Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 22 - 31. januar 2008 Tíðargreinin … Føroyingar á nýggjari kós eins og stórar almennar íløgur eru gjørdar í samferðslukervið. Í eini roynd at steðga avfólkan­ ini av útoyggjunum, eru íløgur gjørdar í tunlar, havnaløg og ferjur. Samstundis hevur ein nýggj realkreditlóggáva gjørt tað møguligt hjá føroyingum at fíggja hús við rentufríum lán­ um, og tað hevur av álvara sett ferð á brúksveitsluna. Føroy­ ingar keypa bilar og uttanlanda­ ferðir, sum ongantíð fyrr. Før­ oyski búskapurin fer buldrandi avstað og hallið á gjaldsjavn­ vágini er nú 1,2 milliardir. Sambært fíggjarlógarfrágreið­ ingini fyri í ár hækkaðu lønar­ útgjaldingarnar í 2007 við heili 8,2 prosentum. Ì november minkaði arbeiðsloysið til tað søguligt lága 1,3 prosent, og nógva staðni er tørvur á arbeiðs­ megi. Hóast bæði danski national­ bankin og føroyska búskapar­ ráðið nú ávara um vandan fyri ovurupphiting, vóru byrjandi krepputekinini ongantíð av álvara eitt kjakevni í valstríð­ num. Heldur varð evnið tagt burtur. Nú gongur tað jú akkurát so væl. Eitt annað álvarsamt evnið er hinvegin komið á dagsskránna, nevniliga gongdin í íbúgvara­ býtinum. Í desember búðu 48.405 fólk í Føroyum. Fólkatalið stendur í stað, og støðugt fleiri tosa um, at meir má gerast fyri at lokka teir 20.000 føroyingarnir, sum búgva í Danmark, heimaftur. Ikki nokk við at samfelagið hagfrøðiliga er steðgað upp. Eisini kynsbýtið er skeivt. Fyri hvørjar hundrað føroyingar eru 52 menn, og í aldursbólkinum 24­39 ár vanta heili 2.000 kvinnur í mun til menn. Verður gongdin ikki vend, kunnu Før­ oyar gloyma alt um at gerast eitt sjálvberandi og modernað vælferðarsamfelag, sum kann metast við tey bestu í heimi­ num. Pínligt Tá stóra formansorðaskiftið í sjónvarpinum setti skjøtil á valstríðið gjørdist tað øllum pínliga greitt, at okkurt er rúkandi galið. Fram á skíggjan dagaðu sjey miðaldrandi menn og ein ungur maður við einum nýggjum flokki, hvørs einasta mál var betri miðnámsskúlar. Sjey menn og ikki ein einasta kvinna. Í undanfarna løgtingi sótu kvinnur í bert trimum av teimum 32 tingsessunum. Og sjálvt um fimti hvør tingsessur verður mannaður av eini kvinni nú eftir valið, er langt eftir, til Føroyar kunnu reypa av at vera við í oddinum, tá tað ræður um parlamentariska kvinnuum­ boðan. Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Kanska er júst tað, at kvinnurnar eru so ósjónligar, ein av orsøkunum til, at tey sonevndu bleytu virð­ ini hava fylt so nógv í hesum valstriðnum? Um tað skal verða lokkandi fyri kvinnur at gera seg galdandi í politikki og í heila tikið at geva sítt íkast til samfelagið á jøvnum føti við menn, mugu grundleggjandi vælferðarøkini styrkjast. Í Føroyum búgva fólk í egn­ um húsum, og við galdandi húsaprísunum, er tað ógjørligt hjá eini einligari mammu at búgva í Havn, uttan mun til, um hon er flakakvinna ella skúla­ tannlækni. Íbúðir eksistera stórt sæð ikki, íbúðarstuðul er eitt ókent fyribrigdi og almenna barnasansingin er dýr. Sosialu skipaninar í Føroyum hóska als ikki til nútímans familjumynst­ ur, har støðugt fleiri eru støk ella einligir uppihaldarar. Andingarhol Uttan mun til, hvat landsstýri nú verður skipað, verður ríkiligt at fara í holt við. Vælferðin skal útbyggjast og inntøkumøgu­ leikarnir betrast. Brúk verður fyri nógvum og fjølbroyttum fyritøkum og vinnumøguleik­ um, og fleiri útlendskir íleggj­ arar skulu fáast at gera íløgur í kunningartøkni og útbúgving. Eins og ’innovatión’ í Dan­ mark er vorðið nýtt buzzword, tá tað snýr seg um, hvørjum landið skal liva av, er ’nýskap­ an’ vorði gandaorðið í Føroy­ um. Hóast størsti parturin av inntøkunum framvegis fara at koma frá fiskivinnuni, verður eisini her neyðugt at hugsa nýtt. Bæði við atliti til fiskilóggávu og fígging og til tilfeingi og veiðuhættir, har krøvini til fiski­ vinnuna um umhvørvisvernd og burðardygd økjast alsamt. Fyrr ella seinni kemur oljan vónandi eisini at geva eitt íkast til føroyska búskapin og ferða­ vinnan kann gerast eitt týðandi ískoyti. Viðurkenningin frá amerikanska ferðatíðarritinum fyri stuttum er ikki eitt einstakt dømi. Alsamt fleiri fáa eyguni upp fyri føroysku náttúruni sum eitt andingarhol í einum heimi av larmi og strongd. Eisini í Føroyum verður varpað ljós á ferðavinnu. Íløgur verða gjørdar í gistingarhús, matstov­ ur og caféir, og satsað verður meir á mentan, so sum festi­ valar við altjóða viðurkendum tónleikararum sum Eivør, Teitur og Brandur Enni. 266b oyðilegði myndina Skulu Føroyar ’brandast’ fram­ yvir, er tað hinvegin sera týdn­ ingarmikið, at komandi løgting heldur seg burtur frá málum, sum oyðileggja myndina úteftir, eins og fyri einum ári síðani, tá ógvusliga kjakið í Føroyum um 266 b vakti ans kring allan heimin. Og tá tað bara við neyð og deyð eydnaðist fólkaræði­ num at vinna á kristnu funda­ mentalismuni. Gamla máliskan ’alt kann henda í politikki’ er eisini gald­ andi í Føroyum. Men uttan mun til, hvørjir politiskir flokkar nú finna saman, verður tað spenn­ andi – eisini fyri danir – at fylgja stríðnum hjá føroyingum at gerast eitt ev heimsins bestu londum. Og ikki minst teirra nýggju kós fram móti politisk­ ari og búskaparligari burðar­ dygd. Umsett: Anna V. Ellingsgaard Við vakrari og óspiltari náttúru og einari sera ríkari søgu er Kalsoyggin eitt upp­ lagt ferðamál, bæði hjá før­ oyingum og útlendingum. Viljin Tours á Húsum gevur fólki eina góða uppliving á báti, umframt at borðreitt verður við nógvum góðum. Tiltikna matgerðin á Húsum kann nú eisini upplivast um alt landið. Umframt at vera borgar­ stjóri á Húsum, er Magni Garðalíð eisini rættiliga virkin innan ferðavinnu, og tá er talan altso fyrst og fremst ferðavinnu á Kals­ oynni. Saman við familjuni eigur og rekur hann felagið Viljin Tours, ið ger sítt ítarsta fyri at seta Kalsoynna á føroyakortið í ferðavinnu­ høpi. Felagið hevur síðani í fjør­ summar havt ferðafólka­ bátin »M/B Viljin« í vinnu, og vóru tey ikki so fá, sum í fjør fingu ein góðan túr kring Kalsoynna og í Norð­ oyggjum annars, sum fe­ lagið serliga leggur dent á at vísa ferðafólki, bæði før­ oyingum og útlendingum. Vit komu í gongd í fjør­ summar, og tað gekk bara heilt væl. Í øllum førum munnu fólk hava hoyrt um okkum, tí longu til komandi summarið hava vit fingið ein hóp av umbidnum túr­ um við bátinum. Talan er bæði um heildagstúrar, fiskitúrar, leigutúrar og ann­ að. Norðanfyri er sjáldsama vakurt, men er ættin ikki hin besta, kunnu vit eisini fara suðurum og eitt nú fara undir Svínoynna, sigur Magni Garðalíð. Tað átti heldur ikki at ver­ ið so torført at marknaðarført Kalsoynna sum eina perlu í Føroyum, tí her er ótrúliga vøkur og óspilt náttúra, sum bæði føroyingar og útlend­ ingar fáa stóra gleði av at síggja. Men eisini eiga vit eina ríka søgu í oynni, tí vit hava jú bæði Kópakonuna, Páll Fanga og Blankskála, og eisini var fyrsti motor­ bátur í Føroyum her í oynni. Bjóða heildarloysn Enn er ferðavinnan í Kals­ oynni ung, men fyri tað eru bæði ætlanir og dreymar fyri framtíðina, umframt at virksemið hjá Viljin Tours longu nú er víðkað munandi, so gjørligt er at bjóða eina heildarloysn fram, so fólk bæði kunnu síggja og upp­ liva, men eisini smakka, tí tann so tiltikið góða mat­ gerðin á Húsum stendur frammarlaga í virksemi­ num. Longu nú gera vit mat til bæði smærri og størri borðhald kring alt landið, og tann parturin av okkara virksemi er ikki minst eftir­ spurdur. Vit eru altíð klár, um tað so snýr seg um mót­ tøkur og brúdleyp ella familjuveitslur, so sum føð­ ingardagar, brúdleyp, kon­ firmatiónir, sigur Magni. Vit kunnu bæði seta mat­ skránna saman fyri fólk, ella gera tað saman við teimum, alt eftir hvat tey ynskja. So úrvalið fevnir um bæði sjálvtøkuborð, kalt borð, »brunch« ella annað, ið fólk vilja borð­ reiða við, tá eitt serligt høvi er. Heildarloysnin hjá Viljin Tours merkir, at tey kunnu taka sær av øllum, sum er rundanum, so sum hølum, borðprýði, bestikki, servi­ trisum og øðrum. Og sjálv­ andi ber eisini serstakliga væl fyri at seta saman ein túr við »M/B Viljin«, ið eisini fevnir um ein betri bita. Magni Garðalíð sigur, at áhugin er so mikið stórur, at ætlanin er at seta ferð á dreymin um eina matstovu á Húsum, sum kann hava eini hálvtannaðhundrað fólk til borðs í senn. Á tekni­ borðinum verður arbeitt við einari 500 fermetra stórari matstovu, sum óivað kemur at gera Kalsoynna uppaftur meira lokkandi hjá gestum, umframt at fólkið í oynni sjálvandi eisini fer at fáa gleði av henni. Dagurin 1. februar. Brigida, deyð ár 523. Henda franska halgikvinna stovnaði kleystur í Kildare, og er í Írlandi líka høgt í metum sum sjálvur Pátrikur, sum var ápostul Írlands. Sama navnið sum tey føroysku Birita ogBrita. Upprunaliga keltiskt navn, sum merkir hin høga ella ljómandi. Viljin Tours setur Kalsoynna á føroyakortið Ferðafólkabáturin »M/B Viljin« Skipað verður fyri bæði heildagstúrum, fiskitúrum og leigutúrum