fríggjadagur 1. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti 11
ri framman
Mugu taka støðu til Serbia
Eftir at The Dreams høvdu spælt seg víðari frá hálvfinaluni í danska Grand Prixnum,
segði sangarin í bólkinum, Hans Edward Andreasen, at skuldi tað hent, at bólkurin
vann finaluna eisini, so máttu teir geva avboð til europeisku kappingina.
- Vit hava prátað eitt sindur um hetta. Vit tora f aktiskt ikki til Serbia at spæla,
so eg veit ikki, hvat vit gera, um vit vinna kappingina. Kanska mugu vit bara geva
avboð og lata onkran annan fara avstað, segði Hans Edward Andreasen – helst sum
skemt.
Men leygarkvøldið kann tað henda, at teir verða noyddir at taka støðu til
luttøkuna í europeisku kappingini.
- Vit hava tosað nógv um
luttøkuna í Grand Prixnum, og
eg havi sagt við The Dreams, at
teir skulu kunna standa inni fyri
tí. Teir skulu varðveita sín stíl og
sín tónleik, og so ber tað saktans
til at verða við í Grand Prixnum.
Og tað er júst tað, sum teir hava
gjørt. Teir eru ikki ávirkaðir av
Grand Prixnum, men hava sítt
egna show og sín egna sang
við í Grand Prixnum, og tað er
týdningarmikið, sigur hann.
Liggja til at vinna
Luttøkan hjá The Dreams í danska
Grand Prixnum kann nú enda við,
at teir hanga upp á ein møguligan
sigur í donsku kappingini.
Fyri viku síðani segði Chief 1
soleiðis um Grand Prix-luttøkuna
hjá The Dreams:
- Vit vildu vera tað skeiva
innslagið í Grand Prixnum og vísa
The Dreams fram, og tað hava vit
gjørt. Sangirnir á teirra myspace-
síðu hava verið spældir 10.000
ferðir, og tað sama er við teirra
framførslu frá Grand Prixnum,
sum liggur á YouTube. Og tað er
sjálvandi eyka hugaligt, at vit
komu í finaluna í Grand Prixnum,
og nú kunnu vit vísa enn fleiri
fólki, hvat The Dreams eru.
Síðani er tað hent, at fólk eru
farin at halda, at The Dreams
kann vinna Grand Prixið.
Veddingarfyritøkurnar vísa á tveir
stórar favorittar – The Dreams og
Simon Mathew – og tá ið hugsað
verðu um, hvat føroyingar kunnu
mobilisera av sms-atkvøðum, so
er góður møguleiki fyri, at The
Dreams kann vinna í annaðkvøld.
Føroyska songkvinnan Petsi
Tvørfoss, um sjálv hevur roynt
seg í danska Grand Prixnum
heldur, at The Dreams hava
ein veruligan kjans at vinna
kappingina.
- Mær dámdi sera væl fram-
førsluna hjá teimum. Hon
var øðrvísi enn allar hinar, og
sangurin var eisini góður. Tað er
trupult at siga, hvør fer at vinna,
og tað veldst eisini um, hvørjir
aldursbólkar fara at atkvøða í
kappingini. Um tað verða nógv
ung, sum fara at stemma, so
hava The Dreams ein góðan
møguleika. Og so skulu vit heldur
ikki gloyma, at teir fáa nógvar
atkvøður úr Føroyum, sigur Petsi
Tvørfoss.
The Dreams kunnu komandi dagarnar fáa sítt
veruliga gjøgnumbrot í donskum tónleiki
Mynd: Polfoto
The Dreams eru komnir langan veg síðani fyrstu tíðina sum lívligur punkbólkur
í Føroyum