Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 52 - 13. mars 2008 Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan í Eysturoy grein 13-kanningar á Skipanesi, har tvær frágreiðingar vórðu skrivaðar og níggju munnligar átalur givnar Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið fór ein bilur niðan av Rókavegnum í Saltnesi og endaði uppi í skráninginum. Løgreglan í Runavík sigur, at bilførarin, sum var á veg inneftir, hevur mist tamarhaldið á bilinum. Eingin mansskaði hendi. Løgreglan veit ikki at siga, um fleiri fólk enn bil­ førarin sjálvur vóru í bili­ num, tá ið óhappið hendi. Grein 13 Í gjárkvøldið gjørdi løg­ reglan í Eysturoy grein 13­ kanningar á Skipanesi. Einir 35­40 bilar vórðu kannaðir, og løgreglan skrivaði tvær frágreiðingar. Onnur var um bilførara, sum ikki hevði koyrikortið uppi á sær, og hin snúði seg um bil, har dekkini vóru heldur vánalig. Løgreglan sigur, at níggju munnligar átalur vórðu givnar fyri ymisk viður­ skifti, sum kundu verið betri. ­ Hesar átalur snúðu seg eitt nú um parkeringsljós, nummarplátuljós og tílíkt, verður sagt í Runavík. Misti tamarhaldið á bilinum Eingin mansskaði hendi, tá ið hesin bilurin koyrdi niðan í skráningin á Rókavegnum í Saltnesi seint í gjárkvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen Faroe Seafood í Vestmenna fer ikki at arbeiða gulllaks, tá ið vertíðin byrjar aftur um mánaðarskiftið apríl/ mai. Tá fer Atlantis, sum Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen eiga ein stóran part av, at arbeiða fiskin Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vinnulívsmenninir og reiðararnir í Vestmanna, Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, eru óførir at skapa virksemi í bygdini og í nærumhvørvinum. Nógvir mans hava sína hýru umborð á skipum teirra. Tummas eigur meginpartin av Vestmenningi og Fram (JFK eigur 10%), og Dánjal Jacobsen eigur Vesturbúgv­ an. Saman eiga teir so eisini Nornagest og Kolumbus. Trolbáturin Skálafossur er ikki gloymdur, men er eisini ein partur av skapandi virkseminum hjá vinnulívs­ monnunum í Vestmanna. Tað eru fá ár síðan, at vinnulívið í Vestmanna saman við øðrum góðum kreftum eisini reistu á føtur P/F Føroya Trol, sum hevur sítt virksemið á havna­ lagnum. Virka gulllaks Nú Faroe Seafood gevst við gulllaksavirkseminum í Vestmanna, taka Tummas Christophersen, Dánjal Jacobsen og Dánjal J. Andreasen yvir. P/F Vestmanna Fiskavirki, sum er eitt gamalt felag, eigur Atlantis, har tey áður arbeiddu laks. Teir, sum í dag eiga ein stóran part av gamla felagnum, eru aftur Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen, sum er stjóri í P/F Vestmanna Fiskavirki. Fleiri smærri eigarar eru eisini í felagnum. Tá ið gulllaksavertíðin byrjar aftur um mánaðar­ skiftið apríl/ mai, stendur Atlantis við stjóranum Dánjali J. Andreasen klárt at taka ímóti og fer at virka fiskin til útflutnings. Saman við 1800 tons stóru frystigoymsluni, sum er bygd í Vestmanna, er talan um eina samlaða íløgu, sum liggur um einar 30 miljónir krónur. Sum skilst, fer Atlantis ikki í beinleiðis kapping við Tavuna í Leirvík um gulllaksamarknaðin, tí ætlaninar í Vestmanna eru meira fjøltáttaðar enn framleiðslan, sum áður var á Faroe Seafood – og sum í nógv ár hevur verið í Leirvík. Seks skip plaga at fáa loyvi at veiða gulllaks í vertíðini, sum er summar­ hálvan. Tey eru Vestmenn­ ingur, Fram, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Stjørnan og Polarhav. Vestmenningar eiga trý av hesum skipum, Vest­ menning, Fram og Vestur­ búgvan, sandoyingar eiga Eysturbúgvan, og leirvík­ ingar eiga Polarhav og Stjørnuna. Keypt maskinur Sosialurin hevur spurt Tummas Christophersen, sum eisini er nevndarfor­ maður í Faroe Seafood, um nakað løgið er í, at hann og Dánjal nú yvirtaka gul­ llaksavirksemi, sum annars var á virkinum hjá Faroe Seafood í Vestmanna. ­ Vit arbeiddu við hesi ætlan, áðrenn eg gjørdist nevndarformaður í Faroe Seafood, og nú eru vit klárir at fara í gongd. Sjálvur havi eg hildið meg uttanfyri tær avtalur, sum okkara felag hevur gjørt við Faroe Sea­ food um eitt nú keyp av tveimum maskinum til gulllaksaframleiðslu. Tummas Christophersen vísir kortini á, at keypið av maskinunum hjá Faroe Seafood bert er ein lítil partur av samlaðu íløguni í virksemið, sum nú fer í gongd í Vestmanna. ­ Men nú eg eri nevndar­ formaður í Faroe Seafood og ein av eigarununum í nýggja virkseminum, havi eg latið aðrar tikið tær avgerðir, sum snúgva seg um hesi bæði feløgini, sigur reiðarin. Atlantis yvirtekur gulllaksin Nú Faroe Seafood bert fer at arbeiða upsa í Vestmanna, hevur felagið selt gulllaksamaskinurnar til Atlantis, sum hevur gjørt stórar íløgur og fer at arbeiða gulllaks í summarhálvuni Vestmenningur og Fram rimmar túr Ísfiskatrolararnir, Vestmenningur og Fram, sum partrola, hava gjørt ein rimmar upsatúr. Teir fóru til fiskiskap mikudagin í síðstu viku, og í morgun landaði Vestmenningur í Vestmanna og Fram á Tvøroyri. Veiðan, sum er góður upsi, liggur um 300 tons, sum er heili 600.000 pund. Skipini vóru til fiskiskap í hálvt áttanda samdøgur. Tað er altíð torført at siga, hvør størsta last hjá partrolarum hevur verið, men tað munnu vera fáir túrar undir Føroyum, sum eru størri enn hesin – um nakar er yvirhøvur. Menn siga, at upsin, sum skipini hava fingið í seinastuni, hevur verið góður. Undan­ farin ár hevur hann verið smáur – ja, so smáur, sum menn kanska ikki vita um at siga. Men nógv hevur verið til, og fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur í fleiri ár verið støðugur og góður. Spurningurin er so, hvat tað kemur at merkja, sum tíðin gongur, at fiskurin nú er størri aftur.