fríggjadagur 1. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
12
Danir gera nógv burtur úr Tónleika Grand
Prixnum – ella MGP, sum teir so snilt rópa
tað – og í ár er einki undantak.
Eftir tvær hálvfinalur við samanlagt 16
sangum, er tað nú funnið fram til, hvørji 10
skulu kappast í finaluni, sum veðrur hildin í
Horsens leygarkvøldið.
Føroyingar hava kanska serligan áhuga
fyri kappingini hesaferð, tí føroysku
punkbólkurn The Dreams hevur vunnið sær
pláss í finaluni.
Teir skulu kappast við bæði kend og minni
kend nøvn í finaluni leygarkvøldið. Millum
tey kendu eru skemtari Amin Jensen, sum
syngur heiðurssang um Luciano Pavarotti,
og Simon Nephew, sum er ein av nýggju
poppstjørnunum í Danmark.
Óskrivað bløð sum Sandee May og Kendra
Lou bjóða seg eisini fram í kappingini, og
tað tykist verða rættilga opið, hvør fer
avstað við sigrinum.
Komu á vegamót
Danska Tónleika Grand Prixið var fyri
nøkrum árum síðani komð á eitt vegamót.
Hesi kappast í dans
Seks solistar, tvær
duettir og tveir bólkar
fara leygarkvøldið at
kappast í finaluni í
danska Grand Prixnum.
Føroysku The Dreams
skulu kappast við bæði
kend og minni kend
nøvn
Grand Prix
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hassing & Hassing
Come On Over
Hjúnini Anne-Marie og Claus
Hassing leggja fyri í finaluni í
Grand Prixnum. Tey hava bæði
drúgvar royndir sum tónleikarar,
og tey hittust fyrstu ferð á
Musikkonservatiorinum í Aalborg.
Anne-Marie undirvísir í tónleiki
og hon hevur eisini verið við til
at seta sangleikir upp. Claus er
tónleikaframleiðari og virkar sum
tóleikari. Tey bæði skriva eisini
sangir til aðrar sangarar. Sangurin
Come On Over er ein duett millum
hjúnini.
Simon Mathew
All Night Long
Simon Mathew er frá eini
rættiligari tónleikafamilju. Hann
hevur sungið í gospelkóri, og
í 2005 vann hann kappingina
Scenen Er Din. Simon er beiggi
Rebekku Mathew, sum var onnur
av gentunum í Creamy. Simon
Mathew hevur eisini vrið við í
kappingini Vild Med Dans, og í
løtuni arbeiðir hann við einari
nýggjari fløguútgávu. Hetta er
fyrstu ferð, at Simon Mathew er
við til danska Grand Prixið, og
hann fer at syngja folkrock-lagið
All Night Long.
Amin Jensen
Luciano
Stóri skemtarin Amin Jensen
roynir seg í Grand Prixnum við
einum sangi, sum er gjørdur
til heiðurs fyri operasangaran
Luciano Pavarotti. Amin Jensen
hevur samstarvað við Jan Lysdahl
um sangin, og hann hevur 25 ára
royndir í donskum tónleikalívi.
Amin Jensen og Jan Lysdahl
hittust fyri 12 árum síðani, og
seinnu árini hava teir javna
arbeitt saman. Nú royna teir seg
so í danska Grand Prixnum við
sanginum um Luciano.
Kendra Lou
Until We’re
Satisfied
Kendra Lou hevur áður verið at
sæð í donskum sjónvarpi, hóast
hon ikki er nakað kent navn.
Hon var við í kappingini Stjørna
í eitt kvøld í 2003, og í fjørheyst
var hon við í Hit Med Sangen.
Annars heur hon millum annað
sungið við í Onkel Danny, o
ghon hevur eisini givið fløgur út
saman við bólkunum The Society
í London og Solar System í Berlin.
Sangurin, sum Kendra Lou skal
syngja, er skrivaður av Sascha
Dupont, Claus Christensen og Jan
Winther, og sangurin snýr seg um
at stríðast fyri kærleikanum.
Unite
Tree Of Life
Dreingjabólkurin Unite hevði í
fjør eitt stórt hitt í Danmark við
sanginum Butterfly, og tað kunnu
teir gera sær dælt av í Grand
Prixnum hesaferð. Bólkurin Unite
hevur verið virkin í sjey ár, og teir
fýra sangararnir í bólkinum hava
ymsa bakgrund. Ein av teimum
hevur ættabond til Uganda og ein
annar til Iran. Tað halda teir er ein
styrki fyri tónleikin hjá bólkinum.
Ætlanin er, at Unite skal geva
eina fløgu út í Kina í vár, og
Tree Of Life skal verða fyrsta
stakfløgan av hesi útgávuni. Men
fyrst skal sangurin royna seg í
danska Grand Prixnum.
❺
❶
❷
❸
❹
SMS sang 01
til 1212
SMS sang 02
til 1212
SMS sang 03
til 1212
SMS sang 04
til 1212
SMS sang 05
til 1212