Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 26. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 15 14 Nr. 119 - 26. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Steypafinalan í ung- lingadeildini verður spæld í arbeiðstíð og í kapping við skúlar- nar, sum handa prógvini í hesi vikuni STEYPAFINALA Jóannes Hansen ÍF og KÍ eru komin í final- una í steypakappingini í unglingadeildini. Bæði í Fuglafirði og í Klaksvík verður tað sæð við stórum spenningi fram ímóti dyst- inum. Seinastu árini hava tað serliga verið NSÍ og havnarfeløgini, sum hava verið frammarlaga í ung- lingadeildini, men hesa ferð eru tað altso ÍF og KÍ. Í síðstu viku frættist frá Fótbóltssambandinum, at finalan skuldi spælast á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19. Í vikuskifti- num frættist, at nú er tíðin fyri dystarbyrjan broytt til klokkan 16. Hóast tað er ófatuligt, so hava feløgini í Klaksvík og í Fuglafirði eftir øllum at døma tikið hetta til eftirtektar, og so verður finalan millum ung- lingarnar í Klaksvík og Fuglafirði spæld í høvuðs- staðnum klokkan fýra seinnapartin í morgin. At tað eru mong í Fugla- firði og í Klaksvík, sum undrast á tilrættalegging- ina, vóru tað nógv prógv fyri við vøllin í Fuglafirði leygardagin og við vøllin í Klaksvík sunnudagin. Kappast við skúlarnar Sambært skipanini skuldi finalan í unglingadeildini verið spæld 31. mai. Um- støður vóru ikki at fáa hálvfinalurnar frá hondini fyrrenn í síðstu viku, so tað bar sjálvsagt ikki til at fylgja løgdu skránni. Nú skal finalan kroystast til at verða spæld í morgin ella í tí vikuni, tá prógvini í fólkaskúlunum og í mið- námsskúlunum verða hand- að. Í skúlanum í Fuglafirði verður samkoman, har prógvini verða handað, mikukvøldið klokkan sjey. Fleiri av unglingunum skulu tá møta upp – ivaleyst í føroyskum klæðum. Men áðrenn teir koma har til, hevur FSF gjørt av, at teir tríggjar tímar frammanund- an skulu spæla finalu í Gundadali. Teir skulu spæla tvær ferðir trý korter – í minsta lagið og inn ímillum skulu teir hvíla seg í eitt korter. Tað kemur ofta fyri, at finalur enda við longdari leiktíð og brotssparks- kapping. So skal nýklækti landsstýrismaðurin í mentamálum handa steyp, og so skulu vinnararnir av- myndast og renna sigurs- rundu. Vit mugu vóna, at Súni í Hjøllum, skúlastjóri í Fuglafirði, ikki verður liðugur at handa prógvini, tá útlúgvaðu fótbóltsspæl- ararnir koma norður! Samstundis sum klaks- víkingar og fuglfirðingar skulu spæla finalu í høvuðsstaðnum, verða prógvini handað í studenta- skúlanum á Kambsdali. Hetta er altíð hátíðarligt, og soleiðis verður tað vónandi eisini hesa ferð. Bæði í Klaksvík og Fuglafirði eru nógvir studentar. Fótbólts- hugað, sum eru tætt at stu- dentunum, skulu nú sita á Kambsdali og hugsa um unglingafinaluna, ella skulu teir sita í Gundadali og hugsa um hátíðarløtuna og prógvhandanina hjá Sámali í Skorini á Kambs- dali! Eisini hetta skal til Havnar Higartil hevur tað verið so- leiðis, at finalan hevur ver- ið á uttanveltaðum vølli, sum hevur verið so høg- ligur hjá báðum pørtum, sum tað bar til. T. d. í fjør var finalan millum HB og NSÍ á Mølini á Eiði. Eingin prinsippavgerð er tikin í FSF um, at finalan skal vera á Tórsvølli, men nú er tað knappliga íkomið, at tað er har, at hon skal vera, og í Klaksvík og í Fuglafirði standa tey spyrj- andi. Nógv virksemi er tí- betur í báðum plássunum. Nógv av fólkinum er tíma- lønt. Um tey skulu síggja unglingarnar hjá sær stríð- ast í finaluni, so skulu tey skeiða seg út á middegi og missa harvið ein hálvan arbeiðsdag. Um finalan varð spæld á nýggja undirlagnum í Gøtu klokkan sjey eitt yrkakvøld (ikki nú hóskvøldið tí tá verða prógvini handað í fólkaskúlunum í Klaksvík), men ógvuliga gjarna fríggjakvøldið – tá hevði hon verið partur av varma- kelduskránni uttan at vera í Fuglafirði – so høvdu nógv fleiri áskoðarar bæði úr Klaksvík og Fuglafirði havt møguleika at sæð dystin, uttan at tað kostaði mista arbeiðstíð. Í Klaksvík hildu fleiri sunnudagin fyri, at tað hevði verið hugaligt í summarveðrinum at farið í maskinbáti yvir á Gøtu. Tak meg ikki í tí, men nýklakti landsstýrismaður- in, Óli Holm, hevði neyvan havt nakað ímóti at koma norður til Gøtu, og um møguleiki ikki hevði verið fyri tí hjá honum, so hevði gamli mentamálaráðharrin ivaleyst verið fúsur at traðkað til. Dysturin skal spælast á Tórsvølli, tí tað skal vera tign kring finaluna, eru boðini úr FSF. Vónandi eru tey fleiri, sum hava møgu- leika at keypa sær frí frá arbeiði, so tað verður huga- ligt hjá spælarunum. Men tað er ilt at síggja tignina, tá FSF, sum annars tey seinnu árini hevur gjørt nógv fyri at stremba eftir at hava gott samstarv við tey, ið hava við ungdómarnar at gera, leggur seg út í kapping við tignarligastu løtuna øll tey árini, sum næmingar ganga í fólkaskúlanum og í mið- námsskúlum. Góðan dyst ÍF og KÍ. Vónandi verður spælið tignarligt and may the best team win! B36 roynir at hanga í hølinum á GÍ, meðan HB tapið ímóti grannunum hevur við sær, at møguleikin fyri altjóða luttøku komandi ár hjá HB hongur í sera klønum tráði SAMANUM Jóannes Hansen Áttanda umfarið myndaðist soleiðis, sum tað kundi roknast við. Nú er stóri spurningurin, um B68 fer at megna at gera nakað við GÍ í annaðkvøld. Undan síðsta dystinum í áttanda umfari- num er GÍ tvey stig undan B36. Tað vil siga, at spenn- ingur kann koma í aftur, um B68 megnar at gera nakað við GÍ. B68 hevur ofta staðið seg væl í Sarpigerði, men kort- ini er eingin ivi um, at GÍ er stórfavorittur í annaðkvøld. Gøtumenn hava verið sera støðugir, teir hava so at siga ikki gjørt mistøk, og tá tað hevur staðið á, hava teir havt styrki og myndugleika at avgera sær sjálvum til fyrimunar. B36 setti grannarnar upp á pláss. Málmunurin ar bara eitt, men avrikið hjá B36 og HB staðfestu, at støðutalvan er røtt. Í løtuni er B36 nógv betri fyri enn HB. Í eldra havnarfelagnum hava teir ongantíð dult, at teirra mál er hvørt ár at taka lut í Europa Cup. Eftir tap- ið ímóti B36 er møguleikin fyri at vinna FM sera langt burtur, og annað plássið, sum ber rætt til UEFA Cup atgongumerki við sær, er langt úti í havsbrúnni. Vágbingar høvdu tað torført ímóti EB/Streymi. Jóansøkugestirnir í Vági vístu seg so væl skipaðar og snildar, sum tað kundi roknast við, eftir at teir so rudduliga høvdu vunnið á norðoyarstevnu. VB sigurin ber vágbingar upp á triðja plássið. Kom- andi sunnudag skulu teir í Gundadal at stríðast við B36. VB er nú fýra stig aftanfyri B36. Um teir vinna í Gundadali, og GÍ bæði vinnur í annaðkvøld ímóti B68, og tá teir sunnudagin fara at spæla á Sandi, er sera ilt at ímynda sær nakra kapping um FM heitið. Miðjan Á heiðursmerkjaplássu- num eru nú GÍ, B36 og VB. Umframt HB eru í mið- bólkinum KÍ, NSÍ og B68. Felags fyri øll hesi liðini er, at avrikini hava verið sera óstøðug. Tað ber stutt sagt ikki til frammanundan at rokna við, hvussu tað fer at tørna út. Hjá KÍ var avrikið ímóti FS Vágum ikki á nakran hátt sannførandi. Men teir fingu øll stigini, og tað eigur at vera lagt til merkis, at um teir ikki høvdu havt stórkiksað ímóti EB/- Streymi, so høvdu teir havt verið við í kappingini um Europa Cup pláss – sjálvt um teir taptu 5–0 ímóti B36 í Gundadali. NSÍ droymir um altjóða fótbólt, men tað er einki, sum í løtuni bendir á, at tað verður til annað enn dreym- ar. Sunnudagin skulu teir norður á Mølina. Tað verð- ur ein ógvuliga spennandi dystur. Botnurin Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at stríðið um beinleiðis niðurflyting fór at standa ímillum B71, EB/Streym og FS Vágar. Støðutalvan vísir, at tann rokningin hevur verið røtt. Vit hava fleiri ferðir áður sagt, at avgerðin um, hvør skal enda niðast, fer at verða funnin í innanhýsis dystunum ímillum hesi feløgini, og soleiðis verður tað. At FSV tapti 15–0 ímóti B36, og at teir taptu 6–1 ímóti B68 hevur ikki so nógv at siga. Tað hevur nógv størri týdning, hvussu teir fara at standa seg ímóti EB/Streymi og B71. Næsta uppgerðin av hes- um slagnum verður annan sunnudag, tá sandoyingar skulu norður til Eiðis. Avrikið hjá FSV í Klaks- vík vísti, at arbeiðið hjá Alberti Ellefsen og Jon- hardi Joensen gongur rætta vegin. Men har er nógv at fáa upp á pláss. Kortini loyva vit okkum at siga, at um spælararnir fara at vísa rættan hugburð, so er tað ikki givið, at FSV uttan kapping fer at flyta bein- leiðis niður. Tað skal valdast við tignini B68 hevur lykilin til spenning Við sigrinum á HB staðfesti B36 støðuna sum fremsti avbjóðarin hjá GÍ, meðan HB nú má savna tankarnar um at tryggja sær europeiska luttøku komandi ár Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14 Rúni Nolsøe roknar ikki við, at HB nú hevur nakran møgu- leika at vinna seg upp til GÍ á fremsta sess- inum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ein vónbrotin HB liðskipari, sum eftir dystin móti B36 skuldi gera við- merkingar til dystin. Fyrst og fremst orsakað av tapin- um, men sjálvsagt eisini, tí dysturin fyri hansara við- komandi endaði heldur fyrr enn ætlað, tá dómarin gav honum reyða kortið. - Eg haldi í øllum førum, at dómarin væl kundi verið hatta reyða kortið fyri utt- an. Eg segði við hann, at hann mátti sæð, at talan var um hornaspark, og um eg sum liðformaður ikki kann gera eina slíka viðmerking, so dugi eg ikki at síggja, hvat eg skal hava hatta arm- bindið til, sigur Rúni. - Eg haldi eisini, at hann (Lassin) varð eitt sindur skakkur, tá hann gav mær reyða kortið. Sum um hann ikki visti av, at eg hevði eitt gult kort framman undan. Stóra ávirkan Hann helt annars, at døm- ingin hjá Lassanum Isaksen so avgjørt ikki kom HB til góðar á nakran hátt. - Eg skal ikki siga, at B36 ikki var betra liðið, men í øllum førum hevur hann tveir dómar, sum eru sera dýrir fyri okkum. Hann sær ikki, at Kenneth nýtir hond- ina við fyrra málinum, og so gevur hann mær reyða kortið. Tað er so í øllum førum nakað, sum hevði avgerandi ávirkan á úrslit- ið. - Sjálvt Ion segði seg eft- ir dystin vera ónøgdan um dømingina. Tað havi eg so ongan tíð hoyrt hann siga fyrr. Tvørtur ímóti plagar hann at leggja áherðslu á, at vit ikki skulu trætast við dómaran. - Tað er eitt sindur frus- trerandi, at vit nýta fimm dagar um vikuna til at venja, fyri síðani at fáa dystin oyðilagdan av dóm- aranum. Tað er næstan so, at mann fer at hugsa um, hvørt tað hevur nakað endamál at taka lut í øllum hesum venjingunum, sigur ein harmur Rúni Nolsøe. Gloym gullið Spurdur, um tapið eisini hevur við sær, at HB ikki longur fer eftir gullmerkj- unum, sigur Rúni, at tað kann mann kanska. - Fyribils haldi eg í øllum førum, at vit kunnu gloyma alt um gullið. Har er mun- urin vorðin alt ov stórur. Vit mugu fyri fyrst fara eftir bronsumerkjunum, har VB nú er farið upp um okkum, og so mugu vit bara taka tað, sum tað kemur. Gloym gullið - Eg skal ikki siga, at B36 ikki var betra liðið, men í øllum førum hevur hann tveir dómar, sum eru sera dýrir fyri okkum, sigur HB liðskiparin Lassin Isaksen vildi ikki gera nakrar ser- ligar viðmerkingar til sín leiklut í dystinum sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Dómarin í dystinum mill- um HB og B36, Lassin Isaksen, kom rættiliga í brennidepilin sunnudagin. Ikki minst kom øði í HB viðhaldsfólkini, tá liðskip- ari teirra, Rúni Nolsøe, fekk seinna gula kortið. Tá vit eftir dystin spurdu Lassan um hendingina, var tað ein ógvuliga fáorðaður dómari, sum ikki hevði ser- ligan hug at gera viðmerk- ingar, - Hann mótmælti døm- ingini, og tí fekk hann seinna gula kortið, var ein- asta viðmerkingin, sum fekst frá Lassanum um hendingina. Ongar broytingar Einki er at taka seg aftur í, at lokaluppgerðirnar í høv- uðsstaðnum teljast millum størstu dystirnir í landin- um. Vit spurdu eisini Lass- an, um hetta er nakað sum ávirkar fyrireikingarnar hjá dómaranum til dystin. - Nei tað haldi eg ikki. Eg royni altíð at vera væl fyri til uppgávurnar. Líka mikið um tað er ein dystur í dreingjadeildini, ella um talan er um dyst millum HB og B36. - Sjálvandi er kenslan eitt sindur øðrvísi, tá farið verður á sjálvan vøllin, men fyrireikingarnar eru altíð tær somu, sigur dóm- arin at enda. Brúkti seg - Hann mótmælti dømingini, segði Lassin um seinna gula kortið, sum Rúni Nolsøe fekk í dystinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen