mikudagur 6. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
Listamálarin Tor
bjørn Olsen gerst
støðugt djarvari og
meir provokerandi í
síni nýtslu av litum
sæst á framsýning í
Galerie Focus, har 23
av hansara nýggjastu
málningum eru at
síggja
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Føroyski listamaðurin, ið er
serliga kendur fyri sínar lit
sterku myndir, er ikki vorð
in spakari við árunum.
Heldur øvut. Nógvir av han
sara nýggjastu málningum,
ið eru at síggja í Galerie
Focus, eru mest at líkna við
kensluligar liteksplosiónir.
Ikki glaður við vilja
Litríku málningarnir hjá
Torbjørn Olsen geva ofta
fatan av einum serliga glað
um listamanni, men hetta
er ikki tilætlað sambært
listamanninum.
Eg máli ikki glaðar mál
ingar við vilja. Ikki tí, eg
gangi ikki og eri tungur í
huga, men sterku litirnir
endurspegla mínar sterku
kenslur – sum ikki altíð nýt
ast at vera so glaðar, sigur
Torbjørn Olsen.
Hann greiðir frá, at jú
meir intenst, hann arbeiðir
við einum málningi, jú
ógvusligari
og
sterkari
verða hansara kenslur mót
vegis myndevninum. Har
við traðkar ítøkiliga mynd
evnið í bakgrundina, meðan
kensluligu tulkingarnar av
tí taka yvir og fáa sítt egna
lív og útrykk í sterkum lit
um.
52 ára gamli listamaðurin
byrjaði sum heilt ungur at
royna seg við sterkum lit
um, og er ongantíð hildin
uppat aftur.
Tað liggur avgjørt fram
vegis ein stór avbjóðing í at
arbeiða við litum. Eg haldi
meg vera vorðnan djarvari,
frekari á ein hátt og nú roy
ni eisini eg at mála skjótari,
sigur listamaðurin.
Fyri Torbjørn er tað heilt
avgerandi at kunna mála
skjótt fyri best at fanga løt
una og ljósið.
Eg vildi ynskt, eg fekk
málað ein risastóran máln
ing í trimum, skjótum strok
um. Tað hevði nokk verið
tann ultimativa myndin fyri
meg beint nú, hugleiðir
listamaðurin.
Tulkandi
andlitsmyndir
Torbjørn Olsen er uttan iva
tann føroyski málarin í
nýggjari tíð, ið hevur gjørt
mest burtur úr andlitsmynd
um. Eini tríggjar andlits
myndir eru við á hesi fram
sýningini, og avdúka tær, at
listamálarin hevur sina heilt
egnu fatan av, hvat eitt gott
portett er.
Víst skal ein andlitsmynd
líkjast persóninum, men
hvør skal gera av, nær hon
líkist mest? Vit menniskju
síggja jú oftast somu menni
skju rættiliga ymiskt. Eg
kann halda onkran vera
vakran, meðan tú heldur
viðkomandi vera heldur
misháttan. Mínar andlits
myndir
kunnu
ongantíð
verða annað enn útrykk fyri
mína subjektiva fatan av
júst hesum andlitinum, stað
festir Torbjørn Olsen.
Best dámar honum, um
hann fær stundir at koma at
kenna persónin, hann skal
mála. Ein góð andlitsmynd
skal nevniliga eisini endur
spegla sinnalag, verumáta
og annað, ið eyðkennir per
sónin,
heldur
Torbjørn
Olsen, sum onki hevur ímó
ti, at andlitsmyndir ofta eru
rættiliga bundnar uppgáv
ur.
Eg kenni meg ikki bund
nan á ein avmarkandi hátt
av andlitsmyndum. Eg haldi
tað hinvegin vera sera
spennandi at royna at fáa
júst mína uppliving av per
sóninum fram. Tí brúki eg
heldur ongantíð eina foto
mynd av viðkomandi at
mála eftir – so hevði eg jú
ikki upplivað persónin, sig
ur Torbjørn Olsen, listamál
ari.
22 bólkar húsast í Dávavirkinum
Tað eru bert fáir mánaðir síðani at Dávavirkið í Klaksvík varð "umbygt"
til eitt spælistað fyri tónleikahugaðar klaksvíkingar. Longu nú venja einir
20 bólkar her, teir flestu úr Klaksvík, men eisini onkur úr Eysturoynn.
Bara í ár eru 5 bólkar komnir aftrat, sigur leiðarin, Beinta Árnadóttir
Gregersen við Norðlýsið.
Nógv bygging í Skopun
Tað verður framvegis bygt nógv í nýggja býlinginum í
Skopun, í Gerðinum. Grundin á myndini er júst stoypt,
og fyrsta dagin verður farið undir at stoypa eina aðra í
somu útstykking. Heimasíðan bkv.fo skrivar, at eini hús
vórðu reist og innilokað beint fyri jól. Annars eru trý
hús liðug, og har fólk eru flutt inn.
Djarvur Torbjørn í Focus
Framsýningin hjá Torbjørn Olsen í Galerie Focus letur upp
fríggjadagin kl. 16.
Við á framsýningini eru 23 málningar, harav teir allarflestu
eru málaðir í ár.
Framsýningin verður opin fram til 22. februar - týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18
FAKTA
- Um eini 20 ár tori eg kanska at royna meg við svørtum. Tað
hevði verið spennandi, tí svart er í grundini ikki ein litur,
hugleiðir listamaðurin, ið er kendur fyri sínar litsterku myndir
Ein risastórur málningur, málaður við trimum, skjótum
strokum, má vera tann ultimativa myndin, heldur Torbjørn
Olsen
Ein knallreyður prikkur mitt í einum landslagi er bert ein av
áhugaverdu provokatiónunum á nýggju framsýningini hjá
Torbjørn Olsen