Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 26. juni 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 7 7 - 0 - 0 24 8 16 21 2 B36 8 6 - 1 - 1 31 5 26 19 3 VB 8 5 - 0 - 3 22 8 14 15 4 HB 8 4 - 1 - 3 15 9 6 13 5 KÍ 8 4 - 0 - 4 9 16 -7 12 6 NSÍ 8 3 - 2 - 3 9 12 -3 11 7 B68 7 3 - 1 - 3 15 14 1 10 8 EB/Streymur 8 2 - 0 - 6 8 15 -7 6 9 B71 8 1 - 1 - 6 6 16 -10 4 10FS Vágar 8 1 - 0 - 7 6 42 -36 3 Helgi L. Petersen GÍ 12 John Petersen B36 10 Heðin á Lakjuni B36 6 Sámal Joensen GÍ 6 (4 br.) Krzystof Popczynski VB 6 (1 br.) Súni Fríði Johannesen B68 5 Jákup á Borg B36 4 (3 br.) Kenneth Jacobsen B36 4 Magni á Lakjuni B36 4 Anghel Sorin EB/Streymur 4 (2 br.) Aleksander Djordjevic KÍ 4 (1 br.) Birgir Jørgensen VB 4 Marek Vierzbicki VB 4 Máltindurin Støðan, 1. deild menn Tað stóð nógv á hjá føroyameistarunum, tá uppflytararnir vitjaðu sunnudagin, men við einum hepnum máli fram móti dystarenda vórðu tey trý stigini kortini verandi í Suðuroynni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var einki at ivast í, hvør var favorittur, tá EB/Streymur sunnudagin kom á vitjan í Vági. Sum uppflytari er tilveran al- oftast hørð, og tá talan so eisini er um útidyst móti føroyameistarunum, er einki at siga til, um vón- irnar ikki eru av teimum allarbestu. Hildu um verjupartin Hetta tóktist tó ikki á nakran hátt at nerva teir á samansetta liðnum, tá farið var á vøllin. Gaman í vóru teir als ikki komnir suður fyri at hava nakran skap- andi leiklut. Heldur løgdu teir dent á verjupartin í vónini um at halda javn- leikin, og kanska enn tá loypa hvøkk á mótstøðu- menninar við onkrum skjótálopi. Í fyrra hálvleiki eydnast hetta eisini. Vágbingar høvdu bóltin at kalla alla tíðina, men tjúkt var fyri, og teir høvdu tí ilt við at spæla seg fram til nakrar veruliga møguleikar. Einar tvær ferðir áttu teir kanska at skorað, men úr fríari støðu stútaði Birgir Jørgen- sen á málverjan, meðan Jón Pauli Olsen rakti stongina, tá hann brádliga stóð leysur á sjálvum málteiginum. Hinvegin skapti EB/- Streymur ikki tað heilt stóra. Onkur mótálop vóru, og onkur hornaspørk spurd- ust eisini burturúr, men rættiliga vandamikið gjørd- ist tað ongantíð. Besta royndin mundi vera eitt langskot, men hesum fekk Bjarni Johansen kortini vart fyri. Sama skilið Í seinna hálvleiki var at kalla sama skilið. Vágb- ingar trýstu og trýstu, men mál fingu teir framvegis ikki. Aftur vóru teir nær við einar tvær ferðir, men fyrru ferðina bjargaðu gestirnir á málstrikuni, og tá so Predrag Zivkovic ta einu ferðina slapp sær framvið allari mótstøðuni, eydn- aðist kortini Gunnari á Steig at verja fyri, tá jugo- slavin bert hevði málverjan eftir. Líkt var tí kanska til, at talan hóast alt skuldi gerast um málleysan javnleik. Minuttirnir gingu, og so líðandi vaks frustratiónin hjá bæði leikarum og áskoðarunum hjá heimalið- num. Heilt fram til 83. minutt vórðu hesi hildin á pínubeinkinum, og tá VB so loksins skoraði, var talan um eitt mál av heldur hepn- ara slagnum. Beint uttan fyri brotsteigin royndi Marek Vierzbicki seg við einum skoti. Vandin var kanska ikki so øgiliga stórur, men á vegnum bar bólturin við beinið á Andrzej Pacek, so Gunnar á Steig bert kundi hyggja at, meðan bólturin sigldi í meskarnar. Á rættari leið Sigurin hevði fyri VB við sær, at teir nú aftur eru at finna á einum heiðurs- merkjaplássi. Fyri fáum vikum síðani var hetta ikki nakað, sum tosað varð ser- liga hart um í Vági. Meist- ararnir høvdu tá tapt tríggj- ar ferðir á rað, men nú er vend av álvara komin í. Hvussu langt teir kunnu røkka í ár, fæst helst ein ábending um, tá teir kom- andi vikuskiftið fara til Havnar. Har er mótstøðu- liðið B36, sum tykjast at vera sera væl fyri í løtuni, og spurningurin tykist vera, hvørt vágbingar eru førir fyri at steðga teimum. Hóast teir í EB/Streymi munnu iðra seg um tapið fyri vágbingum, so er einki at taka seg aftur í, at upp- flytararnir higar til hava víst dygdir, sum kunnu við- virka til at tryggja teimum eitt nýtt kappingarár í bestu deildini. Talan hevur als ikki verið um tey stórtapini, sum fólk kanska bóru ótta fyri undan kappingini, og sjokk-sigurin á norðoya- stevnu vitnaði eisini um, at øll mótstøðulið eiga at ansa sær fyri nýggja liðnum. Tað man eisini vera ein góð sálarlig barlast, at leik- ararnir nú líka sum vita, at teir væl kunnu standa seg í deildini. Hetta gevur mót og áræði undan dystunum, soleiðis at líka mikið, hvussu stór og møtumikil uppgávan annars tykist at vera, so eru allir til reiðar at lata eitt 100% avrik hvørja ferð. Verður tað eisini gald- andi framyvir, er lítið og einki at ivast í, at EB/Streymur eisini kom- andi ár verður at síggja í bestu mansdeildini. VB-EB/Streymur 1-0 (0-0) 1-0: Marek Vierzbicki 83 Dómari: Petur Hansen (LÍF) VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Michael í Lágabø, Krzyztof Popczynski, Jón Pauli Olsen – Robert Ciezlewicz, Birgir Jørgensen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Christian Carlsson, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen – Halldórur Joensen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Andreas J. Dahl, Eyðfinnur Joensen – Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel. Stóran part av tíðini vóru tað vágbingar, sum trýstu, men tað var ikki fyrr enn fram móti dystarenda, at tað eydnaðist teimum at skora Mynd: Áki Bertholdsen VB-EB/Streymur 1-0 (0-0) Meistararnir í trongum skóm 19 18 Nr. 119 - 26. juni 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 B71 varð órógvað av, at teir í fyrsta korterinum noyddust at skifta tveir spælarar út FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen NSÍ menninir vóru tystir, tá teir komu suður á Sand. Eftir tvey tap á heimavølli ráddi um at venda gongd- ini, soleiðis at teir ikki heilt skuldu detta niður ímillum botnliðini. Teir fóru norður aftur við øllum trimum stigunum, og so løgdu teir ikki so nógv í, at avrikið ikki var serliga væl polerað við góðum og samanhang- andi spæli. Men kortini eitur tað at geva tilfar til umhugsunar, at tað tykist vera so torført at fáa nógvar góðar fót- bóltsspælarar at rigga sum ein væl spælandi eind. Tað var ikki serliga sannførandi ímóti GÍ, men tá bar til at siga, at mótstøðan var so stór, sum tað er møguleiki fyri, at hon kann vera heima á klettunum. B71 telist ímillum botn- liðini, og tí átti tað at verið møguleiki hjá NSÍ at fingið meiri breidd og hugflog í spælið, men tað eydnaðist ikki. Stóran oart av tíðini var talan um eitt stórt stríð um miðvøllin. Nógvir spælarar vóru savnaðir á einum ikki serliga stórum øki, og so sigur tað seg sjálvt, at talan var um nógvar nærdystir, og at persónligu mistøkini heldur ikki vóru so fá. Óhepnir heimamenn Kári Reynheim hevði hesa ferð sett seg sjálvan á beinkin. Næstseinasta vikuskifti var hann tann einasti B71 maðurin, sum skoraði mál. Hesa ferð megnaði eingin B71 maður at skora, og so er spurningurin, um venjarin fer at hugsa um at seta seg sjálvan aftur á liðið. Tað er synd at siga, at teir í B71 vóru hepnir. Tá eitt korter var farið, høvdu teir longu tvær ferðir skift fólk. Tað sigur seg sjálvt, at so- vorið órógvar. Bara fýra minuttir vóru farnir, tá miðframherjin, Kári Nielsen, noyddist av vøllinum við fótskaða, sum var so mikið álvarsamur, at ungi maðurin noyddist norður til Havnar at kann- ast. Og bara eitt lítið korter var farið, tá ytsti miðvall- arin í høgru í 3–4–3 spæl- skipanini, Svenning W. Hansen, noyddist av vøllin- um. Hann hevur drigist við vøddaskaða. Hann helt seg vera føran at spæla, men lærvøddin vildi ikki sum spælarin vildi. Málini Uppløgdu málmøguleikar- nir kundu teljast á aðrari hondini. Valdemar Nowisci og Jens Martin Knudsen teljast ímillum bestu og royndastu málverjarnar í landinum, men hvørgin teirra hevði sunnudagin serligar møguleikar at vísa, hvør dugur er í teimum. NSÍ hevði ongan mál- møguleika havt, tá teir fingu hol á, og talan var heldur ikki um beinleiðis uppspæl, tá teir í 33. min- utti komu á odda. Teir til- tuskaðu sær eitt horna í vinstru. Ian Højgaard lyfti sera neyvt til nærra stólpa, har Eddie Mikkelsen var hægstur og stútaði í kassan, áðrenn málverjin slapp framat. Sandoyingar fingu í 2. hálvleiki bóltin í NSÍ málið. Eftir fínt uppspæl átti Julian Floresco síðsta fótin á. Dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, men tað vóru teir í B71 ikki serliga fegnir um. Teir illneitaðust eisini í einari aðrari støðu, sum teir mettu at vera rættuliga avgerandi, inn á dómaran. Eftir óneyva tvørsending í verjuni hildu sandoyingar seg síggja, at ein av verjuspælarunum sum neyðloysn steðgaði bóltinum við hondini, áðr- enn guli álopsmaðurin gjørdist púra leysur, men tað segði dómarin seg ikki hava sæð. B71 royndi at leggja trýst á, men tað var ikki serliga sannførandi. Í staðin small NSÍ øksin, tá sandoyingar vóru óneyvir í uppspæl- inum. Altíð raski Sonni L. Petersen sendi Christian Høgna Jacobsen avstað, og landsliðsmaðurin trillaði upp á tvørs til púra leysa Ken Nónklett, ið hevði lætt við at skora og harvið stað- festa sigurin. Ímóti HB á heimavølli var hann eisini avgerandi málskjútti, og nú kann tað fara at verða so skjótt, at tað verða tey, sum fara at sammeta hann við meiri kendar 12. menn sum t. d. David Fairclough hjá Liverpool í sjeyti árunum! B71-NSÍ 0-2 (0-1) 0-1: Eddie Mikkelsen 33 0-2: Ken Nónklett 80 Dómari: Suni Johansen (SÍF) B71: Valdemar Nowisci – Bergleif Sólsker, Bern- hard Petersen, Jógvan Jón Petersen – Svenning W. Hansen, Bjørn Thorsteins- son, Jón Brekku, Hans Jørgen Djurhuus – Eli Hentze, Kári Nielsen, Julian Floresco NSÍ: Jens Martin Knudsen – Gert Langgaard, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen – Sonni L. Petersen, Ian Højgaard, Brynjolvur Nielsen, Eddie Mikkelsen – Christian Høgni Jacobsen, Martin Glancy B71-NSÍ 0-2 (0-0): NSÍ kærkomnan sigur á Sandi Ian Højgaard er her fangaður millum tríggjar mótstøðumenn, men tá samanum kom, vóru runavíkingar kortini oman á Mynd: Emil Simonsen C M Y K 18