fríggjadagur 8. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 8. juni 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Hóast tað eru uml. 20
ár síðani Aril
Edvardsen vitjaði í
Føroyum, og hóast
eitt heilt nýtt ættarlið
er vaksið upp síðani
tá, so kláraði hann
enn eina ferð at fylla
ítróttarhøllina
Britt Rasmussen
Føddur í 1938 er hann ikki
nakar unglingi longur. Old-
urabbin á pápasíðuni var
týskur jødi og kom til
Noregs sum glasverksar-
beiðari. So navnið Aril er
jødiskur arvur, tað er tað
bíbilska navnið Ariel, sum
hann hevur fingið navn
eftir. Ariel merkir Guds
leyva, og ævintýrið fyri
Guds leyvu í Sarons Dal
byrjaði í oktobur 1956 tá ið
Jesus Kristus, Guds sonur
møtti hesum unga manni og
umbroytti lív hansara full-
komuliga.
Hitt gamla evangeliið
Og hvat var tað so, øll hesi
fólkini komu niðan á Nabb
at hoyra hesar dagar – jú,
einfalt og greitt hitt gamla
evangeliið – áheitanina um
at velja meðan vit hava
møguleikan. Aftur og aftur
sóu vit neyðina á hjarta
hansara fyri at fáa menn-
iskju frelst, bjargaði undan
einari ævigari glatan. Aftur
og aftur vísti hann á, at tað
ikki finst ein gyltur mill-
umvegur, men bert tveir
vegir, antin gongur okkara
leið móti myrkursins ríki
ella móti Guds æviga ríki.
Greiddi frá
arbeiðinum
Við á ferðini higar var eis-
ini blaðstjórin á blaðnum
Troens Bevis, Harald Myd-
land, og greiddi hann okk-
um frá um tað stóra arbeið-
ið, sum gongur út frá Sar-
ons Dal. Vit sóu onkur brot
frá arbeiðnum ymsastaðni í
heiminum. Hoyrdu um ar-
beiðið
við
innføddum
evangelistum, sum Sarons
Dal hevur verið serliga kent
fyri. Hetta, at brúka fólkið á
staðnum, at stuðla teimum,
so teirra landsmenn kunnu
verða náddir við evangeli-
inum. Eisini takkaðu teir
hjartaliga øllum teimum
føroyingum, sum í mong ár
hava stuðlað hesum arbeiði.
Hvørt eyga skal síggja
Hóast øll evnini, hann
hevði, vóru sera áhugaverd,
so vil eg her nevna eitt
sindur frá leygarkvøldin-
um, tá ið hann tosaði frá
Opinberingini 1,7, sum sig-
ur: Hann kemur við skýggj-
unum, og hvørt eyga skal
síggja Hann … Vit vita, at
tá ið Jesus fór til Himmals,
fór hann frá Oljufjallinum,
og bert tey, sum tá stóðu
har sóu hann fara. Men
Bíblian sigur, at hann kem-
ur aftur á sama hátt, niður á
Oljufjallið og hvørt eyga
skal síggja hann. Ikki bert
tey, sum tá eru nærhendis
Oljufjallinum, men eisini
vit her á lítla Føroyalandi,
ja øll kring alla jørðina.
Hevur hetta verið møguligt
tá ið abbar og langommur
okkara livdu? Nei. Men nú
í okkara tíð, síggja vit bein-
leiðis sendingar allastaðni
frá í heiminum, tí fjøl-
miðlafólkini eru sum flugur
alla staðni har nakað hend-
ir. Fjølmiðlakongurin Ted
Turner, sum stovnaði CNN,
hevur sagt, at um tað skuldi
hent, sum hann sjálvur ikki
trýr, at Jesus skjótt kemur
niður á Oljufjallið, so hevur
CNN longu sett síni upp-
tøkutól upp í Jerusalem,
fyri at tíðindini kunnu
sendast kring allan heimin
so skjótt sum tað hendir.
Men ein so stór hending,
sum Jesu sjónliga aftur-
koma verður ikki bert stór-
tíðindi hjá CNN, men hjá
øllum
sjónvarpsstøðum
kring allan heimin, ja fyri
internet brúkarar og fartele-
fonbrúkarar
við
teldu-
skíggja.
Satelittarnir sum
»broyttu« jørðina
Í Matteus 24,3 spyrja læru-
sveinarnir Jesus um hvat er
teknið fyri at hann kemur
aftur og endi er á tíðini. Í 14
ørindi sigur Jesus: Hetta
evangelium ríkisins skal
verða prædikað um alt jarð-
arríki, øllum fólkasløgum
til vitnisburð; og tá skal
endin koma. Enn er evan-
geliið ikki prædikað um alt
jarðarríkið, ella har tað eru
hús, heim, bústaðir, sum
grundteksturin sigur. Tó
vita vit, at evangeliið hevur
størri framgongd í dag enn
nakra aðra tíð í søguni. Og
eitt av amboðunum, sum í
dag vera brúkt eru satelitt-
arnir. Eisini har hevur Aril
Edvardsen verið framsígg-
in, so at tey í dag í Sarons
Dal hava bygt eina satelitt-
miðstøð, sum kann breiða
evangeliska boðskapin út
um jarðarríkið uppá 2
sekund, um tey høvdu nóg
mikið av peningi. Í dag
senda tey á einum satelitti,
tí sokallaða muslimsatelitt-
inum, sum tær arabisku
stjórnurnar í Norður-Afrika
og Miðeystri brúka. Hesin
satelitturin røkkur yvir alt
Norður-Afrika, Miðeystur,
Evropa og Russland eystan
fyri Uralfjøllini, men fyri at
náa allan knøttin dagliga
við evangeliinum á nógv-
um tungumálum, mugu tey
koma inn á 3-4 satelittar.
Og tá tørva teimum umleið
3.000-5.000 fleiri fólk sum
kunnu stuðla fíggjarliga.
Í dag verða fleiri og fleiri
parabolantennur settar upp
kring allan heim, meðan
kaðal-sjónvarp til heilar
býir er knýtt at satelittum.
Frá januar 1999 byrjaði út-
byggingin av kaðal-sjón-
varpi í 10.000 kinesiskum
býum. Í indisku landsbygd-
unum koma øll bygdarfólk-
ini saman í garðinum hjá tí
sum hevur parabol. Í Iran
hava tey parabolantennur
gjørdar sum taksteinar,
fluttar inn úr Japan.
Skjótt fer hvør einasta
landsbygd á jørðini at hava
parabolantennur.
Og
frammanfyri
sjónvarps-
skíggjanum verða nógvir
tímar brúktir dagliga. Tey
flestu menniskjuni á jørð-
ini, skilja okkurt av teimum
stóru høvuðstungumálun-
um, so við at senda á ensk-
um, kinesiskum, sponsk-
um, fronskum, russiskum,
swahili, urdu, arabiskum,
hindi og japanskum, kunnu
nærum øll fólk á jørðini
skilja boðskapin.
Ótrúligt, at ápostulin
Jóhannus tá ið hann sat á
Patmos kundi greiða frá
hesi sjón longu tá, og sum
nú er okkara dagligi dagur:
»Eg sá annan eingil flúgva
mitt uppi undir himli; hann
hevði ævigt evangelium at
kunngera teimum, ið á
jørðini búgva – øllum tjóð-
um, ættum, tungumálum og
fólkum«.
Opinberingin
14,6.
Jú, samanumtikið sera
áhugavert. Bert spell, at ein
persónur við so stórum
virkisøki, ikki hevur nakran
týdning í programminum
hjá okkara fjølmiðlum.
Talvkongurin er bæði væl
og virðiliga umrøddur og
verður tað helst teir næstu
dagarnar eisini, og alt gott
um tað. Men vónandi fara
okkara
fjølmiðlafólk
í
framtíðini at geva gætur
hvat hendir í talvinum hjá
konganna Kongi.
Aril Edvardsen – bygdardrongurin,
sum gjørdist heimsevangelistur
Aril Edvardsen, evagelistur
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 107 - 8. juni 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Stóra árliga Hvítu-
sunnustevnan í
Ítróttarhøllini á Nabb
við kenda norska
evangelistinum Aril
Edvardsen fylti enn
eina ferð høllini við
spentum áhoyrarum
og nógvum sangi.
Eisini børnini høvdu
sína egnu hvítu-
sunnustevnu í B36
húsinum og dámdu
sera væl.
Frítór Debes
Tað var evangeliska sam-
takið KARISMA, ið hevði
tikið stig til at bjóða kenda
norska evangelistinum úr
Kvinesdal í Noregi henda-
vegin. Aril Edvardsen hev-
ur virkað í tænastu Harrans
í yvir 40 ár og hevur sæð
ótalligar skarar av menn-
iskjum boygt síni knø fyri
Jesusi Kristusi. Í dag góð
40 ár eftir, at hann fekk
visiónina fyri heimsmissi-
ón, so fevnir arbeiði hans-
ara út frá Sarons Dal yvir
200 londum. Hetta sigur
ikki so lítið um mannin
handan boðskapin. Aril
Edvardsen er uttan iva tann
norðurlendingurin, ið hevur
tosað til flest menniskju
nakrantíð. Arbeiðsøki hans-
ara er ógvuliga víðfevn-
andi: Hvørt ár hevur hann
stórar evangeliskar kamp-
anjur runt um í heiminum,
har nógv menniskju verða
frelst og grødd. Ein bræv-
skúli er eisini, ið hevur havt
yvir 4 mill. næmingar, har
flestu teirra eru blivin per-
sónlig kristin. Media ar-
beiðið strekkir seg víða.
Via satelitt nær hann uml.
1,2 milliardir menniskju
hvønn dag í vikuni við
evangeliinum. Sarons Dal
hevur potentiali til at senda
til allan heimin via satelitt
uppá 2 sekund. Men sum
vit vita, so kosta sendiloyv-
ini sera nógv. Ein onnur
grein, ið hevur eyðkent ar-
beiði útfrá Sarons Dal sera
nógv, er Innfødd Evangelist
Missión, ið hevur havt í
túsundatali av innføddum
trúboðarum síðani fyrst í
60unum. Í dag hevur missi-
ónin ábyrgd fyri uml. 1200
monnum og kvinnum runt
um í heiminum. Hesi eru
øll á lønarlistanum hjá Sar-
ons Dal. Skoytast skal ann-
ars uppí, at nógvir eru teir
føroyingar, ið hava stuðlað
hesum sera effektiva ar-
beiði gjøgnum nógv ár.
Viðvíkjandi Aril Edvardsen
kann eisini skoytast uppí, at
hann hevur skrivað yvir 40
bøkur.
Nógv leitaðu sær
niðan at hoyra
evangelistin
Tað var stuttligt at síggja
ung sum eldri leita sær
niðan á Háls fyri at hoyra
kenda evangelistin. Og
Orðið fingu tey so sanni-
liga at hoyra. Hetta var ikki
einhvør. Tað sást á øllum
brøgdum, at hetta var ein
prædikumaður í tungvekt-
klassanum í heimsformat.
Við hvørt so rungaði láturin
gjøgnum høllina fyri síðani
at lata álvarsemi taka yvir
aftur. Møtini vóru ein
blanding av vekingarmøt-
um og undirvísing. Á
kvøldmøtunum bleiv bjóð-
að fram til frelsu og fleiri
vóru tey, ið góvu síni lív til
Jesus Kristus. Eitt annað, ið
eisini eyðkendi hesi møti
var, at nógv fráfallin leitaðu
sær aftur til Harran.
Av tí, at tað var Karisma,
ið skipaði fyri møtirøðini,
so vóru tað fólk frá teimum
ymsu samkomunum, sum
luttóku bæði við at leiða tey
ymsu møtini og viðvíkjandi
sanginum.
Børnini høvdu sína
egnu
hvítusunnustevnu
Eitt tiltak, ið eisini gav stór
úrslit, var at B36 húsið varð
leigað til at hava barnamøt-
ir í meðan kvøldmøti var í
høllini á Nabb. Hetta vísti
seg eisini at eydnast sera
væl. Tað var soleiðis, at
børnini komu við foreldr-
um sínum á møti uppi í
høllini og vóru við tann
fyrsta hálva tíman, meðan
sungið bleiv. Síðani mar-
sjeraðu øll 2-300 børnini
oman í B36 húsið, har nógv
spennandi bíðaði teimum.
Har kundu tey syngja,
hoyra orðið, spæla, síggja
drama, klovnar, fáa okkurt
til ábit o.s.fr. Tað sást og
hoyrdist á øllum brøgdum,
at børnunum dámdi hetta
sera væl. So uttan iva verð-
ur hetta eitt afturvendandi
tiltak fyri børnini á Hvítu-
sunnu. Eisini kann skoytast
uppí, at t.d. tað eina kvøld-
ið fingu øll børnini eina
forgyltað medalju um háls-
in, har skrivað stóð: hvítu-
sunnustevnan 2001. Fólk
frá teimum ymsu samkom-
unum tóku sær av hesum
barnamøtum. Saman um
tikið so eydnaðist hetta til-
takið hjá børnunum sera
væl.
Boðskapurin hjá Aril
Edvardsen
Tað, ið eyðkendi vekingar-
boðskapirnar hjá Aril E.
vóru tær klassisku evangel-
isku talurnar. Stuttligt var
at hoyra hann útleggja
Guds Orð og tala við einum
slíkum myndugleika, ið
bert persónar, ið hava hoyrt
frá Himlinum kunnu gera.
At boðskapirnir hava sett
seg fast hjá áhoyrarunum í
nógv ár fram er einki at
ivast í. Saman um tikið má
sigast, at Hvítusunnustevn-
an 2001 var væl eydnað.
Vónandi verður tað ikki
long tíð til Aril Edvardsen
kemur aftur til hesar oyggj-
ar.
Karisma skipaði fyri:
Stór hvítusunnustevna við Aril Edvardsen
Stórur áhugi var fyri árligu hvítusunnustevnuni í Ítróttarhøllini á Hálsi, við norska evangelistinum Aril Edvardsen
Tummas Jacobsen,
samkomuleiðari í Filadelfia
í Havn
C
M
Y
K
14