fríggjadagur 1. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti 13
ska Grand Prixnum
Áhugin fyri kappingini var lítil, hyggjararnir
tímdu ikki at fylgja við, og so vóru tveir
møguleikar at velja í. Antin var Grand Prixið
koyrt út á ein síðuveg sum ein enn minni
kapping uttan beinleiðis sjónvarp, ella var
meira gjørt burtur úr kappingini, so fólk aftur
fingu áhuga fyri henni.
Valið gjørdist tað seinna – og tað hevur
eisini havt við sær, at undirtøkan fyri
kappingini nú er munandi størri, enn hon var
fyri nøkrum árum síðani.
Grand Prixið er fyrst og fremst ein sjón
varpskapping, og DR1 sendir beinleiðis frá
finaluni leygarkvøldið. Føroyska Sjónvarpið
spælir sjálvandi við og samsendir við DR.
Europeiska kappingin
Tann, sum leygarkvøldið vinnur danska
Grand Prixið, vinnur sær pláss í europeisku
kappingini, sum verður hildin í mai.
Nógv lond eru við í Eurovisionkappingini,
og tí skal danska umboðið taka lut í eini
hálvfinalu undan sjálvari finaluni.
Bara vertstjóðin Serbia, sum vann
kappingina seinast, og stóru londini
Frakland, Týskland, Ongland og Spania eiga
pláss í finaluni, og øll hini londini skulu tí
ígjøgnum tvær hálvfinalu fyri at vinna sær
pláss í finaluni.
Hetta verður ikki fyrr enn í mai, og fyrst
skulu føroyingar fylgja The Dreams í donsku
finaluni leygarkvøldið.
Lasse Lindorff
Hooked On
You
29 ára gamli Lasse Lindorff hevur
sungið, síðani hann var sjey ára
gamal, og fyri fimm árum síðani
gav hann eina stakfløgu út í
egnum navni. Síðani hevur hann
verið við til at skriva og framleiða
ein hóp av sangum – millum
annað saman við bólkinum Cue
Madison, sum hann hevur verið
á konsertferð við í Kanada.
Lasse Lindorff hevur skrivað
sangin Hooked On You saman við
Mogens Binderup og Lise Cabble,
sum bæði hava skrivað sangir til
Grand Prixið áður.
Charlie
Den Jeg Er
Carina Juul Jensen hevur skrivað
sangin Den Jeg Er saman við
Andreas Hemmeth, sum er
betur kendur undir navninum
DJ Encore, ið hevur selt eina
fjórðings millión fløgur í USA,
Onglandi, Týsklandi og Danmark.
Sum sangskrivari hevur DJ Encore
verið við til at skriva fleiri enn
50 sangir, og tað hevur gjøgnum
árini havt við sær heili 14 gull
og platinplátur fyri fløgusølu.
Hesaferð er tað Charlie, sum
skal syngja sang hjá DJ Encore í
danska Grand Prixnum.
Lars & Josefine
Sweet
Memories
Of You
Bæði Josefine Bisgaard Olesen
og Lars Holmen Tvergaard
hava verið við í sangkappingini
Sangstjerner, sum hevur verið
at sæð á donsku sjónvarpsrásini
Kanal 5. Lars hevur eisini verið vi
í tveimum rocksangleikum, sum
hava verið framførdir á Viborg
Teater. Nú skulu tey bæði royna
seg í finaluni í danska Grand
Prixnum, og tað gera tey við
einum sangi, Maria Montell,
Jacob Gurevitsch og Jonas
Jeberg hava skrivað. Hetta er
ein poppsangur, sum hevur fingið
The Dreams
La’ Mig Være
Føroyski punkbólkurin The
Dreams passar ikki rættiliga
til Grand Prixið, men tað er
júst tað, sum ger teirra luttøku
spennandi. Teir halda fast um at
spæla tann tónleik, sum teir hava
hug at spæla, og teir hava ikki
lagað seg til Grand Prixið. Hetta
kann bæði verða ein styrki og
ein vansi fyri bólkin, nú teir eru
slopnir við til finaluna. Sangin
La’ Mig Være hava teir í The
Dreams skrivað saman við kenda
danska framleiðaranum Chief
1. Spennandi verður at fylgja
føroyska bólkinum í stóru donsku
tónleikakappingini leygarkvøldið.
Sandee May
Spanish Soul
Sandee May er eitt óskrivað
blað í donskum tónleiki. Unga
songkvinnan hevur seinastu trý
árini gingið á studentaskúla í
Kalundborg, men leygarkvøldið
skal hon syngja fyri eini millión
stórara hyggjarafjøld á DR1.
Sangurin hjá Sandee May er
skrivaður av Lars og Nik Quang,
sum saman hava Quang Studios.
Lars og Nik Quang hava skrivað
nógvan popptónleik, og millum
fólkini, sum hava sungið sangir
hjá teimum, er Jolin Tsai, sum
skal eitast at verða kinesiska
svarið upp á Britney Spears.
❻
❼
❽
❾
❿
SMS sang 06
til 1212
SMS sang 07
til 1212
SMS sang 08
til 1212
SMS sang 09
til 1212
SMS sang 10
til 1212
Myndir: Bjarne Bergius Hermansen/DR