mánadagur 4. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 4. februar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæra mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Borghild Signy Eliasen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum vóru um hana ta síðstu tíðina.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Arnfríð, Marita, Mona, Birita og Slavur
Dagurin
5. februar. Ata, deyð umleið ár 250. Henda vakra unga gentan í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast heidnum fríggjara,
av tí at hon var kristin, og varð eftir ræðuligar pínslur tikin av døgum. Grikst navn, Agata, sum merkir tann góða.
Tveir næmingar á Hotel
Hafnia verða útlærdir sum
tænarar í hesum mánaðin
um. Talan er um Absalon
Lydersen Jacobsen, sum
bleiv tænari 1. februar
2008, og Charlotte Louise
Holmelund, sum verður
tænari 12. februar 2008.
Absalon
og
Charlotte
hava staðið í læru 3 ár og 4
mánaðir. Skúlagondin hev
ur verið í tilsamans 40 vikur
á Aalborg Tekniske Skole.
Lærumeistarin hjá teim
um, Rósa Maria R. Broder
sen, sigur, at tað eru so fá,
sum eru í læru sum tænarar
í Føroyum, tí er tað við stór
ari æru at tey bjóða tveimum
nýggjum tænarum út í
matstovuyrkið. Vit á Hotel
Hafnia ynskja Charlotte og
Absalon hjartaliga tillukku
við útbúgvingini.
Absalon hevur fingið starv
á matstovuni Gourmet, og
Charlotte heldur fram á Resta
urant Hafnia sum sveinur.
Tænarar útlærdir á Hafnia
F.v.: Charlotte Louise Holmelund, Rósa Maria R. Brodersen, lærimeistari, og Absalon Lydersen
Jacobsen
Læknaprógv
31. januar avlegði Rói á Kósini, Klaksvík, læknalyftið
við Københavns Universtet og fekk læknaprógv.
Bachelorar í Sjúkrarøkt
Aftara rað f.v: Gudrun
Zachariassen, Klaksvík,
Guðrun í Lágabø, Tórshavn,
Sára Dam Jacobsen,
Tórshavn, Annika K.
Sørensen, Froðba, Joan
Djurhuus, Hvalvík, Elin S.
Højsted, Sandur, og Elsebeth
P. E. Jacobsen, Svínoy
Fremra rað f.v: Anna Kristina
Joensen, Norðragøta, Suffía
Høj, Klaksvík, Hanna Helena
Skorastein, Syðrugøta, Beinta
Káradóttir, Hoyvík, Sissel
Eyðfinnsdóttir Jacobsen,
Tórshavn, Sólbjørg Sivertsen,
Hoyvík, og Kitty Dam,
Sandavágur
Mynd: Ólavur Frederiksen
30. januar fingu 14 næmingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya prógv sum Bachelorar í Sjúkrarøkt. Útbúgvingin byrjaði í 2004 og tók fýra ár