mikudagur 6. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 26 - 6. februar 2008
- Føroyskir myndug-
leikar fáa atgongd
til allar upplýsingar,
ið koma fram, nú
danska stjórnin
fer at hyggja nærri
at upplýsingum
um møguligan
CIA-fangaflutning
í loftrúminum
hjá Grønlandi og
Danmark, sigur
Edmund Joensen,
fólkatingsmaður
FÓLKATINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ljós verður nú sett á spur
ningin, um amerikanska
fregnartænastan, CIA, ólóg
liga hevur brúkt grønlendskt
og danskt loftrúm til flutn
ing av fangum. Tað sigur
Edmund Joensen, fólka
tingsmaður.
– Føroyingar fáa atgongd
til allar upplýsingar. Har
umframt er greitt, at um tað
kemur fram í ljósið, at før
oyskt loftrúm er brúkt ólóg
liga, so verða aktivitetir í
føroyskum loftrúmi eisini
væl og virðiliga eftirhugdir,
sigur hann.
Hetta er greitt, eftir at
Edmund
Joensen
hevur
tosað við Per Stig Møller,
uttanríkisráðharra.
Eg fegnist um sam
starvið við donsku stjórnina
um CIAmálið, ið kemur til
viðgerðar í Fólkatinginum
seinnapartin í. Tí er undirrit
aði eisini við sum uppskot
stillari saman við stjórnini,
ið skjýtur upp fyri Fólka
tinginum, at stjórnin nú
skal hyggja nærri at tíðindu
num um ólógligan CIA
fangaflutning, sigur Ed
mund Joensen.
Orsøkin til, at hyggjast
skal nærri at møguligum
CIAaktiviteti í loftrúminum
hjá Grønlandi og Danmark,
er ein dokumentarsending í
Danmarks Radio í farnu
viku. Í sendingini varð ført
fram, at amerikanska fregn
artænastan hevur staðið fyri
fangaflutningi í grønlendsk
um loftrúmi.
Í sendingini hjá DR,
“CIA´s danske forbindelse”,
varð einki nevnt um før
oyskt loftrúm. Kortini er nú
tryggjað, at føroyskt loftrúm
verður kannað, um ábend
ingar á nakran hátt koma
um ólógligar aktivitetir á
okkara øki – umframt at
føroyingar fáa atgongd til
allar upplýsingar í arbeiðs
bólkinum hjá donsku stjórn
ini.
Í arbeiðsbólkinum hjá
stjórnini, ið skal koma við
einari frágreiðing, eru um
boð fyri danska Uttanríkis
ráðið,
løgmálaráðið
og
Flutningmálaráðið – og so
eru umboð fyri Føroyar og
Grønland boðin at verða
við í arbeiðinum, sigur Ed
mund Joensen.
Tað er av størsta týdningi,
at loftrúmið hjá ríkisfelags
skapinum, herundir før
oyskt loftrúm, ikki verður
brúkt til endamál, sum
stríða ímóti fólkarættinum
ella við tí fyri eyga at bróta
mannarættindi, heldur Ed
mund Joensen, fólkatings
maður.
Sum formaður í
Føroyanevnini hjá
Fólkatinginum og
limur í uttanríkis-
nevndini fær Edmund
Joensen nógv at gera
á fólkatingi. Umframt
fólkatingsessin er
fyriverandi løgtings-
formaður meinigur
løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin.
Hann fer í farloyvi, tá
tað er neyðugt
FÓLKATINGIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Edmund Joensen ætlar sær
at vera rættiliga aktivur í
fólkatingsarbeiðinum.
Hann varð valdur í fólka
tingið á fólkatingsvalinum
13. november í fjør, men
hann fór í farloyvi eftir at
hava møtt á fyrsta fundinum,
tí sum løgtingsformaður
kann hann ikki hava annað
starv.
Eg hava boðað fólkating
inum frá, at eg tók við aftur
sum fólkatingsmaður, tá
løgtingið kom saman leygar
dagin, sigur Edmund Joen
sen, sum leygardagin aftur
gjørdist fólkatingsmaður.
Edmund Joensen varð
eisini valdur á fólkating í
1994. Men beint eftir valið,
varð hann valdur til løg
mann, og Johannes Marten
Olsen røkti fólkatingsstarvið
fram til valið í 1998, tá
Sambandsflokkurin
misti
sæti á fólkatingi.
Edmund Joensen er for
maður í Føroyanevndini hjá
Fólkatinginum, og hann er
eisini limur í Uttanríkis
nevndini.
Tí fari eg at hava nógv
at gera í fólkatingsarbeiði
num – serliga í hesum
nevndum, sigur Edmund
Joensen. Hann sigur, at
uttanríkisnevndini
hevur
sera nógv samskiftið við
stjórnina í uttanríkismálum,
og hon ferðast nógv til tey
lond, sum stjórnin samskifti
við.
Edmund Joensen nú mein
igur tingmaður fyri Sam
bandsflokkin. Hann ætlar
kortini at hava farloyvi í
løgtinginum, tørvur er á tí í
samabandi við fólkatings
starvið.
Kom til kunnandi tiltak
um ES-fíggjaða gransking
Hósdagin 7. februar kl. 13.15
verður eitt kunnandi tiltak um ES-
fíggjaða gransking og um, hvussu tað
ber til hjá føroyskum granskarum at
fyrireika seg til luttøku í FP7.
Tiltakið verður á deildini hjá Søgu- og
samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu
25. Kunningartiltakið byrjar klokkan
13.15 og endar klokkan 16.00.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga
vælkomin.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
Kl. 13.15 – 13.30:
Føroyska NCP-umboðið John D. Olsen
býður vælkomin og kunnar yvirskipað
um FP7
Kl. 13.30 – 13.40:
Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi á
Løgmansskrivstovuni: Tilsøgn um
atlimaskap – og hvat so?
Kl. 13.40 – 14.10:
Ólavur Gregersen, Bitland: Okkara
royndir og ætlanir við rammuskráum
hjá ES
Kl. 14.10 – 14.30:
Kaffisteðgur
Kl. 14.30-15.30:
Poul Petersen, senior ráðgevi
innan ES-fíggjaða gransking á
Keypmannahavnar Universiteti og
NCP-umboð fyri Føroyar: Hvordan kan
færøske forskere forberede sig til at
deltage i FP7?
Kl. 15.30 – 16.00
Spurningar og viðmerkingar annars
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at
venda tykkum til Granskingarráðið, tel.
567800, ella umvegis t-post til
john@gransking.fo ella
kristianna@gransking.fo.
Bryggjubakki 12
Postrúm 259
FO-110 Tórshavn
Tel + 298 567800
gransking@gransking.fo www.
gransking.fo
Føroyingar við í
CIA-arbeiðsbólk
Edmund Joensen fer at brúka
nógva tíð á fólkating
Edmund Joensen er
nú fólkatingsmaður,
og hann ætlar sær at
brúka nógva tíð til
fólkatingsarbeiðið
Karsten avloysti Magna
Í gjár var vaktarskifti í Fíggjarmálaráðnum, tá Karsten
Hansen loysti av Magna Laksafoss sum landsstýrismaður í
fíggjarmálum. Bæði fráfarandi landsstýrismaðurin og nýggi
landsstýrismaður søgdu nøkur orð, og Petur Alberg
Lamhauge handaði teimum blómur. Frá starvsfólkunum í
Fíggjarmálaráðnum og á Lønardeidini fekk Magni
Laksafoss ein málning úr Vágum, sum Pól Skarðsenni hevur
málað.