hósdagur 13. desember 2007síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 13. desember 2007
49
Jól í Kekkia
Í Kekkia verða Jólini hildin mest tann 24. desember. Kekkar nevna
Jólaaftan “Stedry Den”, sum merkir “Dagurin hjá teimum opnu
hondunum”. Kekkar geva hvørjum øðrum gávur hendan dagin.
Men 25. desember og 26. desember eru eisini frídagar í Kekkia.
Sambært kekkiskum siði koma gávurnar frá Jezisek, sum merkir
“Lítli Jesus”. Kekkar hava fleiri gamlar jólasiðir, sum mong velja
at fylgja. Fólk verða biðin um einki at eta Jólaaftan, ikki fyrr enn
tey fáa ein seromonalan – siðvandan – døgurða, sum verður
serveraður fyri teimum. Døgurðin verður nevndur “Hin Gylti
Grísurin”. Gávurnar verða – eins og her – lagdar undir jólatræið,
og fólk opna gávurnar aftaná jóladøgurðan. Ein løgin jólasiður, er
at genturnar blaka skógvarnar aftur um seg. Um táin á øðrum
skónum peikar ímóti hurðini, so verður gentan skjótt gift. Hesir
kekkisku siðirnir eru eisini galdandi í Slovakia. Millum 1919-1993
vóru Kekkia og Slovakia eitt land, sum æt Kekkoslovakia. Men
londini deila somu jólasiðirnar.
Hiti • Ventilatión • Sanitet
Stórt úrval av goðsbað
Tel 309 310
demich@demich.fo
www.demich.fo
J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn
tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo
Fyrr 2.995,-
Nú 1.995,-
Nálatøvimaskina
Piparnøtirnar
fært tú hjá...
Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo
Heiðavegur 51 · Saltangará · Tel 44 95 75 / 22 95 75
Støkk inn á gólvið
og síggj okkara
breiða úrval