hósdagur 31. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2008
15
nøvn
1. februar 2008 hevur
Hendrik Andreasen 30 ára
starvsdag
hjá
Pf.
LM
Electric.
Tey fyrstu árini starvaðist
Hendrik sum elektrikari,
men síðani tíðliga í 80-un-
um hevur hann verið tekni-
skur leiðari hjá LM Elec-
tric.
Hendrik er útbúgvin elek-
trikari. Hann fór í læru hjá
Tórshavnar Skipasmiðju og
var útlærdur í juni 1976.
Eftir hetta fór Hendrik at
læra til installatør í Odense,
og tók hann installatørprógv
í januar 1978.
Í sínum langa arbeiðslívi
hjá LM hevur Hendrik, sam-
an við øðrum, havt ábyrgd
av nógvum av Føroya
størstu el-inleggingum sum
t.d.
Norðurlandahúsið,
Hotel
Føroyar,
Føroya
Handilsskúli, Brunatrygg-
ingin, Dimmalætting, SMS,
Albert Hall og fleiri av før-
oysku flakavirkjunum.
Hendrik er 54 ár og ætt-
aður úr Haldórsvík, sonur
Edvard og Piddu. Hendrik
hevur fimm systkin, Henry,
Christian, Helena, Andrea
og Marianna. Hendrik er
føddur og uppvaksin í Hal-
dórsvík.
Hendrik er sera áhugaður
í seyði. Nógv av sínari frítíð
nýtir Hendrik til at rokast
við seyðahaldi, og líknandi
í heimbygdini og í Tjørnu-
vík. Náttúran hevur hansara
stóra áhuga, og oftani er
hann túrar í føroysku fjøllu-
num um summarið.
Hendrik er eisini áhug-
aður í ítrótti, serliga fótbólti.
Hann fylgir væl við hvussu
gongst hjá systirsynunum,
ið báðir leika við B36, men
EB/Streymur hevur eisini
hansara stóra áhuga.
Hendrik hevur nógvar
dygdir. Hóast sera lítillátin,
ger hann altíð sítt arbeiði til
lítar. Hann er altíð til reiðar
at hjálpa, og við sínum
dugnaskapi og arbeiðssemi
hava bæði kundar og starvs-
felagar stórt álit á Hendriki
til stóra gleði hjá fyritøkuni.
Við 30 ára royndum er hann
eisini ein góður stuðul hjá
bæði lærlingum og starvs-
feløgum.
Tann 1. januar 2008 vóru
liðin 35 ár, síðan Heðin
Mortensen tók sæti sum bý-
ráðslimur í Tórshavn. Hann
hevur sitið í býráðnum út í
eitt síðan 1. januar 1973.
Heðin Mortensen varð
sum tann yngsti býráðslim-
urin nakrantíð valdur í Tórs-
havnar býráð á kommunu-
valinum tann 8. december
1972. Síðan er hann átta
ferðir afturvaldur. Valskeið-
ið 2001 til 2004 var hann
næstformaður í Tórshavnar
býráð, og hetta seinasta val-
skeiðið hevur Heðin Morten-
sen verið borgarstjóri í Tórs-
havnar kommunu.
Við sínum 35 árum í Tórs-
havnar býráð, er Heðin
Mortensen, tann býráðslim-
ur, sum hevur sitið longst
yvirhøvur, síðan Tórshavnar
kommuna varð sett á stovn
í 1909. Tann býráðslimurin,
sum hevur sitið næstlongst
í býráðnum, er Petur í
Gong, sum sat í býráðnum í
34 ár. Síðan eru seks ár
niður til Trygva Samuelsen,
sum var býráðslimur í 28
ár.
Umframt at hava sitið
sum vanligur býráðslimur í
Tórshavnar býráð, hevur
Heðin Mortensen eisini ver-
ið varaborgarstjóri og borg-
arstjóri í kommununi. Í
býráðsskeiðnum 1. januar
2001 til 31. december 2004
var hann næstformaður, og
síðan 1. januar 2005 hevur
hann verið borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu.
Menningin av Tórshavnar
kommunu hevur verið stór
hesi árini, Heðin Mortensen
hevur verið virkin í kommu-
nalpolitikki. Hann byrjaði á
gomlu kommunuskrivstov-
uni í Arnes Minde, har Tórs-
havnar kommuna helt til,
áðrenn flutt varð niðan á
Vaglið.
Alt er betri skipað í dag,
enn tað var fyrr. Tá varð
ikki altíð hildið so neyðugt
við býarplanum og byggi-
samtyktum. Men tað er
broytt í hesi tíðini, Heðin
Mortensen hevur verið uppi
í
kommunalpolitikki
í
Havn. Nevnast kunnu verk-
ætlanir sum byggingin á
Konmansmýru, sum var
fyrsta kommunala útstykk-
ingarætlan, ið gjørd varð í
Føroyum. Eysturskúlin er
bygdur í hesi tíðini, og Heð-
in Mortensen var við í
bygginevndini fyri skúlan.
Býurin er vaksin munandi
í tíðini, Heðin Mortensen
hevur sitið í býráðnum.
Bæði út í Havnardal og ikki
minst niðan í Hoyvíkshagan.
Eisini er sjálvur miðbýurin
og alt øki í gomlu Havnini
nógv fríðkað og ment hesi
árini.
Sannar kollveltingar eru
farnar fram í gomlu Havnini
hesi árini, Heðin Mortensen
hevur verið partur av teim-
um skiftandi býráðunum.
Millum heilt stóru málini
minnist hann eitt nú gjøg-
numføringina av Bøkjara-
brekku og eisini R.C. Effer-
søesgøtu niðan við Trappu-
trøðni. Tað var ikki smáveg-
is av rumbli, ið stóðst av, tá
lendið skuldi fáast til vega
til hesar útbyggingar. Fleiri
hús flytast og stykkir keyp-
ast. Og at tosa við fólk um
jørð og mold er ikki bara
sum at siga tað.
Hjartamál Heðins hava
altíð verið trivnaður, mentan
og ítróttur. Og eisini her
hevur hann brúkt síni evni
væl og víða. Hann hevur
millum annað verið formað-
ur í Havnar Róðrarfelag,
Havnar
Sjónleikarafelag,
Tórshavnar Ítróttarráð og
ikki minst ÍSF, har hann í
meira enn eina fjórðingsøld
hevur sitið í ovasta sæti
sum formaður og seinnu
árini sum forseti.
Heðin Mortensen hevur
serliga ans fyri mentan og
menning, og hevur hann
millum annað staðið fyri at
skipað
kommunusøguna.
Bæði í bókaformi og sum
myndasýning.
Hóast hesi mongu ár í
kommunalpolitikki í Tórs-
havnar kommunu, metir
Heðin Mortensen seg enn
hava nógv eftir at geva
kommununi. Verður hann
afturvaldur á komandi vali,
kann hann fara undir tíggj-
unda valskeiðið, og tað er
rættiliga óvanligt. Um so
verður, kann hann byrja sítt
tíggjunda valskeið á nýggj-
árinum 2009. Í sama árið,
sum Tórshavnar kommuna
fyllir 100 ár.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Martina T. Kruse á
Eiði,
vanliga
nevnd
Martina hjá Jens Arna,
andaðist á Korndalsbýli-
num mánadagin, 92 ára
gomul.
Ketty Marie Hamrá í
Hósvik andaðist týsdag-
in á Landssjúkrahúsi-
num 84 ára gomul.
Urnan
við
Gúnter
Wigand verður jarðsett
hósdagin klokkan 13.
Farið verður úr kirkju-
garðskapellinum.
Kistan við Jóhan Olsen
við Gøtugjógv fer úr
kapellinum á Lands-
sjúkrahúsinum hósdag-
in kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Gøtu kirkju
fríggjadagin kl. 14. Tey
ið vilja minnast Jóhan,
kunnu lata Gøtu kirkju
eina gávu. Konta í pen-
ingarstovnunum.
Gilbert
Guttorm
Zachariassen, ættaður
úr Klaksvík, búsitandi í
Keypmannahavn, andað-
ist týsdagin, 56 ára gam-
al. Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
30 ára starvsdag hjá LM Electric
Heðin býráðslimur í 35 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra kona, mamma, omma og langomma
Ketty Marie Hamrá
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin
29. januar 84 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin 1. februar kl.15.
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
leygardagin 2. februar kl. 13.
Magnus, Marita, Ali, Annika og Hannemi
Tey, ið vilja minnast Ketty kunnu lata Reyða Krossi eina gávu.
Konta í peningastovnunum.
Heðin Mortensen á b‡ráðsfundi saman við Jens Mariusi Poulsen og Jógvani Arge
Okkara góða mamma, vermamma, omma
og langomma
Martina T. Kruse
Eiði
andaðist mánadagin 28. januar 2008
á Korndalsbýlinum, 92 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Eiðis Kirkju fríggjadagin
1. februar 2008, kl 14.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Vegna tey avvarandi
Hanna, Tia og Olaf við familjum
Tey, ið vilja minnast Martinu, kunnu lata Korndalsbýlinum
eina gávu.