mikudagur 6. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
Eftirlit við flogførum
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkispolitiskum
viðurskiftum, Aleqa Hammond, gav í gjár loftferðslumyn
dugleikunum boð um at skipa fyri eftirliti á øllum
landsins flogvallum. Hon hevur samstundis álagt
myndugleikunum at kunna øll sivil flogfør, sum lenda í
Grønlandi, um eftirlitið. Umframt eftirlitið hjá loftferðslu
myndugleikunum skal tollvaldið hava eftirlit við
flogførunum, endamálinum við ferðini og ferðafólkunum,
sigur KNR.
Dómarar fyri rættin
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur stýrisskipanarnevndin hjá norska
Stórtinginum samtykt at biðja Stórtingið taka støðu til, um ríkis
rættarsak skal reisast ímóti trimum dómarum í norska hægstarætti.
Málið snýr seg um ein mann, sum sat meiri enn 18 ár í fongsli fyri
tvey morð. Í 2004 bleiv hann fríkendur fyri annað morðið, men
hægstirættur sýtti fyri at viðgera hitt málið fyrr enn í 2006, og tá var
maðurin deyður. Tað var eitt mistak, sigur nevndin.
Karen Bruzelius er ein av teimum trimum dóm
arunum, sum kunnu enda í einum ríkisrætti
(Mynd: Aftenposten)
vónir um, at nýggi vinnu
málaráðharrin fer at taka
málið
um
frítíðarlønina
upp.
Vit fegnast sjálvsagt
um, at samgongan hevur
sett sær fyri at broyta
forsorgarlógina, sum er ein
gomul
lóg,
smíðað
til
danska samfelagið.
Hon heldur, at sum heild
kundu flestu flokkar tikið
undir við fleiri av ynskj
unum, sum Samtak sendi
tinglimunum
beint
eftir
valið.
Útbúgvingarstuðul
Hóast tað ikki sæst í sam
gonguskjalinum, vónar sam
skiftisráðgevin, at nýggja
landsstýri fer at broyta
lógina um útbúgvingarstuð
ul, soleiðis at eisini tey, ið
eru undir 18 ár, kunnu fáa
útbúgvingarstuðul.
Sonja vísir á, at tað eru
ikki øll foreldur, sum hava
ráð til at gjalda fyri skúla
gongdina
hjá
børnum
sínum, og tí noyðast nøkur
børn út á arbeiðsmarknaðin,
tí tey snøgt sagt ikki hava
ráð til at ganga í skúla.
Eg haldi ikki, at tað
hevði kostað so ógvuliga
nógv, um eisini ungdómar
undir 18 ár fingu lut í
útbúgvingarstuðlinum, men
hetta hevði verið til gangs
fyri mong og í seinna enda
eisini fyri samfelagið, legg
ur hon aftrat.
Hon heldur, at útbúgving
arstuðulin eisini átti at verið
styrktur, tá ið ræður um
stakar uppihaldarar, eins og
Samtak mælti til.
Eg fegnist um, at sam
gongan hevur ætlanir um
ein útbúgvingargrunn, og
eg fegnist eisini um, at
samgonguskjalið nertir við
hin rúmliga arbeiðsmarkn
aðin.
Tilfeingið
Sonja Jógvansdóttir sigur
seg eisini fegnast um, at
samgongan hevur sett sær
fyri at steðgað privatari
spekulatión í fiskivinnuni,
soleiðis at tað, sum vit
skilja við ogn Føroya fólks.
Tað kann ikki vera rætt,
at hetta ríkidømi, sum vit
øll meta okkum at eiga lut
í, fer til at ríka upp nakrar
vinnulívsmenn, samstundis
sum vinnan liggur tung í
sjónum, sigur hon.
ber boð um samfelagsbatar
Feløgini í Samtak eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar
Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.
Ætlanin er at savna fleiri fakfeløg í Samtak.
Samtak skal ikki avloysa fakfeløgini, men skal arbeiða á
yvirskipaðum stigi.
FAKTA
Samskiftisráðgevin hjá
Samtak harmast um, at einki
sæst í samgonguskjalinum
um, at oljuavgjaldið, sum
er ein tungur kleppur fyri
føroysku húsarhaldini,
fer at lækka, so lættari
verður hjá familjunum at fáa
gerandisdagin at hanga
saman
Mynd: Jens Kr. Vang