Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 119 - 26. juni 2001 Nr. 119 - 26. juni 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Kokkar Hesi hava tikið prógv í grundskeið til skipskokkaútbúgving á Klaksvíkar Sjómansskúla á sumri 2001. Standandi frá vinstru: Hanus Kjølbro, lærari, Anfinnur Hjálmarsson, Argir, Annar Jacobsen, Klaksvík, Marner Guðjonsson, Klaksvík, Magnus Joensen, Klaksvík, Sólbjørn Sakarisson, Klaksvík, Rúni Berg í Lágabø, Vágur, Jákup Ziskasson, lærari. Sitandi frá vinstru: Paula Simonsen, Sørvágur, Anita Olsen, Klaksvík, Ida-Maria Jákupsdóttir, Kollafjørður. Magnus Joensen og Ida-Maria Jákupsdóttur fingu heiðursløn frá Føroya Banka fyri bestu úrtslit. Skiparar Hesir hava tikið prógv sum skipara á Klaksvíkar Sjómansskúla á sumri 2001. Standandi frá vinstru: Óli Olsen lærari, Birgir Petersen, Norðdepil, Jóhannes Sivertsen, Norðdepil, Levi Joensen, Klaksvík, Markus í Norðnastovu, Mikladalur, Pole Mikkelsen, skúlastjóri, Hanus Kjølbro, lærari. Sitandi frá vinstru: Heri Henriksen, Klaksvík, Pauli Højgaard, Rituvík, Rúni Sørensen, Viðareiði, Fróði Jacobsen, Klaksvík. Pauli Højgaard fekk heiðursløn frá Norðoya Sparikassa og p/f Chr. Í Grótinum. Rúni Sørensen fekk heiðursløn frá JFK Trol og Tryggingar- samband Føroya. …framhald av síðu 9 Fakliga støðið er ov lágt, verður sagt, men fakliga støðið er ein og hvør læru- grein sæð í ljósinum av, at tú skalt nýta hana sum lær- ari ella pedagogur saman við smábørnum, ungdómi ella fólki, sum bera brek. Tann, ið ikki dugir at síggja tað, avdúkar vantandi skil fyri egnari uppgávu, tá ið útbúgvingin er liðug, sum er eitt sindur ræðandi, tá ið hugsað verður um, hvussu langt hesir tríggir harrar eru komnir í útbúgvingini. Ella kanska er onkur hugsjónar- binding so sterk, at teir inn- ast inni halda fyri eygu og oyru og ikki vilja læra annað. Samrøðurnar bera ið hvussu er boð um eitt huga- lag, sum ger, at tað fer mær kalt niður eftir bakinum. Og so fáa teir heldur ikki verið í skúlanum, tí rektarin ikki er har alla tíðina. Fyrst er at siga, at er rektarin burturstaddur, so er altíð annað fólk sett at taka sær av áleikandi uppgávum, sum stinga seg up, so skúlin liggur ikki við ongari leiðslu av teirri grund. Eg dugi iki við mínum besta vilja at síggja annað, enn at rektarin á einum so einsamøllum útbúgvingar- stovni sum Føroya Lærara- skúla, hevur skyldu at fylgja væl og virðiliga við í tí, sum hendir í londunum uttanum okkum, og tað ger hann ikki bara við at lesa um tað, hann má eisini møta gronnunum av og á. Men sjálvandi er neyðugt at velja væl burturúr, so luttøkan kann gera okkum mun. Seinastu árini hevur Før- oya Læraraskúli altíð havt okkurt umboð á norður- lendsku Læraraútbúgvara- ráðstevnuni, sum er annað hvørt ár í onkrum Norður- landi. Í 1995 var henda ráð- stevna her á Læraraskúlan- um. Hon eydnaðist so sera væl, at luttakarar enn hava á orði, at tað er besta ráðstevna, teir hava verið við til. Ta ferðina komu so at siga allir lærararnir á læraraskúlanum úr Nuuk til Føroya at fáa íblástur til sína egnu útbúgving, og á hesi somu ráðstevnu eggjaðu vit teimum til at fáa ráðstevnuna til Nuuk, tá ið nýggja mentanarhúsið hjá teimum var komið. Samstundis varð skrivaður samstarvssáttmáli millum Nuuk, okkum, Kennarahá- skúla Íslands og Háskúlan í Tromsø. Hesum samstarvi hava allir partar notið gott av síðani, eins og vit hava bæði mennandi og spenn- andi samstarv við aðrar út- búgvingar í grannalondun- um. Ráðstevnan í Nuuk gjørdist veruleiki í septem- ber 2000. Sjálvandi høvdu fyrireik- ararnir fingið sera góða hjálp frá okkum í Føroyum, sum høvdu royndirnar frá 1995. Og longu tá høvdu vit lovað teimum, at vit vildu koma mannsterk til teirra. Eingin ivi er um, at hetta samband við Føroyar verð- ur tikið sum sera týdningar- mikið í Grønlandi. Í Nuuk høvdu vit framløgur og orðaskifti um útbúgving- arnar hjá okkum, og stórur áhugi var fyri okkara sjón- armiðum, sum av øllum skilafólki við pedagogisk- um innliti verða hildin at vera sera framkomin. Har vóru nógvir spennandi fyri- lesarar allar dagarnar og góð orðaskifti við starvsfel- gar í Grønlandi og úr øllum Norðurlondum. Sjálvur plagi eg av og á at vera á árligu ráðstevnuni hjá ATEE, sum er evrope- iska læraraútbúgvararáð- stevnan. Hon skiftir millum londini í Evropa. Áhugavert er har at síggja, at strembanin víða um lond er at koma nakað ávegis á teirri leið, sum okkara útbúgvingar hava gingið í nógv ár. Tað gevur merg at halda fast við eina gongd, sum summi her á landi hava ilt við at skilja, og tí als ikki vilja góðtaka. Sum framhald av tiltakinum, sum var i Norðurlanda- húsinum í mai undir sama heiti, skipar Arkitekta- felag Føroya nú fyri almennum fyri- lestri við dømum um bústaðarbygg- ing Tíðindaskriv Arkitektafelag Føroya Tiltakið verður mána- kvøldið tann 25. juni 2001 kl 19.30 í Lærara- skúlahøllini úti á Fræls- inum í Havn. Fyrilestrarhaldarin er arkitekturin Jens Tho- mas Arnfred frá kendu donsku teknistovuni Vandkunsten. Tekni- stovan Vandkunsten hevur millum annað ar- beitt við bútaðarbygging í Týsklandi, Hollandi og í Svøríki umframt í Dan- mark. Teknistovan hevur ar- beitt nógv við býlingum og bústaðum, og eyð- kent fyri arbeiðini er til- knýtið til norðurlendsk- an byggisið. Jens Tho- Arnfred hevur fyrr ar- beitt i Føroyum, og kunnu vit kenna okkum aftur í ymsum av tí, hann hevur staðið fyri at bygt. Tiltakið er ætlað øll- um, ið hava áhuga fyri ella ávirkan á bústaðar- viðurskiftini. Her verður hugsað um vanligar borgarar, lands- og kommunalpolitikarar, fakfólk, embætisfólk og fíggingarstovnar. Betri bústaðir til øll Nýggja dansi- og undirhaldsstaðið í Havnar Klubba, PLATFORM, gjørdi skjótt av. Beint eftir at PLATFORM var latið upp, lat tað sam- stundis dyrnar upp fyri tiltøkum hjá Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festi- vali JAZZFESTIVALUR 3. til 8. juli, 2001 Tað er sera rútmiskt, tað sum PLATFORM fær á pallin. Føroyingar, m.o. Ei- vør Pálsdóttir, taka sær av hóskvøldinum. Meðan eitt virðislønt danskt orkestur, við svenskum ísletti, Hans Ulrik JAZZ-Mambo, spælir fríggjakvøldið og leygar- kvøldið. Clickhaze og Marigold Hóskvøldið spæla tveir før- oyskir bólkar, ið er vorðnir kendir gjøgnum Prix Før- oyar. Clickhaze vann fin- aluna seinast. Og nógv hildu, at lokaldømingin ikki var í lagi, tí Marigold spældi somikið væl, at bólkurin átti at verið í final- uni. Men lat tað fara. Clickhaze fer um nakrar dagar til Nibe í Norðurjút- landi. Bólkurin skal spæla á Nibe Festivalinum, har nógv verður gjørt burturúr føroysku talentunum. Festi- valurin nevnir í forhonds- umrøðu, at Eivør Pálsdóttir kann gerast eins týdningar- mikil fyri Føroyar og Björk hevur verið fyri Ísland. Heimafturkomin fara tey at framføra í PLATFORM á Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festivali. Vit kunnu rokna við at hoyra nakað av tí besta, sum Clikhaze kann bjóða í løtuni; Bólkurin er væl trimmaður og uppsettur í hesum døgum. Eivør Páls- dóttir, Petur Jensen og hinir “klikkheysarnir” fara skjótt í studio í Danmark, at spæla løg inn. Men annars er Clickhaze stílurin sera samansettur og rútmiskur. Íblásturin er alt frá rokki til opera. Ástøðið kann til tíðir tykjast sera filosofiskt, litríkt og avbjóðandi. Tey Vilja Nógv Í Marigold spæla og syngja Jana, Jens, Magni, Símun, Knút og Allan. Tey eru fyrst í 20unum. Tey hava øll am- bisjónir. Og Marigold vil fyrst og fremst spæla nógv alment. Síðani er málið at gera eina fløgu. Tað fer iva- leyst at koma. Í hvussu so er halda nógv, at bólkurin er sera evnaríkur. Tað byrjaði í 1999. Allan var ikki komin við tá. Men hini 5, sum tá jammaðu regluliga, valdu at fara meira álvarsliga til verks. Og í 2000 høvdu tey bólkin og navnið, Marigold. Vit tosa um rokktónleik av egnum uppruna, við íblástri frá ymsum øðrum kendum og minni kendum. Tónleikurin snýr seg um intensitet, minimalismu, melankoli, útrykkjan, og kenslur. Og ljóð. Tey siga sjálvi, at tey royna at spæla og vera saman, sum ein heild og tónleikalig sam- gonga. Oftast er tað Jana, sum yrkir – ella skrivar tekstir- nar. Teir eru um ymiskt, sum hon hevur upplivað; Um staðið millum ljós og skugga, um ljósið í myrkri- num. So tey hava eisini fat- ur í tí postiva endanum. Clickhaze og Marigold spæla í PLATFORM hós- kvøldið 5. juli, frá kl. 21.30 til 24.00. Hans Ulrik JAZZ-Mambo Fríggjakvøldið spælir Hans Ulrik JAZZ-Mambo í PLATFORM, frá kl. 22.00 til 24.00 Høvuðspersónin í bólki- num kenna nógvir dansk- arar – bæði tónleikarar og áhoyrarar/lurtarar. Hans Ulrik er saxofon- istur og klarinettistur, sum í trimum umførum hevur verið í USA at nema sær enn størri kunnleika um ljóðføri síni. M.a. var hann tvey ár í 80unum á Berklee School of Music í Boston. Hans Ulrik hevur leitt nógv orkestur, og hann meistrar nógvar stílir innan undirhalds- og jazztónleik av ymsum slag. Hann hevur undir egnum navni gjørt 8 fløgur. Og nøvn sum Lan Dokey, Gary Peacock, John Scofield, Peter Erskine, standa á húsanum. Fantast- iskir tónleikarar. Hans Ulrik hevur higartil vunnið 8 heiðurs- og virðis- lønir. Vit kunnu nevna “Besti Solistur” í Euro- pesiku Jazzkappingini, sum varð hildin í Týsklandi í 1988. Í 1999 vann hann ein Grammy fyri Jazz & Mambo útgávuna. Í summ- ar er uppfylgjarin til Jazz & Mambo komin, og tað er tann tónleikin, Hans Ulrik hevur við sær til Føroya. Vit kunnu vænta eina rút- miska uppliving av teimum stóru. Saman við leiðaranum, Hans Ulriki, sax og klari- net, spæla 4 fólk: Svenskarin Lars Jansson, klaver. Nikolaj Munk, bass. Svenskarin Anders Kjell- berg, trummur. Lisbeth Diers, slagljóðføri. ARBEIÐSEFTIRLIT Eirikur Lindenskov Nýggi stjórin á Arbeiðs- eftirlitinum eitur Karl Joen- sen. Tað er landsstýrismað- urin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur gjørt av at seta hann í starvið, eftir at Eli Davidesen, sum hevur røkt starvið síðani Arbeiðseftirlitið gjørdist sjálvstøðugr stovni í 1984. Karl Joensen er útbúgvin maskinmeistari og merko- nomur. Hann hevur royndir sum maskinmeistari við ymsum fiskiskipum og gasstangaskipum. Harum- framt hevur hann arbeitt í 11 ár á Arbneiðseftirliti- num, harav mesta partin sum deildarleiðari. Hann tekur við starvinum 1. au- gust komandi. 18. Tórshavnar Jazz- Fólka- og Blues Festival 2001: Í PLATFORM spæla Clickhaze, Marigold og Hans Ulrik Jazz-Mambo Clickhaze fara at spæla í Platformi í sambandi við Tórshavnar Jazz-, Fólka og Bluesfestivalin Karl Joensen stjóri á Arbeiðseftirlitinum Fríggjadagin var móttøka á Arbeiðseftirlitinum í sambandi við, at Eli Davidesen, stjóri og Eilif Lindberg fóru frá fyri aldur Mynd: Alvur Haraldsen C M Y K 11 10 Føð øðingardagstilbo ingardagstilboð Sverrisgøta 19 Postboks 181 110 Tórshavn Tel. 315264 Fax 319623 Tógvhandilin IGLOO til og við 26. juni Frátikið tógv fyri 12,- 10,- 7,- og Eisini lata vit 15% av øllum vørum sum kosta yvir 100 kr. pr. noða