mánadagur 4. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
13
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Soleiðis sum málið er lýst,
verður mælt frá at geva
loyvi at flúgva í føroyskum
loftrúmi og at lenda í
Føroyum við skaðiligum
farmi.
Hvør flúgving, fram er
farin í farna ári, verður
ikki upplýst, og hvussu
vandamikil ella skaðiligur
farmurin er, verður heldur
ikki upplýst.
Vit fáa sostatt onga
hóming av, um ætlaða
flúgvingin er í samsvari
við føroysk áhugamál ella
ikki, og heldur onga hóm
ing fáa vit av, hvør tilbúgv
ing krevst, um veruligur
vandi stendst av tí vanda
mikla farmi, ið møguliga
fer at lenda í Føroyum.
Ísland og Noregi hava
kastað saman um strateg
iska týdningin av lofthavi
num í Norðurhøvum. Tað
velduga føroyska loftrúmið
gerst partur av hesi ætlan,
men uttan føroyska lut
tøku, tí føroyskur sjálvs
avgerðarrættur er tyrvdur
undir donsku grundlógini
og ”Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøer
ne.”
Upplýst er, at Ísland hev
ur ábyrgdina og umsiting
ina av lofthavinum yvir
Føroyum, men hvørki á
tingi ella á fólkaatingi fæst
nakað at vita um, hvussu
stór ferðslan er, ella hvørji
gjøld verða tikin fyri at
flúgva í føroyskum loft
rúmi.
Uttanlandsnevndin er
ikki er tikin upp á ráð í
avhendingini av ábyrgd og
umsiting av føroyska
lofthavinum. Tað kennist tí
heldur kollut at sama uttan
landsnevnd skal ráðgeva
løgmanni um, hvør kann
flúgva í einum lofthavi,
sum danir hava avreitt
íslendingum at umsita og
bera ábyrgdina av.
Loftvegis flutningur og
lending við vandamiklum
evnum, píning av fangum
og mannarættindi teirra eru
ógvuliga viðkvom og nógv
umrødd evni aðrastaðni í
heiminum, har altjóðagerð
in hevur flutt okkum mun
andi nærri hvør at øðrum.
Altjóða felagsskapir,
harímillum Amnesty Inter
national, ST nevndin móti
pining og ST serfrøðingar
hava mælt til, at Guantána
molegan á Kuba verður
latin aftur. Kortini heldur
hendan legan fram saman
við øðrum legum av sama
slagi, og fleiri og fleiri
dømi um píning av sekum
sum ósekum røkka við
jøvnum millumbilum fjøl
miðlunum kring allan
heimin.
Nýggj lóggáva, sum
beinleiðis er í stríð við
altjóða mannarættindi,
hevur millum annað við
sær, at fangar kunnu sita
lívstíð í amerikonskum
varðhaldi uttan ákæru og
uttan rætt til verju, har
próvtilfar, sum er komið
fram undir píning, verður
nýtt.
Váttaði tíðindi frá FBI
um píning av fangum í
Guantanamo leguni, eru
tengd at loftvegis flutningi
av hesum fangum, og tá
bendir nógv á, at vit møgu
liga standa hesum brots
verkum nærri enn gott er.
Vísandi til hesi brot á
mannarættindini verður
enn eina ferð mælt løg
manni til at krevja av
donsku stjórnini, at hon
virðir mannarættindini og
undir ongum umstøðum
loyvir flutningi í føroysk
um lofthavi av fangum
uttan rættartrygd.
Staðfest verður enn eina
ferð, at eingi frambrot hava
verið í føroyskum uttan
ríkis og trygdarpolitiskum
áhugamálum yvirhøvur.
Uttanríkispolitiska
heimildarlógin gevur eina
røð av bindingum, men
ongar heimildir, og Fám
jinsskjalið sæst als ongan
týdning hava fingið yvir
høvur.
Nógva stásið, ið gjørt
varð burtur úr Fámjins
skjalinum frá 29. mars
2005, ið skuldi tryggja
Føroyum ektað innlit og
veruliga ávirkan á uttan
ríkis og trygdarpolitisk
viðurskifti, sæst ikki vera
vert tað pappír, tað er
skrivað á.
Í løgtingsmáli nr.
70/2005 og nr. 14/2007,
skeyt Tjóðveldi ma. upp, at
føroyska lofthavið skuldi
undir føroyska umsiting.
Vóru hesi mál samtykt,
høvdu vit havt eina mun
andi sterkari tilgongd bæði
til EFTAfelagsskapin,
ECAA loftferðslumálið og
til samlaða spurningin um
loyvi til flúgving í før
oyskum loftrúmi yivrhøvur.
Hóast løgtingið samtykti,
at øll tiltøk mótvegis Irak
skuldu góðkennast av ST,
so endaðu bæði danir og
føroyingar í einum borgara
kríggið, sum løgtingið tók
greiða frástøðu frá. Heldur
ikki sæst løgtingið hava
verið partur í rýmingini úr
hesum kríggið, sum vit
bera ábyrgd av, og sum
framvegis herjar og drepur
frá hond.
Flúgving í føroyskum
lofthavi við hernaðarflog
førum við vandamiklum
evnum er helst tengt at
hesum kríggið og øðrum
ófriði kring heimin. Upp
lýst verður ikki, hvørji hesi
vandamiklu evni eru, sum
møguliga lenda í Føroyum,
og føroysk tilbúgving
stendur á berum í so máta.
Heldur ikki verður sagt
eitt orð um flutning av
fangum í føroyskum loft
havi.
Málið er stak illa lýst, og
føroyingar umsita ikki tað,
sum fer yvir høvdinum á
teimum.
Hóast so er, so verður,
vísandi til frammanfyri
nevnda, enn eina ferð mælt
løgmanni frá at geva loyvi
til flúgving til ófrættakend
endamál.
Harafturat eigur løg
maður at átala og krevja av
dønum, at Føroyar móti
føroyskum vilja ongantíð
aftur gerast partur av
skammiligum og óvirði
ligum krígsherðindum
aðrastaðni á knøttinum, og
at føroyskt lofthav undir
ongum umstøðum verður
brúkt til tílík endamál
aftur.
Tórshavn, tann 11.
desember 2007
Nógv verður sagt og skriv
að um landssjúkrahúsið.
Tíðanverri verður einki
sagt ella skrivað um tað
góða.
Alt tað skal eg ikki taka
støðu til, men eg havi eina
meining. Hon er at tað skal
leitast bæði væl og leingi
eftir slíkari professoinal
ismu millum starvsfólkið
har. Eg var fyri stuttum
akutt innløgd og við
fylgjandi operatión.
Tað dygdar arbeiðið, ið
har var útført, sigur mær,
at tað ikki einans finst á tí
deildini, ið eg lá á. Tí er
mín konklutión, at á Lands
sjúkrahúsinum kunnu tey
saktans seta seg javnbjóðis
við onnur sjúkrahús kring
heimin.
Tey hava øll alla virðing
uppiborna.
Gott var at koma heim
aftur á Ellisheimið og fáa
so hjartaliga móttøku, og
har eg fái alla ta hjálp, ið
mær tørvar.
Jú gott er at kenna, at
enn býr fjálgan í føroyska
fólkinum. Til seinast vil eg
heilsa øllum, ið um meg
vóru við hávirðing og biðja
harran um at signa allar
hjálpandi hendur.
Ráðførsla í uttanlandsnevndini um
flúgving í føroyskum lofthavið
HergeIr
NIelseN
Professionalisma á Landssjúkrahúsinum
á Ellisheiminum
Halda OlseN
Stór viðurkenning
til eitt listafólk
VIRÐISLØN
Tíðindaskriv
Hósmorgunin 8. februar kl. 10 verður almenn móttøku
á Fróðskaparsetrinum, J.C. Svabos gøtu 14, í sambandi
við, at gáva verður latin úr grunni Thorvalds Poulsen av
Steinum.
Aftur í ár fær eitt ungt føroyskt listafólk 60.000 kr í
gávu úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávan
verður latin listafólki, sum nevndin metir skarar framúr
og tí kann koma langt á síni listarligu leið.
Listafólkið, sum fær gávuna, verður persónliga til
staðar til móttøkuna, so tit kunnu fáa myndir og práta
við viðkomandi aftaná.
Endamálið við grunninum er at stuðla og eggja
ungum fólki at fáa sær listarliga útbúgving. Thorvald
Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í
Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list.
Tað ber ikki til at søkja pengar úr grunninum. Nevndin
í grunninum finnur sjálv fram til ung listafólk, sum tey
meta hava serligt hegni. Nevndarlimirnir í grunninum
eru formaður Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskapar
setrinum, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA
og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hetta er 8 árið á rað, at gávugóðs verður latið úr
grunninum, gávugóðsið var fyrstu ferð latið í 2001, og
síðan hava 11 ung listafólk fingið gávu úr grunninum,
tey eru hesi:
2001 Rannuvá Kunoy, listakvinna
60.000 kr
2002 Andrass Olsen, trombonspælari
60.000 kr
Teitur Árnason, filmsleikstjóri
25.000 kr
Petur Elias Askam Guttesen,
rithøvundur
25.000 kr
2003 Tróndur Bogason, tónleikari
og tónaskald
60.000 kr
2004 Marjun Kjelnæs, rithøvundur
25.000 kr
Jógvan Sverrason Biskupstø,
sniðgevi og teknari
25.000 kr
Eivør Pálsdóttir, songkvinna
25.000 kr
2005 Bárður Oskarsson, teknari
og rithøvundur
60.000 kr
2006 Jóhanna Reginsdóttir av Steinum,
sniðgevi
60.000 kr
2007 Sámal Blak
60.000 kr
Dátueftirlitið skipar
fyri almennum fundi
í Miðlahúsinum
UNG OG SAMSKIFTI
Tíðindaskriv
Vit brúka internetið dagliga og
lata nógvar persónsupplýsingar
eftir okkum, uttan at geva okk
um far um, hvussu hesar upp
lýsingar kunnu verða nýttar og
møguliga misnýttar av øðrum.
Eisini vísa kanningar, at netið
er vorðið ein lættur miðil at
happa onnur, og at børn og ung
dagliga verða happað umvegis
internetið.
Dátueftirlitið
hevur
við
stuðli frá KTdeplinum og Før
oya Tele gjørt ein bókling um
ung og elektroniskar sam
skiftismiðlar. Í bóklinginum
verður høvuðsdentur lagdur á
internetnýtslu, men telefon
samskifti, smsboð og vak
myndatól verða eisini við
gjørd.
Bóklingurin verður almanna
kunngjørdur á almennum fundi
í Miðlahúsinum mikudagin 6.
februar kl. 19.00
Bóklingurin er ætlaður sum
kunning til tey ungu, so at tey
verða meira varin við, hvat tey
gera á netinum. Endamálið er
at gera tey varug við, at tey eru
ikki anonym á internetinum
men lata slóðir eftir seg, sum
onnur kunnu nýta í øðrum
samanhangi.
Boðskapurin er, at tey skulu
hugsa seg gjølla um, áðrenn
tey lata sínar persónligu upp
lýsingar frá sær og eisini tá tey
handfara
upplýsingar
um
onnur á netinum. Á henda hátt
vónar Dátueftirlitið at verða
viðvirkandi til, at tey ungu
kunnu fáa virðing fyri, hvussu
hesin miðil skal nýtast.
Somuleiðis vera framløgur,
kjak og pallborðsorðaskifti á
skránni.
Luttakarar í pallborðinum
eru:
Anna S. Dalsgaard, trivn
aðarráðgevi
Annlis Bjarkhamar, verk
ætlanarleiðari fyri www.eg.fo
Magnus Tausen, formaður í
Føroya Lærarafelag
Turið Debes Hentze, for
kvinna í Dáturáðnum
Bóklingur um ung
og elektroniskar
samskiftismiðlar