Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 121 - 28. juni 2001 Nr. 121 - 28. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Ring 20 20 20 – Tað er onki, sum bendir á, at málið um Teistan er á veg í tingið. Eftir mínum tykki er talan um eitt smámál,sigur Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður í vinnu- málum ÓSEMJA Áki Bertholdsen – Hetta sær ikki serliga lovandi út. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, er harmur um støðuna, sum nú hevur tikið seg upp um nýggju sandoyarferjuna, Teistan. Ósemja ímillum Fíggjar- málastýrið og manningar- feløgini um lønina hjá yvirmonnunum, hevur nú ført við sær, at Teistin hevur ligið svínabundin í tríggjar mánaðir, uttan at sleppa í rutusigling. Nú er so semja gjørd við maskinmeistararnar, men enn røkist onki fyri eini semju við navigatørarnar. Men samstundis, sum Bjarni Djurholm harmast um støðuna, ásannar hann, at hann fær onki gjørt. – Tað eru hvørki vit, ella Strandferðslan, sum hava samráðingarrættin. Tað er Fíggjarmálastýrið og tí fáa vit onki gjørt. – Tað einasta, vit fáa gjørt, gjørdu vit longu í februar mánaða og tað var at skriva Fíggjarmálastýrin- um bræv, har vit inniliga heittu á tað um at forða fyri, at Teistin kom í somu støðu, sum Brimil. Støðan álvarsom Sostatt er Bjarni Djurholm í teirri løgnari støðu, at hann hevur evstu ábyrgdina av, at Strandferðslan virkar, men samstundis hevur hann onga ávirkan á tær samráð- ingar, sum kunnu fáa hana at virka. Hann sigur, at støðan verður meiri og meiri iving- arsom. Strandferðslan hevur ongi avloysaraskip og hartil eru skipini gomul og slitin. Fær okkurt av teimum brek, so at tað ikki fær siglt, verður avleiðingin, at oygg- in, sum tað siglur til, miss- ur alt ferðasamband yvir- høvur og tað tola hvørki ferðafólk ella vinnulív. Bjarni Djurholm sigur, at tí fær hann onki gjørt, uttan at heita á partarnar um at taka samráðingarnar upp aftur. Tá ið ósemjan var um Brimil, kravdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum varaði av málinum, at tað kom fyri á landsstýris- fundi. Tað hevur tú ikki gjørt? – Brimil kom á landsstýr- isfund tí, at politisk semja var um at taka málið upp og at fara í tingið við tí. Men á slíkum støði verður málið um Teistan slett ikki við- gjørt. Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur hildið, at ósemjan um Teistan er so einføld og lítil, at tað skuldi verið púra óneyðugt. – Tað er bara ein spurn- ingur um at finna eina semju. Tað er altíð ein vandi fyri at fara í tingið við slíkum málum og at lóggeva um slík mál í heil- um, ikki minst tá ið talan er um eitt smámál, eftir mín- um tykki. Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at hann tí ikki fær gjørt annað enn at heita á partarnar um at taka samráðingarnar upp- aftur og at loysa málið. Fyribyrgja Annars heldur hann, at gongdin er lítið hugalig, um vandi nú skal vera fyri, at øll nýggj, almenn skip, sum koma, skulu ligga í mánaðir tí ósemja er um lønina. – Næsta skipið sum kem- ur, verður nýggja suðuroy- arferjan, sum kemur um trý ár og vónandi er støðan broytt til tá. – Men eg ivist heldur ikki í, at Fíggjarmálastýrið fer at hava málini um Brimil og Teistan í huganum, næstu ferð vanligar sátt- málasamráðingar verða aftur við manningarfeløg- ini, so at byrgt verður fyri, at slíkt hendur aftur, sigur Bjarni Djurholm. – Tað skal ongin forða okkum, tí vit vilja hava frítt at fara alla- staðni í Kommununi, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag ÓSEMJA Áki Bertholdsen Ósemja um ein arbeiðs- mann í asfalt -og skerv- verkinum hjá Landsverk- frøðinginum í Hundsara- botni hóttir nú við at leggja ein part av Havnini lamna. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafel- ag, sigur, at verður ósemjan ikki loyst, fer Havnar Ar- beiðsmannafelag at seta tiltøk í verk. Ósemjan er um, at ein ar- beiðsmaður í Hundsara- botni, sum er limur í Havn- ar Arbeiðsmananfelag, er sendur til hús. Karl Johansen sigur, at tað er eftir kravi frá Kolla- fjarðar Arbeiðarafelag, at maðurin er sendur til hús. Tað skilst, at hendan ósemjan er ein avleiðing av, at Kollafjarðar kommuna á nýggjárinum kom upp í Tórshavnar Kommunu. – Ein av arbeiðsmonnun- um í Hundsarabotni er lim- ur í Havnar Arbeiðsmanna- felag. Men nú hevur Kolla- fjarðar Arbeiðarafelag kravt, at antin var hesin maðurin sendur til hús, ella fóru allir hinir arbeiðs- menninir í Hundsarabotni at leggja arbeiðið niður. – Tað endaði so við, at Landsverkfrøðingurin sendi mannin til hús. – Orsøkin til, at Kolla- fjarðar Arbeiðarafelag ikki vil arbeiða saman við manninum, er, at hann er limur í Havnar Arbeiðs- mannafelag. –Kollafjarðar Arbeiðara- felag krevur, at skal maður- in arbeiða í Hundsarabotni, skal hann limast inn í Kollafjarðar Arbeiðarafel- ag. Karl Johansen sigur, at hetta finnur hann seg ikki í. Í gjáramorgunin hevði Havnar Arbeiðsmannafelag bæði fund við Tórshavnar Býráð og við Landsverk- frøðingin um støðuna. Úrslitið av fundunum er, at fundur skuldi fyrst verða við Kollafjarðar Arbeiðara- felag, áðrenn onnur stig verða tikin. Ongin skal forða okkum Formaðurin í Havnar Ar- beiðsmannafelag sigur, at nú verður bíðað eftir tí fundinum. – Men førir hann ikki til eitt úrslit, fara vit at seta til- tøk í verk. Hann sigur, at fáast við- urskiftini ikki í rættlag, fer Havnar Arbeiðsmannafelag at nokta limum sínum at taka skerv, asfalt, ella nak- að annað úr Hundsarabotni, til viðurskiftini eru fingin í rættlag. Hann sigur, at hendir tað, fellur framleiðslan av asfalti og skervi í Hunds- arabotni við eini helvt, tí umleið helvtin verður brúkt í Havn. Hendir hetta, fer tað m.a. at leggja alt vegarbeiði í Havnini lamið, umframt nógv annað arbeiðið, eitt nú húsabygging og annað, sum krevur grót, skerv og asfalt. Summarið er vanliga tíð- in, tá ið nógv vegarbeiðið er í Havnini, og verður ar- beiðið lagt stilt, fer tað at føra til, at teir ferðslutrup- ulleikar, sum slíkt arbeiði førir við sær, fer at draga út. Karl Johansen sigur, at hann finnur seg ikki í slík- ari framferð, sum Kolla- fjarðar Arbeiðarafelag hev- ur víst. – Vit eru øll í einari kommunu, bæði Kolla- fjørður og Tórshavn. Vit hava onki ímóti, at limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag arbeiða í Havn, hóast teir varðveita limaskapin í Kollafjarðar Kommunu. – Men vit krevja eisini at vit hava frítt at fara í allari kommununi, eisini í Kolla- firði. Tað skal ongin forða okkum at arbeiða, hvar í kommununi, vit vilja, sigur Karl Johansen. – Áðrenn kommunurnar vórðu lagdar saman, hoyrdi Hundsarabotnur undir Kollafjarðar Arbeiðarafel- ag. Men nú eru kommun- urnar lagdar saman so at bæði Hundsarabotnur og Kollafjørður er í Tórshavnar Kommunu. Og vit finna okkum ikki í, at ein limur í Havnar Arbeiðsmannafelag skal verða tvingaður at skifta felag fyri at sleppa at arbeiða í einum ávísum parti í síni egnari komm- unu. Ein limur hjá okkum hevur tískil fullan rætt at arbeiða í Hundsarabotni undir liðini á Kollfirðing- um. – Tað skal ongin tvinga hann at skifta felag, so at hann missur rættindi til pensjón og onnur rættindi, sum hann hevur hjá okkum, sigur Karl Johansen. Hetta er lítið hugaligt Ósemjan um Teistan er eitt smámál, heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann heitir á partarnar um at taka samráðingarnar upp aftur og at loysa málið Vandi fyri verkfalli í Havn – Nú er vandi fyri at alt vegarbeiði og alt annað arbeiði í Havn, har brúk er fyri skervi og gróti, verður lagt lamið. Nógv virksemi er í Havnini so tað fer at raka meint. Eitt nú fer tað at raka vegarbeiði í Tórsgøtu, men tað fer eisini at raka húsabygging og annað byggiarbeiði C M Y K 3 2