsstýri.
Umsókn á oyðublaði frá YF verður stílað til Menta-
málastýrið,Tórshavn,men verður sent rektaranum:
Mads A.Winther, Føroya Studentaskúli og HF-
skeið, Hoydalar, FO-188 Hoyvík.
Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók
skal hjáleggjast.
Umsóknir skulu vera rektaranum í hend í seinasta
lagi 8. mai 2001.
KUNNGERÐ
um fyribils bussrutu
Kambsdal-Fuglafjørður
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar
býráð á fundi tann 24.apríl 2001 hevur samtykt at
fara undir royndarkoyring við ferðafólki millum
Kambsdal og Fuglafjørð í eini fyribils royndartíð
upp á 2 mánaðar.
Koyringin byrjar mánadagin tann 07. mai og
heldur fyribils fram til fríggjadagin tann 06. juli
2001, og koyrt verður mánadag-fríggjadag hesar
tíðir:
Av Kambsdali:
Úr Fuglafirði:
Kl. 07.40
Kl. 08.10
Kl. 09.30
Kl. 10.40
Kl. 12.00
Kl. 12.30
Kl. 14.00
Kl. 14.30
Kl. 14.50
Kl. 15.25
Kl. 15.40
Kl. 16.00
Kl. 16.30
Kl. 17.45
Kl. 18.30
Kl. 18.45
Kl. 19.30
Kl. 20.00
Kl. 20.30
Kl. 21.00
Bussurin steðgar í Fuglafirði oman fyri skúlan, við
Keypssamtøkuna og við skýlið við Føroya Banka og
við handilin hjá Haraldsen. Á Kambsdali verður
steðgað við húsini hjá Petur Martin Hansen, við
bussskýlið og við miðnámsskúlarnar.
Einvegiskostnaðurin fyri vaksin verður kr. 10,00 og
fyri børn kr. 5,00. Næmingar, sum skulu hava
flutning til og frá skúlunum í kommununi, koyra
ókeypis.
Fuglafjørður,tann 01.mai 2001
Fuglafjarðar
býráð
Aðalfundur
Foreldrafelagið Hoyrnin fyri deyv og tunghoyrd
børn hevur aðalfund leygardagin 19. mai kl. 15.00
í Deyvahúsinum.
Skrá sambært viðtøkum.
Nevndin
Havna-
umsjónarmaður
til Vágs Havn
Vegna ov fáar umsóknir, verður umsóknarfreistin
til starvið sum havnaumsjónarmaður við Vágs Havn
longd tann 25. mai 2001.
Umsøkjarin skal hava nautiska útbúgving, skal
kunna arbeiða við teldum og tosa og skriva enskt.
Løn samb. sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Vágs Kommunu.
Umsóknir við prógvum og ummælum skulu vera
Havnanevndini í hendi í seinasta lagi 25. mai
2001.
Vágs Kommuna - Havnanevndin
FO-900 Vágur