Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 24 - 4. februar 2008 tíðindi Høgni Hoydal, for­ mað­ur í Tjóð­veldi, var væl nøgdur, tá samgongan endiliga var komin undir land. Enn hevur flokkurin tó ikki gjørt av, hvørki fólk skulu manna landsstýrið­ POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað gjørdist ein tungur burð­ ur at fáa skipa eina nýggja samgongu. Men endiliga beint undan løgtingsfundin­ um leygardagin stóð greitt, at talan verður um politiskt samstarv millum Javnaðin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Tjóðveldi var so smátt farið undir at viðgera spurn­ ingin um landsstýrisfólk, men tað er ein drúgv og inviklað prosess. ­ Til øll týðandi stórmál hava vit eina mannagongd, har aðalstjórn, tingmanning og starvsnevnd í felag taka støðu. Tað verði seg skipan av samgongu, setan av lands­ stýrisfólki ella uppsigan av samgongu. Tá talan er um landsstýrisfólk gera tingman­ ing og starvsnevnd eina inn­ stilling til aðalstjórnina, sum síðani skal góðtaka hesa og senda hana aftur til ting­ manningina til endaliga kon­ firmering, segði Høgni Hoy­ dal við Rás2. Formaður Tjóðveldis vísti á, at hetta er ein gomul mannagongd, men saam­ stundis ein mannagongd, sum hildið verður fast við. Væl nøgdur Høgni Hoydal segði, at tað var gott at hava fingið sam­ gonguna undir land. ­ Tað hava verið nógvir snávingarsteinar á vegnum, so tað er gott at hava fingið samgonguna undir land. Men tað sum er uppaftur betri er at sleppa í gongd í vissuni um, at nú verður ein nýggjur politikkur førdur, segði Høgni Hoydal. Hann er eisini væl nøgdur við samansetingina. ­ Hetta er ein stórur dagur fyri meg persónliga og ein stórur dagur fyri Tjóðveldi, at vit nú hava fingið eitt samgonguskjal, sum vit eru nøgd við. Og eina samanset­ ing av politiskumfólkum, sum vit eisini eru nøgd við, segði Høgni Hoydal. Hann vildi ikki siga nak­ að nærri um, hvørt hann sjálvur verður partur av landsstýrinum, men vísti til tær mannagongdir og til­ gongdir, sum eru galdandi í flokkinum. Stórur dagur fyri meg og Tjóðveldi Høgni Hoydal er væl nøgdur við, at samgongan loksins kom undir land Stóri knúturin upp undir endan av sam­ ráð­ingunum var talið­ av landsstýrisfólkum. Tað­ sigur Jenis av Rana POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við Rás2, at tað, sum endaði sum tann stóri knúturin upp undir endan av samráðing­ unum, var talið av landsstýr­ isfólkum. Vit mæltu til seks lands­ stýrisfólk. Vit hildu tað var passandi at Tjóðveldi fekk trý, sum størsti flokkur, Javnaðurin tvey og vit eitt landsstýrisfólk, segði Jenis av Rana. Hann segði eisini, at gjørd­ ist talan um sjey ella átta fólk, vildu teir hava tvey, men soleiðis gjørdist so ikki. Í staðin fyri fær Miðflokk­ urin so tveir týðandi for­ manssessir í løgtingsnevnd­ um. Hvørjar hesar eru, er tó ikki greitt enn. Men eftir at hava eftir­ mett, eru vit ógvuliga væl nøgd í Miðflokkinum, segði Jenis av Rana. Hvørjar formanssessir Miðflokkurin kundi hugsað sær, sigur Jenis av Rana ikki ber til at siga nakað um, tí hetta skal avgerast við eitt lutakast við andstøðuna. Tað liggur líkasum í luft­ ini, at Miðflokkurin skal umsita fíggjarmál, og tí er í veruleikanum bert tríggjar nevndir eftir, segði Jenis av Rana, sum harvið vísti til, at sami flokkur ikki hevur bæði fíggjarmálaráðharran og for­ mannin í fíggjarnevndini. Málsøkini eru ikki býtt millum flokkarnar, men tað er alt sum bendir á, at Mið­ flokkurin fær fíggjarmál og at komandi fíggjarmálaráð­ harrin eitur Karsten Hansen. Tað skiltist á Jenisi av Rana á prátinum í Rás2 undan tíð­ indafundinum í løgtinginum leygardagin. Mæltu til seks landsstýrisfólk Jenis av Rana er væl nøgdur við leiklutin, sum Miðflokkurin fær í nýggju samgonguni Heini O. Heinesen dylir ikki fyri, at hann heldur enn fegin tekur av, um honum stendur í boð­i at gerast fiskimálaráð­harri POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ja, eg kundi hugsa mær at fari út í Tinganes. Tað er tí, eg havi stillað upp aftur, fyri at fáa fiskivinnumálini upp á pláss aftur. Tað segði Heini O. Heinesen við Rás2 leygar­ dagin. Hann segði, at Tjóðveldi hevði ikki tosað nærri um landsstýrisfólkini, men væntaði, at hetta fór at blíva gjørt seinni um viku­ skiftið. Og Heini O. Heine­ sen fjalir ikki út yvir, at hann metir fiskivinnuøkið vera mest týðandi øki av øllum. Eg var við í Vinnunevnd­ ini, tá lógin um vinnuligan fiskiskap varð gjørd, og tað hevur gingið væl líka síðani. Burtursæð frá onkr­ um keðiligum tingum, sum eru komin inn í lógina seinni, eitt nú møguleikin at selja fiskiloyvir fyri okursprísir, sigur Heini O. Heinesen. Serliga innan fiskivinnu­ økið hevur Heini O. Heine­ sen gingið ímóti lagda pol­ itikkinum hjá Tjóðveldi, og hann hevur eitt nú úttala seg um inndraging­ ina av fiskiloyvum eins og hann ikki hevur vilja hoyrt talan um ein fiskidaga­ banka, ella tilfeingisbúð. Eg helt tað var neyðugt at koma við nýggjum boð­ skapi upp undir valið, skuldi flokkurin yvirliva, vísir Heini O. Heinensen á. Bjóði meg fram Hann heldur, at inndrag­ ingin av fiskiloyvunum í 2018 ongantíð skuldi verið komið inn í lógina. Tað kann bara skapa ótrygd og fer at drepa all­ an útróður, segði Heini O. Heinesen. Hann heldur, at vit áttu at fari aftur til gomlu skip­ anina, har eitt fiskiloyvi var galdandi so leingi tað var brúkt. Tá eitt fiskiloyvi so ikki verður brúkt meiri, eigur tað at falla aftur til upp­ runaliga eigaran, sum er Føroya land, segði Heini O. Heinesen. Spurdur, um hann hevði tikið av einum tlboði um at gerast fiskimálaráðharri er Heini O. Heinesen ikki í iva. Tað er flokkurin, sum ger av, hvør skal sita í landsstýrissessunum, men eg haldi meg hava ein boð­ skap, sum øll vinnan tekur undir við. Eg havi samráðst við alla vinnuna, tá vit gjørdu lógina sum nevnist lógin um vinnuligan fiskiskap, og tað er eisini komið týðiliga fram á teimum valfundum, eg havi verið á fram til valið, segði Heini O. Heinesen við Rás2 Eg havi undirtøku í vinnuni Heini O. Heinesen vil fegin avloysa Bjørn Kallsø sum fiskimálaráðharra