Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2008 13 S tarvslønirnar í ár frá Mentanargrunninum eru aftur latnar. 40 fólk hava fingið samanlagt 2,5 milliónir krónur. 68 sita eftir sum einki fingu. 108 høvdu søkt til eina upp­ hædd upp á 15 milliónir krónur. Játtaðu starvslønirnar saman­ lagt svara til eina av teimum hægstu lønunum í landinum, til eina skiparaløn umborð á einum nótabáti, flakatrolara ella til eina bankastjóraløn, við øllum frynsagóðum. Ella eitt sindur meira enn lønin hjá stjóranum í Føroya Fiskavirking tað eina árið herfyri. 2,5 milli­ ónir tað er tað okkara politikk­ arar halda er nógmikið til 40 fólk, sum brenna fyri at gera listarligt arbeiði. Fyrst vil eg betjenna eina synd. Eg havi einaferð fyrr skrivað um starvslønir frá Mentanargrunninum. Tá bar mín skrivingin brá av, at øvundin stýrdi penninum, tí skrivingin snúði seg um hvør í fekk, í mun til mín sum einki fekk. Slík skriving ber ongan veg fram á og tí biðið eg lesaranum, og tey sum hava fingið játtað síðan fyrstu starvslønirnar vóru latnar í 2001, um treytaleysa umbering fyri mín óhepna máta at lýsa málið tá. Hesuferð gloymdi eg at søkja, hevði sveittað út, at seinasta freist var millum jól og nýggjár og tí slapp eg frá í ár at kenna svíðandi stingin í flatbróstinum, tá íð bræv kemur frá Mentanar­ grunninum, sum sigur mær, at eg var vigaður og funnin ov lættur. Eg, saman við 68 øðrum, sum heldur einki fingu, tí játtanin ikki rakk og ikki tí, at nakað er galið við nevndini í Mentanargrunninum. Hervið er tað fingið upp á pláss. Tillukku øll tit sum hava fingið játtað. Tað er tykkum so hjartaliga væl unt. Tillukku Jóanes Nielsen, sum fekk tillutað størstu starvslønina. 22.000 krónur í trý ár. Tú hevur framt mentanaravrik sum fáur, og enn er nógv eftir í tær. “Eitur nakað land weekend” stendur enn sum eitt tað bjartasta mentanar­ upplivilsi, eg havi havt sein­ astu 10 árini. Tínar yrkingar, og serliga tær sum snúgva seg um kærleikan, lýstur í undrinum millum móðir og barn, hita meg. Tú hevur okkurt í tínum yrkingum, sum eg kenni aftur í mær sjálvum, tí siga tínar yrkingarnar mær nakað. Ov nógv í føðingardegi Starvslønir eru ikki játtanir fyri framd avrik, men fyri komandi avrik. Hesin seinastu fimm árini, har eg havi virkað sum rithøvundur, uttan starvsløn væl at merkja, havi eg fingið betri innlit í umstøðurnar hjá okkara rithøvundum og eisin umstøðurnar hjá nevndini fyri Metananrgrunnin at virka undir. Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum hjá nevndini, og ikki minst fyri arbeiðinum hjá formanninum Róa Paturssyni. Vit hava luttikið í kjaksending í útvarpi um hetta evnið og eg skilji hann betri í dag. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva teir hava. Lagkøkan er snøgt sagt ov lítil, og ov nógv eru í føðingardegi. Soleiðis sær tað út við verandi játtan. Ov smábýtt er til tey sum vilja skapa og bera okkara mentan víðari, og tað hava okkara politikkarar slett ikki skilt. 40 hava fingið í ár. 68 fingu einki. Politiska bráðfengishjálpin er, at øll eru 68 verða lívgaði beinanvegin við eini eykajáttan her og nú. Nú eru samgongusam­ ráðingar. Hugsi tykkum, um Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldið, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum noyddust at hava eitt vaski­ arbeiði eyka, fyri at kunna sleppa at arbeiða við tí sum teir veruliga brenna fyri, nevniliga politikki. Hetta eru treytirnar hjá føroyskum rithøvundum. Eg kann bara tosa fyri meg og kanska aðrar rithøvundar, bara kanska. Tað er ongin rithøvundur sum spinnir gull av at skriva. Tað er áhugin sum drívir verkið og eisini áhugin fyri føroyskum máli, sum verður nevnt í endamálsorðigini fyri Mentanargrunnin og ikki minst áhugin fyri okkara søgu.. Hvør tann einasta føroyska bók, sum kemur út, er eitt dømi um hvussu partur av føroyska málinum varð nýtt hetta árið, ella um talan er um søguliga bók, hvussu málið var longur aftur í tíðina Tað er onkur hendinga siðsøgulig bók, sum selir somikið frætt, at ein ársløn spyrst burtur úr. Vit tosa kanska um einar tríggjar fýra slíkar bøkur árliga. Tað vil siga, at vil tú liva sum rithøvundur, so verður tú noyddur at skriva um eitt evni, sum hevur breiðan áhuga og hvør rithøvundur megnar at halda seg til tað ár undan ári, uttan at vera ótrúgvur móti sær sjálvum og selja sál sína. Eru hesar siðsøguligu bøkur eisini forsvarliga lætnar úr hondum, so hevur høvundurin brúkt minst tvey ár um bókina, og sjálvt um tølini tykjast stór á metsølulistum, so er smábýtt, um tú roknar inntøkuna yvir alt skeiðið, tú hevur brúkt upp á verkið. Havragreytur Skrivar tu eina smala bók, sum tað verður nevnt millum rithøvundar, tað vil siga eina bók, sum rakar ein minni málbólk enn siðsøgan, so skal tú lata væl at, um tú kemur upp um 1000 bøkur. Kostar bókin 350 krónur í bókabúðunum, og tað er í dýrara endanum, eru 235,50 kr eftir, tá íð bókhandil­ in hevur fingið síni 33 prosent. Bókhandilsmenn eru ikki djarvir í handli. Teir tryggjað sær, at teir ikki hava eina krónu í tapi av tí teir selja av føroysk­ um bókum. Tað er alt 100 prosent reinur vinningur. Teir tryggja sær, at forlagið tekur hvørja einastu óseldu bók aftur, áðrenn avroknað verður enda­ ligt. Fyristilli tær vinningin í vanligum føroyskum handilslívi um øll gjørdu soleiðis. Tað sum eftir er skal rinda prentút­ reiðslur, sum kanska lágt sett ligga um 50.000 krónur. Nú eru 185.000 krónur eftir. Siga vit, at rithøvundurin er ærukærur og hevur lagt alla sína orku í bókina, og arbeitt í minst tvey ár við bókini, og hevur hann góðar 92.000 krónur at liva fyri um árið. Hetta forútsetir, at høvundurin gevur bókina út sjálvur. Geva onnur hana út, so er parturin enn minni sjálvsagt, hóast eini 20.000 krónur í útgávustuðli frá Mentanar­ grunninum kanska pynta eitt sindur um endaliga úrslitið. Taka vit ein yrkjara, verður hildið, at hann hevur selt væl, um hann hevur selt 500 bøkur, har er ikki ringt at rokna út, at havragrín er vanligasti kosturin á borðinum hjá hesum ands­ menni, sum tekst við annað enn tað sum høvuðsstreymurin av føroyingum takast við, og sum vanliga verður roknað fyri mansarbeiði millum mannað. Nú eru samgongusamráðingar. Teir, sum tingast um nýggja sam­ gongu, tørva ikki eykaarbeiði fyri at gera tað teir tíma best, nevniliga at føra politikk. Politikkur verður í dag roknaður fyri eitt arbeiði, í mun til tað at skriva bøkur og annað listarligt arbeiði, sum verður mett sum dovinsligur viðfán­ ingur hjá nøkrum orginalum, sum ikki tíma at takast við vanligt arbeiði. Vit hoyrdu vallyftini undan valinum Onkur vildi tvífalda játtanina til Mentanargrunnin, onkur vildi fara longur. Í dag fegnast Jóannes Niel­ sen, skald. Honum er tryggjað­ ur fíggjarligur arbeiðsfriður næstu trý árini. Ikki tí, tað finnast attraktivari arbeiðir peningaliga enn júst at vera rithøvundur. 22.000 krónur skal Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Samlaða starvslønar­ játtanin svarar til eina skiparaløn Næstu ferð: Óli Wolles: Biddari ella borgari. tíðargreinin Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur Framhald á næstu síðu Tíðargreinin