fríggjadagur 1. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 103 - 1. juni 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
BROYTING
Eykatúrar og broyting í ferðaætlanini í sambandi við
landsdystin á Svangaskarði leygardagin 2. juni 2001
Fráferðin hjá Smyrli av Tvøroyri seinnapartin leygardagin kl 17.15, er flutt fram
til kl. 15.00
Smyril siglir soleiðis:
Kl. 18.15 Tórshavn - Toftir
Kl. 21.00 Toftir - Tórshavn
Kl. 22.00 Tórshavn - Tvøroyri
Ternan siglir seinasta túr av Vestmanna kl. 22.30 og
Sam siglir seinasta túr av Gomlu Rætt kl. 22.30
Fráferðin úr Leirvík hjá Dúgvuni kl 20.50 er flutt til kl 22.00
Bussur koyrir frá Farstøðini
í Havn leygardagin kl. 16.00
www.soccer.at/faroes
Kostn. 50 kr. báðar vegir
Øll kunnu koma við!
Tekningarlisti á
Kunningarstovuni
Frá fríggjadegi 1. juni til hósdagin 7. juni
Útiseti minnist
Robinson Ekspeditiónin
HM-undankapping:
Føroyar–Sveis
Føroyar–Jugoslavia
Vit fara nú hvørt
fríggjakvøld
í
summar at vísa aft-
ur tær allarfyrstu
Likkulikkuleiur-
nar,
sum
vóru
sendar fyri skjótt
trimum árum síð-
ani, í 1999.
Tann fyrsta kem-
ur í kvøld kl. 18.30
og verður endur-
send mánakvøldið
um somu tíð.
Likkulikkuleia
Hvítusunnudag kl. 17.45
Á ferð
– sangløta úr Ebenezer
Vit hava ein kontroversiell-
an undirvísingarmálaráð-
harra. Síðani hann traðkaði
til, hevur hann skaffað
manga yvirskriftir í før-
oyskum fjølmiðlum í besta
»Se og Hør« stíli. Fjøl-
miðlaheimurin
og
vit
onnur skilja ikki, at maður-
in stýrir sínum øki av
brúnni. Her má eg skoyta
uppí, at eisini umborð á
skipi er munur á monnum.
Maðurin hevur ikki lært
tey fínu orðini, og veit
ikki, hvusssu hann skal
káva útyvir og siga sum
minst. Hann hevur ikki
lært at stýra millum skerini
í politikki og gevur ferð
eftir ferð sínum mótstøðu-
fólki sera góð kort á hond-
ina. Sjálvandi eiga fjøl-
miðlarnir at taka hetta, at
ein undirvísingarmálaráð-
harri er so illur í sær, til
viðgerðar, men fokus átti
eisini at verið settur á
føroyska fólkaskúlan, tí
har eru hendar so nógvar
broytingar bæði innan stýr-
ing og innihald, at tað er
greitt at sovorðið hendir
ikki uttan svørðsslag. Tað
er ivaleyst tað Vestmanna
skúli hevur í kvittanum.
Við at provo-kera undirvís-
ingarmálaráðharran, vóna
tey at fólk fáa eyguni upp
fyri teimum trupulleikum,
sum eru í fólkaskúlanum.
Tað, at ein skúli í hesum
landinum
ger
mótsatt
øllum øðrum, er spild-
urnýtt. Skúlarnir hava latið
sær lynda í fleiri ár, og
hava roynt at lagt undir-
vísingina so til rættis at
frægast fæst burturúr.
Ein annar kontroversiell-
ur persónur er Ingeborg.
Summi elska hana, onnur
hata hana. At døma eftir
Útvarpi Føroya ger hon
bara skaða. Hon hevur
skatt føroyska alivinnu og
so er hon eisini so býtt, at
hon letur arbeiðsfólk fara í
verkfall, fyri síðani at
brúka 3 ár at vinna allan
missin inn aftur. Soleiðis
verður tað framstillað, og
spurningurin er so, um
hetta er allur sannleikin.
Viðvíkjandi
alivinnuni
hugsaði eg mangan, um
tað ikki var rímuligt at
sagt, at eisini Føroya Ar-
beiðsgevarafelag hevði ein
part av ábyrgdini í, at ali-
vinnan fór rabundus sum
sagt varð.
Fimmarin, sum var send-
ur undir verkfallinum, varð
nærmast brúktur til terapi:
ein og hvør við onkrum
upp á hjarta kundi ringja
inn og skelda og ákæra
onkran annan, so galið
honum lysti. Útvarpið hev-
ur eisini brúkt nógva tíð til
at loysa eplamálið. Teir
hava ringt til hvørja út-
oyggj at spyrja, hvussu
eplastandurin hevur verið
undir verkfallinum, tað
hevur nærum ljóðað, sum
liviumstøðan hjá føroying-
um var sokkin niðurum u-
landsstøði.
Seinastu tíðina hevur lít-
ið tjak stungið seg upp um
Sjónvarp Føroya. Tey í
sjónvarpinum eru firtin, tí
tey hoyra bara negativan
kritikk. Eg skilji tey væl,
men har er í roynd og veru
lítið og einki at viðmæla í
sjónvarpinum. Vit hyggjar-
ar hugsa um pengapungin,
tað er á sama hátt sum við
loysingini, her er einki
goodwill frá okkara síðu,
vit angra okkum grøn og
blá, tá vit noyðast á post-
húsið at gjalda 1500 kr. Nú
eru 4 kr. um dagin sjálv-
andi ikki nógv fyri sjón-
varp, men soleiðis hugsa
vit ikki, tá ið hesin hataði
ljósareyði seðilin kemur
við postinum.
Útvarp Føroya kostar
nakað tað sama sum ein
tónleikafløga um mánaðin,
tað er eisini bíligt, men vit
vænta líkasum meira enn
bara tónleik. T.d. kundu vit
gott hugsa okkum at vita,
hvat í roynd og veru hendir
í Teistamálinum og hví?
Vit her suðuri hava nú, upp
til fleiri ferðir, verið hótt
við úttalilsum frá Strand-
ferðslustjóranum, um at
okkurt skal henda. Tað er
næstan vorðið soleiðis
eftirhondini, at fólk ikki
vita um tey tora yvir til
Havnar, tí set nú fyri at vit
verða avbyrgd, at Sam
heldur uppat at sigla, at
manningin verður uppsøgd
o.s.fr. o.s.fr. Tað er soleið-
is, at tá ið tú ikki fær greið
tíðindi, so ger tú tey sjálv,
og vit eru ørkymlaði.
Skemtiligt at hugsa sær,
at meðan arbeiðsfólkið á
Skála Skipasmiðju hevur
arbeitt yvir háls og herðar
at gera Teistan siglingar-
kláran, meðan fólk hava
skálað og etið pinnamat og
boðið skipinum vælkomn-
um heim, so hava Lands-
stýrið og Skipara- og
Navigatørfelagið sitið og
grinið at hesum sjónleiki,
tí teir hava vitað betur.
Segði nakar Brimil?
Eru vit erkvisin?
Marna
Jakobsen
ummælir:
Fríggjakvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 22.00
Mikukvøldið kl. 21.00
Hvítusunnukvøld kl. 20.00
C
M
Y
K
13
12