Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 116 - 21. juni 2001 Nr. 116 - 21. juni 2001 23 gult22 cyan22 magenta22 svart22 gult23 cyan23 magenta23 svart23 C M Y K 23 22 Týsdagurin 12., mikudagurin 13. og hósdagurin 14. juni vóru øðrvísi enn aðrir skúladagar hjá børnunum við Gøtu skúla. Hesar dagarnar fingust øll børnini við ávís evni. Evnini vóru hesi: 6. og 7. flokkur: Á flot. Kanning og viðgerð av veiðini, innvøli o.ø. 1.–7. flokkur: Hvat finna vit í fjøruni. Kunning. Innsavning. Kanning og greining av tí funna. 1.–7. flokkur: Hvussu nýta vit tað, vit finna í fjøruni, í listarligum høpi. 1.–5. flokkur: Gomul spøl. Týsmorgunin kl. 8 stevndu fýra bátar mannaðir við 6. og 7. floks næmingum út av Gøtu. Í hvørjum báti var ein vaksin maður, ið skuldi leggja teimum lag á. Næm- ingarnir skuldu læra at halda snøri og royna fiski- eydnuna í 2 tímar. Kl. 10 fór næsta holdið avstað. Veiðan var koyrd í skúl- an, og har sluppu næming- arnir at kanna veiðuna, kanna hvat fiskurin hevði í maganum, at skera flak o.a. Ikki kann sigast annað, enn at eydnan var við teimum, tí tá dagurin var liðugur, fingu næmingarnir eini 2 kók í part heim við sær. Næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki lærdu at spæla ymisk spøl, ið vanlig vóru fyrr, men sum nú eru av- løgd. Hetta gekk fyri seg í skúlagarðinum. 4. og 5. flokkur fóru yvir á Skála- fjørðin at kanna lívið í fjør- uni og at savna inn ymiskt tilfar, ið tey dagin eftir skuldi nýta til gerð av yms- um prýðislutum. Mikumorgunin fóru 1., 2. og 3. flokkur og 6. og 7. flokkur í fjøruna at kanna og at savna ymiskt tilfar saman, og heimafturkomin fóru tey at greina, skola, reinsa og turka tilfarið, ið skuldi nýtast dagin eftir, meðan 4. og 5. flokkur ar- beiddu í skúlanum við at gera ymiskt prýði og prýð- islutir. Hósdagin evnaðu 1., 2. og 3. flokkur og 6. og 7. flokkur prýðislutir, meðan 4. og 5. flokkur lærdi gom- ul spøl. Ikki kann sigast annað, enn at næmingarnir fingu væl burturúr, og at hetta vóru tríggir spennandi og læruríkir dagar, og stuttligt var at síggja, hvussu huga- góðir og áhugaðir næming- arnir vóru. Øðrvísi skúladagar í Gøtu STUDENTAR HITTAST Hetta er tann tíðin, tá “gamlir” floksfelagar hitt- ast at minnast gamlar skúladagar. Tað er tó heldur óvanligt, at floksfelagar ikki hittast aftur fyrr enn 30 ár eftir lokna próvtøku. So- leiðis er tað m.a. við 3 G- arunum á Studenta- skúlanum í Hoydølum, sum vórðu studentar í 1971. Nú hava teir so tikið seg um reiggj og sett hvørjum øðrum stevnu í Hoydølum komandi leygadag. Á myndini eru næmingarnir í teimum trimum flokkun- um, sum vórðu lidnir í 1971. Mong kend andlit, tó at onkur teirra ikki eru at kennast aftur í dag. Teir, sum skipa fyri hugnaløtu og samkomu í Hoydølum í ovurmorgin, vilja fegnir koma við eini seinastu heilsan til floksfelagarnar um at vera við. Ringið til Birgir á 318575 ella til Jan á 311873. Hittast fyri fyrstu ferð í 30 ár