Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 121 - 28. juni 2001 Nr. 121 - 28. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Føroyingar hava framúr skattaskipan, meðan íslendingar eru komnir longri við tollavgreiðsluni. Tí kunnu vit læra nakað av hvørjum, hildu Karsten Hansen og Geir Haarde eftir fund í Klaksvík týs- dagin BÚSKAPUR Eyðun Klakstein Karsten Hansen, lands- stýrismaður við fíggjarmál- um, og Geir Haarde, íslendskur fíggjarmálaráð- harri, tosaðu týsdagin um, hvussu Føroyar og Ísland í framtíðini kunnu samstarva á búskaparliga økinum. Fundurin millum teir varð hildin í býráðshús- inum í Klaksvík, har teir báðir eisini høvdu tíðinda- fund. Karsten Hansen og Geir Haarde kunnaðu hvør ann- an um ymisk viðurskifti, og báðir løgdu upp til meiri samstarv, tá teir gjørdu viðmerkingar eftir fundin. – Tað er umráðandi fyri okkum, at vit fáa eitt gott og breitt samband við út- heimin. Vit plagdu at hava nógv samstarv við íslend- ingar, men seinnu árini hevur sambandið kanska ikki verið so nógv sum fyrr. Nú vit eru komin meira við í norðurlendska samstarv- ið, er tað upplagt við øktum samstarvi við íslendingar, segði Karsten Hansen. Geir Haarde bjóðaði før- oyingum hjálp og ráðgev- ing, um føroyingar hava brúk fyri tí í búskaparligum viðurskiftum. Eitt føroyskt undur Íslendski fíggjarmálaráð- harrin var ovfarin av, hvussu væl føroyska sam- felagið er komið fyri seg eftir sváru kreppuna í níti- árunum. – Tá vit hugsa um, hvussu vánalig støðan var í 90’unum, er tað mest at líkna við eitt undur, at Før- oyar eru komnar so væl fyri seg aftur, segði Geir Haarde. – Og nú liggur kanska ein avbjóðandi oljuvinna fyri framman. Hetta eru veru- liga ævintýrligar tíðir fyri føroyingar, segði íslendski ráðharrin, sum hevði góðan hug at tosa um olju. Geir Haarde hevur áður vitjað í Føroyum, og á tíð- indafundinum helt hann fyri, at tað var gott at verða í Klaksvík, tí fyri 17 árum síðani fekk hann smakkin fyri Føroya Bjór, so tað var hugaligt verða í heimbý- num hjá bryggjarínum. Læra av tollskipan Tað er líkt til, at íslendingar og føroyingar kunnu hjálpa hvørjum øðrum á onkrum økjum. Íslendski ráðharrin var imponeraður av føroysku skattaskipanini, sum før- oyski landsstýrismaðurin heldur ikki helt seg aftur at rósa. – Eg kendi lítið til før- oysku skattaskipanina, men eg má siga, at tykkara A- skattaskipan er genial, og har er ivaleyst nakað, sum vit kunnu læra av tykkum, helt Geir Haarde. Karsten Hansen vísti á tollavgreiðsluna sum eitt í- tøkiligt mál, har føroyingar kunnu fáa brúk fyri ís- lendskari ráðgeving. – Íslendingar eru komnir nógv longri enn vit við toll- automatisering. Vit skulu hava okkara skipan at rigga innan eitt ár, og har kunnu vit fáa brúk fyri íslendskari hjálp. Íslendingar hava eina góða skipan, og teir hava eisini verið dugnaligir til at greiða fólki frá skipanini, so hon riggar til fulnar, segði Karsten Hansen. Eftir fundin í Klaksvík fór ferðalagið til Viðareiðis og síðani til Mikladals, har tey skuldu gista mikunátt- ina. Mikladals sóknar frá- haldsfelag hevði leygardagin sítt árliga stóra summartiltak til frama fyri felagshús- inum har Leygardagin varð flag lagt á heili tvey hús í Mikladali. Men hetta var heldur ikki tað einasta, sum varð á skránni henda dagin. Á hvørjum ári skipar Mikla- dals sóknar Fráhaldsfelag fyri tiltøkum til frama fyri felagshúsinum í Mikladali. Felagið varð stovnað í 1883 og telir um 200 limir kring landið. Fríggjakvøldið byrjaði alt spakuliga við cafeteria og hugna. Nógv fólk varð komið norður. Ljós í hvørjum húsi. Ein rúgva av børnum, sum hugnaðu sær óført millum húsini í bygd- ini. Dýrdarveður, men mjørki. Tíverri fyri tey, sum minntust seinasta ár, har ein kundi síggja sólina - í klár- astu líkindum - rísa upp úr havsbrúnni mitt millum Kalsoynna og Kunoynna fríggjanáttina. Leygardagin klokkan hálvgum tvey varð ferð sett á við kondibingo. Orsaka av mjørka vóru postarnir hesuferð lagdir við vegin kring Mikladal, men van- liga liggja teir gjøgnum hagan á veg niðan á Háls — vestantil á oynni, har ein sær yvir á Eysturoynna. Har uppi plaga luttakarnir at hugna sær við ymsum barnaspølum. Um trý-tíðina lat tombola upp í Norðnástovu og bólt- kast og fiskibrunnur á torg- inum við Innistovu. Á torginum høvdu menn sett upp stóran dúk, sum fevndi um alt torgið við perum rundanum, so tað líktist rættuliga tí, sum vit síggja á summarstevnum kring landið. Og børnini stutt- leikaðu sær óført. Hillarnar tømdar Nakað seinni komu pylsur og grill afturat á torgið. So nú stóð onki annað mát við hetta. Sólin hevði nú upp- loyst tann tætta mjørkan og fylti dalin við sínum bjørtu strálum og vísti okkum tey høgu fjøllini aftur og tann bláa himmal. So tey, sum høvdu saknað hagatúrini fyrr á degnum, nýttu høvið nú. Børnini høvdu ilt við at velja millum ’tivoli’ og annað spæl kring húsini og í ánni. Men hugnin varð ó- førur. Um hálvgum sjey-tíðina byrjaði stóra eyðnuhjólið í kjallaranum í Innistovu við cafeteria í erva. Veðrið var enn av fagrasta slagi, so tað var eitt sindur tungt at tuga fólk innum. Men skjótt kom ferð á, og tá klokkan varð farin av ellivu, vóru hillarnar tómar. Og so vóru teir vanligu lutaseðlarnir tiknir. Á miðnátt endaði alt tiltakið við tjóðsanginum. Inn vóru komnar brutto góðar 60.000 kr. til frá- haldshúsið og ta søk, sum tann fyribyrgjandi parturin í fráhaldssakini stendur fyri. Eini hundrað børn og ung hugnaðu sær saman í einum tiltaki, sum minnir tey á, at ein kann hugna sær uttan rúsdrekka og um- ganga tær fylgjur, sum mong uppliva av hesum. Hálvan tíma seinri varð fyrsti bussurin á veg við fólki til Syðradal og ein tíma seinri hevði Alpha Pilot ført tey til Klaksvíkar. Men tann størra rúgvan bíðaði til sunnudagin. Tað kann ikki koma uppá tal at privatisera Føroyagrunnin, sum eigur JFK í Klaksvík, heldur landsstýris- maðurin við fíggjar- málum PRIVATISERING Eyðun Klakstein Klaksvík: Privatiseringar vóru eitt av evnunum, tá Karsten Hansen og ís- lendski starvsfelagi hans- ara, Geir Haarde, fundaðust í Klaksvík týsdagin. Á tíðindafundinum aftaná vóru møguligar privatiseringar eisini havdar á lofti, men Karsten Hansen helt, at tað er ikki alt, sum er egnað at privatisera, og tá talan var um Føroyagrunnin, var Karsten Hansen avgjørdur. – Eg meti tað verða púra óhugsandi at selja Føroya- grunnin til privatar íleggj- arar. Virksemið hjá JFK er lívsæðrin í Klaksvík, og verður Føroyagrunnurin privatiseraður, er vandin stórur fyri, at skip verða flutt úr býnum, segði Karsten Hansen. – Tá kreppan rakti landið í 90’unum, tóku fólk í Klaksvík seg saman fyri at halda virki og skip í Klaks- vík. Tí hevði tað verið ør- skapur at farið at eksperi- mentera við at privatisera Føroyagrunnin, heldur Karsten Hansen. Føroyagrunnurin eigur JFK, sum hevur nógv virk- semi í og úr Klaksvík. JFK eigur millum annað Kósa- virkið, Næraberg og Sundaberg. Kunnu læra av hvørjum øðrum – Tá vit hugsa um, hvussu vánalig støðan var í 90’unum, er tað mest at líkna við eitt undur, at Føroyar eru komnar so væl fyri seg aftur, heldur íslendski fíggjarmálaráðharrin, Geir Haarde, sum fundaðist við Karsten Hansen í Klaksvík týsdagin. Mynd: Eyðun Klakstein Óført summartiltak í Mikladali Óhugsandi at selja JFK Undirtøkan var stór, tá Mikladals sóknar fráhaldsfelag skipaði fyri tiltøkum í Mikladali farna vikuskiftið. Mynd: Símun Dahl – Virksemið hjá JFK er lívsæðrin í Klaksvík, og verður Føroyagrunnurin privatiseraður, er vandin stórur fyri, at skip verða flutt úr býnum,s heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Mynd: Eyðun Klakstein SUMMARTILBOÐ AV MØBLUM Í SKEMMUNI SKAGEN seria beisa Borð + 4 stólar 4500,- spar 700,- LARSEN lux box 90x200 v/ tjúkkari topmadrass 1500,- Góðska til SPEGL stórt 698,- Staravegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel. 31 55 88 TOBIAS sofasett 3+1+1 1998,- Nú KOMMODA 6 skf. Bøg 250,- C M Y K 5 4