fríggjadagur 15. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 15. februar 2008
Vikuskifti
22
Fyri trimum mánaðum síðani var
pengakassin hjá John McCain
tómur, og dreymurin um at gerast
amerikanskur forseti var so at
siga brostin.
Men McCain legði ikki
árarnar inn. Hann tók eitt lán
uppá fimtan milliónir krónur og
helt fram við valstríðnum, sum
tey flestu hildu var deyðadømt
frammanundan. Eingin gav
nevniliga tí sjeytiára gamla fyrr
verandi hernaðarpilotinum nakran
møguleika at gerast forsetavalevni
hjá republikanarunum.
Tá atkvøðurnar vóru taldar upp
eftir ”supertuesday” var greitt,
at John McCain helst fer at
gerast valevnið hjá republikanska
flokkinum í november. Argasti
kappingarneytin, Mitt Romney,
valdi eisini at taka seg aftur, eftir
at hann hevði tapt so dyggiliga.
Fíggindar í egnari
legu
McCain er ein umstríddur maður
á tí konservativa vonginum í
amerikanskum politikki, og hann
møtir harðari mótstøðu í sínum
egna flokki. McCain verður av
høgravonginum í flokkinum mett
ur at vera ov liberalur, og hann
verður lagdur undir at vera ein
maður uttan prinsippir og virðir.
McCain hevur t.d. eina liberala
støðu í spurninginum um inn
flytarar, sum er eitt mál, ið hevur
verið ovast á breddanum serliga í
tí konservativu pressuni. McCain
hevur verið ein forsprákari
fyri eini pragmatiskari loysn á
spurninginum um tað stóra talið
av ólógligum innflytarum í USA,
og tað fellur ikki í góða jørð hjá
fleiri í tí republikanska flokkinum.
McCain hevur harumframt
verið sera harðligur í sínum
kritikki av handfaringini av
krígnum í Irak, og hann hevur
ikki kínt sitandi forseta við hár
unum. Eisini í spurninginum um
avhoyringarhættir av fangum
á Guantanamoleguni hevur
McCain funnist at politikkinum
hjá stjórnini. Hetta skal síggjast
í ljósinum av, at hann sjálvur
var tortureraður í fangalegu í
Vietnam, har hann sat í fimm ár.
Flokkur í tvíningum
Fleiri framstandandi limir í rep
ublikanska flokkinum, ið hoyra til
tann sosialkonservativa vongin,
sum er tann mest valdsmikli
bólkurin í flokkinum, hava roynt at
skipa eina mótstøðurørslu ímóti
McCain, og tann religiøsi leiðarin
James Dobson kunngjørdi, at
hann undir ongum umstøðum
kundi stuðla McCain.
Um McCain verður nominer
aður, fer tað at leggja tann republ
ikanska flokkin í oyði.
So bersøgin er tann ultrakon
servativi og útvarpsverturin,
Rush Limbaugh, sum hevur
nógv viðhaldsfólk, ið atkvøða
republikanskt.
Vælumtókti sjónvarpsverturin
Mike Hannity á Fox News hevur
eisini endurtikið sína mótstøðu
ímóti McCain ferð eftir ferð.
McCain er heilt einfalt ikki nóg
konservativur, og hann umboðar
ikki tey konservativu virðini
sambært Hannity.
Fleiri konservativir viðmerkjarar
hava enntá sagt, at teir heldur
velja Hillary Clinton enn at seta
krossin við McCain.
Ein orsøk til at McCain nú er
komin so langt í valstríðnum er, at
konservativu fíggindar hansara í
republikanska flokkinum ongantíð
hava tikið hann í álvara.
Veljarakanningar, sum vórðu
kunngjørdar fyri nøkrum mánað
um síðani, vístu, at Romney fór
at vinna teir fyrstu avgerandi
statirnar, og Rudy Giuliani fekk
best undirtøku kring landið, og
tí var McCain als ikki tikin við í
líkningina.
Nógv bendir á, at tað er Mike
Huckabee, sum hevur spilt Rom
ney spælið. Huckabee er præd
ikumaður í eini baptistasamkomu
í suðurstatunum, og hann fekk tí
dyggan stuðul frá teimum sosial
konservativu, sum kanska annars
høvdu valt Romney.
Huckabee vann so at siga
allar suðurstatirnar í tí sokallaða
bíbliubeltinum og stjól harvið
virðismiklar atkvøður frá Romney
í hesum økinum.
Fríggjar til tey
konservativu
John McCain hevur verið kendur
fyri at samstarva nógv tvørturum
miðjuna í amerikanskum politikki,
og tí fer hann væntandi at
arbeiða saman demokratum
McCain er marran hj
Alt bendir á, at Vietnam-veteranurin
John McCain verður republikanska
valevnið til forsetavalið í november.
Hóast McCain als ikki er væl lýddur
millum tey høgravendu í republik-
anska flokkinum, er hann tað val-
evnið, ið hevur best møguleika at
koppa Barack ella Hillary. Eftir at hava
verið úti í kuldanum so at siga allan
valdystin, stendur McCain brádliga
sum tann fremsti republikanski
avbjóðarin
Forsetavalið
Steffn í Skorini
steffan@sosialurin.fo