Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 107 - 8. juni 2001 Nr. 107 - 8. juni 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 Hóast eingin olja enn er funnin á føroyska landgrunninum, eru vónirnar til lønandi fund so mikið stórar, at føroyska olju- felagið Atlantic Petroleum nú fer at brynja seg út til eina møguliga útbygging av oljufelti. Ætlanin er at hækka parta- peningin í einum ella fleiri førum við upp til 100 mill. kr. OLJUFELAG Jan Müller Í stórari lýsingum í blað- num í dag verður kunn- gjørt, at partapeningurin í felagnum nú skal hækkast munandi og at útlendskir íleggjarar nú eisini hava møguleika at seta pengar í føroyska oljufelagið. Í dag er partapeningurin knappar 50 mill. kr., og hann er bara á føroyskum hondum. Á ársaðalfundinum, sum verður 22. juni verður lagt verður upp til eina munandi kapitalhækking í felagnum. Sum nakað nýtt verður ein nýggjur B-flokkur av parta- brøvum, har nevndin í tíðinik til 31. desember 2003 fær heimild til í einum ella fleiri umførum at hækka partapeningin nominelt við 100 mill. kr. Hesi partabrøv verða frítt umsetilig. Avmarkingar verða tó í atkvøðurættinum hjá B-partaeigarum. Van- liga hava B-partabrøv ein tíggjundapart av atkvøðu- rættinum í mun til A- partabrævaeigarar. Vilhelm Petersen, stjóri sigur, at roknast kann við, at hesin kapitalurin í stóran mun fer at verða teknaður uttan fyri Føroyar. Higartil hava bert fólk búsitandi í Føroyum kunnað sett partapening í felagið. Endamálið við hesi broyting er m.a. at gera tað møguligt hjá stórum íleggjarum í útlandinum at gera íløgur í partabrøv í Atlantic Petroleum. Vilhelm Petersen sigur, at um so er, at tað fer at eydnast teimum at finna olju undir boringini í vetur í passandi nøgdum, so skal ein stór útbygging í gongd. Tá verður so luturin hjá Atlantic Petroleum í loyv- inum hjá The Faroes Part- nership (Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlantic Petroleum) 5% og henda luttøkan fer at seta krøv til føroyska oljufelag- ið uppá í minsta lagi 500 mill. kr. Tá er hetta roknað út frá eini samlaðari út- bygging uppá 10 milliardir kr, sum eitt felt av eini hóskandi stødd er mett til at kosta. Fyri at avmarka leitivág- an hevur føroyska olju- felagið í dag tvs. undan leitingini 0,1% lut í loyvinum. Tvs. at felagið hevur sum er bert 0,1% av útreiðslunum. Verður einki funnið, so verður luturin óbroyttur. Men verður fund gjørt, so hevur felagið eina optión til at kunna eiga 5%. Sosialurin skilur, at hetta er ein sera góð avtala fyri føroyska felagið. Vilhelm Petersen sigur, at teir hava alla tíðina havt sum mál at brynja seg út til stóru avbjóðingina, sum liggur fyri framman. Frá byrjan legði man upp fyri væl og virðiliga at kunna luttaka í einum leitiskeiði og við hesi broytingini ger tú tað fyri at kunna luttaka í eini útbygging. Í dag eru komin stór virði inn í felagið nú tað er við í einum loyvi. Nýggj parta- brøv verða tí ikki til kurs 100 men væl meira enn tað. Vilhelm Petersen, stjóri sigur, at tað framvegis er ein treyt, at eingin ein- stakur íleggjari kann eiga meira enn 20% av felag- num. Tað vísir seg at vera stórur áhugi í útlandinum fyri at tekna partapening í felagnum og dylur stjórin heldur ikki fyri, at tað við seinastu tekning vóru nógvir føroyingar, sum búgva í øðrum londum, ið fegnir vildu keypa parta- brøv men hvat lógin forð- aði teimum í tí. Nú verður tað so broytt. Haraftrat verður so eingin avmarking í sambandi við sølu av hesum partabrøvum. Menna felagið Atlantic Petroleum er eitt lutvíst ungt felag í eini fyri okkum føroyingar full- komiligari nýggjari vinnu. Tí má alt byggjast upp frá botni av. Og tað er nettupp tað, sum Atlantic Petroleum er í ferð við. Byrjað varð í smáum og verður nú bygt upp ein organisatión, sum skal vera uppá pláss, tá og um olja verður funnin. Her- fyri varð Sigurð í Ják- upsstovu settur at arbeiða við tøkniligum spurning- um. Hann er serfrøðingur á reservoirøkinum og hevur drúgvar royndir frá útland- inum. Tað merkir, at hann kemur at tilføra felagnum týðandi vitan og royndir. Harumframt hevur felagið ein búskaparfrøðing. Tað er stjórin sjálvur. Og sum triði partur í hesum enn lítla teami kemur Mike Welland, sum hevur ábyrgdina av tí jarðfrøðiliga partinum. Hann kann eisini tilføra felagnum nógv, tí hann hevur alt sítt lív arbeitt í altjóða oljuheiminum, sein- astu árini sum leitingar- stjóri hjá oljufelagnum Lasmo. Vilhelm Petersen sigur, at umframt at vera virkið á Føroyaøkinum eisini hevur fylgt við møguleikum aðra- staðni í verðini. Endamálið hjá felagnum er eisini at kunna víðka sítt virksemi til onnur øki í heiminum, har olja er funnin ella har leitað verður eftir olju. Sosialurin skilur, at felagið hevur fatur í onkrum áhugaverdum endum. Føroyskt oljufelag brynjar seg til framleiðslu Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum hevur góðar vónir um framtíðina hjá føroyska oljufelagnum. Pílurin vísir, hvar føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum saman við Amerada Hess, Dong og British Gas fer at bora í heyst Klokkan sjey gjára- morgunin lótu val- hølini upp kring alt Stóra Bretland. Allar veljarakanningar benda á, at Tony Blair enn einaferð fer at vinna stórsigur BRETSKA VALIÐ John Johannessen Lítil ivi er um, at tað fram- haldandi verður Tony Blair úr Labour flokkinum, ið sleppur at ráða í Bretlandi komandi fýra árini. Bretar fóru á val klokkan sjey gjáramorgunin, og val- hølini skuldu vera opin til klokkan tíggju í gjárkvøld- ið. Tá Sosialurin fór í press- una beint efir døgurða í gjár, vistu vit av góðum grundum ikki valúrslitið. Men allar veljarakanningar benda á, at Labour við Tony Blair á odda fer at vinna ein sigur, ið helst er størri enn stórsigurin við valið í 1997, tá Labour vann 179 av 659 sessum í Undirhúsinum. Lítil spenningur Valið til bretska Undirhúsið verður hildið efir eitt val- stríð, ið ikki hevur verið serliga spennandi. Tí gjøgnum alt valstríðið hava veljarakanningar sýnt, at Labour fór at vinna stórt fyri aður ferð, eftir 18 ára drúgt konservativt stýri fram til 1997. Mest spennandi hending- in í valstríðnum var helst, tá varaforsætisráðharrin, John Prescott, gav einum mót- mælisfólki nevan beint í høvdið, eftir at hesin hevði kastað egg eftir honum á eini vitjan í Wales 16. mai. Hendan hendingin hevur als ikki skatt umdømið hjá Prescott – heldur tvørtur- ímóti. Hevur hingið í Hóast góðu úrslitini í veljarakanningunum, hava Tony Blair og Labour- flokkur hansara heilt fram til valið roynt at kúga vissuna um at sigra, fyri ikki at trúgv Labour-við- haldsfólk skulu lata vera við at fara val, tí tey eru vís í, at Labour vinnur. Tony Blair vil hava øll á val og harvið tryggja sigurin. Onkur veljarakanning hevur víst, at Labour vinnur 260 av 659 sessum í Undir- húsinum. Í 1997 vann Labour 179 sessir. Aftur stórsigur til Labour Tony Blair (Formaður fyri Labour) Tony Blair er føddur 6. mai í 1953 og er sostatt 49 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á St. John´s College í Oxford. Í 1976 fekk hann loyvi at virka sum advokatur. Tony Blair starvaðist sum advokatur, til hann í juni 1983 varð valdur í bretska tingið umboðandi Labour. Í 1988 varð hann valdur út til Shadow Minister við ábyrgd fyri orkumálum, og í 1989 fekk hann ábyrgdina av arbeiðaramálum. Eftir niðurlagið hjá Labour á valinum í 1992 útnevndi táverandi leiðarin fyri Labour, John Smith, hann til at fáa høga sessin sum Shodow Minister fyri innanríkismálum. Tvey ár seinni varð hann valdur til floksformann í Labour. Á einum landsfundi í 1996 fekk hann stuðul til hugskotið sítt um New Labour, og saman við John Prescott eydnaðist tað honum at økja um limatal floksins, so flokkurin í 1997 hevði 400.000 limir og var skjótast vaksandi flokkurin í Evropa. Við valið í mai 1997 førdi Tony Blair Labour til størsta sigurin, flokkurin nakrantíð hevði upplivað. Tony Blair er giftur Cherie Booth, og eiga tey fýra børn John Prescott (Labour) John Prescott er føddur 31. mai 1938, og er hann sostatt 64 ára gam- al. Hann er fyrrverandi sjómaður. John Prescott gjørdist limur í Labour í 1954. Og eftir at hava siglt sum sjó- maður og starvast fyri The National Union of Seamen varð hann valdur í bretska tingið umboðandi Labour í 1970. Í 1975 varð Prescott valdur í Evropa tingið, har hann frá 1976 til 1979 var formaður í tingbólkinum hjá Labour. Eftir tapið hjá Labour á valinum í 1979 fór John Prescott at leggja størri orku í arbeiðið í bretska tinginum. Hann var framsøgumaður í málum, sum snúðu seg um sam- ferðslu, arbeiðsmarknaðin og um orkupolitikk fram til 1983. Frá 1983 til 1997 var Prescott limur í skuggaminis- teriinum hjá Labour. Tá Tony Blair í 1994 varð valdur til formmann í enska arbeiðaraflokkinum, valdi flokkurin samstundis John Prescott til næstformann. Efir stórsigurin við valið í 1997 gjørdist John Prescott varaforsætisráðharri, eins og hann gjørist ráðharri við ábyrgd fyri umhvørvismálum, samferðslu og økismálum. John Prescott er giftur Pauline, og eiga tey tvey børn Robin Cook (Labour) Robin Cook er føddur 28. februar í 1946 og er sostatt 55 ára gamal. Hann er útbúgvin á Aberdeen Grammar School og á University og Edinburgh. Cokk var lærari í fimm ár, til hann sum 28 ára gamal bleiv limur í undirhúsinum umboðandi Labour. Tey fyrstu tíggju árini í bretska ting- inum hoydi Cook til vinstraveingin flokki sínum. Men í áttatiárunum leitaði hann sær longur inn móti politisku miðjuni. Í 1981 gjørdi hann upp við Tony Benn, sum tá var leiðari av vinstraveinginum. Í 1983 hevði Robin Cook ein týdningarmiklan leiklut í spælinum um, hvør skuldi gerast leiðari fyri Labour. Tað eydnaðist at fáa Neil Kinnock valdan til leiðara fyri flokk- in. Og harafturat eydnaðist tað Cook og Kinnock at ný- mótansgera flokkin og slappa av við illa dámda vinstra- halla politikkin. Í mai 1997 varð Robin Cook útnevndur uttanríkisráðharri. Sama ár gjørdist hann miðpunkt í einari politiskari upp- gerð millum teir konservativu og Labour, eftir at hann hevði gjørt av at fara frá konuni, hann hevði verið giftur við í 28 ár, og í staðin fara saman við skrivara sínum. Wiliam Hauge (Formaður fyri Konservartiva flokkin) Wiliam Hauge er føddur 26. mars 1961 og er sostatt 40 ára gamal. Sum 13 ára gamal seldi Hauge tin- soldatarnir og legði í staðin alla orku í politikk. Hann hevði Margareth Tatcher sum sína stóru fyrimynd. Longu sum 16 ára gamal hevði hann sín fyrsta veruliga politiska leiklut, tá hann slapp at halda talu á lands- fundi hjá teimum konservativu. Hauge fekk framúr gott prógv í Oxford, og gjørdist hann forseti fyri Oxford Union, árenn hann tók handilsligt prógv í París og fekk starv sum ráðgevi hjá ráðgevingar- fyritøkuni, McKinsey. Í 1983 gjørdist Hauge røðuskrivari fyri Geoffret Howe og Leon Brittan í brestska Fíggjarmálaráðnum. Í 1989 kom hann á ting, í 1993 gjørdist hann vara ráðharri í almanna- málum. Tvey ár seinni gjørdist hann ráðharri fyri Wales. Eftir stóra ósigurin hjá teimum konservativu við valið í mai 1997 gjørdist Hauge nýggjur formaður fyri konser- vativa flokkin. Hauge er yngsti formaðurin, flokkurin hevur havt. Charles Peter Kennedy (Leiðari fyri Liberal Democrats) Charles Peter Kennedy er føddur 25. november 1959. Charles Kennedy er føddur og upp- vaksin í Skotlandi. Hann hevur lisið á University og Glasgow. Liðugur at lesa arbeiddi hann eitt skifti fyri BBC í Skotlandi. Meðan hann var lestrarferð í sam- bandi viðPhd uppgávu sína, fekk hann brádliga í boði at stilla upp fyri Social Democratic Party til eitt lokalval í Skotlandi. Og til stóra undran varð Charles Kennedy valdur inn í Undirhús- ið, sum yngsti tingmaðurin í Bretlandi nakrantíð. Charles Kennedy var millum forsprákararnar fyri, at SPD legði saman við Liberal Party eftir valið í 1987. Nýggi flokkurin kom at eita Liberal Democrats, og Kennedy varð valdur til leiðara floksins í august 1999. Kennedy er ógvuliga væl lýddur millum fólk. Men kortini hava fólk ivast, um hetta fór at geva úrslit til valið í gjár. Arthur Scargill (Leiðari fyri Socialist Labour Party) Arthur Schargill er føddur 11. januar 1938. Hann varð føddur í einari bygd í Yorkshire, og fór tíðliga at ar- beiða á eini verksmiðju og síðani í einum kolanámi. Og júst kolanám eiga æruna av tí, hann er í dag. Í 1955 gjørdist Scargill limur í National Union of Mineworkers, ið er fakfelagið hjá bretskum námsar- beiðarum, og í 1966 gjørdist hann limur í Labour. Arthur Scargill var oddamaður í 358 daga langa námsar- beiðaraverkfallinum í 1984 og 1985. Hetta gjørdi hann rættuliga kendan. Mál hansara var at steðga ætlanunum hjá Margareth Tatcher, um at lata aftur kolanám kring alt landið. Tá Tony Blair í 1994 varð valdur til formann í Labour, føldi Scargill, at flokkurin slepti sosialistisku hugsjónini, ið eftir hansara tykki var ein partur av Labour. Hetta gjørdi, at Bretland 1. mai 1996 fekk ein nýggjan flokk á vinstraveinginum. Hesin flokkur er Socialist Labour Party, ið Arthur Scargill er formaður fyri. Høvuðspersónarnir í bretska valstríðnum C M Y K 13 12