fríggjadagur 8. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 107 - 8. juni 2001
Nr. 107 - 8. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Bergur Poulsen,
stjóri á Havsbrún
Í blaðútgávuni Fregnum 11.
maj í ár, stóð ein áhugaverd
grein um Næraberg og
hansara royndir at fram-
leiða svartkjaft til Surimi.
Tað er skrivað um hetta
evnið áður í øðrum bløðum,
m.a. í Fiskimannablaðnum
fyri nøkrum vikum síðan,
har baksíðan gav lesarunum
upplýsingar um hvussu
svartkjaftur kundi »gagn-
nýtast«. Eg kann ikki lata
vera við at koma við við-
merkingum til hetta evnið,
og hetta at »gagnnýta« okkara tilfeingið á skilabesta hátt.
Sagt verður, at um svartkjafturin verður landaður til
íðnað er prísurin bert 55 oyru, og at »á Havsbrún verður
svartkjafturin eisini góðskaður, men ikki nær so nógv sum
umborð á Næraberg«. Fyri 18.000 tons selur Næraberg
surimi og mjøl fyri 37 mio kr, meðan ein annar
svartkjaftabátur bert selur fyri 10 mio kr. Um vit nýta
sama hugsunarhátt sum í nevndu grein í Fregnum, verða
18.000 tons av svartkjafti á Havsbrún virkaði til uml 3.600
tons av mjøli og 900 tons av lýsi. Hetta verður víðari
virkað til uml 7.200 tons av laksafóðuri (50% av
laksafóðuri er fiskamjøl). Úr hesum fóðuri, verða ald uml.
7.000 tons av laksi fyri ein kiloprís uppá umleið 25 kr. Tað
gevur eitt søluvirði uppá uml. 175 mio kr. Hetta ljóðar jú
avbera vakurt, men er líka skilaleyst og villeiðandi tos
sum tær 37 milliónirnar hjá Næraberg. Niðanfyri verður
grundgivið fyri hví so er.
Hvat merkir hugtakið virðisøking?
Tá tað í greinini verður sagt, at Næraberg hevur fiskað fyri
37 mió kr, so er hetta ikki í sær sjálvum ein virðisøking.
Tá tosað verður um tjóðarbúskap er virðisøking munurin
ímillum framleiðslurvirði og nýtsluna av rávørum og
hjálpievnum. Ella við øðrum orðum: Løn + vinningur –
studning. Vit seta tí eitt roknistykkið upp fyri Næraberg
fyrst.
Vit vita ikki, hvussu stórur vinningurin er, men reiðarin á
Næraberg sigur, at tað kanska er eitt lítið undirskot, og
tískil kann virðisøkingin ikki verða størri enn 10 mió kr.
(Ongin rokniskapur fyri ár 2000 fyriliggur enn, tíverri!).
Vit kenna ikki støddina av dagstudninginum til Næraberg,
sum tí ikki er tikin við, men hann ger ikki roknistykkið
betri. Tó kann nevnast, at samlaði dagstudningurin til
Næraberg í fjør lá um góðar 2 mió kr. Stutt kann sigast, at
virðisøkingin fyri tey 18.000 tonsini helst liggur nakað
væl undir 10 mió kr.
Fyri tey sum ikki vita tað, so eru tað eisini nakrir før-
oyskir bátar sum fiskað svartkjaft til ídnað, og tað finst eitt
mjøl og fóðurvirkið í Føroyum sum framleiðir mjøl, lýsi,
fóður og laks burturúr svartkjaftinum. Lat okkum tí
hyggja at hesum roknistykkinum:
Tey 18.000 tonsini sum hesin báturin fiskar, verða landaði
á Havsbrún, og her verður fiskurin fyrst framleiddur til
mjøl og lýsi.
Roknistykkið er higartil sera einfalt. Prísurin uppá 63 oyru
er miðalprísurin fyri kg fyri eitt føroyskt svartkjaftaskip,
sum hevur landað á Havsbrún higartil í ár.
Men Havsbrún framleiðir ikki bert fiskamjøl og lýsi,
men góðskar vøruna víðari til fóður. Lat okkum tí hyggja
at tí roknistykkinum eisini. Við eini 20% úrtøku av mjøli
og 5% av lýsi, verða 18.000 tons av svartkjafti virkaði til
umleið 3.600 tons av mjøli og umleið 900 tons av lýsi.
Hetta verður framleitt til uml. 7.200 tons av laksafóðuri.
Roknistykkið fyri hesa framleiðsluna sær nøkunlunda
soleiðis út:
Tøl kunnu altíð verða ivasom, og vinningurin er kapp-
ingartreytaður, men tann sum hevur hug at kannað eftir,
hvørs talmaterialið er rætt, kann altíð hyggja í roknskapin
fyri ein av størru nóta/trolbátunum og Havsbrún í fjør og í
ár, tá hann kemur. Um vit leggja omanfyristandandi
roknskapir saman, verður úrslitið sum fylgjandi:
Í omanfyristandandi uppseting eru ongir ringvirkningar
(multiplikator-effekt) frá hesum vinnum tiknir við, av tí
orsøk at tað ger uppsetingina alt ov fløkjasliga. Men eg
tori at pástanda, at ringvirkningarnir frá 18.000 tonsum av
svartkjafti, sum eru fiskaði umborð á einum føroyskum
svartkjaftatrolara, framleiddur til fiskamjøl og lýsi, fyri
síðan at verða framleiddur til laksafóður á Havsbrún eru
ikki minni enn um Næraberg er í vinnu og framleiðir tað
til surimi, heldur tvørturímóti. Men Havsbrún er eisini við
í aling av laksi og við til at góðska laksin, so virðisøkingin
er í verunleikanum væl meiri, enn tað sum er nevnt her í
greinini. Seinni verða kanska stundir at greina hetta rokni-
stykkið meiri, men var onki mjølvirki, var heldur ongin
fóðurframleiðsla og kanska heldur ikki so nógv aling sum
tað er í dag.
Samanumtikið:
Høvuðsendamálið við øllum vinnum er fyrst og fremst, at
vinnan ber seg uttan studning og er kappingarfør. Bert við
at gagnnýta møguleikarnar og virðisøkja rávøruna best
møguligt er vinnan kappingarfør. 18.000 tons av svart-
kjafti til eitt søluvirði uppá 37 mió kr er IKKI ein virðis-
øking uppá 37 mió kr, men í besta fall ein virðisøking sum
er minni enn 10 mill. kr. Hetta skal samanberast við
virðisøkingina til alifóður, sum í løtuni er meiri enn 12
mill. kr!
Í greinini verður eisini róð framundir, at royndirnar hjá
Næraberg mugu havast í huga, tá føroysk svartkjaftavinna
verður løgd til rættis framyvir. Tað skulu politikarnir í
seinasta enda avgera, men tað er ONKI, hvørki fíggjarligt,
ella samfelagsbúskaparligt argument fyri, at Næraberg
skal hava nøkur framíhjárættindi í mun til restina av
svartkjaftavinnuni, tað verið seg á sjógvi ella á landi.
Heldur ikki um prísurin á surimi fer upp, tí vit skulu bert
aftur til 1998, tá var prísurin á svartkjafti til íðnað umleið
1 krónu, ella 59% hægri enn hann er í dag. Um framíhjá-
rættindi (exclusiv) verða givin til eina ávísa vinnu, so skal
tann vinnan, sum í skjótt 40 ár hevur klárað seg, gjalda
fyri nakað, sum kanska ikki loysir seg, og hetta er vánalig-
ur búskapur og politikkur. Latum okkum ikki tosað um
fuglarnir sum flúgva, men heldur um teir vit hava í hond-
ini; fyrst í øllum førum.
Næraberg skal fiska svartkjaft til surimi um tað er ein
góð forrætning fyri P/F JFK-Seafood, men tann politiski
myndugleikin má fyri alt í verðini ikki gera tað dáragerð,
at geva hesari vinnuni nøkur framíhjárættind útfrá teimum
tunnu og villeiðandi argumentunum, sum stóðu at lesa í
greinini í Fregnir tann 11. maj og sum eisini hava verið at
sæð aðrastaðni í teimum føroysku bløðunum. Tað hava vit
ov góðar politikarar til.
Greinin í Fregnir tann 11. maj endar við at siga, at:
»Tosa vit um fullveldi og sjálvberandi búskap, mugu vit
eisini tosa um maksimala virðisøking og maksimalt avkast
til búskapin« Tað er rætt. Vit hava brúk fyri góðum og
gløggum vinnulívsfólki við dirvi og árræði. Men tíðin eig-
ur at verða farin frá at nýta villeiðandi »argumentir«.
Fyrsta treytin fyri at taka røttu avgerðirnar í hesum sam-
bandi er, at vit gera okkum greitt hvat maksimal virðis-
øking og maksimalt avkast til búskapin merkir. Fyrr enn
hetta er fullkomiliga greitt fyri bæði vinnulívsfólki og
politikarum, verður als onki fullveldi. Tað hjálpir ikki at
vit góðska okkum út á bláman, um hetta ikki loysir seg, tí
at allur meirvinningurin fer útaftur í rakstrar- og kapital-
útreiðslum. Vit royndu hetta í áttatiárunum, og øll kenna
úrslitið.
Vónandi hevur omanfyristandandi grein lýst málið eitt
sindur betri enn gjørt er frammanundan, og kann verða
ein íblástur til eitt meiri fjøltáttað orðaskifti um gagn-
nýtslu av okkara tilfeingi. Eitt skal í øllum førum sláast
fast: Allur svartkjafturin, sum verður landaður til íðna á
Havsbrún í Fuglafirði, verður væl og virðilig gagnnýttur
allur sum hann er. Onki fer burtur.
Næraberg og gagnnýtsla av svartkjafti
Talva 1
NÆRABERG
Nøgd
18.000 tons
Viðm.
Søluvirði
37 mió kr.
Rakstrarútreiðslur
13 mió kr.
mettar útreiðslur
Nettosøla
24 mió kr.
Hýra incl. yvirmanna-
partar 42% av netto
10 mió kr.
Kapitalútreiðslur
14 mió kr.
ivaleyst væl meiri
Vinningur
0 mió kr.
smb. reiðaran
Dagstudningur
0 mió kr.
Løn + Vinningur
10 mió kr.
ivaleyst minni enn
hetta
Talva 2
NÓTABÁTUR
Nøgd
18.000 tons
Viðm.
Søluvirði (18.000 x 0,63)11,34 mió kr.
Rakstrarútreiðslur
4,00 mió kr.
mettar
útreiðslur
Nettosøla
7,34 mió kr.
Hýra incl. yvirmanna-
partar 26 % av brutto
2,95 mió kr.
Kapitalútreiðslur
2,59 mió kr.
Vinningur
1,80 mió kr.
Dagstudningur
0 mió kr.
Løn + Vinningur
4,75mió kr.
MJØLFRAMLEIÐSLA
Rávørunøgd
18.000 tons
Løn (18.000 tons x 150 kr/tons)
2,70 mió kr
Vinningur (18.000 tons x 70 kr/tons) 1,26 mió kr
Løn + Vinningur
3,96 mió kr
FÓÐURFRAMLEIÐSLA
Nøgd
7.200 tons
Løn (7.200 tons x 200 kr/tons )
1,44 mió kr
Vinningur (18.000 tons x 300 kr/tons) 2,16 mió kr
Løn + Vinningur
3,60 mió kr
Vinnugrein
Virðisøking
Viðmerking.
• Nótabátur
4,75 mió kr
• Mjølframleiðsla
3,96 mió kr
• Fóðurframleiðsla 3,60 mió kr
Íalt
12,31 mió kr
Gólvsølan
28 bátar seldu knøpp 10 tons um gólvsøluna hjá
Fiskamarknaðinum mikudagin
Syslu-
Skipanavn
Reiðskapur
kilo
nummar
FD 18
Sirið
lína
242
FD 123
Riddarin
snella
112
FD 256
Aðnasker
snella
125
FD 316
Annfríð
snella
70
FD 424
Morning star
snella
215
FD 428
Margit j
lína
141
FD 571
Durita
lína
484
FD 67
Huldusteinur
lína
330
FD 780
Bakkafossur
snella
71
FD 783
Glúpur
lína
487
FD 855
Lómur m/b
snella
422
FD 981
Másin
snella
96
FD1038
Strúkur
lína
31
KG 125
Bjarnaberg
lína
349
KG 129
Brattaberg
lína
680
KG 193
Fliðan
snella
221
KG 23
Nancy
lína
97
KG 243
Gudrun
gørn
70
KG 423
Jaspissteinur
snella
232
KG 430
Báran
lína
770
KG 47
Havsbrún
lína
1.017
KG 512
Neshamar
snella
309
KG 63
Pollur
lína
366
KG 79
Nevið Reyða
lína
809
TG 300
Líðarbrøður
v/H. Joensen
snella
941
TG 797
Norðfarið
snella
510
TN 198
Kvívíks Elsba
lína
274
VA 366
West freezer
lína
444
Gólvuppboðssølan
FISKIVINNUTÍÐINDI
Vorunavn
kilo
Brosma 0
35
Brosma 2
91
Brosma 3&4
2
Hýsa 1
1.648
Hýsa 2
1.426
Hýsa 3
1.116
Hýsa 4
429
Havtaska 0
99
Hvítingur 0
123
Kalvi 1
142
Kalvi 2
58
Kalvi 3
25
Kalvi 4
21
Kalvi 5
1
Kongafiskur 0
100
Longa 0
13
Longa 1
103
Longa 2
66
Reyðsprøka 0
16
Skøta
161
Steinbítur
135
Toskur 1
166
Toskur 2
536
Toskur 3
1.147
Toskur 4
1.076
Toskur 5
658
Upsi 0
77
Upsi 2
26
Upsi 3
193
Upsi 4
215
Upsi 5
11
Lógin um vinnuligan fiski-
skap gongur beinleiðis
móti tilmælum frá ICES,
eisini í sínum grundsetn-
ingi. Lógin ásetir eitt
veiðuúttak uppá 33 prosent
av fiskastovninum og hetta
heldur ICES vera óforsvar-
ligt at hava sum fasta skip-
an. ICES kann ganga við til
at so nógv verða tikin ávís
ár, men ikki sum fasta skip-
an.
Men altjóða havrann-
sóknarstovnurin er bara
ráðgevandi og tí er tað
mangan ein spurningur um
gambling, tá politikkarar
taka støðu til hvussu nógv
skal veiðast av einum ávís-
um stovni.
Eitt dømi um hetta er
íslendska toskakvotan fyri
komandi ár. ICES mælir til
at veitt verða ikki meira
enn 164.000 tons fyri at
stovnurin skal koma fyri
seg aftur. Hetta eru eini
60.000 tons lægri enn veið-
an í ár og íslendingar hava
eina lóg sum sigur, at kvot-
an kann ikki lækkast so
nógv eftir einum ári, at tað
fær alt ov álvarsligar av-
leiðingar fyri fyri vinnuna.
Tí mæla íslendsku fiski-
frøðingarnir til at íslendska
toskakvotan
verður
190.000 tons, ella næstan
30.000 tons meira enn
ICES.
Leikluturin hjá politikk-
arunum er ofta at vága, tí
meira veitt verður av einum
stovni, sum er illa fyri,
seinni veksur hann aftur.
Men politikkararnir vága
ikki uttan nakað grundar-
lag. Tí tað er ikki bara
minkað veiðutrýst, sum
kann menna ein stovn. Tað
eru fleiri aðrir lutir sum
gera seg galdandi og tann
mest avgerandi er gróðurin
í sjónum. Hesin kann
skunda undir nógv skjótari
enn mannaskapt tiltøk.
11. juni verður ein skipan
sett í verk, har øll positión-
in hjá øllum grønlendskum
skipum verður skrásett yvir
fylgisvein.
Sambært grønlenska út-
varpinum, so kostar útgerð-
in, sum verður sett umborð
á minni skip 20.000 krónur
og á størri skip 30.000
krónur. Rakstaraútreiðsl-
urnar eru roknaðar til 5000
krónur árliga, veit ísl-
endska vevsíðan InterSea-
food at siga.
Skipanin økir um trygd-
ina og gevur eisini mynd-
ugleikunum betri møgu-
leikar at fylgja við fiski-
skapinum.
ICES heldur, at hýsustovn-
urin undir Føroyum ikki er
nóg væl fyri.
Gýtingarstovnurin
er
39.000 tons og tað eru 1000
tons undir, hvat ICES metir
er forsvarligt fyri at stovn-
urin kann mennast og mest
kann fáast burtur úr hon-
um. Veiðutrýstið er eisini
omanfyri
tað
sum
er
forsvarligt, skal fáast sum
mest burturúr hýsustovn-
inum.
ICES mælir til, at bann
verður sett fyri at veiða
hýsu í komandi ári.
Samstundis verður mælt
til, at ein ætlan verður
gjørd, sum tekur hædd fyri,
at hýsa eisini verður veidd í
veiðu eftir øðrum sløgum
og at hetta minkar um
stovnin.
Av tí at hýsa verður fisk-
að í blandaðum fiskiskapi
eftir toski og upsa, má stig
takast til at minka sum mest
um hýsuveiðuna í tílíkum
fiskiskapi.
-Hóast hýsa ferðast víða,
so finnast hýsuleiðir, har
hon stendur so tøtt,
at ein heilur árgangur kann
koma undan bara av eini
leið. Tí er tað týdningamik-
ið at friða hesar hýsuleiðir,
sigur Hjalti í Jákupstovu,
leiðari á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Fiskilógin gongur í móti ICES
Fiskifrøðingar eru ikki
samdir, um talan er um ein
ella tveir stovnar av konga-
fiski í Irmingarhavinum.
Irmingarhavið er undir av
millumtjóða felagsskapin-
um NEAFC og í hesum fel-
agsskapi eru eisini russar.
Russar eru ikki samdir við
øðrum londum, sum veiða
kongafisk í Irmingarhavin-
um.
Fiskifrøðingar vestanfyri
eru vísir í at talan er um
tvey sløg av kongafiski í
Irmingarhavinum. Tað eina
slagið heldur til á djypri
vatni og djúp-havskonga-
fiskurin undir Føroyum, Ís-
landi og Eysturgrønlandi er
av hesum sama stovni.
Hesin kongafiskur er størri
enn tann sum gongur ovari
í sjónum og sum verður
roknaður fyri at vera ein
stovnur fyri seg.
– Tað kann vera torført at
skilja stovnarnar at, tí alt
eftir hitanum í sjónum, so
kunnu báðir stovnar blanda
seg saman, sigur Jákup
Reinert, fiskifrøðingur.
– Ein kanning av upsa-
stovnunum í Irmingarhav-
inum verður gjørd í summ-
ar og úrslitið av hesi fyri-
liggur eftir ólavsøku, sigur
Jákup Reinert, fiskifrøð-
ingur.
Stóri toskurin í sjálvstøð-
uga stovninum á Føroya-
banka hevur tað gott. Ella
fiskifrøðingar halda ikki, at
tað stendur illa til við
stovninum. Tað ber ikki
neyvt til at meta um stovnin
í løtuni, men stovnurin er
eftir øllum at døma um
miðal ella gott tað. Hetta
sæst av teimum landingum,
sum eru av Føroyabanka og
av teimum yvirlitstroling-
um, sum Magnus Heinason
hevur gjørt.
Fiskiskapurin á Føroya-
banka verður stýrdur á tann
hátt, at trolarar sleppa ikki
longur upp á 200 metra
dýpi og línubátarnir hava
fingið 30 fiskidagar í part
omanfyri 200 metrar.
– Toskurin ferðast víða á
Føroyabanka heilt niður á
500 metra dýpi, sigur Ják-
up Reinert, fiskifrøðingur.
Fiskirannsóknarstovan er
ikki so væl nøgd við, at
loyvt er at royna á Føroya-
banka og á landgrunninum
á sama túri. Hetta oyðilegg-
ur tey annars sera góðu
søguligu veiðuhagtøl, sum
vit eiga av Føroyabanka.
ICES mælir til at upp-
gerðin av veiðuhagtølum á
Føroyabanka verður fingin
í rætt lag, tí at toskastovn-
arnir á landgrunninum og á
Føroyabanka eru so ymisk-
ir, tí verður tað ógjørligt í
framtíðini at gera stovns-
metingar av Føroyabanka.
Hýsan illa fyri
Ósemja um kongafiskin
í Irmingarhavinum
Ringt at meta um
bankatoskin
Grønlendingar fáa fylgisveinaeftirlit
Jørgin Niclasen, fiskimálaráðharri
Jákup Reinert, fiskifrøðingur
C
M
Y
K
11
10