Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 26 - 6. februar 2008 Tyrla rak ross Ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni fekk eina heldur sjáldsama uppgávu nú um dagarnar. Nakrir bøndur høvdu verið í haganum eftir rossum, men nøkur ross sluppu og fóru niðan á eitt fjall. Har fingu rossini einki at eta, so bøndurnir bóðu sjóverjuna um hjálp. Hon sendi alt fyri eitt eina tyrlu avstað. Ætlanin var at flyta nakrar menn niðan á fjallið við tyrluni, men tað vísti seg, at rossini tóku til beins oman av fjallinum, tá tyrlan kom, skrivar Vísir. Mintust skipavanlukkur Fleiri túsund fólk komu í gjár saman í enska býnum Hull í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðani ikki færri enn tríggir enskir trolarar gingu burtur undir Íslandi og við Noreg í 1968. Bara ein av monnunum kom aftur á lívi. Hann æt Harry Eddom og var við trolaranum Ross Cleveland, sum fórst í Ísafjarðardýpinum. Á middegi í gjár var minningarhald á Princes Quay í Hull, har umleið 100 avvarðandi hjá teimum sjólætnu vóru hjástødd. Ein av tyrlunum hjá íslendsku sjóverjuni (Mynd: Vísir) Nakrar fáar dagar eftir løgtingsvalið 19. januar sendi Samtak øllum afturvaldum og nývaldum tinglimum tilsamans 15 ymisk ynskir, sum feløgini í samtakinum hava um broytingar í ymiskum skipanum og viðurskiftum komandi fýra árini Ynskini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Málið hjá Samtaki við til­ takinum var, at teir politik­ arar, sum fóru undir at sam­ ráðast og skriva samgongu­ skjal, fóru at taka hesi punktir við í semjuna mill­ um flokkarnar, sum fóru at skipa landsstýri. ­ Vit meta, at hesi punktir avgjørt kunnu gera Føroyar til eitt betri og rættvísari samfelag, segði Samtak. Eingin spekulatión Millum tey 15 málini, sum feløgini ynsktu í samgongu­ skjalið, var eitt nú ein nýggj og dagførd forsorgarlóg, sum eigur at koma í gildi í seinasta lagi í 2010. Mvg’ið skal lækkast á neyðugum húsarhaldsvørum og heilsu­ góðum vørum, og olju­ avgjaldið skal takast av. Samtak ynskti eisini, at fiskimenn fáa eina serliga skipan í ALS, so teir verða betri tryggjaðir. Mælt verð­ ur til at gera lógir, sum forða fyri privatari speku­ latión í ogn Føroya fólks, og ansast má eftir, at tað almenna ikki missir ognar­ rættin á tí, sum vanliga verður mett sum ogn Føroya fólks. Feløgini hugsa í hes­ um sambandi bæði um fiski­ loyvi, aliloyvi, jørð, olju og onnur náttúruríkidømi. Eftirløn og frítíðarløn Eftirlønin var eisini partur av ynskjunum, og her mæla feløgini til, at allir løntak­ arar við lóg skulu hava eina eftirløn, sum í minsta lagi er 15% av lønini. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu í hesum sambandi hava 10 ára skiftistíð til at fáa síni eftirlønarviðurskifti í rættlag. Eisini mælti Sam­ tak til, at mótrokningin hjá pensjónistum, sum arbeiða, verður lækkað, so hugurin at arbeiða verður styrktur. Frítíðarlønin skal hækka uppí 13,5%, og ásetast skal við lóg, at foreldur hava rætt at verða heima hjá sjúk­ um barni við løn. Tryggingarlógin skal broytast, og lógarkravda vanlukkutryggingin skal áseta, at fólk skulu hava ávegis endurgjald innan eitt ár eftir skaða. Sjúkradag­ peningur og endurgjald til avvarðandi skal eisini hækk­ ast munandi. Samtak mælti eisini til, at brúkaraumboðsmaður verður settur á stovn, og at føroyska brúkaralógin skal fylgja norðurlendskum standardum. Lestur og stuðul Stakir forsyrgjarar, sum eru lesandi, skulu hava dupultan lestrarstuðul, og øll sum fara á miðnámsskúla og á hægri lestur skulu hava útbúgvingarstuðul, hóast tey ikki eru fylt 18 ár. Eitt annað av tilmælunum hjá feløgunum var, at gjøld til eitt nú sjúkrakassa og kringvarp skulu leggjast í skattaskipanina. Arbeiðsgevarar skulu stuðlast í at taka fólk við skerdum førleika í starv, og øll almenn arbeiðspláss, sum hava fleiri enn 15 starvsfólk, skulu binda seg til at taka fólk í vard størv. Ynskilisti hjá Samtaki Samtak mælti myndugleikunum til at forða fyri privatari spekulatión í ogn Føroya fólks, og í hesum sambandi hugsa feløgini bæði um fiskiloyvi, aliloyvi, jørð, olju og onnur náttúruríkidømi Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg haldi, at fyri okkara limir sær samgonguskjalið bara heilt væl út - ja, so væl, at tað kanska er lættari at vísa á viðurskifti, sum slett ikki eru komin við, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi hjá Samtaki samgonguskjal Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sonja Jógvansdóttir, sum er samskiftisráðgevi hjá Sam­ taki, ið umboðar Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Før­ oya Fiskimannafelag, hel­ dur, at feløgini hava fingið fleiri av sínum ynskjum við í samgonguskjalið, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkur­ in og Miðflokkurin hava lagt fyri dagin, nú flokkarnir hava skipað samgongu. ­ Vit eru ógvuliga fegin um, at fleiri av okkara ynskjum eru nevnd í sam­ gonguskjalinum. Nøkur við­ urskifti eru ítøkiliga orðað, og onnur eru kanska minni ítøkilig, men ábendingar eru kortini um, at flokkarnir hava hesi við í sínum poli­ tikki. Hon heldur, at nøkur við­ urskifti í einum samgongu­ skjali skulu »tulkast«, sum hon tekur til, og við góðum vilja heldur hon, at feløgini hava fingið rættiliga fitt av sínum við. ­ Eg haldi, at fyri okkara limir sær samgonguskjalið bara heilt væl út ­ ja, so væl, at tað kanska er lættari at vísa á viðurskifti, sum slett ikki eru komin við, leggur hon aftrat. MVG’ið tyngir Sonja vísir á, at tíverri sæst einki í samgonguskjalinum um, at ætlanin er at lækka mvg’ið á eitt nú neyðsynjar­ vørum í húsarhaldinum og heilsugóðum vørum. ­ Fleiri lond hava lækkað mvg’ið á matvørum og húsarhaldsvørum, men líkt er ikki til, at hetta verður gongdin her hjá okkum. Hon sigur, at prísirnir á matvørum og øðrum neyð­ synjarvørum eru nógv øktir seinastu tíðina, men hetta er ikki bara galdandi í Føroyum. ­ Eg havi merkt mær, at eisini í Danmark hevur nógv kjak verið um prís­ hækkingar, og Danmark verður mett at verða eitt hitt dýrasta landið í Evropu, tá ið ræður um vanligar húsar­ haldsvørur. Í hesum sambandi reisir Sonja spurningin, hví vit keypa flestur vørur úr Dan­ mark ­ og ikki aðrastaðni, har vørurnar eru bíligari. ­ Hví keypa vit ikki fleiri vørur úr eitt nú Bretlandi, sum er eitt munandi bíligari land. Er tað tí, at ríkisfelags­ skapurin hevur við sær, at umboðini fyri Bretland sita í Danmark ­ ella er tað tí, at føroyski marknaðurin er so lítil, at stóru fyritøkurnar tíma ikki at fáast við okkum, spyr hon og heldur fyri, at tað kanska hevði veirð áhugavert at fingið eina »útsøgn« frá føroyska handilslívinum um hesi viðurskifti. Sonja heldur, at tað styrkt um trúvirðið hjá handilslív­ inum og teimum, sum veita tænastur, um vit høvdu ein vælvirkandi brúkarastovn í Føroyum sum syrgdi fyri, at kappingarreglurnar í størri mun verða fylgdar. ­ Hugsa vit okkum, at mvg’ið hevði lækkað á eitt nú neyðsynjarvørum og hús­ arhaldsvørum, hevði verið neyðugt, at ein brúkara­ stovnur ansaði eftir, at lækk­ ingin ikki fór útaftur í øktum vinningi hjá handils­ lívinum. Oljuavgjaldið Samskiftisráðgevin harmast um, at einki sæst í sam­ gonguskjalinum um, at olju­ avgjaldið, sum er ein tungur kleppur fyri føroysku húsar­ haldini, fer at lækka, so lættari verður hjá familjun­ um at fáa gerandisdagin at hanga saman. ­ Eg havi ikki heft meg við, at frítíðarlønin skal hækka sambært samgongu­ skjalinum. Tey flestu hava frí við løn, men tey, sum ikki hava tað, hava rætt til fimm vikur frí. Trupulleikin hjá teimum, sum ikki hava frí við løn, er, at tað er ein rúgva av døgum, har tey onga løn hava. Hesi eru soleiðis við skerdan lut í verandi skipan. Sonja hevur tó góðar Samgonguskjal