Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 13. mars 2008 11 tíðindi Tað gjørdist Eyð Matras, ið fekk sjónleikavirðislønina Ársins Herðaklapp 2008 fyri avrik sítt sum Aina Cederblom í einrøðuleikinum »Sjóvevur« Virðisløn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað var ein sera smílandi og ovfarin Eyð Matras, sum takkaði fyri, tá hon seinna­ partin í gjár fekk sjónleika­ virðislønina Ársins Herða­ klapp 2008. Eyð Matras fekk virðis­ lønina fyri avrikið sum Aina Cederblom í einrøðu­ leikinum »Sjóvevur«. Umframt heiðurin, eina tilevnaða grímu og silvur­ nál, fylgdu eisni 12.000 krónur við virðislønini. Meistarlig Karin Kjølbro handaði Eyð Matras viriðslønina vegna nevndina fyri Herðaklappið. Í grundgevingini hjá nevndini vísti Karin Kjølbro millum annað á, at við leikinum »Sjóvevur« vísti Eyð Matras framúr evnir til at liva seg inn í leiklutin hjá órædda globetrottaranum og íverksetaranum Ainu Cederblom, ið fór harðbalnu ferðina í 1933 úr Svøríki til Føroyar, Grønland og ætlaði sær til Amerika. Víðari í grundgevingini varð sagt, at samstundis sum tú sum áskoðari verður hugtikin av djørvu Ainu Cederblom, so verður tú bergtikin av Eyð Matras. Hon er meistarlig ikki bara sum Aina Cederblom, men eisini sum sjómaður, norm­ aður, konan á telefonstøðini i Norðdeplið og sum fiski­ maður og skipari á Stellu Mariu. Uttan íhald megnaði hon at tala við ymiskum fremmandum tungum, á ymiskum bygdamáli og at syngja á grønlendskum. Aina Cederblom gjørdist nærverandi, tá vit vóru við Eyð Matras einsamallari á Rospiggen II í havsneyð, møði, svongd og vónloysi. Hon er fín, fim og leik­ andi løtt, meðan hon skiftir ímillum persónar, ið allir við hennara fjølbroytta kropsmáli og ymisligu rødd fáa sín egna samleika. Eyð Matras livdi seg inn í ein meldur av hendingum millum menniskju í norður­ høvum í tríatiárunum, og hon tók á sannførandi hátt áskoðararnar við sær á ógloymandi ferðina. Heildaruppliving Í røðuni legið Karin Kjølbro afturat, at sjónleikurin »Sjóvevur« í veruleikanum er ein heildaruppliving, sum skal upplivast í Klaksvík ­ Tað er av sonnum ein heildaruppliving at fara gjøgnum undirsjóvartunn­ ilin til sjónleik í skjótt 200 ára gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík, ið Eyð Matras hevur gjørt til leikhús, har Rospiggen II er at síggja uttanfyri. Vit loyva okkum at vóna, at sjón­ leikurin Sjóvevur verður fastbúgvandi í hesum leik­ húsi, til reiðar at taka tey við á ferðina, ið koma til Klaksvíkar til Hátíðarhald hjá Klaksvíkar Kommunu, til Sjómannadagin ella til Torradagar. Áhuga- og yrkisleikari Eyð Matras er útbúgvin journalistur og dramapeda­ gogur. Hon virkaði sum blaðkvinna í 80­unum og hevur verið virkin sum áhuga­ og yrkissjónleikari í mong ár. Hon hevur millum annað spælt við í leikum sum Glataðu spælimenninir, Salka Valka og Piaf um­ framt eina ørgrynnu av smærri leikum. Eisini hevur Eyð Matras leikstjórnað fleiri leikir. Eyð Matras er fødd og uppvaksin í Klaksvík, har hon seinnu árini hevur hildið skeið innan leiklist. Eisini hevur hon verið við til at mynda virksemið í Leikalund í Klaksvík, har »Sjóvevur« eisini varð spældur. Eyð Matras fekk sjónleikaravirðisløn Àrliga virðislønin fyri framúr gott leiklistarligt avrik varð í gjár latin Eyð Matras, sjónleikara, fyri einrøðuleikin »Sjóvevur« Vegna nevndina fyri Herðaklappið handaði Karin Kjølbro Eyð Matras virðislønina. Við virðislønini fylgir ein tilevnað gríma, silvurnál umframt 12.000 krónur Fakta Ársins Herðaklapp varð latið fyrstu ferð í 2001 á Stovningardegnum hjá Leikpalli Føroya 12. mars. Herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á einhvønn hátt hevur skarað framúr á leiklistarliga økinum. Herðaklappið er peningaupphædd upp á 12.000 krónur, ið er ætlað sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja at sjónleiki. Umframt er tilevnað gríma og silvurnál til meira varandi minni. Tey, ið áður hava fingið hesa viðurkenning, eru Lina Larsen, sjónleikari, Hans Tórgarð, sjónleikari, Hjørdis Johansen, sjónleikalærari, Adelborg Linklett, sjónleikari, Bárður Persson, sjónleikari, og Jytte Joensen, sjónleikari.