mikudagur 6. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
- Mín einasta niður-
støða má verða, at eg
ikki havi havt und-
irtøku í tingmanning-
ini. Eg veit, eg var í
uppskoti, men eingin
semja er fingin um
hvørki meg ella Olgu
Biskopstø. Og tað er
bara veruleikin, sigur
Heidi Petersen
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Eg kenni onga grund. Men
eg veit, at felagið her norðuri
innstillaði meg til landsstýr-
issessin sum mentamála-
ráðharri. Meiri dugi eg ikki
at siga, sigur Heidi Petersen,
tá Sosialurin spyr, hvussu
tað bar til, at hon ikki gjørd-
ist mentamálaráðharri.
Tjóðveldiskvinnan úr Vest-
manna vísir á, at hon var ikki
við til tingingarnar um lands-
stýrissessirnar, tí tað er eitt
mál, sum verður avgjørt í
tingbólki og floksleiðslu.
- Eg veit tí einki annað
enn, at eg kann ímynda mær,
nóg stór undirtøka ikki var í
tingbólkinum at velja hvørki
meg ella Olgu Biskopstø.
Men hetta er ein demokrat-
iskur framferðarháttur, og
tað ætli eg mær at góðtaka,
sigur Heidi Petersen.
Hon sigur, at hon einki
orð hevur hoyrt um, hví hon
ikki fekk neyðugu undir-
tøkuna í flokkinum.
- Eg vil ikki siga, at eg eri
beinleiðis vónbrotin. Hin-
vegin var eg spent upp á at
vita, um luturin fall á meg,
nú eg var í uppskoti. Tað er
eingin loyna, at júst mentan-
arøkið er tað, sum eg havi
fingist eina mest við sein-
astu fýra árini á tingi. Tí meti
eg eisini, at eg havi neyðugu
royndirnar til ein slíkan sess,
sigur Heidi Petersen.
Aftur um brekkur
Men hon hevur hvørki hoyrt
orð ella eið frá hvørki floks-
formanni ella tingbólki, og
sigur seg – eins og Heini O.
Heinesen – ikki hava fingið
lyfti um nakað sum helst
sum plástur á sárið, nú hon
ikki
gjørdist
mentamálaráðharri.
- Eg havi einki fingið at
vita, men eg kenni spæli-
reglurnar, og góðtaki tær
eisini, sigur Heidi Petersen.
Tað undrar hana kortini,
at telvingin hjá Tjóðveldi í
síðsta enda førdi til, at flokk-
urin fór heilt út um politiska
spektrið at finna mentamála-
ráðharran. Sum kunnugt fall
valið á Kristinu Háfoss, ið
hevur verið púrasta óvirkin í
politikki seinastu fýra árini.
- Við hesum valinum hev-
ur flokkurin megnað at mið-
savna øll fýra landsstýris-
fólkini í miðstaðnum. Gam-
aní er Tobbi av Glyvrum,
men hann býr sum hin fjórði
í Havn. Og tað er óheppi og
eisini nakað, sum kann koma
flokkinum aftur um brekku
seinni, sigur Heidi Petersen.
Ikki á latu síðuni
Men hvussu er og ikki, so
hevur alt hetta ført við sær,
at Heidi Petersen endurvinn-
ur sítt sæti á tingi. Og tað er
hon sera væl nøgd við.
- Mær hevur dámað ógvu-
liga væl at siti á tingi seinastu
fýra árini, og eg gleði meg at
taka hetta arbeiði upp aftur,
sigur Heidi Petersen.
Og hóast nýggja sam-
gongan má sigast at hava
fingið eina rokasliga byrjan,
hevur Tjóðveldiskvinnan úr
Vestmanna góðar vónir um,
at samstarvið fer at halda
komandi fýra árini.
- Um fólk eru innstillað
upp á at samstarva komandi
fýra árini, og hava viljan at
halda stevið, so vænti eg av-
gjørt, at vit megna at halda
upp á samgonguna alt sam-
gonguskeiðið, sigur Heidi
Petersen, sum altso ikki
gjørdist mentamálaráðharri,
hóast hon var í uppskoti, og
av eygleiðarum mett sum
upplagda boðið.
Mong eru ónøgd
Eg vil ikki siga, at
eg eri beinleiðis
vónbrotin, men
eg var kortini
spent upp á at
vita, um luturin
fall til mín, nú eg
var í uppskoti at
gerast mentamála
ráðharri, sigur
Heidi Petersen
Hóast Vinnuhúsið
fegnast um nógv
av tí, sum stendur í
samgonguskjalinum,
so er hinvegin nógv
sum bendir á, at
nýggja samgongan
hevur góðan hug at
leggja størri byrðar á
vinnulívið
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vinnuhúsið sigur á heima-
síðu síni, at tað tykist, sum
nýggja samgongan hevur
hug at leggja størri byrðar á
vinnulívið, men samstundis
stendur í samgonguskjalin-
um, at ætlanin er at leggja
viðurskiftini soleiðis til rætt-
is, at íverksetan skal stimbr-
ast.
- Vit halda, at tað er ein
ávísur mótsetningur í, at
mann eggjar fólki til íverk-
setan,
samstundis
sum
mann leggur størri byrðar á
vinnuna, segði Marita Ras-
mussen við Rás2.
Hesar øktu byrðar, sum
stjórin í Vinnuhúsinum sip-
ar til, eru eitt nú betrað skip-
an í ALS, barsilstíðin skal
leingjast, útbúgvingargrunn-
ur stovnast, samhaldsfasti
skal hækka, og gjald skal
verða í sambandi við barns-
ins fyrsta sjúkradag.
- Hetta eru typiskt skipan-
ir, sum vinnan er við til at
fíggja, og skulu hesar broyt-
ast og betrast, so merkir tað
alt annað líka, at størri
útreiðslur verða lagdar á
arbeiðsgevararnar,
segði
Marita Rasmussen.
Hinvegin heldur stjórin í
Vinnuhúsinum, at alt kortini
ikki er tann reina neyð og
elendigheit í samgongu-
skjalinum. Har eru eisini
ting, sum vinnan sær posit-
ivt upp á. Kanska serliga
ætlanin um at loysa upp fyri
útlendskari arbeiðsmegi.
- Skulu vit skapa búskap-
arliga menning er tað neyð-
ugt, at vinnan fær neyðugu
karmarnar at virka undir,
eitt nú við at tørvurin á út-
lendskari arbeiðsmegi verð-
ur nøktaður, segði Marita
Rasmussen.
Tola ikki fleiri byrðar
Føroya Arbeiðsgevarafelag
gongur út frá, at vinnan
eins og vanligt er verður tik-
in við, tá talan er um at
broyta og betra skipanirnar.
- Og har vilja vit so bara
vóna, at hesar broytingarnar
eisini fara at betra viður-
skiftini
fyri
føroyska
arbeiðsmarknaðin, og ikki
bara fyri hvønn einstakan,
segði Marita Rasmussen.
Hvør verður avleiðingin,
um orðaði politikkurin verð-
ur førdur út í lívið?
- Tað verður neyðugt at
hyggja at gongdini í vinn-
uni. Úrslitið í fiskivinnuni
seinastu árini hava ikki
givið ábendingar um, at tað
gongur serliga væl. Tað er
tí eingin ivi um, at leggur tú
størri byrðar á tann partin
av vinnuni, fer tað at ávirka
teirra úrslit, segði Marita
Rasmussen.
Hon vísti á, at vit eru í
einari støðugari kapping
við vinnur uttanlands.
- Tað, sum umræður fyri
okkum er, at treytirnar, vinn-
an virkar undir, ikki á nakr-
an hátt ávirkar teirra møgu-
leika at klára seg frameftir,
segði Marita Rasmussen
við Rás2.
Størri byrðar á vinnuna
Har eru bæði góð
og minni góð ting í
samgonguskjalinum,
heldur Marita
Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum
Portalurin slær øll met
Ongan tíð áður hava so nógv fólk vitjað portalin, sum tey
gjørdu í farnu viku. Bæði í tali av brúkarum, vitjanum og
sýndum síðum varð talan um met. Og kanska er tað nakað
um tað, tá sagt verður, at veðrið er tað, sum upptekur
føroyingar mest. Leitast skal nevnliga aftur til illveðrið til
Summarfestivalin fyri at síggja eitt líknandi tal av sýndu m
síðum. Hesa ferð gjørdist talan tó um 3.192.726 sýndar
síður, og tað er nýtt met. Portalurin er langt ovasta síðan á
vevmátingarlistanum hjá Gallup. Næstu síðurnar eru uf.fo,
planet.fo, nummar.fo og sportal.fo
Ov nógv rækjuskip
Ein frágreiðing, sum eitt ráðgevandi felag hevur gjørt um
rækjufiskiskapin á teimum innaru leiðunum í Grønlandi,
kemur til ta niðurstøðu, at myndugleikarnir eiga at skerja
skipatalið, so bara ein tíggjundapartur verður eftir. Men
tað er púra burturvið og letur seg als ikki gera, sigur Finn
Karlsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Ráðgevandi felagið sigur, at skipini eru ov mong í tali og
harafturat gomul, og so fellur prísurin á rækjum eisini.