Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 31. januar 2008 13 Ert tú tjóðveldis- ella sambandsmaður? Fyri ella ímóti loysing? Í meir enn hundrað ár hevur ikki borið til at sloppið undan hesum spurninginum, tá tveir føroyingar eru komnir saman. Og til hvørt einasta løgtingsval hevur hesin sami spurningur verið eitt høvuðsevni í valstríð­ num. Men soleiðis er ikki longur. Tá føroyingar settu sín kross á løgtingsvalinum herfyri, kundu teir hyggja aftur á eitt orðaskifti, sum fyrst og fremst hevur snúð seg um børnini, tey gomlu og tey veiku. Um tað stagneraða fókatalið og tað stóra undirskotið av kvinnum. Um valið millum vælferð ella fleiri skattalættar – og ikki millum ja ella nei til ríkisfelagsskapin. Hermótini geva eftir Nógv bendir sostatt á, at polariseringin í føroyskum politikki er við at hoyra eini farnari tíð til. Líka síðani teir fyrstu flokkarnir vórðu stovn­ aðir, hevur føroyskur politikkur verið eyðkendur av ”dupultu markastrikuni”. Av einum polit­ iskum landslagi, sum umframt eina vinsta­høgra ás, eisini hevur verið býtt sundur í eitt fyri ella ímóti sambandi við Danmark. Og sum hevur býtt fólkið í tveir bólkar. Men nú tykjast hermótini at geva eftir. Undan valinum hava flokkarnir leitað móti miðjuni, har teir hava kappast um at lova betri skúlar, meir pening til sjúkrahúsini, og áhaldandi útbygging av vælferðarøkju­ num. Og hvat loysing­samband ásini viðvíkur, er vanliga runu­ blakanin millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin ikki bara hildin uppat. Teir báðir floks­ formenninir hava entá ferðast kring landið á eini felags val­ ferð. Heldur løgi kanska. Men eisini eitt tekin um, at nýggir vindar blæsa í føroyskum politikki. Fánaðar ræðumyndir Fyri fýra árum síðani vóru oyggjarnar, sum National Geographic Traveler júst hevur skírt ”heimsins vakrastu”, í djúpari politiskari kreppu. Eftir seks árum við fullveldissam­ gonguni, sum uttan úrslit sam­ ráddist um føroyskt sjálvstýrið við táverandi forsetismála­ ráðharra, Poul Nyrup Rasmus­ sen, mátti Anfinn Kallsberg, løgmaður, skriva út nýval í ótíð í 2003. Á valinum í januar í 2004 høvdu flestu føroysku veljararnir mist trúnna á fullveldið ­ á at Føroyar skjótt fór at gerast ein sjálvstøðug tjóð. Við ringum tannabiti mátti Tjóðveldisflokkurin fara í andstøðu, og frá síðulinjuni í nýggja løgtinginum manaði formaðurin í flokkinum, Høgni Hoydal, fram eina ræðumynd fyri og aðra eftir: Nú fóru Føroyar at forkoma úrslitunum frá seinastu seks árunum. Oyggjarnar fóru at gerast enn meir bundnar av Danmark og alt arbeiðið við at yvirtaka málsøki fór at steðga. Men soleiðis gekst faktiskt ikki. Við løgmanni Jóannes Eidesgaard á odda eru fleiri málsøki yvirtikin seinastu fýra árini, enn tað vórðu, tey seks árini undir fullveldissamgong­ uni. Undir farna landsstýri er Heimastýrislógin frá 1948 umsíðir víðkað við eini nútíma­ ns lóg, Yvirtøkulógini, sum økir møguleikarnar at yvirtaka málsøki frá donskum myndug­ leikum. Síðani tá er flogvøllurin í Vágum vorðin føroyskt málsøki. Fjølmiðlaábyrgdar­ lógin og og tilbúgvingin eru yvirtikin og nýliga er fólka­ kirkjan eisini komin á føroysku fíggjarlógina. Yvirtøkulógin letur tó framvegis ikki upp fyri møguleikanum at yvirtaka týdningarmikil málsøki sum m.a stjórnarskipanarlógin, uttan­ ríkis­, trygdar­ og verjupolitikk. Triði vegurin Í Uttanríkispolitisku heimildar­ lógini verða Føroya nevndar ’Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne’. Ein orð­ ing, tjóðveldisfólk fata sum prógv um, at Føroyar hava latið frá sær sítt grundleggjandi og fólkarættarliga krav um sjálvs­ avgerðarrætt. Men sjálvt um Høgni Hoydal messar orðing­ ina, so skjótt eitt upptøkutól vendir móti honum, broytir tað ikki ta sannroynd, at ein nýggj rørsla er á veg. So við og við fara Føroyar at yvirtaka tey 21 málsøkini, ið eru eftir. Mál fyri mál, stig fyri stig flyta føroyingar seg burtur frá antin­ella felluni, har tað antin ræður um skjóta og full­ komna loysing frá Danmark ella um at halda fast um ríkis­ felagsskapin fyri einhvønn prís. Alsamt fleiri ásanna, at heim­ urin er alt ov fløktur til at kunna rúmast í svørt/hvítum tvístøðum. Nú snýr tað seg um tann ’triðja vegin’. Um eitt bæði­og, har Føroyar bæði eru politiskt og búskaparliga sjálvberandi og samstarva við danmark á einum støðugt meir jøvnum føti. Undir valstríðnum hava fleiri víst á, at føroyingar eru nøkun­ lunda samdir um, at Føroyar einaferð í framtíðini verða ein sjálvstøðug tjóð. Nakað íøkiligt árstal eru teir tó ikki samdir um enn. Fyri løgmann snýr tað seg beint nú um Visjón 2015 – eitt strategiupplegg, sum skal broyta føroyska fiskiídnaðar­ samfelagið til eitt vitanarsam­ felag, sum kann taka við avbjóð­ ingunum í einum støðugt meir altjóðagjørdum heimi. Og ambi­ tiónirnar feila onki. Verður tað til Eidesgaard, skulu Føroysar á henda hátt um sjey­átta ár verða eitt av teimum londum í heimi­ num, ið klára seg best. Føroyra nakran kjans? Spurningurin er, um eitt evarska lítið land, langt úti í Norðuratlantshavi yvirhøvur hevur nakran kjans í altjóða kappingini. Og í heila tikið. Óndar tungur vilja vera við, at í framtíðini fara føroyingar at hava meir enn nokk við bara at yvirliva á vøkru oyggjunum. Gamaní gongur tað framúr væl búskaparliga. Í løtuni. Føroyski búskapurin hevur altíð verið skroypiligur, tí hann stórt sæð bara kann dúva uppá fiski­ vinnuna. og tá tað gongur væl hjá fiskivinnuni, gongur tað eisini væl í Føroyum. Og øvut: Hvørvur toskurin, verður ali­ fiskurin raktur av sjúku, ella dalar eftirspurningurin eftir fiskavørum, so gongur tað illa. Fyri ikki at tala um búskapar­ kreppuna fyrst í 90’unum, tá meir enn fimm túsund føroy­ ingar flýggjaðu frá hóparbeiðs­ loysi, og hús og skip í hundrað­ tali fóru á tvingsilsølu. Men seinastu tvey árini hava Føroyar riðið við á eini altjóða bylgju av búskaparligari fram­ gongd. Eisini innanríkispolitiskt hevur búskapurin víst sína styrki við skattalættum fyri slak­ ar tríhundrað milliónir krónir, Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Føroyingar á nýggjari kós Næstu ferð: Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur: Samlaða starvslønarjáttanin svarar til eina skiparaløn tíðargreinin Lisbeth Nebelong høvundur og journalistur Framhald á næstu síðu Tíðargreinin - Spurningurin er, um eitt evarska lítið land, langt úti í Norðuratlantshavi yvirhøvur hevur nakran kjans í altjóða kappingini. Og í heila tikið, sigur danski høvundurin og journalisturin, Lisbeth Nebelong, í dagsins tíðargrein