Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 Nr. 119 • týsdagur • 26. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Toftamenn eru sera væl nøgdir við hug- burðin og avrikið, sum teirra menn leygardagin vístu í Belgia INTER-TOTO Jóannes Hansen 2500 áskoðarar sóu leygar- kvøldið B68 spæla á einum so góðum grasvøli, sum teir ongantíð áður hava verið á. Og úrslitið boðar frá, at toftamenn stórtrivust á lítið brúkta, tætta og slætta vøllinum í Lokeren. Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað kunnu bæði B68 og føroyskur fót- bóltur sum heild vera heilt væl nøgd við. Í fyrra dystnum, sum var á Svangaskarði næstsíðsta leygardag, vann belgiska liðið 4–2. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður Lokeren, sum fer at halda fram í kappingini. Í næsta umfarinum skulu teir spæla ímóti einum pól- verskum liði. Sama fólkið Tá Lokeren var í Føroyum, vóu teir ikki fullmannaðir. Hetta skal skiljast soleiðis, at fleiri av føstu monnunum hildu summarfrí. Tá B68 var í Lokeren, hevði belg- iska liðið umleið somu manning, sum teir høvdu í Føroyum. Í Lokeren vildu teir fegnir vinna, men kort- ini tóktist tað, sum um yvir- skotið til neyðugu tyngdina fyri at taga B68 verjuna sundur, ikki var til staðar. Lokeren hevði bóltin nógv meiri, enn B68 hevði bóltin, men uppløgdu mál- møguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini. Á Svangaskarði skoraði Lokeren í evstu løtu undan steðginum, og á heimavølli var um reppið, at teir eisini fingu mál dygst fyri hálv- leik. Í 38. minutti sendu teir innlegg í tvørtræið, og í yvirtíðini varð frísparks- innlegg stútað við síðuna av. Magnus Poulsen vardi hesa ferð B68 málið, og í 2. hálvleiki hevði hann lítið at gera. Í 64. minutti var kort- ini um reppið, at Lokeren fekk mál, men Jann Ingi Petersen bjargaði á strikuni stútara eftir hornaspark. Væl skipaðir B68 fór á vøllin fyri at fáa eitt gott úrslit. Javnleikurin ber ikki víðari luttøku í Intertoto við sær, men kort- ini eru toftamenn væl nøgdir við, at teimum eydnaðist at fáa javnleik í Lokeren. Eyðfinn Olsen var í mong ár verjuálit hjá B68, og í 1993 spældi hann tveir landsdystir. Nú er hann nevndarlimur í Tofta Ítrótt- arfelag: – Mær dámdi stak væl mátan, sum okkara menn spældu uppá. Talan var um eitt kollektivt avrik, og teir vóru alla tíðina eitt hundrað prosent savnaðir um stóru uppgávuna. Teir tóku ongar kjansir afturi á vøllinum. Ofta spældu teir við long- um sendingum, og okkara menn høvdu kanska fleiri upplagdar málmøguleikar, enn mótstøðumenninir høvdu. Tað var serliga hugaligt, at tað hilnaðist so væl, tá havt verður í huga, at Jan Dam, sum er ein av spælarunum, ið hevur flestu altjóða royndirnar, ikki var tøkur. Jan Petersen var aftstur í verjuni, og hann megnaði uppgávuna sera væl, sigur Eyðfinn Ol- sen. Fyrsta málmøguleikan fekk B68, tá eitt stórt korter var farið. Eftir uppspæl í høgru sendi Jann Ingi Pet- ersen innfyri, og heilflukt- arin hjá Súna Fríða Joh- annesen fór dygst framvið stólpanum. Øssur Hansen og Marcello Marcellino vóru eisini tætt við, men einki mál kom. Kendasti maðurin Lokeren er á veg fram í belgiskum fótbólti. Tað er ikki so langt síðani, at fel- agið var í næstbestu deild- ini og um reppið at fara á húsagang, men nú gongur tað væl. Felagið hevur vunnið nógvar pengar við at keypa og selja spælarar. Teir endaðu á fjórða plássi- num í ár, og komandi ár ætla teir at røkka uppaftur hægri, soleiðis at teir sleppa upp í part í Europa Cup. Lokeren eigur í løtuni ikki nógvar serliga kendar spælarar, og sjálvt um fleiri B68 menn eru landsliðs- spælarar, so taka teir tað okkum ikki illa upp, tá vit siga, at teir ikki eru serliga kendir í altjóða høpi. Eingin ivi man vera um, at kendasti maðurin í Lok- eren leygarkvøldið var ung- verski UEFA maðurin. Sander Puhl var eygleiðari. Tað navnið munnu fleiri komast við. Ungverjin var í fleiri ár mettur sum ein tann besti dómarin í heiminum, og í finaluni í HM kapping- ini, sum í 1994 var í USA, var hann dómari, tá Brasilia vann á Italia. Sunnukvøldið var B68 aftur í Føroyum, og nú fyri- reika teir seg til útsetta landskappingardystin ímóti GÍ, sum í annaðkvøld verð- ur á nýggja vøllinum í Gøtu. Intertoto Cup Lokeren–B68 0–0 Lokeren víðari í kappingini við málmuninum 4–2 Í Lokeren í Belgia leyg- arkvøldið 23. juni 2001 kl. 20.00 Dómarakvartett úr Hvíta- russlandi UEFA eygleiðari úr Ungarn: Sander Puhl 2500 áskoðarar Lokeren: 12. Frank Sy- mons – 2. Michael van Hoey, 3. Stefaan Staeliens (15. Bart Dedsmet, 85.)13. Andy Vande Sorbel, 5. Stefan van Dender – 6. Camille Muzinga, 7. Oki- tankoyi Kimoto, 8. Davy de Beule, 14. Dennis Moeren- hout (10. Rigo Bwayi Ki- doda, 46.) – 9. Imbungu Mputu Bandu, 11. Karim Elbodmossi Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 17. Thomas Ruys og nr. 18. Ortwin Helderwert Gult kort: einki B68: 1. Magnus Poulsen – 4. Hans Fróði Hansen, 2. Jan Petersen, 3. Jákup Eli Olsen – 6. Arnold Joensen, 8. Jann Ingi Petersen, 10. Fróði Benjaminsen, 7. Øss- ur Hansen, liðformaður, 5. John Heri Dam – 11. Súni Fríði Johannesen, 9. Mar- cello Marcellino Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Kjart- an Nesá, 13. Marlon Jorge, 14. Messeias Perreira, 15. Oleif Joensen, 18. Jan C. Dam Gult kort: Jákup Eli Olsen 18. Venjari: Jóannes Jakobsen Liðleiðarar og ognarrøklar: Jógvan Højgaard og Johan S. Jensen Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm Ferðaleiðarar: Niclas Davidsen og Eyðfinn Olsen B68 fekk stig í Lokeren Í seinna dystinum móti Lokeren eydnaðist B68 at fáa málleysan javnleik Verjuveteranurin varð skaddur undir venjing í Belgia, og ivasamt er, um hann verður á vølli hesu megin summarfrí- tíðina FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað kom sera illa við hjá B68, tá ein av royndastu spælarunum hjá teimum noyddist at geva avboð til Intertoto Cup dystin í Lokeren í Belgia. Og tað var ikki minst harmuligt, at óhappið, sum hevði avboðið við sær, kom fyri undir venjing. Lokeren eigur fýra fínar venjingarvallir. B68 vandi á einum av hesum vallun- um í góðveðrinum hós- dagin. Undir venjingini vóru spælararnir býttir í tveir partar. Tá var tað so óheppið, at Jan C. Dam og ein av hinum tofta- monnunum – teir vóru í sama parti! – brustu sam- an, og Jan Dam lá eftir á. Toftamenn høvdu fysioterapeut við í Belgia. Øssur Steinhólm hugdi at skadda manninum, og tað var so skjótt, at tað var staðfest, at liðbondini í knænum vóru toygnað, og at eingin møguleiki var fyri, at Jan C. Dam kundi spæla ímóti Lokeren. Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur. Jan C. Dam hev- ur spælt 39 landsdystir, og hann hevur fleiri ferðir áður roynt seg í Europa Cup. Jan sat á beinkinum undir dystinum, og navnið á honum var á dómara- seðlinum, men tað var eingin møguleiki fyri, at hann kundi spæla við. Í gjár skuldi Jan C. Dam fara til lækna. Men á Toftum høvdu teir einki mót um, at hann verður tøkur í annaðkvøld, tá B68 skal spæla útsetta dystin í Gøtu. So verður spurningurin, um veteran- urin verður tøkur, tá B68 sunnudagin fær vitjan av KÍ, ella um hann yvirhøv- ur verð førur fyri at spæla, áðrenn B68 um smáar tvær vikur fer í heilt stutta summarfrí. Jan C. Dam knæskaddur B36 er flúgvandi síða 16-17 13 12 Nr. 119 - 26. juni 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn C M Y K 12