mikudagur 6. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
Sendinetið hjá
Kringvarpinum
er partur av sam
gonguskjalinum, og
Kristina Háfoss setti
longu fyrsta dagin
arbeiðsbólk at gera
tilmæli um hetta
Sjónvarp
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mest sum í somu løtu,
sum Kristina Háfoss varð
sett í starv sum landsstýris
kvinna í skúla og menta
málum, fekk hon ein
akuttan trupulleika at taka
støðu til. Nevnliga sendi
netið hjá Sjónvarpinum.
Og hóast tað nú bert eru
tveir dagar síðani, at hon
setti seg í sessin, so er hon
longu farin í holt við at
loysa tann trupulleikan.
Tað er eingin loyna, at
tað er gjørt ov lítið við sendi
netið nú í nógv ár. Og tað er
harmiligt, at eingin avgerð
enn er tikin um, hvussu
arbeiðið við at endurnýggja
netið skal fara fram.
Men í samgonguskjal
inum hava tit staðfest, at
netið skal endurnýggjast?
Tað er rætt, men enn er
einki arbeiði gjørt í so
máta. Nú er trupulleikin
vorðin heilt akuttur, og eg
havi biðið embætisfólk
um at fara til verka. Í
fyrsta lagi skal ein lýsing
gerast av, hvørjar ábøtur
eru átrokandi neyðugar. Í
øðrum lagi skal ein ætlan
gerast um, hvussu tað
verður arbeitt frá nú og
fram til tann dagin, tá eitt
nýtt sendinet er klárt. Og í
triðja lagi havi eg biðið
um at fáa neyðuga grundar
lagið til at taka støðu útfrá,
tá avgerð skal takast um,
hvat sendinet verður valt.
Akkurát akutta trupul
leikan við mastrini á Húsa
reyni fái eg so ikki sagt
tað stóra um. Men eg vóni
so, at arbeiðsbólkurin í
Mentamálaráðnum kann
hava eitt liðugt tilmæli um
ein ella tveir mánaðir.
Ónøgd hevur verið um,
at Sjónvarpið als ikki hevur
sent, hóast møguleiki er at
senda til part av landinum
gjøgnum Televarpið og at
leggja sendingar út á netið.
Ert tú samd í teirri avgerð,
sum leiðslan í Kringvarpin
um hevur tikið.
Tað er eitt mál, sum eg
ikki fari at leggja meg út í.
Leiðslan í Kringvarpinum
hevur tikið sína støðu í hes
um, og eg haldi tað als ikki
vera upp til mín at blanda
meg í dagliga leiðsluarbeið
ið, sigur Kristina Háfoss.
Vil bera
skjótt at
Hóast hann kallar
støðuna fyri »eitt flatt
fornemmilsi«, so er
Øssur Winthereig
púrasta samdur í,
at tað gevur ikki
meining at framleiða
sjónvarp í verandi
støðu
Sjónvarp
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mikudag er lítið av fólki til
arbeiðis á tíðindadeildini á
sjónvarpspartinum
hjá
Kringvarpinum.
Tí er dagurin í dag ikki
stórt øðrvísi hjá starvsfólk
unum, enn aðrir mikudagar
eru. Men bæði mána og
týsdagin órógvaði niður
slitna sendinetið.
Í løtuni vita vit ikki tað
heilt stóra. Vit fóru heim
klokkan 16 í gjár, og í morg
in møta vit klokkan 9. Vit
royndu bæði mána og týs
dagin at arbeiða, sum um
vit skuldu í luftina klokkan
19, og fáa vit ikki annað at
vita, so verður tað eisini
støðan í morgin, sigur tíð
indaleiðarin í Sjónvarpinum,
Øssur Winthereig.
Og um vit fáa at vita, at
einki fer í luftina í morgin
heldur, so hava vit nóg
mikið at brúka tíðina til.
Eitt nú til at tosa um viður
skifti, sum vit ongan tíð
annars hava tíð til, tá dead
line stressar arbeiðstímar
nar, heldur hann.
Mugu røkja útjaðaran
Øssur Winthereig dylur tó
ikki fyri, at verandi støðan
er djúpt frustrerandi.
Mánadagin høvdu vit jú
alt klárt. Har var nógv tilfar
at senda, og eisini hildu vit
tað gott tilfar. Tí var tað eitt
rættiliga flatt fornemmilsi, tá
vit bara máttu ásanna, at her
var ikki tað stóra at gera.
Í so máta var støðan nak
að øðrvísi í gjár. Tá royndu
vit at arbeiða, sum um vit
skuldu í luftina. Men tá tað
var greitt, at hetta ikki bar
til, góvust vit bara. Men tal
an var jú framvegis um eina
frustrerandi støðu, sum als
ikki er nøktandi. Eisini hjá
hyggjarunum, sum jú rinda
túsundtals krónur í kring
varpsgjaldi, men sum nú
ikki fáa nakað afturfyri.
Men tit hava møguleika
at røkka parti av hyggjarun
um umvegis Televarpið og
alnetið. Hví valdu tit tann
møguleikan frá?
Har eri eg samdur í
teimum
grundgevingum,
sum kringvarpsstjórin og
formaðurin fyri Kringvarps
stýrinum hava ført fram.
Tá vit eru ein public
service stovnur, so er tað
okkara skylda at veita til øll.
Tað er ein skylda, sum priv
atir veitarar – t.d. Televarpið
– ikki hevur. Okkara skylda
er at hugsa um tey seinastu
prosentini, sum ikki hava
møguleika at síggja Tele
varpið. Og tað er ein skylda,
sum vit ikki tóku í álvara,
um vit bara søgdu, at Tele
varpið og alnetið eru nóg
mikið til at fara í luftina.
Sjálvandi er talan so
eisini um eina kappingar
støðu.
Og
Kringvarpið
eigur ikki at blanda seg upp
í eina kapping millum eitt
nú Televarpið og Canal
Digital. Televarpið hevur
tann fyrimun fram um onn
ur, at tey sleppa inn á signal
ið hjá okkum, áðrenn hetta
fer niðan á Húsareyn. Og tí
er tað skeivt, um eitt privat
felag kann fáa fyrimun av
verandi støðu.
Funnið kikaran fram
Í gjár førdi Kringvarpsstjórin
fram, at avgerin um als ikki
at senda ikki skuldi fatast
sum ein provokatión til
politiska myndugleikan. Og
eisini hesum er Øssur
Winthereig samdur í.
Vit hava fyrst og fremst
okkara skyldu at hugsa um.
Er nøkur provokatión, so er
hendan einar 80 metrar
omanfyri Húsareyn, har
brekið í sendimastrini er.
Og nú dagurin kortini er
leysur, fari eg at hyggja
nærri at hesum. Eg havi júst
latið sonin í, og kikarin er
funnin fram. So nú fara vit
báðir ein biltúr niðan á
Húsareyn,
so
eg
kann
síggja, hvussu leikur fer,
sigur Øssur.
Væl ílætin fór Øssur Wintereig í dag niðan á Húsareyn, so hann við egnum eygum kundi síggja, hvat fyriferst í yvir 100 metra
høgu sendimastrini
Mynd: Álvur Haraldsen
Okkara skylda eru
seinastu hyggjararnir
Ráðharri fær lønarseðlar
Í Íslandi hasva sjúkrarøktarfrøðingarnir sett sær fyri at rætta
eina misskiljing, sum er íkomin í sambandi við, at lønarlagið
hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur fingið almenna umrøðu í
seinastuni. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fer tí at handa
Guðlaugi Þór Þórðarsyni, heilsumálaráðharra lønarseðlar, sum
vísa lønarviðurskiftini. Byrjunarlønin hjá
sjúkrarøktarfrøðingum er umleið 20.000 krónur, og tað er
„einki“, sigur fakfelag teirra.
Guðlaugur Þór Þórðarson er íslendskur heilsumálaráðharri
(Mynd: Vísir)
Sangur og møtir í Klaksvík
Sangbólkurin VITIN og aðrir skipa komandi um vikuskifti fyri møtirøð í Klaksvík.
Byrjað verður í Betesda fríggjakvøldið klokkan 20, har sangbólkurin VITIN luttekur.
Bólkurin Vitin við Torkil Mørkøre sum musikalskum leiðara, er kendur um alt landið
fyri sín lætta sang. Leygarkvøldið kl. 20 verður farið niðan í nýggju Badmintonhøllina,
har Jógvan Mortensen & Co luttaka. Jógvan Mortensen og aðrir hava mannað nýggjan
bólk sum longu hevur sett síni spor runt um í Føroyum. Kristina Bærentsen, sum er
kend um alt landið, bæði í samkomum og í festivalhøpi, er gestasangari hetta kvøldið.
Poul Færø og Rógvi Joensen tala. Aftaná verður kaffi at fáa. Møtidrøðin heldur fram í
Badmintonhøllini sunnukvøldið, har góðar sangkreftir luttaka og Poul Færø, Levi
Joensen og Rógvi Joensen tala. Stórt sæð allir luttakararnir hava sína dagligu tænastu í
samkomuni Betesda í Klaksvík, og fyrireikarnir vóna at so mong sum gjørligt koma.
Longu í somu løtu, sum hon varð tilnevnd landsstýriskvinna,
fekk Kristina Háfoss fyrsta akutta trupulleikan á borðið
Mynd: Jens Kr. Vang