Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 26. juni 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 gekk tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og framvegis vóru tað teir reyð/svørtu, sum vóru við yvirlutan. Alt hetta var tó broytt, tá liðini komu aftur á vøllin til seinna umfarið. Nú var tað brádliga B36, sum sat á tí mesta, og í mun til spælið hjá HB fyrstu trý korterini, so fingu teir hvítu eisini fleiri góðar møguleikar burtur úr yvirvágini. Tvær ferðir innan fáar minuttir tíðliga í hálvleiki- num vóru av álvara boð eftir Bárði Johannesen. Fyrst var hann sum ein køttur niðri í horninum, tá Heðin royndi seg við frí- sparki, og síðani tók hann sakina í egnar hendir, tá verjumistak førdi við sær, at John kundi spæla Heðin púra blankan framman fyri málinum. Bert ta einu ferðina mis- tók málverjin seg av álvara, tá hann kom skeivt út eftir einum himmalhøgum inn- leggi, men úr stuttari fjar- støðu sendi Jákup á Borg bæði upp um og við síðuna av. Í hinum endanum var tað rár hending, at HB av álv- ara hótti. Bárður var tó ikki heilt einsamallur um at vísa gott hegni í málmansspæli- num, tí ta einu ferðina mátti Tróndur Vatnhamar toyggja seg í hvørjari lykkju, tá Rúni Nolsøe úr 11 metrum stútaði móti málinum. Hetta var tó eisini tað seinasta, sum Rúni slapp at gera í dystinum, tí løtu seinni varð hann rikin av vølli. Hetta hendi, eftir at dóm- arin hevði givið B36 mál- spark. Allar helst var Rúni ikki samdur í dómaranum hesum viðvíkjandi, og tá næsta gula kortið so varð givið HB-liðskiparanum, var útvísingin ein veruleiki. HB hevði annars stutt undan hesum sent Una Arge á vøllin í eini vón at hvessa álopspartin, men ætlaði styrkurin av hesum varð tó av ongum. Fyrst og fremst tí útvísingin av lið- skiparanum merkti, at bólt- arnir niðan til álopið gjørd- ust færri í tali, men eisini tí B36 framhaldandi hevði sera gott tak á HB álopin- um. Útvísingin avgjørdi Útvísingin gjørdi sjálvsagt eisini, at tyngdin á HB mið- vøllinum gjørdist nógv minni, og sum hálvleikurin leið, tóktist enn eitt B36 mál at koma alsamt nærri. Eftir at hava hótt fleiri ferðir, eydnaðist eisini B36 at avgera dystin, tá lítið korter var eftir at spæla. Jan Guttesen rann ígjøgnum at kalla manntóma HB mið- vøllin, og tá Janus M. Joen- sen ikki varnaðist, at verju- felagarnir royndu at seta rangstøðufelluna, kundu Jákup á Borg og John Petersen seta ferð á, tveir móti einum. Aftir at hava drigið seg fram til brots- teigarmarkið sendi Jákup tvørtur um, og sera kølin rullaði John bóltin framvið sakleysa HB málverjanum. Dysturin var nú avgjørd- ur, og seinastu løtuna kundu áskoðararnir hjá B36 hóskandi nýta til at heiðra monnunum, sum loksins høvdu vunnið ein týðandi landskappingardyst móti HB. Nakað, sum ikki er hent, síðani B36 á sein- asta leikdegi í 1990 tryggj- aði sær silvur á seinasta leikdegi. HB fekk minkað um munin, tá Egil Zachariasen púrasta óneyðugt gav teim- um tveir møguleikar at skjóta fríspark av brotsteig- armarkinum. Nakað sum annars helst átti at kosta reytt kort, men Egil var heppin, og slapp kortini at verða á vøllinum. Seinnu royndina sendi Vagnur Mohr Mortensen fram við verjugarðinum og í málið, men tá var alt líka sum avgjørt, og tá dómarin løtu seinni blásti dystin av, var sigurin ein staðfesting. Við sigrinum tykist B36 nú at vera einasti veruligi sambiðilin hjá GÍ í odda- stríðnum, og mett eftir sein astu dystunum, so fara hvítu havnarmenninir ikki at missa nógv stig afturat í ár. Teirra trupulleiki tykist tó at vera, at gøtumenn heldur ikki hava hug at missa nakað serligt, men í øllum førum halda teir framhaldandi fast í oddinum. HB misti hinvegin takið við tapinum. Teir eru nú átta stig aftan fyri GÍ, sum hevur ein dyst til góðar, og tí munnu tankar teirra heldur leita ímóti vágbing- um, sum í sín part yvirtóku triðja plássið á stigatalvuni. HB-B36 1-2 (0-1) 0-1: Kenneth Jacobsen 17 0-2: John Petersen 77 1-2: Vagnur Mohr Morten- sen 90 Sigurin hjá B36 varð ikki minst grundaður í verjupartinum, har Arnbjørn Danielsen og Pól Thorsteinsson høvdu sera gott tamarhald á verjupartinum 17 16 Nr. 119 - 26. juni 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Sigurin móti grann- unum var hin fjórði á rað, og hvítu havnar- menninir tykjast nú vera teir einastu, sum kunnu hótta suverena oddaliðið úr Gøtu FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Tað var ikki bert mjørkin, sum hekk tjúkkur í Gunda- dali sunnudagin. Spenning- urin undan dystinum mill- um tey bæði stóru havnar- feløgini var eins tjúkkur. Nærum soleiðis at áskoðar- arnir kundu merkja hann við fingrunum. Umframt at vera ein van- lig lokaluppgerð, so hevði dysturin eisini alstóran týdning fyri vónirnar hjá áskoðarunum. Boðini hjá báðum pørtum vóru eisini púrasta greið. Kravið var ein sigur, tí bæði javnleikur og tap vildu ført við sær, at oddaliðið úr Gøtu kundi enn meira um munin niður til hini liðini. Varlig byrjan Tað var eisini líkt til, at hetta nervaði liðni nakað fyrstu løtuna. Í øllum før- um byrjaðu báðir partar varliga, og royndu at fáa endarnar at røkka saman í verjupartinum, heldur enn at søkja á motstøðumálið. Av tí sama gekk eisini rættiliga nógv fyri seg á miðvøllinum fyrstu løtuna. Her tóktist tað vera HB, sum fekk ta betru byrjan- ina. Teir vunnu flestu nær- dystirnar á miðvøllinum, og fingu tískil sett fleiri álop ígongd, men nakrar veruligar málmøguleikar gjørdist talan so ikki um, hóast tað fleiri ferðir var hampuliga nær við. At talan ikki gjørdist um teir stóru møguleikarnir hjá HB, komst serliga av nær- løgdu B36 verjuni. Pól Thorsteinsson og Arnbjørn Danielsen pakkaðu snøgt sagt Bárð Mortansson og Jón Róa Jacobsen inn, so hesir at kalla einki fingu burtur úr teimum bóltum, sum vórðu sendir niðan. Ikki minst var tað ein fragd fyri eyga at síggja, hvussu hegnisliga teir oftani pilk- aðu bóltarnar av mótstøðu- monnunum, uttan at tað yvirhøvur varð neyðugt við hørðum taklingum, hóast hesar eisini vóru at síggja av og á. Harafturat hevði Jens Kristian Hansen á vinstra bakki sera gott tak á Allani Mørkøre, soleiðis at HB ongantíð fekk gongd á vandamikla vongspælið, ið aloftast er ein hin størsta styrkin á liðnum. Ímóti spælinum B36 hevði í útgangsstøði tríggjar mans á toppinum. Heðin á Lakjuni, Jákup á Borg og John Petersen royndu at rotera, soleiðis at teir skiftandi vóru á mið- vøllinum og í álopinum, men stóri trupulleikin tókt- ist vera, at teir at kalla onga hjálp fingu frá miðvøllin- um. Har var ofta roynt við longum bóltum niðan móti John, men hóast hann vann flestu luftdystirnar við teir báðar vágamenninar, Jóhannis Joensen og Eyð- finn Fjalsbak, so var tað rár hending, at nakar B36 leik- ari var til staðar, tá bóltarnir skuldu samlast upp. Tað var tí eisini eitt sind- ur órættvíst, at tað eydnað- ist B36 at leggja seg á odda. Heðin á Lakjuni setti ferð á frá miðvøllinum. Bólturin varð sendur út í vinstru, har John síðani legði ein høgan bólt yvir móti handaru stong. Har eydnaðist Jákupi á Borg at stúta út aftur til Kenneth Jacobsen, sum stóð púra leysur á mál- teigarmarkinum. Bárður Johannesen fekk við eini framúr bjarging vart fyri í fyrstu atløgu, men Kenneth fekk onkursvegna sett tánna á aftur bóltin, so hann spakuliga rullaði millum vinir og fíggindar inn í HB málið. HB’arnir vóru í øð- ini, tí teir vildu vera við, at Kenneth hevði havt hond á bóltinum, men har vendist so ikki. Bárður í fokus Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, hendi ikki tað stóra. Eins og fyri málið HB-B36 1-2 (0-1): B36 er flúgvandi Álopsparið hjá B36 fegnast um næsta málið hjá B36. Saman við liðfeløgunum tykjast teir báðir í løtuni at vera flúgvandi, og sigurin á HB var tann fjórði upp í slag hjá yngra havnarfelagnum C M Y K 16