Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 4. februar 2008 17 tíðindi Verður politikkurin í samgonguskjalinum førdur út í lívið, fer samgongan neyvan at halda jól saman fleri ferðir, metir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Sosialisman hevur vunnið á sjálvbjargninum. Tað er týðiligt, at tað skuldi ein útreiðsluveitsla í gongd, segði Jørgen Niclasen, for- maður í Fólkaflokkinujm við Rás2. Hann heldur, at Tjóðveldi púrasta hevur slept øllum yvirtøkupolitikkinum. - Tær yvirtøkur, sum eru komnar á borðið, eru slíkar, sum einki kosta. Umsitingin hjá løgmanni metir, at talan er um 30 milliónir krónur tilsamans, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur víðari, at talan nú verður um 117 milliónir krónur at seta í grunn til- samans yvir árini, meðan tað í samráðingunum við Sambandið var talan um 150 milliónir krónur at seta í grunn um árið. - Nýbrot, kallar Høgni Hoydal tað, men nýbrotið í hesum liggur í, at Tjóðveldi vil minni á sjálvbjargnisleið enn Sambandið vil. Og tað má sanniliga metast sum eitt nýbrot í føroyskum pol- itikki, sigur Jørgen Nicla- sen. Spurdur, sigur Jørgen Niclasen, at Tjóðveldi sjálvandi hevði fingið meiri á sjálvstýrisleið saman við sær og Fólkaflokkinum. - Eg tosaði við Høgna Hoydal beinanvegin samráð- ingarnar slitnaðu, eisini alment, og bjóðaði honum eitt samstarv um eina sjálvstýrissamgongu. Nú er so ógvuliga nógv, sum ikki er komið við í samgongu- skjalið. Eitt nú er løgregla og rættarskipan púra dottið niður ímillum, sigur Jørgen Niclasen. Varpa ljós á Jørgen Niclasen sigur, at tá tosað verður um eina fólka- atkvøðu í 2012, so verður ikki hugsningur um, at ein slík fer at vera gjørlig. - Við tí samgonguskjalin- um, sum liggur á borðinum, verður mann snøgt sagt onga leið komin tá, sigur Jørgen Niclasen. Onkrir glottar eru kortini í samgonguskjalinum, metir Jørgen Niclasen. - Eg vóni, at føgru orðini um búskaparpolitikkin verða hildin. Trupulleikin er bara, at tað stutt sagt ikki ber til við hesum samgongu- skjalinum, sigur formaður Fólkafloksins. Hann væntar annars, at tað verður nógv at gera hjá andstøðuni, nú útlit eru fyri at sita fýra ár úti í myrkrin- um. - Har verður okkara fremsta uppgáva at varpa ljós á, so fólk kann síggja, hvat tað er, sum gongu fyri seg, sigu Jørgen Niclasen. Formaður Fólkafloksins ávarar samstundis um, at fíggjarliga má tað hanga saman. - Eg vil siga við hesa sam- gonguna, at tá útreiðslu- veitslan nú fer í gongd, so vila øll, sum hava skipað fyri einari veitslu, at eina- ferð kemur rokningin, og hon skal gjaldast, tí annars ber ikki til at halda jóla- veitslu aftur í sama stað. Og við hesum politikkinum vænti eg ikki, at hendan samgongan fer at halda jól saman, segði Jørgen Nicla- sen, formaður í Fólkaflokk- inum. Sosialisma framum sjálvbjargni Jørgen Niclasen harmast um, at Tjóðveldi hevur valt sosialismu fram um sjálvbjargni Tað má sigast um hesa samgonguna, at hon er fyrst og fremst vinstra, við einum ísletti av sjálvbjargni, segði samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre við Rás2 POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Hetta samgonguskjalið er munandi meiri nágreiniligt. Fyri fýra árum síðani vóru nógvir leysir endar, tá var talan um eina beinagrind, við alt ov lítlum kjøti á, segði Jógvan Mørkøre við Rás2 leygardagin. Hann heldur, at tað er stórur munur á seinasta sam- gonguskjali til nú. Hetta avspeglar, at flokkarnir hava lagt dent á, at fáa semj- ur um ymsu málini, áðrenn eitt veruligt samstarv fór at virka. - Tað er týðiligt, at fólk hava gjørt sær ómak í samráðingunum. Til dømis verður beinleiðis sagt í samgonguskjalinum, at progressiviteturin er um at hvørva úr skattaskipanini, og hetta eigur at verða rætt- að upp uppá. Talan er um greiðar raðfestingar. Eisini verður avgjaldspolitikkurin nevndur, hann vendir jú altíð niðureftir, men hví steðga har, hví ikki ognar- skatt og vinningsbýtisskatt, kann mann spyrja. Men har steðgar tað so, segði Jógvan Mørkøre. Lítið sjálvstýri Viðvíkjandi sjálvstýri, er hetta nevnt, og ambitiónirnar eru har, men kortini ikki á nøkrum høgum støði, heldur Mørkøre. - Talan er fyrst og fremst um vinstra, við einum sløði av sjálvstýri íblandað, segði Jógvan Mørkøre. Tað verður sostatt fyrst og fremst talan um eitt vinstra landsstýri, og Jógv- an Mørkøre metir, at fólk fara at seta fram spurningin um, hví Tjóðveldi ikki nýtti møguleikan at koma longur fram á sjálvstýrisleið. - Einskiljingspolitikkurin í nýggja samgonguskjal- inum er ikki so framsøkin, men hinvegin er væl heldur ikki so nógv eftir at ein- skilja, segði Jógvan Mørk- øre. Politiski viðmerkjarin hjá Miðlahúsinum ivaðist í, um vinnan hevur so nógv at ræðast frá nýggju samgong- uni. - Tað stendur beinleiðis í samgongiskjalinum, at Kyoto skal fáast upp á pláss, men tað er ikki vist, at vinnan hevur so nógv ímóti tí, segði Jógvan Mørk- øre sum altso metir, at sam- gonguskjalið er munandi meiri nágreiniligt hesaferð enn fyri fýra árum síðani. Fyrst og fremst vinstra Jógvan Mørkøre, politiskur viðmerkjari hjá Miðlahúsinum