Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 107 - 8. juni 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Platform eitur nýggjasta diskotekið í Havn. Stjórin eitur Havgrím Johannesen, og er eisini einasti eigari. Sosialurin var mikumorgunin niðri í Havnar klubba, har Platform heldur til, og fekk eitt prát við Havgrím. Óluva Ellingsgaard Fyri umleið fýra vikum síðani var leigusáttmálin undirskrivaður, og nakrar dagar aftaná kundi Hav- grím byrja at »flyta inn« í Klubban. Seinasta fríggja- kvøld var longu opið fyrstu ferð. Tað hevur altso einans tikið tríggjar vikur at fáa alt klárt. Hetta hevur ikki verið heilt uttan stríð. Tað hevur verið arbeitt í døgndrift, og mestsum alt er sjálvboðin hjálp. Havgrím metur seg at hava spart eini 100.000 krónir við hesum, og er hann sera takksamur fyri alla tað hjálp hann hevur fingið. Heini Weihe frá ErgoDesign hevur designað alt innan, meðan Magnus Bjarnarson hevur saga og smíða barrdiskar, og har afturat hevur nógv hjálp verið frá vinum. Alt er ikki heilt liðugt enn, men tað er ikki nógv sum manglar. Inni er ljóst, veggirnir eru hvítir og møblarnir eisini, og millum annað tað sum manglar, eru nakrir hvítir leður barrstólar. Myndirnar sum hanga inni í Konga- sælinum eru 150 ára gaml- ar, tær blivu málaðar uppá sjálvar veggirnar í gamla klubbanum, og tá hann var rivin niður, blivu myndirnar skornar út úr vegginum, og ramma koyrd rundan um. Og nú hevur Havgrím fingið loyvi at hava tær hangandi í sínum nýggja diskotekið. Fríggjakvøldið var sum sagt opið fyrstu ferð. Or- søkin til at tað ikki var bliv- ið lýst, var tí at eingin var heilt sikkur uppá, um tað mundi fara at blíva liðugt til tíðina. Men tað gekk - og sjálvt uttan lýsingar komu knapt 300 fólk forbí. Leyg- arkvøldið var opið fyri inn- bodnum, og húsið var fult alt kvøldið. Havgrím ætlar sær ikki at stilla seg í hurðina og sortera fólk. At byrja við verður tað ikki nakað ald- ursmark sum so, men fer tað at vísa seg at verða ein trupulleiki, er ætlanin at alduramarkið skal verða 20 ár. Umframt, at hava opið sum eitt vanligt diskotek í vikuskiftinum, er eisini ætlanin at leiga út mitt í viku, sum til dømis til inn- bodnar døgurðar ella brúd- leyp. Hann hevur longu fleiri avtalur. Millum annað skal tann íslendski forsæt- isráðharrin hava døgurða fyri einum 100 fólkum seinast í juni mánaði. Sta- vanger kommuna hevur eisini leiga Platform til eina gallaveitslu í summar. Sta- vanger er ein tann størsti oljubýurin í norðurlondum, og tí kundi tað ikki verið meira upplagt enn at leiga Platform - ! Hetta fekk okkum inn á oljuna. Orsøkin til at Hav- grím hevur valgt at kalla diskotekið hjá sær platform er einkul. Vit vita øll hvat ið hendir innanfyri olju- heimin í Føroyum í dag og hvussu aktuelt tað er, so einki hevði verið meira passandi enn eitt »oljudis- kotek«. Tá tú ert komin inn á Platform kanst tú fara bæði til supplybase 1 ella supplybase 2, sum hann hevur valgt at kallað barr- irnar. Har hevur tú møgu- leikan at keypa sjussar sum Oil Rig, Refinery ella Olju- tunna. Eisini fært tú »shots- ar« sum Bensin, Diesel ella spillolja. Umframt hetta, er ætlanin at starvsfólkið skulu verða í onkrum ser- ligum klæðum. Men var tað ikki meiningin at tað skuldi eita 25-35? »Jú, men mær dámdi ikki navnið, tí tá hevur tú beinanvegin lagt teg út eftir einum serstak- um aldursbólki, og tað haldi eg ikki er so gott«, sigur Havgrím sum nú einsamallur hevur opnað Platform. Upprunaliga var meiningin at hann og eig- arnir av Club 20 og Cafè Natúr skuldu reka diskotek- ið saman. Starvsfólkið, sigur Hav- grím, er tað besta í Føroy- um. Hann hevur fingið eitt sindur úr hvørjum stað kann man siga. Onkur er komin frá Club 20, onnur frá Casablanca og tey triðju frá Kagganum. Hann hevði longu fyri eini tíð síðani, skaffa sær fólk til at arbeiða seinasta vikuskiftið, men skuldi hava nøkur afturat. Hann setti eina lýsing í Sosialin og ikki færri enn 70 fólk søktu. Spurdur um hann ætlaði at hava mest DJ ella um livandi musikk, svaraði hann: »eitt sindur av hvørjum«, hann ætlar sær at royna at hava livandi musikk umleið triðja hvørt vikuskiftið. Og hetta verður við bólkum sum All That Rain, sum eisini spældu seinasta vikuskiftið, Tangz, Taxi og Hjarnar. Christian og Michael til Føroyar Í dag koma Christian og Michael til Føroyar, teir kenna øll sum fylgdu við í Barrini, sum var send á TV3 fyri nøkrum vikum síðani. Teir skulu verða barrvørðar á Platform hós- kvøldið og fríggjakvøldið. Hóskvøldið frá kl. 21 til 24! Tá eg spurgdi Havgrím hvar hann hevði fingið hetta hugskotið frá, segdi hann: »eg havi leingi ar- beitt við marknaðarføring, millum annað stóð eg fyri fyrireikingunum tá DAD og D. J. Alligator vóru í Føroyum. Og skuldi tí vita hvat skal til fyri at fáa fólk áhugaði«. Hann sigur at tað er eing- in trupulleiki at fáa tón- leikabólkar ella einstakl- ingar til Føroyar. »Eg ringdi bara niður til Dan- markar og spurdi. Tað er eisini gott at hava tær røttu kontaktirnar, og hví ikki brúka pengarnar upp á eitt tiltak sum hetta, tá tú alíkavæl hevði brúkt líka nógvar pengar, ella kanska meira, uppá t.d. eina sjón- varpslýsing«. Aftaná at hava sæð Plat- form og tosa við Havgrím, verður tað spennandi at síggja hvussu fer at gangast honum. Hetta vikuskiftið fara uttan iva nógv fólk at koma, og síggja teir báðar frá barrini. Við hesum, fara vit at takka stjóranum á Plat- form, Havgrím Johannesen fyri prátið. Hann er nú ein- ans stjóri í talu, tí sambært tí føroysku, eitt sindur av- oldaðu rúsdrekkalógini, er tað bara loyvi at geva skeinkiloyvi til fólk yvir 25 ár, og tá Havgrím einans er 23 ár, er tað í veruleikanum mamma hansara sum er stjóri, so at enda vilja vit ynskja teimum báðum góða eydnu við Platform. Platform Havgrím (høgrumegin) saman við einum vini Hyundai Santa Fe kom á amerikanska marknaðin í 1999, og til Europa í 2000. Orsakað av tí ovur- stóra eftirspurning- inum eftir bilinum, er hann ikki komin á danska og føroyska marknaðin fyrr enn nú BILAR Magnus Gunnarsson Fyri at tekkjast ameri- kanska og evropeiska marknaðinum, var eitt designstudie í Kalifornia biðið um at teknað Santa Fe. Í sínum byrjunarstøði skuldi Santa Fe verða ein sterkur og annarleiðis fram- tíðarbilur, samstundis skuldi ongin ivast í at hann var ein Hyundai. Úrslitið er ein SUV (Sport Utility Vehicle) bilur, sum livir upp til tað stevnumið, teir settu sær. Hóast bilurin er teknaður í USA, verður hann gjørdur í Korea. Amerikanskar koyrieginleikar Innan er alt merkt av góðum og gjøgnumførdum kvaliteti. Tá man setur seg við rattið á Santa Fe, situr man høgt og væl, eins og alt er gjørt fyri at tey ferðandi skulu sita væl. Í tí rúmligu kabinuni er ríkiligt av plássi til fimm fólk við viðføri. Viðførisrúmið er 833 litrar. Bilurin hevur góðar og tryggar koyri- eginleikar. Fjaðraskipanin minnir nógv hana á ameri- kansku bilunum, og Santa Fe liggur væl og fast á veg- num. Mest áhugaverdur sum diesel Santa Fe fæst við trimum bensin- og einum diesel- motori, sum verður tann mest áhugaverdi her hjá okkum, eins og í nógvum øðrum londum. Bilurin, vit hava fyri okkum, er ein 2.0 GLS 4WD diesel. Hesin fýra syl. CRDi diesel- motorurin við 112 hk og Bosch commonrail tøkni, hevur góða kraft og passar væl til bilin. Bensinmotor- arnir eru: 2.0 litur við 134 hk, 2.4 litur við 145 hk og 2.7 litur V6 við 197 hk. Fimm stjørnur Santa Fe kláraði seg sera væl í amerikansku NCAP- testunum, har hann fekk fimm stjørnur fyri trygdina hjá bilførara og teimum ferðandi. Fýra airbag framman er standard. Ein- ans í standard útgávuni fæst Santa Fe við framhjóls- trekki. Hinar útgávurnar trekkja á øllum 4 hjólun- um, har 60 prosent av kraftini verður yvirførd til framhjólini og 40 prosent til bakhjólini. Um brúk er fyri at deila kraftina annar- leiðis, hevur hann eina viscosekobling sum deilir kraftina til tey hjólini har brúk er fyri tí. Santa Fe er sera væl útgjørdur við øll- um tí, sum hoyrir til ein nú- tímans bil. Nr. 107 • fríggjadagur • 8. juni 2001 • 75. árg. Hyundai Santa Fe – teknaður í Kalifornia, gjørdur í Korea Hyundai Santa Fe 2.0 GLS 4WD Motorurin: 4 syl. 16V 112 hk turbodiesel v. intercooler og common rail innspræning 0-100 km/t: 14,9 sek Oljunýtsla: 13,2 km/l Dekkstødd: 225/70-16 Stødd og vekt: Longd 450,0 cm Breidd 185,0 cm Hædd 168,0 cm Eginvekt 1650 kg Totalvekt 2375 kg Viðførisrúm 833 litrar Prísur: 2.0 GLS stationvognur kr. 350.750,- 2.0 GLS vøruvognur kr. 280.750,- Søluumboð: P/F Norðbil Oyggjarvegur FO-110 Tórshavn Tel. 313707 Hyundai Santa Fe er teknaður í Kalifornia og gjørdur í Korea Mynd: Jens K. Vang Innan er alt merkt av góðum og gjøgnumførdum kvaliteti Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16 Í Býin