hósdagur 13. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 52 - 13. mars 2008
Barnabati undrast
yvir, at ungdóms
deildin hjá B36
eftirlýsir einum tele
fonnummari, sum
børn kunnu ringja til,
um tey hava verið fyri
kynsligum ágangi, tí
Barnabati hevur tílíka
telefonráðgeving.
Hetta kom fram á
kunnandi fundi í
B36 húsinum í gjár
kvøldið
misnýtsla
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Samkomuhøllin í B36 húsu
num var stúgvandi full av
fólki í gjárkvøldi, tá ung
dómsdeildin hjá B36 skip
aði fyri kunnandi fundi um
nýggja átakið ímóti kyns
ligum ágangi.
Átakið er skipað bæði
sum stuðul til sjálboðna fe
lagsskapin, KRIS, og kunn
ing fyri venjarar, børn og
avvarðandi. Á fundinum í
gjárkvøldið luttóku umboð
fyri B36, KRIS, løgregluna
og Barnabata. Harumframt
søgdu trý fólk frá um,
hvussu tey sum børn høvdu
verið úti fyri óhugnaligum
kynsligum ágangi, og sum
vaksin høvdu fingið hjálp
frá KRIS at læra at liva við
minnunum.
Formaðurin í B36, Sjúrð
ur Norðbúð, segði seg vera
ernan av at vera partur av
einum so stórslignum átak
ið, og formaðurin í FSF,
Høgni í Stórustovu, vónaði
at átakið fór at síggjast aftur
í øðrum feløgum eisini, tí
hetta var eitt so álvarsligur
trupulleiki, at allur ítrótturin
átti at vera við.
Rósalind Olsen, Bárða
Joensen og Arnbjørn Fagra
klett, sum øll hava sagt sína
søgu í Sosialinum, greiddu
erliga og opið frá hvussu
hjálparleysur man er sum
barn, tá ein vaksin brýtur
mørk og misnýtir ein kyns
liga. Her var einki pakka
inn, tí tøgnin var tað, sum
upprunaliga hevði gjørt mis
brúkið møguligt, søgdu tey.
Hevði eitt átak sum
hetta farið í gongd, tá eg var
barn, hevði eg kanska skilt,
at tað bara til at tosa um tað
og søkja hjálp, segði Arn
bjørn Fagraklett.
Manglandi vitan
um hjálp
Guðmundur Guðmundsson,
formaður í ungdómsdeild
ini, legði í sínari framløgu
eisini dent á týdningin av
kunning. Ungdómsdeildin
hevur sett eina heimasíðu á
stovn, www.agangur.com,
har tey ynskja at kunna um,
hvørja hjálp misbrúkt børn
kunnu fáa. Í hesum sam
bandi eftirlýsti hann einum
beinleiðis telefonnummari,
sum børn kunnu ringja til.
Hetta fekk forkvinnuna í
Barnabata, Peturbjørg Jen
sen, at gera vart við at
Barnabati hevur eina barna
ráðgeving, sum eisini hjálp
ir børnum, ið hava verið
kynsliga misnýtt. Hetta er
Eg&Tú Ráðgevingin, sum
hevur heimasíðuna, www.
eg.fo, har børn hava møgu
leika at chatta og maila til
professionellar ráðgevarar.
Ráðgevingin hevur eisini
eina telefonlinju, sum er
opin tveir dagar um vik
una.
Eg visti ikki um hetta
nummarið, eg havi roynt at
kannað og veit framvegis
ikki
telefonnummarið.
Hvussu kunnu børn so vita
tað, segði Guðmundur Guð
mundsson í samrøðu við
Sosialin.
Men tað gott at tað kem
ur fram, tí so kunnu vit bøta
um okkara samstarv, og vit
vilja meira enn fegin vísa
til ráðgevingina hjá Barna
bata á okkara heimasíðu.
Men tað besta hevði verið,
at tað var ein telefonlinja,
sum var opin alt døgnið
hvønn dag, tí tá eitt barn
hevur brúk fyri hjálp, skal
tað kunna ringja beinanveg
in, helt formaðurin í ung
dómsdeildini hjá B36.
Ikki grund til tvær
telefonlinjur
Forkvinnan í Barnabata,
Peturbjørg Jensen, sigur við
Sosialin, at hon harmast
ómetaliga, at tey ikki hava
kunnað betri um teirra ráð
geving, soleiðis at ungdóms
deildin hjá B36 beinanvegin
kundi víst til hana.
Tað er eingin grund til
at gera ein barnaráðgeving
afturat, og eg vóni, at peng
arnir til KRIS vera brúktir
til annað enn tað. Men vit
fegnast um at B36 er farið í
holt við hetta átakið, tí fyri
byrgjandi kunning hevur
stóran týdning, sigur Petur
bjørg Jensen.
Hon sigur, at barnaráð
gevingin Tú&Eg fær á leið
tveir
fyrispurningar
um
mánaðan
um
kynsligan
ágang.
Ongar av hesum samrøð
um er fráboðaðar barna
verndini ella løgregluna, tí
børnini hava verið anonym.
Vit ráðgeva barninum um,
hvar tað kann leita sær
hjálp, og hvussu tað kann
fráboða. Og um barnið vel
ur at koma við sínum navn
ið, so hava vit sjálvandi
ábyrgd at boða løgregluni
frá.
Tørvur á KRIS
Arnbjørn Fagraklett, sum
sjálvur fekk hjálp frá KRIS,
tá hann sum vaksin maður
hevði tørv á hjálp til at liva
við sínum ræðuligu minn
um,
legði
á
fundinum
herðslu á, at hóast Barnabati
hevur sína ráðgeving, so er
framvegis tørvur á tí hjálp,
sum KRIS veitir.
Hvar skal ein vaskin
maður sum eg annars venda
sær til? Eg kundi ikki fingið
hjálp frá barnabata, og
Kvinnuhúsið hevði neyvan
vilja havt meg. Tí er tað
týdningarmikið at halda
fast við, at vit mugu styrkja
ein felagsskap sum KRIS.
Gvøðbjørg West sigur við
Sosialin, at tey ikki fáa
nógvar fyrispurningar frá
børnum, tað eru mest vaks
in fólk sum ringja. Fólk
sum ikki orka at liva meira,
tí øll orkan fer til at for
treingja barnaminnini.
Vit hava havt nakrar
fyrispurningar frá børnum,
hesir hava allir verið ano
nymir og tí er eingin fráboð
an farin víðari til barnavernd
ella løgreglu, og vit kunna
eisini um, at um vit fáa
navn, so hava vit skyldu at
boða barnaverndini frá.
Gvøðbjørg West greiddi
á fundinum frá, at tey nú
fara at seta sjálvhjálparbólk
ar á stovn, har fólk, sum
hava
yvirliva
misbrúk,
kunnu
hjálpa
hvørjum
øðrum og tosa saman. KRIS
hevur annars eftirlýst stuð
ul, tí tey ynskja, at ein hjálp
armiðstøð skal setast á
stovn, har fólk kunnu koma
og fáa hjálp í tryggum um
støðum.
B36 eftirlýsir barnalinju
Panelið var væl mannað av fólki við bæði professionellari og persónligari servitan um kynsligan ágang. Jens Jensen umboðaði løgregluna, Rósalind Olsen og Bárða Joensen greiddu frá persónligum
royndum, Gvøðbjørg West umboðaði KRIS, Guðmundur Guðmundsson og Sjúrður Norðbúð B36, Høgni í Stórustovu FSF, Arnbjørn Fagraklett hevur yvirlivað kynsligan ágang, og Peturbjørg Jensen
umboðaði Barnabata
Gvøðbjørg West, forkvinna í KRIS, fekk tár í eyguni, tá felagið fekk handað ein kjekk á 10.000
krónur umframt tveir flogferðaseðlar, sum tey kunnu brúka til at fara á eina ráðstevnu um
kynsligan ágang í Reykjavík seinni í vár
tíðindi