mánadagur 4. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
15
nøvn
Valdemar Lützen er ein
fyritøka, sum er kend fyri
at hava arbeiðsfólk, sum
støðast væl. Tá ið fyritøkan
í 2004 gjørdist 100 ár var
tann tá meira enn 90 ára
gamli Johan á Lava til
staðar. Hann hevði arbeitt
her í meira enn 50 ár. Tað
sama gjørdi pápi hansara
og pápabeiggi hansara. Tað
eru nógv onnur dømi um
trúfesti í hesi fyritøku.
Men hetta er ikki bert
galdandi fyri teir gomlu í
garði. Fríggjadagin var mót
tøka í handlinum hjá Valde
mar Lützen á Skálatrø í
samband við, at Hans Petur
Joensen hevði verið í starvi
í 40 ár.
Hans Petur er sonur
Mariu, ættað av Tvøroyri,
og Kristian í Árnafirði, sum
húsið var kallað, hóast tað
einki hevði við Árnafjørð
at gera. Tey búðu í
Bøgøtu.
Hans Petur var 14 ára
gamal, tá ið hann fór í læru
hjá Valdemar Lützen í Vágs
botni. Í 1991 flutti hann
yvir í deildina á Skálatrø.
Eitt skeið var hann í Dan
mark sum part av útbúgv
ingini.
Tað ummæli, sum Hans
Petur fær, er, at hann er eitt
framúr
álitisfólk.
Hetta
merkist eisini á ta góðu
fólkaskepnu, hann hevur.
Tað eru nógvir kundar, sum
bert vilja verða avgreiddir
av Hans Petur. Er hann ikki
at hitta, koma teir heldur
aftur. Ein søga er um ein
sera brasnan kunda, sum
eina ferð vildu seta høvd
uppá Hans Petur. Men Hans
Petur læt sær ikki siga. Hes
in kundi gjørdist ein av
teimum, sum seinni bert
vildi avgreiðast av Hans Pet
ur!
Har er heldur ikki heilt lít
ið at halda skil á. Ein slíkur
handil hevur um 20.000 yms
ar vørur. Her hevur Hans
Petur nógv av árunum eisini
staðið fyri innkeypinum.
Hann er stak fittur í hond
unum, og er tað nakað sum
krevur hegni, sum til dømis
at fáast við lás, so er tað
Hans Petur, sum boð verður
sent eftir.
Hans Petur er enntá blivin
gubbi til son stjóran, Høgna.
Og hvussu eitur gudsonurin:
Jú, Valdemar eins og pápa
beiggin, abbin og oldur
abbin!
Hans Petur hevur onnur
áhugamál. Hann er ein sál í
Havnar Róðrarfelag. Hann
hevur verið virkin innan
virksemið hjá ÍSF, og hann
er eisini við í vælgerðarfel
agsskapinum Kiwanis.
Hann er eisini áhugaður í
ættargransking, og her hev
ur hann eisini fingið nakað
burturúr. Hann eigur eingi
systkinabørn. Hetta er sum
rímiligt ein saknur, men tá
ið hann fór í holt við ættar
gransking fann hann fram
til, at hann eigur ein hóp av
trímenningum!
Hans Petur livir saman
við Onnu av Torkilsheyggi.
Hann eigur fýra børn, og
hann hevur verið sum ein
pápi fyri ein systirson.
Hans Petur er sum tað
skilst ein framúr álitismaður.
Hann ger kanska ikki so
nógv um seg. Men hansara
medferð skapar álit. Tað
eru slíkir sum byggja land!
Tillukku Hans Petur!
ó.
Hans Petur 40 ár á sama arbeiðsplássi
Hans Petur saman við unnustuni Onnu og yngsta barninum
Hans Petur heldur gudssoninum Valdemar Lützen, tann
yngsti av trimum núlivandum við sama navni. Foreldrini hjá
Valdemar eru Heidi og Høgni Lützen, sum eisini eru á myndini
Poul Mohr, fyrrverandi skipasmiðjustjóri, Hans Petur Joensen
og Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður
Valdemar Lützen og Hans Petur hava arbeitt saman í mong ár
Mogens Lützen v.m. handar
Hans Peturi gávu frá
fyritøkuni