Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 52 - 13. mars 2008 Hvør grundgevingin hevur verið, er tað ein sannroynd, at Torbjørn Jacobsen keypti partabrøv hjá Atlantic Petroleum úr egnum felag fyri áljóðandi. Grannskoðarastovan góðkendi hesa sølu uttan viðmerking, hóast hon visti, at partabrøvini í útboði í desember vórðu handlað fyri kurs 265. Soleiðis fingu Tórbjørn Jacobsen og pápi hansara partasbrøvini fyri 1,65 milliónir minni, enn tey vóru verd. Í dag hava hesi partabrøvini eitt virði upp á slakar 15 millónir krónur PARTABRÆVASØLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kongshavnar Útgerðarfelag var millum stovnararnar av føroyska oljufelagnum, At­ lants Kolvetni, ella Atlantic Petroleum. Felagið varð stovnað 19. februar 1998 og av teimum 25,5 milliónu­ num í upprunapartapeningi átti Kongshavnar Útgerðar­ felag eina millión krónur. Í tíðindaskrivi greiðir nýggi stjórin í Kongshavnar Útgerðarfelag, Brandur Ja­ cobsen, ið er bróður Tor­ bjørn Jacobsen, frá umstøð­ unum, sum førdu til søluna av partabrøvunum. Brandur Jacobsen sigur í tíðindaskrivinum, at felagið royndi at veðseta partabrøv­ ini, men at hetta ikki lat seg gera. Tí varð støða tikin til at selja tey. Keypararnir av partabrøvunum vóru Jóan Jacob Jacobsen og sonurin Tórbjørn Jacobsen – sum eisini eru teir báðir parta­ eigararnir í Kongshavnar Útgerðarfelag. Partabrøvini vórðu seld til áljóðandi kurs, sum er 100. Orsøkin til søluna er sam­ bært Brandi Jacobsen hon, at leiðslan vildi útvega felagnum neyðugan likvidi­ tet. Sosialurin vendi sær til høvuðspersónin, Tórbjørn Jacobsen, men hann gjørdi greitt, at hann onga sum helst viðmerking hevur til málið og vísti annars til nýggja stjóran í felagnum, Brand Jacobsen. Men einasta viðmerkingin hjá nýggja stjóranum var – eingin viðmerking. Nógvir spurningar Sosialurin hevði annars fleiri spurningar, vit fegnir vildu fingið svar upp á. Fyrst og fremst um felag­ ið hevði havt óheftar ser­ frøðingar at meta um virðið á partabrøvunum. Og hóast eingin vil gera viðmerkingar, so bendir alt á, at teir ikki hava nýtt hendan møguleik­ an. Og tað kann tykjast undarligt, tá endamálið við søluni var at útvega felag­ num likviditet. Tá mátti verið serliga týdningarmikið at fáa so nógv sum gjørligt fyri partabrøvini. Eisini vildu vit spurt, nær partabrøvini eru seld, tí á heysti 2004 – tað árið, sølan fór fram – gjørdi Kaupthing eitt prospekt fyri Atlantic Petroleum, og var tað greitt úr hondum í oktober mán­ aði. Prospektið er undir­ skrivað 7. oktober 2004, og útbjóðingin av partabrøvum fór fram frá 16. til 31. de­ sember sama ár. Partabrøvini vórðu sett til sølu fyri kurs 265, og Kaup­ thing mælti til at keypa, tí bankin metti hetta verða eina góða íløgu. Og sigast má, at bankin fekk rætt. Leggjast skal aftrat, at tá prospektið fyri søluna av partabrøvunum varð gjørd, stóð Kongshavnar Útgerðar­ felag framvegis sum eigari av partabrøvunum pr. 1. oktober, og tað er tí lítið sannlíkt, at leiðslan í felag­ num ikki kendi til metta kursin á 265. Ein annar viðkomandi spurningur er, hví felagið ikki bara bjóðaði partabrøv­ ini alment til sølu, men sum longu nevnt hevði hvørki Tórbjørn ella Brandur Jacobsen nakra viðmerk­ ing. Tigandi grannskoðari Tað er Grannskoðarastovan á Skála, sum grannskoðar roknskapirnar hjá Kongs­ havnar Útgerðarfelag. Vit vendu okkum til grannskoð­ arafelagið við spurningum um, hvør hevði virðismett partabrøvini, men har var heldur eingin viðmerking. Eisini ætlaðu vit at vita, hvussu grannskoðarin kundi góðkenna hesa søluna uttan nakra viðmerking, tá teir vóru vitandi um, at partabrøvini annars vórðu handlað til kurs 265. Í ársfrágreiðingini – sum er undirskrivað av stjórn og nevnd 16. juni 2005 – verð­ ur bara staðfest: »Felagið átti partabrøv í felagnum Atlantic Petroleum Ltd., og vóru tey áljóðandi kr. 1.000.000,­. Hesi eru nú seld fyri bókførdu upphædd­ ina«. Vit vildu fegnir spurt, hví orðingin gjørdist júst so­ leiðis, í staðin fyri: »Hesi vórðu seld í fjør«... ella: »Hesi vórðu seld í rokn­ skaparárinum«... Tað, sum sostatt stendur fast er, at pr. 1. oktober 2004 stóð Kongshavnar Út­ gerðarfelag skrásett sum eigari av partabrøvunum í Atlantic Petroleum. 7. ok­ tober 2004 varð prospekrið undirskrivað av Kaupthing við einum kursi á 265. Báðir eigararnir av Kongs­ havnar Útgerðarfelag hava selt sær sjálvum partabrøv­ ini til kurs 100. Soleiðis fingu Tórbjørn Jacobsen og pápi hansara partasbrøvini fyri 1,65 milliónir minni, enn tey vóru verd. Í dag hava hesi partabrøvini eitt virði upp á slakar 15 millónir krónur. Millióna­ vinning upp á partabrøv Í prospektinum, sum Kaupthing hevur gjørt, sæst á síðu 22, at Kongshavnar Útgerðarfelag átti partabrøvini í Atlantic Petroleum pr. 1. oktober 2004 Tað má sigast, at Tobbi hevði eina hepna hond við keypinum av partabrøvunum. Tann eina miloliónin hevur í dag eitt virði upp á slakar 15 milliónir krónur – og heilt upp í 24, tá kursurin var hægstur