Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 110 - 13. juni 2001 Nr. 110 - 13. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Leygardagin lat upp summarframsýning í Norðurlandahúsinum . Framsýningin skal hanga uppi tað mesta av summarinum. Samstundis var tiltakið leygardagin fyrsta høvið hjá Óla Holm, komandi landsstýrismanni, at traðka fram á pallin LISTAFRAMSÝNING Heri á Rógvi Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá summar- framsýningin í Norður- landahúsinum lat upp leygardagin. Ì sambandi við at framsýningin lat upp, var skipað fyri einum tiltaki leygardagin, har Høgni Hoydal, varaløgmaður, flutti fram røðu. Sjálv framsýningin telur verk hjá fjúrtan av teimum mest etableraðu listafólkunum í Føroyum. Samstundis inni- heldur framsýningin eisini fleiri ymisk sløg av list. Undanfarnum ár hevur summarframsýningin "ein- ans" umfata eitt listafólk.Í ár hevur Norðurlandahúsið avgjørt at gera eitt sindur eyka burturúr. Talið av teimum, sum møttu upp leygardagin ber eisini boð um, at áhugin er stórur fyri framsýningin, sum sam- stundis er ein sølufram- sýning. Grøn eru grá hús Tiltakið leygardagin byrj- aði við, at Karin Kjølbro segði bjóðaði vælkomin, og beyð serliga komandi landsstýrismanninum í mentamálum at vera væl- komna, og ynskti hon, at samstarvið millum Norður- landahúsið og landsstýris- mannin fór at vera frukt- argott. Høgni Hoydal, varaløgmaður, hevði fingið litið upp í hendi at lata stevnuna upp, sum tað eitur. Høgni Hoydal segði frá um drongin heima á Sandi, sum segði, at Grøn vóru grá hús. Í røðu sínari kom Høgni Hoydal inn á hvat listin er, og hvat hon umboðar. Høgni Hoydal nam eisini við tær hvussu ymiskt listin kann uppfat- ast, og hvussu nógv sløð av list eru til. Høgni Hoydal gav øllum listafólkunum, sum eru umboðaði á fram- sýningini, eitt orð við á vegnum. Lærir at kenna fólkini innan mentanina Sum áður nevnt, so var ein serligur gestur til tiltakið leygardagin. Talan var um komandi landsstýrismannin í skúla- og mentamálum, Óla Holm. Hóast Óli Holm ikki alment verður lands- stýrismaður fyri seinni í hesari vikuni, so var hann boðin við. Sum áður nevnt, so vendi Karin Kjølbro sær eisini til hann í sínari røðu. Um tað var lagnan ella onkrar aðrar hægri kreftir, sum spældu inn, er gott at vita, men tað hekk ein málningur eftir Ingálv av Reyni uppi, sum enn ikki var heilt turrur. Komandi landsstýrismaðurin er sjálvur á einum líkandi støði sum málningurin, og við einum góðum vilja ber til at sammeta málning og komandi landsstýrismann- in. Sosialurin fekk eitt prát við komandi landsstýris- mannin. Spurdur um hvat hann helt um sjálva fram- sýningina, segði komandi landsstýrismaðurin, at honum dámdi væl fram- sýningina. Sjálvur hevur hann ikki nakran yndis listafólk millum tey fjúrtan, men hann hefti seg serliga við málningarnar. Òli Holm sigur, at hetta er eitt høvi hjá honum at hitta nógv fólk, sum hann óivað kem- ur í samband við seinni sum landsstýrismaður. Òli Holm hevur enn ikki gjørt sær nakrar serligar tankar um, hvussu framtíðar mentanarpolitikkurin fer at vera háttaður. Stundir hava ikki verið til, at seta nóg væl inn í tingini, men tað er givið, at listin fer at viga minst líka nógv hjá Óla Holm eins og hjá Torbirni Jacobsen. Í sínari nýggju skrivstovu fer Òli Holm at halda til saman við tí júst afturkomna Mykines máln- inginum við kenda grinda- dráp motivinum. Til ferðafólk Sosialurin fekk eisini fatur á stjóranum í Norður- landahúsinum, Helgu Hjørvar. Hon segði, at framsýningin er ein roynd at gera Norðurlandahúsið meira áhugavert um summ- arið. Um summarið er tað soleiðis, at tað eru nógv fleiri ferðafólk, sum vitja húsið enn føroyingar. Við hesum meinar Helga tó ikki, at føroyingar ikki eru hjartaliga vælkomnir. Hesaferð valdi Norður- landahúsið at vísa eitt breitt úrval av teimum meiri etableraðu listafólkunum í Føroyum, sigur Helga Hjørvar. Listafólkini fingu fyri nøkrum mánaðum síð- ani at vita, at hvat fyri pláss tey fingu til framsýningina, og soleiðis hevur tað eisini verið lættari hjá listafólk- unum at fáa sum mest burturúr teimum sermerktu ljós- og rúmviðurskift-un- um, sum gera seg galdandi í Norðurlandahúsinum. Helga Hjørvar sigur seg vera sera væl nøgdan við framsýningina, og heldur, at framsýningin fer at vekja ans bæði í Føroyum og uttalanda. Listin myndar karmarnar fyri summarið Ein feskur komandi landsstýrismaður Óli Holm her framman fyri ein eins feskan málning eftir Ingólv av Reyni á heiðursplássi í Norðurlandahúsinum. Mynd Jan Müller Astrid Luin, sum saman við Bárð Jákupsson hevur verið við til at leggja framsýningina til rættis, her saman við stjóranum í Norðurlandahúsinum, Helgu Hjørvar og listakvinnur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen Mynd Jan Müller Frá upplatingini av summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Fv. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, Óli Holm, komandi landsstýrismaður og Karin Kjølbro, nevndarforkvinna í Norðurlandahúsinum Mynd Jan Müler -Vit vilja fegin stuðla, tá fólk hava slíkt áræði. Tað er nakað vit hava brúk fyri. Hugsa stórt við báð- um beinum á jørðini. Tað er kunsturin. Og tað hevur Talvsam- bandið megnað segði Bjarni Olsen, spari- kassastjóri á tíðindafundi við talvmeistaranum Kasparov í vikuni. TALVKONGUR VITJAR Jan Müller – Tygun eru vorðin ein legenda í talvheiminum. Milliónir av telvarum hava stóra virðing fyri tygara spælihátti. Tað hevur verið ein serstakliga stórur íblást- ur hjá okkara telvarum at síggja tygum spæla. Nakrir teirra hava telvað móti tygum og fyri teir er hetta ein uppliving fyri lívið. Eg eri vísur í, at tygara vitjan fer at eggja mongum ung- um føroyingum at byrja at telva segði sparikassastjór- in Bjarni Olsen í heilsan síni til talvkongan Kaspa- rov á tíðindafundi í Havn mánadagin. Hann beyð annars Kasparov at koma aftur til Føroya sum ferðamaður. - Vónandi kanst tú mæla fólki tú kennir til at koma og vitja land okkara. Tað kann hava stóran týdning fyri smáu oyggjar okkara. Tøkk fyri at tygum vildu koma til Føroya harra Kasparov. Tíðindafundurin við Garry Kasparov varð hildin í nýggju hølunum hjá Føroya Sparikassi, Yviri við Strond. Sparikassatjór- in fegnaðist tí eisini um at kunna bjóða Garry Kaspa- rov vælkomnan í Føroya Sparikassa. -Tað er ikki hvønn dag vit hava so mæt- ar menn at vitja okkum, og tað er ein stórur heiður at fáa eitt slíkt høvi. Virkið talvsamband Bjarni Olsen vendi sær eisini til Talvsamband Før- oya og formann tess Rana Nolsøe. - Fólk spyrja kanska seg sjálvan, hví Før- oya Sparikassi er høvuðs- stuðul fyri hesum tiltaki hjá Talvsambandinum. Tað skal eg so væl siga. Talv- sambandið er sera virkið við ymsum tiltøkum, sum røkka longur út enn vanligt. Tað at bjóða Kasparov til Føroya er nakað sum tey flestu høvdu aftrað seg við at gjørt. Kasparov er eitt verðinsnavn. Vit føroyingar eru vanliga nakað aftur- haldandi av náttúru og mangla ofta eisini eitt sind- ur av sjálvsvirðing. Men Talvsambandið letur seg ikki avmarka av slíkum kenslum. Rani Nolsøe og onnur hava sett sær fyri at føra hesa verkætlan út í lívið. Tað haldi eg er óført. Og vit vilja fegin stuðla at fólk hava slíkt áræði. Tað er nakað vit hava brúk fyri. Hugsa stórt við báðum beinum á jørðini. Tað er kunsturin. Og tað hevur Talvsambandið megnað. Tiltakið er gjøgnumhugsað og vælfyrireikað. Bæði al- menningurin í Føroyum og føroyskir telvarar munnu hava fingið nógv burturúr. Tað hevur verið einastand- andi at sæð besta telvara gjøgnum tíðirnar ”in action”. Slíkt áræði, sum Talvsambandið hevur víst við hesum tiltaki vilja vit í Føroya Sparikassa gjarna stuðla. Kasparov ger Føroyar kendar Bjarni Olsen segði víðari, at tað eisini eru aðrar til, at teir eru við í hesum til- taki. - Tað, at vit fáa Kasparov henda vegin, ger, at eyguni verða venda móti Føroyum. Í hvussu er eyguni hjá teimum, sum hava áhuga fyri talvi. Vit hava brúk fyri, at Føroyar gerast meira kendar í útheiminum. Tað hevur størri týdning enn vit kanska gera okkum far um. Tað er t.d. ein stórur fyrimunur, tá ið vit skulu handla við útlendingar, at teir vita nakað um Føroyar. Og sjálvandi hevur tað eisini stóran týdning fyri ferðafólkavinnuna, at nøvn sum Kasparov eru við til at gera Føroyar kendar. Seinast – men ikki minst – vil eg nevna, at Føroya Sparikassi eisini er við, tí talv er nakað serligt. Tú telvar við høvdinum. Tú skal hugsa. Tú skal fáa hugskot. Tú skal tora. Tú skal leggja ætlanir. Tú skalt vera ótraditionellur. Kasparov er ein góð fyrimynd í so máta. Ótradi- tionnellur, ágangandi og umhugsin. Hetta er í tráð við tað, sum vit halda Sparikassin skal gera á peningastovns- økinum. Vit halda at tað er ótrúliga týdningarmikið, at vit taka nýggj stig. Um- hugsað stig. Planløgd stig. Skulu vit koma fram og vinna, so er ikki nóg mikið bara at vera traditionellur segði Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa á tíð- indafundinum við Kaspa- rov í vikuni. Eftir tíðinafundin hand- aði sparikassastjórin Kasparov eina gávu til minnis um ferðina. Ein bók um listamálaran Sámal Joensen Mikines og ein um Ingálv av Reyni. Triðja bókin var myndabók við myndum úr Føroyum. (Lesið eisini frásøgnina frá tíðindafundinum í leygar- dagsblaðnum, har Kaspa- rov tosar um føroyska telv- ing, um seg sjálvan og um talv sum heild, blaðm.) Umframt Føroya Spari- kassa sum høvuðssponsor stuðlaðu eisini hesi vitj- anini: Føroya Shell, UMMS, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna, Norðurlandahúsið, Klaks- víkar Kommuna, LÍV, Farodane, J. F. K. Heilsøla, Faroe Salmon, Ewos og Silja. Hugsa stórt við báðum beinum á jørðini -Tað, at vit fáa Kasparov henda vegin, ger, at eyguni verða venda móti Føroyum. Í hvussu er eyguni hjá teimum, sum hava áhuga fyri talvi. Vit hava brúk fyri, at Føroyar gerast meira kendar í útheiminum segði Bjarni Olsen, stjóri á tíðindafundinum. Her hittir hann talvkongan Mynd Jens K Vang Kasparov saman við for- manninum í Talvsamband- inum, Rana Nólsøe og sparikassastjóranum Bjarna Olsen Mynd Jens K Vang C M Y K 11 10