Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 115 - 20. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Tá tað ræður um at skjóta mál, hevur eingin leikari verið so raskur, sum Helgi L. Petersen er í løtuni HAGTØL Ivan Eginsson Ein av mest merkisverdu hendingunum í fótbólts- landskappingini hetta árið er ivaleyst ovur stóra mál- skjótingin hjá Helga Lam- hauge Petersen. Ljóshærdi GÍ’arin, sum eisini fekk sínar fyrstu landsdystur sum innskiftur móti Sveis og Jugoslavia, heur skotið 12 mál fyrstu sjey um- førini. Ikki bara er hetta im- ponerandi, men eisini er talan um met hjá rituvík- inginum. Helgi skeyt sítt fyrsta 1. deildarmál í 1997, tá hann leikti við NSÍ, men fram til byrjanina av inniverandi kappingarári hevði hann bert skotið 11 mál. Fimm mál fyri NSÍ í tíðarskeiði- num frá 1997 til 1999 og so seks fyri GÍ í fjør. Í ár flutti Johan Nielsen, venjari hjá GÍ, Helga fram í álopið, og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur verið ein skilagóð avgerð hjá roynda venjaranum. Helgi hevur skorað í hvørjum landskappingar- dysti í ár. Tað vil siga at hann hevur skorað sjey teir fyrstu dystirnar, og hetta hevur eingin annar megnað. Í hvussu so er ikki síðani landskappingin varð skipað við 10 liðum. Í 1996 skeyt Kurt Mørkøre átta mál fyrstu seks umførini, men í sjeynda umfarinum noydd- ist hann málleysur av vølli- num. Heldur ikki hevur nakar annar leikari skotið so nógv mál eftir so fáum umførum. Uni Arge og Súni Fríði Johannesen settu báðir met í ávíkavist 1995 og 1997 við at skjóta 24 mál, men eftir sjey umfør hevði Súni Fríði tá 11 mál, meðan Uni hevði skotið 10. Hesi tølini siga somikið sum tað, at um Helgi fram- haldandi heldur somu ferð- ina í málskjótingini, er als ikki óhugsandi, at hann fer at hótta Súna Fríða og Una, og kanska eisini gerast fyrsti føroyingurin, sum rundar tey fjórðings hundr- að málini í einum kapp- ingarári. Afturat hesum skal hugsast um, at tað er ikki Helgi, men haraftur- ímóti Sámal Joensen, sum er fastur brotssparkssjútti hjá GÍ. Hevði Helgi tikið hesi, kundi máltalið longu nú verið á 15. Nú verður spennandi at fylgja við, um Helgi fer at verða sitandi á máltindi- num, ella um tað verður trímenningur hansara úr B36, sum fer at fáa GÍ’aran aftur. John Petersen hevur níggju mál eftir sjey um- førum, og vanliga átti hetta at borga fyri einum plássi ovast á máltindinum. Møguliga fer royndi lands- liðsleikarin tó at seta fulla ferð á málskjótingina, so- leiðis at tað ístaðin verður hann, sum rundar tey 25, men hetta verður alt git- ingar. Talvan niðanfyri sýnir, hvør leikari hevði skotið flest mál eftir sjey umfør síðani 1994, eins og tað framgongur, hvør gjørdist toppskjútti, tá kappingin var liðug. Skála, NSÍ og HB hildu øll torn í oddi- num, og nú tykjast sumbingar av álvara at hava fingið ferð á 2. DEILD Jákup Mørk Áttanda umfar í aðru deild var á skránni um vikuskift- ið, og ein avleiðing av hes- um var, at stigatalvan toygnaði nakað, eftir at alt at kalla varð kroyst saman undanfarna vikuskifti. Tann umvenda verð Við sigrinum á ÍF syrgdu Skála fyri, at teir framhald- andi eru á odda í deildini. Skálamenn løgdu seg tíð- liga á odda í dystinum, og hóast fuglfirðingar í seinna hálvleiki minkaðu um munin, so eydnaðist kortini oddaliðnum at halda fast um leiðsluna. Dysturin varð sostatt ein ímynd av stigatalvuni, tí undan kappingini vóru neyvan nógv – kanska skálafólk – sum roknaðu við, at Skála skuldi fara at standa seg somikið væl í kappingini. Hinvegin var lítið at ivast í, at ÍF fór at teljast millum fremstu upp- flytaraevnini. Enn kunnu fuglfirðingar røkka hesum, men við 10 stigum eftir átta dystir skulu teir skjótt seta ferð á, um hetta skal eydn- ast. Ein annar av favorittun- um, Sumba, tykist um síður at hava fingið ferð á. Byrjanin hjá teimum var einki serlig, men seinastu dystirnar hevur gingist betri, og eru teir nú bert tvey stig eftir oddaliðið av Skála. Annars er eisini merkis- vert, at fleiri av liðunum, sum liggja frammi í oddi- num eru tey næstbestu í sínum felag. Sostatt eru bæði LÍF og TB í vanda fyri at missa sessin í deildini, tí næst bestu liðni hjá fleiri av 1. deildarfeløgunum eru við at draga frá teimum. Úrslitini um vikuskiftið vóruðu annars hesi: Skála-ÍF 2-1 (2-0) 1-0: Bogi Gregersen 2-0: Alexandur Johansen 2-1: Jan Jørgensen NSÍ-GÍ 2-1 (0-0) 1-0: Oddríður Gaardbo 1-1: Páll Rói Poulsen 2-1: Sverri Justinussen HB-B36 1-0 (0-0) 1-0: Ingi Rasmussen LÍF-TB 2-2 (2-2) 1-0: Jonhard Høgnesen 2-0: Magnus Skoralíð 2-1: Dan Mortensen 2-2: Zoran Mancic Sumba-KÍ 5-0 (3-0) 1-0: Eirkur Joensen 2-0: Marlon Kjærbo 3-0: Eirikur Joensen 4-0: Eirikur Joensen 5-0: Spasoje Biberdzic Síðani besta deildin varð víðkað í 10 lið, hevur einki lið vunnið sjey teir fyrstu dystirnar á rað. Ikki fyrr enn nú í øllum førum HAGTØL Ivan Eginsson Sjey dystir, sjeyy sigrar. Soleiðis er hetta kappingar- árið byrjað hjá GÍ. Ellivu dystir eru framvegis eftir at spæla, og einki sum helst er avgjørt enn, men tað er longu okkurt, sum bendir á, at gøtumenn enda hetta árið á sjálvum tindinum. Tað er nevnliga ikki hent seinastu mongu árini, at eitt felag hevur vunnið sjey teir fyrstu dystirnar á rað. Heldur ikki tá B36 í 1997 setti met við bert at missa seks stig gjøgnum árið (tvey tap móti HB). Form- liga kom fyrsti ósigurin hjá B36 ikki fyrr enn í áttanda umfarinum, men flytingar av dystum, orsakað av Inter-Toto luttøku hjá B36, høvdu við sær, at dysturin móti HB var tann sjeyndi á árinum. Sostatt vann B36 ikki sjey men seks dystir á rað í byrjanini av árinum. Millum ósigrarnar fyri HB vann B36 annars níggju dystir á rað hetta kapping- arárið. Annars vísa royndirnar, at tað liðið, ið sum longst sleppur undan stigamissi, vanliga verður føroya- meistari, tá avtornar. Undantøk kunnu sjálv- andi koma fyri. Ikki minst tá B36 í fjør hevði fult hús eftir 5. umfar, men síðani bert fingu 13 stig í 13 dystum, og harvið endaðu langt frá toppinum. Talavn sýnir, nær sein- asta liðið hevur mist stig undanfarnu 10 árini, eins og føroyameistarin hesi árini Helgi kann seta fleiri met Helgi L. Petersen og GÍ skúgva øll met til viks í hesum døgum mál eftir mál ár leikari 7. umf.leikari endaligt 2001 Helgi L. Petersen (GÍ) 12 2000 Fróði Benjaminsen (B68) 7 Súni Fríði Johannesen(B68) 16 1999 Kurt Mørkøre (KÍ) 9 Jákup á Borg (B36) 17 1998 Jákup á Borg (B36) 7 Jákup á Borg (B36) 20 1997 Uni Arge (HB) 10 Uni Arge (HB) 24 1996 Kurt Mørkøre (KÍ) 8 Kurt Mørkøre (KÍ) 20 1995 Súni Fríði Johannesen (B68) 11 Súni Fríði Johannesen (B68) 24 1994 Bogi Johannesen (TB) 7 John Petersen (GÍ) 21 Hagtøl Gøtumenn vinna hvørja ferð ár 1. tap lið meistari 2000 5 umfør B36 VB 1999 2 umfør KÍ KÍ HB 1998 4 umfør HB HB 1997* 6 umfør B36 B36 1996 3 umfør GÍ GÍ 1995 3 umfør B68 GÍ 1994 2 umfør GÍ GÍ B36 - B71 - 1993 2 umfør B36 GÍ 1992 2 umfør B68 B68 GÍ - *B36 misti í 1997 stig á fyrsta sinni í 8.umfari, men í sjeynda dysti sínum. Oddurin helt tørn C M Y K 20 Nr. 115 - 20. juni 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3174 Navn: Sp/f Norðoya Gassøla Adressa: 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 01.06.2001 Viðtøkudato: 01.06.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Sp/f Dorus S. Johannesen, Torvgøta 4, 700 Klaksvík. Stjórn: Erni Johannesen, Kommunubrekkan 20, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: : P/F Føroyabók, v/ Victor Nielsen, Vágstún 2, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.06.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka smásølu, heilsølu, umboðan, handverk og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 18. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 665, Sp/f Dorus S. Johannesen, 700 Klaksvík. Viðtøkur broyttar: 01.06.2001. Strikan av hjánavni: Sp/f Norðoya Gassøla (Sp/f Dorus S. Johannesen) Skráseting Føroya tann 18. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 83, P/F Poul Hansen, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 20.02.2001. Nýtt hjánavn: P/F Krás Nevnd: Farin úr nevndini: Hans Aage Hansen, Varðabú 9, 100 Tórshavn (formaður). Innkomin sum formaður: Peter Viderø Hansen, 340 Kvívík. Innkomin í nevndina: Peter Christian Hansen, Gribskovvænget 38, Dk- 3400 Hillerød. Skráseting Føroya tann 18. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3179 Navn: Sp/f Jóan Petur E. Petersen Adressa: 485 Skálabotnur Kommuna: Skála Kommuna Stovningardato: 07.06.2001 Viðtøkudato: 07.06.2001 Kapitalur: Kr. 140.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 140.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Jóan Petur E. Petersen, 485 Skálabotnur. Stjórn: Jóan Petur E. Petersen, 485 Skálabotnur. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : Sp/f Revisión, v/ Kaj joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka: Entreprenørvirksemi - handverk og annað virksemi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 18. juni 2001 Kristin Balle _____________________ Scania P93 til sølu Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig), og er í góðum standi.Til sølu fyri 95.000 kr. v/mvg Tlf. 314728 ella 219728 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum Sum áður lýst verður ársaðalfundur felagsins á Hotel Føroyum við Oyggjavegin í Tórshavn fríggjadagin tann 22. juni 2001 kl. 16.00 við fylgjandi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. 4. Val av nevnd. Tveir nevndarlimir standa fyri vali. 5. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin. 6. Viðtøkubroytingar. Uppskotið til viðtøkubroytingar í fullum líki liggur frammi á skrivstovu felagsins Gongin 10, 110 Tórs- havn. Nevndin A t l a n t i c P e t r o l e u m Kunngerð um framløgu av broytingaruppskoti til byggisamtykt Sambært gr.6 í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broyting, verður við hesum gjørt kunnugt at uppskot um broyting í Byggisamtyktini fyri Sunda Kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskriv- stovuni frá 20. juni 2001 til 11. juli 2001 báðir dagar íroknaðir. Broytingin er,at matr.nr.2b og partvís 2a, Oyrarbygd verða løgd til byggiøki sambært framlagt átekna kort. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingar- uppskot til hetta, skulu vera skrivlig og mugu verða bygdaráðnum í hendi seinasta 20.september 2001. Norðskála tann 18.juni 2001 Sunda Kommuna 460 Norðskála Ársaðalfundur verður í Framtíðini í Vági 28.06. kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Arbeiðsmannafelagið Framtíðin www.sosialurin.fo Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. ð 21