Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 121 - 28. juni 2001 Nr. 121 - 28. juni 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Kamarkórið úr Lem- vig hevur konsertir í Fuglafirði, Klaksvík og Havn um viku- skiftið. Á konsertun- um luttaka eisini før- oysk kór TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Um vikuskiftið vitjar Lem- vig Kamarkór í Føroyum, og kórið fer at syngja á konsertum í Fuglafirði, í Havn og í Klaksvík. Fríggjakvøldið verður konsert í Fuglafirði, har Fuglafjarðar Sangfelag eis- ini fer at luttaka. Leygar- dagin klokkan 11.00 verður kórið úr Lemvig í SMS, og sunnukvøldið verður kon- sert í Klaksvík, har 17 sangarar eisini verða við. Fyri nøkrum árum síðani fóru Klaksvík og Fugla- fjørður við í samstarv, sum verður kallað Vestnorden. Hetta mentanarliga sam- starvið fevnir um Lemvig- økið í Danmark, Tynset- Alvdal í Noregi og so Klaksvík og Fuglafjørð. Júst í hesum døgum hava umboð fyri Klaksvík og Fuglafjørð verið á mentan- arvitjan í Tynset-Alvdal. Evnaríkur kórleiðari Í fjør kom Lemvig Kamar- kór við eini fløgu undir heitinum »Over Jylland«, har sangirnir eru vakrir fosturlandssangir – millum annað »I Danmark er jeg født« og »I skovens dybe stille ro«. Kórleiðari er Erling Lindgren, sum er útbúgvin organistur frá Jydske Musikkonservatorium í År- hus. Hann er evnaríkur tónasmiður, orgulsolistur, kórleiðari og jazzpianistur. Lemvig Kamarkór varð stovnað í 1995, og umframt nógvar konsertir var kórið við í sjónvarssendingum hjá DR, sum vóru kallaðar »Vers og viser om Vor- herre«. Meðan Lemvig sendir eitt kór hendan vegin at syngja, hava fleiri føroysk fótboltsfeløg júst í hesum døgum sent fótbóltslið til Lemvig at verða við í stór- ari altjóða fótbóltskapping har. Lemvig Kamarkór á vitjan Lemvig Kamarkór vitjar í Føroyum komandi dagar, og um vikuskiftið verða konsertir í Fuglafirði, í Havn og í Klaksvík Heri á Rógvi fekk karakterin 13 í olju- frøði, sum er nýggj lærugrein í studenta- skúlanum. Hann mátti knossast fyri 13-talinum, og hann las at kalla alt sam- døgrið uppundir próvtøkuna. Heri valdi oljufrøði, tí hetta er nýggj og spennandi lærugrein, nú Føroyar standa fyri eini komandi oljuvinnu PISUR Stefan í Skorini 18 ára gamli Heri á Rógvi av Argjum hevur júst fingið húgvuna, og nú kann hann kalla seg rættiligan student. Hann man eisini vera fegin um prógvið, tí har finnast tvey 13 tøl. Hann fekk 13 til próvtøkuna í oljufrøði og søgu. Oljufrøði er nýggj læru- grein, og hetta er aðru ferð, at próvtøka er í henni. – Eg valdi oljufrøði, tí tað er ein nýggj og spenn- andi lærugrein, sum sam- einir fleiri ymiskar tættir, og tað ger hana áhugaverda. Eisini er oljufrøði viðkom- andi, nú ein oljuvinnan væntandi ger innrás í Føroyum, sigur Heri á Rógvi. Tveir lærarar Av tí at oljufrøði nemur við fleiri ymiskar tættir, er neyð- ugt at hava tveir lærarar, sum taka sær av hvør sínum øki. – Tað hevur riggað væl við tveimum lærarum. Lærugreinin er býtt í tríggj- ar bólkar. Teir eru jarðfrøði, olja og samfelag og olju- tøkni, sigur Heri. Lærararnir Katrin Thomassen, sála, og Heini Eysturoy høvdu flokkin frá byrjan av, men tá Katrin Thomassen brádliga fór, tók Hans Holm við. Tað eru ikki nógvir næm- ingar, ið velja oljufrøði. Bara sjey næmingar fóru til próvtøku í lærugreinini. Orsøkin til hetta er, at bara støddfrøðiligir studentar í 3. flokki kunnu velja olju- frøði. Eisini er lærugreinin nýggj og ókend, og tí halda fleiri seg aftur í at velja hana. Heri sigur, at næsta ár verður hetta væntandi broytt, so at málsligir studentar eisini kunnu velja oljufrøði. Las nógv Heri sigur, at hann og tey í flokkinum lósu ógvuliga nógv til royndina. Tey høvdu sokallaðar lesibólk- ar, har tey lósu næstan alt samdøgrið undan royndini. Hetta hevur eisini givið úrslit. – Av tí at oljufrøði var tann fyrsta royndin, so var góð tíð til at lesa, og vit brúktu nógva tíð til tað. Eg las at kalla alt samdøgrið, sigur Heri. Heri skuldi greiða frá um olju- og gassreservoir, tá hann fekk 13-talið. – Eg royndi at vera sjálv- støðugur undir royndini og at taka initiativið sjálvur. Eg helt meg vita tað mesta á økinum, og tað gekk bara væl, sigur Heri. Heri hevur ikki hugsað um at taka eina víðari út- búgving innan oljuvinnu, og hann hevur ikki avgjørt enn, hvønn lesnað hann fer undir um eitt ár, tá hann ætlar sær víðari. Heri fekk 13 í oljufrøði Heri á Rógvi fekk tvey 13 tøl til munnligu royndirnar – í oljufrøði og søgu. Hann las alt samdøgrið upp til próvtøkuna Mynd: Jens Kr. Vang Rokið um Vestmanna skúla er av. Skúlin hevur eftir fund við embætisfólk í Menta- málastýrinum fingið játtað fleiri tímar til komandi skúlaár. Men játtanin er fram- vegis ov lítil FÓLKASKÚLIN John Johannessen Vestmanna skúli fær nú fleiri tímar játtaðar til kom- andi skúlaár. Hetta er komið í lag, eftir at Tórbjørn Jacobsen fór úr sessinum sum landsstýris- maður í mentamálum. Skúlaleiðslan varð fyri stuttum boðin á fund við embætisfólk í Mentamála- stýrinum, og fekk hon har tilsøgn um fleiri tímar. – Vit hava fingið tímar afturat, men kortini ikki so nógvir, at tað er nøktandi. Men trupulleikin er, at Mentamálastýrið fær ikki játtað okkum fleiri tímar, innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum fólkaskúlin hevur fingið, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri. Ov fá tilboð Jóannes Fonsdal sigur, at skúlin við nýggju tímajátt- anini fær býtt árgangirnar í flokkar. Men hann hevur kortini ongan møguleika at veita næmingunum í tíggj- una flokki tey tilboð, sum fólkaskúlalógin krevur. Fólkaskúlalógin krevur nevniliga, at hvør næming- ur skal fáa 28 tímar tilsam- ans, og skulu hesir vera býttir yvir tær lærugreinir, sum einstaki næmingurin krevur. Tí krevur hetta nógvar lærarakreftir og fleiri lærugreinir at velja ímillum hjá einstaka næm- inginum. – Men tað er ikki møguligt hjá okkum at hava nóg nógv tilboð, til at allir næmingarnir í tíggjunda flokki fáa teir kravdu 28 tímarnar. Tí mugu vit fáa undantaksloyvi frá Menta- málastýrinum til at hava færri tímar, greiðir Jóannes Fonsdal frá. Tvey sløg av skúlum Skúlastjórin í Vestmanna heldur, at skipanin, sum skúlarnir í dag fáa tímar játtaðar eftir, ger, at vit fáa tvey sløg av skúlum – fyrsta floks skúlar og annan floks skúlar. Skúlarnir fáa nevniliga tímar játtaðar fyri hvønn einstaka næmingin í staðin fyri hvønn einstaka flokkin. Og ger hetta, at smærru skúlunum altíð vantar tím- ar, og avleiðingin verður, at teir ikki fáa bjóðað nøkt- andi tilboð til næmingarnar. Búskaparráðið held- ur, at tað hevur hepn- ast væl hjá politiska myndugleikanum at halda avlop lands- kassans á einum høg- um støði, eins og tað eigur at vera í góðum tíðum BÚSKAPUR John Johannessen Tað hevur eydnast lands- stýrinum at varðveita eitt rímiliga stórt avlop, sum er neyðugt í hesum tíðum. Hetta staðfestir Búskap- arráðið í frágreiðing síni fyri várið 2001. Búskaparráðið vísir á, at avlopið lættiliga kundi verið farið í størri almenna nýtslu ella minkaðar al- mennar inntøkur, men at tað samanumtikið tó hevur hepnast væl at halda av- lopinum á høgum stigi. »Hóast tørvur er á at út- byggja almennar tænastur, so má støðið takast í búskaparliga heildarsaman- hanginum – eru tíðirnar so góðar, sum tær hava verið seinastu árini, eigur stórt avlop at vera hjá tí al- menna. Minni avlop Búskaparráðið vísir á, at landskassin í 2000 hevði eitt rakstrar-, íløgu- og útlánsúrslit á umleið 602 millónir krónur. Hetta er umleið 46 milliónir minni enn í 1999, men hetta er sambært Búskaparráðnum framvegis eitt stórt avlop, sum tað sømir seg í góðum tíðum. Men Búskaparráðið vísir eisini á, at almennu rakst- rarútreiðslurnar øktust úr 1.839 milliónum krónum í 1999 upp í 2.120 milliónir krónur í fjør. Ráðið sigur, at henda øking serliga kom av øktum løngjaldingum, um- leið 95 milliónir, og øktar útreiðslur til keyp av vørum og tænastum, umleið 180 milliónir krónur. Somu- leiðis øktust, rakstrarinn- tøkurnar úr 398 milliónum krónum upp í 585 milliónir krónur, stórt sæð vegna øktar inntøkur frá sølu av vørum og tænastum. Sambært ráðnum koma broytingarnar í rakstrar- støðinum av, at stovnar, sum hava ligið uttan fyri landsroknskapin, í fjør komu inn í hann.. Sum dømi nevnir ráðið Apoteks- verkið, sum fær rakstrar- inntøkurnar at hækka við nærum 60 milliónum krón- um. Íløgurnar hjá Landskass- anum øktust úr 135 milli- ónum upp í 174 milliónir krónur, tað er ein vøkstur upp á 48 prosent. Búskaparpolitikkurin hepnast væl Vestmenningar fáa fleiri tímar Vestmanna skúli hevur nú fingið fleiri tímar, so hann kann býta árgangirnar upp í flokkar. Men játtanin er sam- bært skúlastjóranum, Jóannes Fonsdal, framvegis ikki nøktadi Mynd: John Johannessen C M Y K 7 6 Nýggj sól í Klaksvík Við fløguspælara og voice-guide Sólirnar hjá Mariu Klaksvíksvegur · Klaksvík Kom og royn tað nýggjasta innan sólir í Føroyum