Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Vegurin Langi 188 Hoyvík Tel 309005 Búnaðarmenn og øll onnur áhugað í Føroyum fáa nú lættari atgongd til tað stóra og víðfevnda vøruúrvalið, sum Grene Agro hevur at bjóða Seinastu árini hava MBM Búrøkt og Grene Agro samstarvað um at veita útbúnað til stik, eykalutir, arbeiðsklæði, leika og nógv annað til føroyskar búnaðarmenm. Hetta samstarv er nú økt. - Grene Agro er ein fyritøka, ið avgreiðir bíleggingar sera skjótt. ”Tá ið vit bíleggja í seinasta lagi mikudag á middegi, eru vørur- nar longu framkomnar mánadagin eftir á middegi” greiðir Kim Petersen frá, ið er deildarleiðari á MBM Búrøkt. Kim Petersen sigur, at tað er ein stórur fyrimunur, at fyritøkan avgreiðir bíleggingar so skjótt. Harumframt hevur Grene Agro eitt sera stórt vøruúrval, sum hóskar til tørvin hjá MBM Búrøkt.  -   ”Vit fáa eisini skjót og greið svar upp á teir spurningar, ið vit hava viðvíkjandi vørunum og avgreiðsluni” sigur Kim Petersen. Sama er galdandi, um vit hava tøkniligar spurningar um vøruna, og við teirri sera umfatandi heimasíðuni hjá Grene Agro er tað lætt at finna tær røttu upplýsingarnar.  -   ”Her kunnu búnaðarmenn og onnur eisini fara inn at kunna seg um, hvat fyritøkan hevur at bjóða.” MBM Búrøkt fer við teirri nýggju avtaluni at fáa alsamt fleiri vørur frá Grene Agro í Danmørk, og harvið fara vørur frá øðrum veitarum at falla burtur.    SÍNÁMILLUM VIRÐING -   ”Vit hava havt gott samstarv við MBM Búrøkt í fleiri ár, og tað er hetta góða samstarv, vit nú vaksa um” greiðir Søren Larsen frá, ið er marknaðarleiðari hjá Grene Agro. Grene Agro er ein av teimum størstu heilsølufyritøkunum í Norðurevropa, ið veitir vørur til landbúnaðin, og fyritøkan veitir eitt nú vørur til sølufyritøkur í Danmørk, Svøríki og Póllandi. -   ”Vit hava meir enn 100.000 vørunummur á goymslu, og í framtíðini fer MBM Búrøkt at kunna fáa gagn av øllum vøruúr- valinum hjá okkum” sigur Søren Larsen. Samstarv við Grene Agro er grundað á sínámillum virðing og samstarvsfelagsskap, og tað er eisini galdandi fyri MBM Búrøkt.  - Grene Agro hevur eina ta mest umfatandi vøruskránna við eykalutum, tøkniligum lutum, útgerð til húsdýr, amboðum og aðrari útgerð til landbúnaðarøkið. -   ”Vit leggja stóran dent á góðsku, bæði tá ið tað snýr seg um vørur, vit fáa framleidda, ella tað eru vørur frá viðurkendum framleiðarum” vísir Søren Larsen á. Søren Larsen sigur harumframt, at Grene hevur sett sær til enda- máls at gera sítt besta á sínum øki. -   ”Okkara førleiki er á hesum økjum: handil, vøruútbýting (logistikkur), tænasta og ráðgeving, og tað bjóða vit eisini MBM Búrøkt” staðfestir Søren Larsen. Tey, ið hava áhuga, kunnu síggja meira á heimasíðuni www.grene-agro.dk Eisini ber til at fáa meira at vita hjá Søren Larsen, tel. +45 96808358 ella Kim Petersen, tel. 309000. L/F MBM BÚRØKT OG GRENE AGRO ØKJA UM SAMSTARVIÐ Snið og góðska í hásæti Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · fax 31 07 45 Amalie Ráhvítur plisséskermur 75 cm langur/27 cm breiður Fæst eisini sum borð- og gólvlampa Ljósið hevur alt at siga