Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 22 - 31. januar 2008 Smávísindaligar hugleiðingar um siðbundna fram­ leiðsla og nýskap­an í útnorðri, hug­ kveiktar av einum turrum fiski í einum p­lastikkp­osa á køksborðinum ein leygardag um døgurðatíð. Etin saman við lakasp­iki frá seinastu grindini í Havn. Sp­ikfjósina handaði sjálvur borgarstjórin, tá hann saman við øðrum býtti út grind til fólkið. Hetta er seinni p­artur av tveimum SiðSøga Jóan Pauli Joensen professari Eins og í Noreg varð bæði stokkfiskur og ráskorðin fiskur (ráskerðingur) framleiddur í Føroyum fyrr í tíðini. Stokk­ fiskurin varð greipaður rundur, meðan tann stóri og tjúkki fiskurin varð ráskorin. Ein ráskorin fiskur varð klovin frá ugga og aftur í klingruna ella sporlið, so hann kundi heingjast upp at turka so at hann varð vindgosin uttan at úlna. Umleið ein triðingur av rygginum varð skorin burturúr. Aftasti triðing­ urin av rygginum hoyrdi upp í aðra helvtina av fiskinum og gjørdi, at fiskurin var stívari og ikki kom saman. Handilsligi týdningurin av stokkfiskinum fánaði burtur í lítið og einki í einahandilstíðini frá 1524­1856. Hinvegin hava føroyingar áhald­ andi turkað fisk til egna nýtslu, men eftir tað, at føroyingar frá fyrra parti av 1800­talinum fóru at virka klippfisk, varð allur tann stóri fiskurin seldur, flaktur og saltaður men seiður og smáfiskur, Turrur fiskur, skundve Ræstur ella turrur fiskur hava verið lívrættir hjá mongum føroyingi ígjøgnum øldir Mynd: Jens Kristian Vang