fríggjadagur 11. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 8 - 11. januar 2008
Rúspolitikkur er
eitt forsømt øki í
Føroyum. Hetta
kom týðiliga fram á
einum politiskum
panelfundi í Miðla
húsinum í gjárkvøld
ið. Tað var Blái
Krossur, sum saman
við Rás2 skipaði
fyri fundinum, sum
gjørdist bæði upp
lýsandi og áhuga
verdur
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Lat tað verða sagt beinan
vegin: Fundurin í Miðla
húsinum í gjárkvøldið um
rúsevnispolitikk, sum Blái
Krossur saman við Rás2
skipaði fyri, gjørdist eitt
hitt.
Tað vóru bæði Hjalmar
Hansen, aðalskrivari í Bláa
Krossi, luttakandi politik
ararnir og áhoyrarafjøldin í
Miðlahúsinum
á
einum
máli um.
Men tá tað er sagt, so má
eisini sigast, at eftir fundin
sat tú við einari greiðari
kenslu av, at júst hetta økið
hevur verið eitt forsømt øki
í alt ov langa tíð. Og júst tí
má tað sigast at vera ógvu
liga heppi, at tað eydnaðist
Bláa Krossi at varpa ljós á
rúsdrekkatrupulleikan.
Hjalmar Hansen fekk
fyrst orðið og greiddi frá or
søkunum til, at felagsskap
urin hevði tikið stig til fund
in. Og orsøkin var einføld,
nevniliga fyri at sera fokus
á rúsevnispolitikkin – ella
rættari sagt vantandi rús
evnispolitikkin – í Føroy
um.
Hann nevndi, at tað blivu
bert einstøk mál tikin fram
– skeinking umborð á
Smyrli og líknandi, men tað
sum vantar er ein yvirorðn
aður og greitt orðaður rús
evnispolitikkur. Ikki rús
drekkapolitikkur, men rús
evnispolitikkur.
Allir teir seks etableraðu
flokkarnir
luttóku,
bert
nýggi og til høvið stovnði
Miðnámsskúlaflokkurin
var ikki við. Í panelinum
sótu:
fyri
Fólkaflokkin
Hans Norðfoss, fyri Sam
bandið Alfred Olsen, fyri
Javnaðin Kristian Magnus
sen, fyri sjálvstýrið Alice
Højsted, fyri Tjóðveldi Finn
ur Helmsdal og fyri Mið
flokkin Jaspur Langgaard.
Orðaskiftið gekk fyri seg
á tann hátt, at fyrst fingu
flokkarnir høvi til at gera
eitt stutt innlegg um evnið,
og síðani setti Jón Brian
Hvidtfeld,
fundarleiðari,
fram spurningin, hvat flokk
arnir hildu um verandi rús
drekkalóg.
Eingin stór ósemja
Í tí stóra og heila vóru flokk
arnir ógvuliga nógv á einum
máli um, at verandi rús
drekkalóg ikki var so heilt
út av lagi.
Bæði Hans Norðfoss og
Kristian Magnussen vóru á
einum máli um, at lógin
virkaði í stóran mun eftir
ætlan, nevniliga tálmandi.
Kristian Magnussen vísti á,
at tað vóru tveir faktorar,
sum skuldu leggja ein demp
ara á hugin hjá fólki at
keypa rúsdrekka, og teir
vóru atkomiligheit og prísir.
Í báðum førum metti hann,
at lógin virkaði eftir ætlan.
Hans Norðfoss vísti síð
ani á, at rúsdrekkavanarnir
hjá føroyingum gingu tann
vegin, at føroyingar drukku
alsamt veikari løgir, sum
eisini er nakað, ið virkar
tálmandi upp á nýtsluna.
Umboðini úr Sambandi
num, Sjálvstýrinum og Mið
flokkinum vístu á, at okkurt
haltaði. Alfred Olsen helt,
at rúsdrekkalógin var vorðin
fríari og fríari, og sum dømi
nevndi hann, at eftir at
lógarteksturin var broyttur
frá, at ein loyvishavari
kundi í staðin fyri skuldi
missa loyvi, forbreyt hann
seg
ímóti
ásetingunum,
hevði eingin mist loyvið.
Alice Højsted helt, at lóg
in kundi ikki vera nøktandi,
tá talan var um eina øking í
volumen av rúsdrekka, sum
føroyingar inntaka. Hon
helt eisini, at tað kundi
verða ein vandi í at drekka
meir, sjálvt um tað var veik
ari, tí fólk lættari tá kunnu
gerast misnýtarar. Hetta er
annars eitt argument sum
vanliga gongur beint øvugt
an veg.
Jaspur Langgaard helt, at
prísurin var á einari leið og
atkomiligheitin sum so eis
ini, men hevði tó her ta við
merking,
at
sølustøðini
gjørdust alt fleiri, og harvið
gjørdist rúsdrekka eisini
lættari atkomiligt. Hann
nevni serliga skeinkiloyvið
til Smyril, tað, at nú er loyvt
at skeinkja uttandura og so
festivalarnar, sum ikki long
ur kunnu yvirliva uttan.
Ironiskt, helt hann, at tann
elsti og størsti nú var farin á
húsagang, eftir at hava fing
ið skeinkiloyvi.
Finnur
Helmsdal
var
hann, sum vildi mýkja lóg
ina mest. Hann segði seg
einki hava ímóti, at rús
drekka fór út í handlarnar,
men tað skuldi framvegis
vera Rúsan, sum stóð fyri
søluni.
Aftur til gomlu
skipanina
Síðani var spurningurin um
nóg nógv var gjørt fyri at
fyribyrgja rúsdrekkanýtslu,
ella rættari sagt ótálmaðari
nýtslu. Og her vóru øll
samd: Hetta er eitt øki, sum
hevur verið púrastani for
sømt.
Mest sum alt panelið var
á einum máli um, at síðani
ymsu ráðini vórðu løgd
saman í Fyribyrgingarráðið,
var rúsdrekka niðurraðfest í
denn grad. Finnur Helmsdal
vildi enntá vera við, at tað
var heilt burturraðfest.
Ført var fram, at sjálvandi
var tað prísverdugt, at FBR
hevði gjørt eitt so stórt og
gott arbeiði við at upplýsa
og royna at eggja fólki til at
leggja av at roykja, og somu
leiðis tað stóra arbeiði, ráð
ið gjørdi fyri at varpa ljós á
fólkaheilsuna, men tá hesi
tiltøk skuldu ganga út yvir
fyribyrgjandi
arbeiðinum
móti rúsdrekkanýtslu, vóru
tey næstan betri ógjørd.
Flestu í panelinum mæltu
beinleiðis til, at vent var aft
ur til gomlu skipanina, har
hvørt ráð hevði sítt øki,
sum tað síðani kundi nýta
alla sína orku uppá.
Í hesum sambandi vóru
eisini sjálvbodnu felags
skapirnir, sum gera eitt eftir
førimuni
ógvuliga
stórt
arbeiði á økinum, nevndir.
Spurnartekin var sett við,
um tað ikki hevði verið rætt
at stuðla hesum sjálvbodnu
felagsskapum, heldur enn
at nýta peningin til Fyri
byrgingarráðið.
Onkur vísti á, at Ráðið
fyri Ferðslutrygd, sum ikki
varð koyrt í sama pott undir
FBR, var bæði virki og
effektivt við nógvum og
munadyggum átøkum. So
niðurstøðan var, at hóast
FBR hevði virkað á summ
um økjum, so hevði tað als
ikki virka sum fyribyrg
ingarráð, tá tað kom til rús
drekkaspurningin, og tí var
mest sum semja um, at
Føroyar hava ongan
200 á Danmarkar-turné
Punkbólkurin 200 skal spæla sjey konsertir í Danmark í
apríl. Danska blaðið Gaffa skrivar, at 200 hevur eitt gott tak
á føroyingum, og eru eisini við at fáa fatur í dønum. Gaffa
hevur áður ummælt 200 og skotsmálið var tá, at tónleikurin
var “en aggressiv, postpunket stil, der kan give mindelser
om Nick Caves Birthday Party”. 200 spælir 9. apríl í
Herning, 10. apríl í Kolding, 12. apríl í Roskilde, 16. apríl í
Keypmannahavn, 17. apríl í Århus, 18. apríl í Viborg og 19.
apríl í Aalborg.
Boysarnir á pall í Hollandi
Í kvøld fara Boys in a Band á pall á Eurosonic í Hollandi, sum er
millum leiðandi evropeiski festivalarnar í Evropa, og tann fremsti
tá tað snýr seg um at leita fram alt tað nýggjasta og mest
spennandi rytmiskan tónleik. Stórur partur av framførslunum
verða sendar kring alt Evropa og eini 2500 fakfólk úr serliga
livetónleikavinnuni – bookarar, agentar, fyriskiparar, útvarps
dj´ar og onnur hittast til ráðstevnu, aðalfundir og serliga at hoyra
umleið 250 nýggjar bólkar, sum eru útvaldir, tí mett verður, at
júst hesir bólkarnar hava serliga góðan möguleika at seta dám á
vinnuna næstu árini. Teirra millum eru føroysku Boys in a Band.