fríggjadagur 1. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 23 - 1. februar 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ikki nóg mikið at
spyrja USA
Myndugleikar í USA eiga at lata donsku stjórnini eina
frágreiðing, eftir at nýggjar upplýsingar eru komnar
fram um møguligan fangaflutning í loftrúminum hjá
Ríkisfelagsskapinum. Hetta er støðan hjá øðrum tí
føroyska fólkatingsumboð Føroya. Upplýsingar um, at
CIA hevur staðið fyri fangaflutningi í grønlendskum
loftrúmi eru bornar fram í dokumentarsendingin
hjá Danmarks Radio, og gjørdu vit her okkara
viðmerkingar til hesi tíðndi. Vit eftirlýstu samstundis
støðuna hjá føroysku fólkatingsumboðunum til
hetta sera álvarsliga mál. Nú er Edmund Joensen,
fólkatingsmaður Sambandsfloksins so komin út
við sínari støðu, tað er at fegnast um. Edmund
Joensen sigur í tíðindaskrivi, at upplýsingarnar í
sendingini mugu takast í størsta álvara. Men hvat
hevur Edmund so gjørt við málið? Hvørji politisk
stig hevur hann tikið? Jú, hann hevur vent sær
til danska uttanríkisráðharran, sum hevur vissað
hann um, at danska stjórnin nú fer at hyggja nærri
at upplýsingunum í nevndu dokumentarsending.
Stjórnin fer um neyðugt eisini at seta seg í samband
við amerikanskar myndugleikar til tess at greiða
ivamál. Víðari sigur Edmund Joensen, at tað er
rætt og rímiligt, at stjórnin fær høvi at ganga
ígjøgnum nýggju upplýsingarnar og at fáa svar frá
amerikonskum myndugleikum. Serliga umráðandi
er at tryggja, at loftrúmið hjá ríkisfelagsskapinum,
herundir føroyskt loftrúm, ikki verður brúkt til
ólógligan flutning av fangum. Sum fólkatingsmaður
leggur Edmund Joensen stóran dent á, at loftrúmið
hjá Ríkisfelagsskapinum, herundir føroyskt
loftrúm, ikki verður brúkt til endamál, ið stríða
ímóti fólkarættinum ella við tí fyri eyga at bróta
mannarættindi. Hetta er ein púra greið støða, sum er
alla æru verd.
Hetta hevði fyri so vítt verið alt gott og væl, men
spurningurin er bara, um hetta er nóg mikið. Longu
í gjárkvøldið komu aftur nýggjar upplýsingarfram,
sum avdúkaðu, at CIA flogfør eisini hava millumlent
á flogvøllinum í Kastrup. Hvat verður tað næsta? spyr
ein alt meira undrandi danskur almenningur. Her
ruggar ikki alt rætt! Tað er tíverri nógv, sum bendir á,
at her er onkur, sum ikki hevur sagt allan sannleikan.
Danska stjórnin hevur jú áður fingið sama spurning,
sum Edmund nú hevur sett henni. Svarið var: USA
sigur, at einki er í øllum hesum. Nú er so avdúkað, at
USA hevur sagt ósatt um fangaflutningin, sagt ósatt
fyri øllum teimum stjórnum, sum áður hava spurt til
málið, eitt nú donsku og týsku stjórnunum. Hvørja
vissu hava vit fyri, at USA nú fer at siga sannleikan
fyri Per Stig Møller? Als onga! Her má sostatt
annað og meira til. Eydnast tað ikki andstøðuni í
fólkatinginum at noyða stjórnina at fremja eina
óhefta serfrøðingakanning, eiga Føroyar, møgiliga
saman við Grønlandi at gera sína egnu kanning. Hetta
ber væl til, og vit hava fólk við neyðgum førleikum
til hesa uppgávu. At enda fara vit at lýsa eftir støðuni
hjá hinum fólkatingsumboðnum. Hvat ger Høgni
Hoydal við hetta mál? Hvørja støðu hevur hann, tá
málið kemur upp á fólkatingi í næstu viku?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Níggjundi partur
Elisa profetur. Vit lesa um
hann í kongabókunum. Frá
19. kapitli í fyrru kongab.
Til 13. kap. í seinru
kongab. Hann gjørdi, við
Gudi, mong undurverk, tey
ber til at lesa um í oman
fyri nevnda skriftbroti.
Hann reisti enntá ein
ungan mann upp frá
deyðun við bøn
Ein søgan er nokso væl
kend, tá árameiski herhøvd
ingin Na´aman kom til
hansara fyri at søkja sær
hjálp fyri spitalskusjúku
sína. Søgan er áhugaverd
og lærurík, sum alt í
bíbliuni.
Áramearar høvdu herja í
Ísrael og tikið eina smá
gentu til fanga. Hendan
smágentan kom í hús
Na´amans at tæna. Har
sigur hon frá profetinum í
Ísrael, og helt við mat
móður sína, at hevði harri
hennara farið til hansara,
so hevði hann fingið hjálp.
Tað bleiv so til tað, at
Na´aman fór at royna hetta.
Na´aman kom tá, við vagni
og hestum sínum, til hús
Elisa og steðgaði uttanfyri.
Men hvat hendir, Elisa
sendi bert onkran annan út
at siga við Na´aman um at
fara til Jordan og baða sær
sjey ferðir. Hetta var ov
boði fyri henda mæta her
høvdinga, hann gjørdist
spruttfornermaður og fór at
tosa um, hvussu hann
hevði hugsa sær, at hetta
fór at ganga fyri seg og
rýmdi avstað í vreiði. Sum
um áirnar við Damaskus,
Abana og Parpar, ikki vóru
nógv betri enn øll vøtn í
Ísrael. Tænarar Na´amans
fingu tó yvirtalað hann til
at royna ráðini hjá
profetinum. Hann fór sjey
ferðir undir í Jordan, og tá
ið hann kom uppaftur
sjeyndu ferðina, var likam
hansara sum á smábarni.
Hetta lærir okkum nógv.
Fyrst hvat ein lítil vitnisbur
ur, enntá av einum smá
barni, kann gera. Fyri tað
næsta, hvat lýdni avrikar,
hóast trúgvin er veik. Mað
urin fór ógvuliga ivandi
niður í vatnið, men lýdni
bjargaði honum. “Tann, ið
trýr á Sonin, hevur ævigt
lív; men tann, ið ikki vil
lýða Sonin, skal ikki síggja
lívið; nei, vreiði Guds verð
ur verandi yvir honum.”
Jóh. Ev. 3,36. Fyri tað triðja
lærir hetta okkum viðvíkj
andi trúnni á Gud. Hesin
maðurin ásannaði at Ísraels
Gud er hin sanni Gud:
So vendi hann við aftur
til gudsmannin við øllum
fylgi sínum, og táið hann
var komin hagar, steig
hann fram fyri hann og
segði: "Nú veit eg, at
eingin Gud er á allari
jørðini uttan í Ísrael! Tak tí
nú við gávu frá tænara
tínum 2. kongab. 5,15.
Gud hevur gjøgnum
øldirnar talað ógvuliga
greitt við profetum sínum,
og hevur staðfest orðið við
teknunum, sum hava fylgt
við. Til endan hevur hann
talað við Syni sínum soleið
is, sum Hebrearabrævið
1,1 sigur okkum.
Jesus sigur í Jóh. Ev.
14,11 soleiðis:
Trúgvið Mær, at Eg eri í
Faðirinum, og Faðirin er í
Mær! Og um ikki, so
latið verkini sjálv fáa
tykkum at trúgva Mær!
Og í 5,36.
Men Eg havi tann vitnis
burð, sum er størri enn
tann, ið Jóhannes bar; tí
verkini, ið Faðirin hevur
givið Mær at fullføra júst
hesi verk, ið Eg geri vitna
um Meg, at Faðirin hevur
sent Meg.
Bíblian er full av undur
verkum, sum prógva, at Gud
stendur aftanfyri orð sítt.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - Ikki mannaorð um Gud
RIcHARd
dANIELSEN
Leygarkvøldið 2. februar frá kl. 1922 verður dansikvøld
fyri øll børn í Føroyum 3. 7. flokk í Margarinfabrikkini
í Havn.
Ymiskt stuttligt undirhald verður alt kvøldið. Vit fara at
dansa stoppdans, ballóndans, limbo og mangt annað.
Dj Olli 2006 fer at spæla feitan tónleik, og genturnar
hjá Meylu koma at framføra.
Gestalærarin Sebastian kemur eisini at læra børnini
ymiskar dansir, so tað er bara at koma oman til eitt super
stuttligt dansikvøld, sigur Margarinfabrikkin í
tíðindaskrivi.
Dansikvøld í Margarinfabrikini
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.