hósdagur 28. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 121 - 28. juni 2001
Nr. 121 - 28. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
Stóra fiskaborðið hjá
Hotel Hafnia vísir, at
tey á hotellinum eru
minst líka neyv, tá tey
leggja til miðis, sum
Jógvan gamli í
Grindavísuni var
Í BÝIN
Edvard Joensen
Hotel Hafnia:
Tann, sum hevur roynt stóra
fiskaborðið á Hotel Hafnia,
dugir væl at skilja, hví tað
er vorðið kent og umhildið
eisini uttan fyri landoddar-
nar. Tað er professionelt
fyristaðið. Maturin er frá-
líkur, og tað er tænastan
eisini.
Tað er týskvøld, og tað
stóra fiskaborðið er at fáa á
Hotel Hafnia. Tað er tvey
kvøld um vikuna, týskvøld
og hóskvøld, og vit hava
valt at fara í kvøld.
Seta bilin á Húsabrúgv
og ganga inn aftan fyri
beint inn til matstovuna.
Hitta Jóhan, stjóran, fyri
durunum, og hann hevur
hug at práta. Professionell-
ur sum altíð kemur hann
yvir og letur upp og heldur
hurðini, so vit sleppa inn-
um. Spyr um vit hava biðið
um borð frammanundan, tí
tað
kann
vera
trongt
sovorðin kvøld, greiðir
hann frá.
- Tað er soleiðis, greiðir
Jóhan Restorff, stjóri á
Hotel Hafnia frá, at tá tey
byrjaðu við hesum stóru
fiskaborðinum fyri nøkrum
árum síðan, vóru tey bara
hóskvøld. Løgd soleiðis, tí
tað var seinasta kvøldið,
áðrenn Norrøna fór til
Danmarkar, og so kundi
fólk njóta tað kvøldið á
hotellinum.
Heta gjørdist skjótt væl
umtókt, og eisini fólk, sum
búðu aðrastaðnienn á Hotel
Hafnia, funnu út av hesum
og royndu tilboðið. Tí er
tað nú eisini lagt kvøldið
fyri, Norrøna fer til Íslands.
Og tað tykist vera líka væl
vitjað. Minst.
Øðrvísi fiskur
Føroyingar hava altíð etið
fisk. Feskan,ræstan ella
turran. Knettir ella frika-
dellur. Stokt ella kókað, og
viðhvørt so leingi, at bara
bein og onkur hendinga
moli hevur verið eftir í
pottinum. Men tað stóra
hugflogið innan matgerð
kann ein, um enn við nokk
so góðum vilja, ikki leggja
føroyingar undir at hava
havt.
Og sløgini hava verið
toskur og hýsa. Onkur kalvi
og so seiðurin. Fekk maður
eina brosmu á snøri fram
við landi, varð hon langað í
stokkin, til hon fór aftur til
havs. Ikki tímdi hann altíð
so frægt sum at krøkja hana
av.
Men tíbetur er nú vend
komin í. Nú eru matstovur-
nar farnar at matgera við
summum av tí, vit sjálvi
kunnu veiða og fáa nyttu av,
men sum fyrr bara var
nevnt rud og illa nokk brúkt
til tøð.
Tak nú bara fiskaborðið á
Hotel Hafnia. Har eru bæð
hávur og skøta, steinbítur
og hvítingur, eins og hav-
taska og tunga. Viðgjørt og
borðreitt á ymsan hátt og
við so góðum smakki, at
tað er ein sonn fragd at
smakka.
Jú, hugflogið er sera um-
ráðandi, tá matgerast skal.
Bara tað, at tað verður
borðreitt eitt sindur meira
spennandi enn í stykkjum,
sum skorin eru beint tvørt-
ur av og løgd á eitt fat, ger
tann heilt stóra munin. Fyri
ikki at tala um, tá so ordi-
ligur smakkur er at eisini.
Tí fiskur nýtist ikki bara
at vera eitthvørt vatndeyvt,
sum salt verður oyst yvir
fyri at fáa tað at smakka av
nøkrum. Tað hava kokkar-
nir á Hotel Hafnia prógvað
við teirra stóra fiskaborði.
Stórt úrval
Tað stendur eit stórt borð
sett upp sum hestaskógvur
við alskyns fiskarættum
umframt onkrum ostarætti
eisini. Yvir av opna enda-
num er annað borð við heit-
um rættum, sum eisini
hoyra til. Og nógv eru sløg-
ini. 11 heitir og 15 kaldir
rættir, so eyðsæð er, at her
verður ikki komið runt,
hvussu fegin ein enn vildi.
Vit sessast við borðið,
sum ei ungur tænari vísir
okkum. Hann spyr, um vit
vilja royna hvítvín afturvið.
Eri eingin hvítvínsfjeppari
soleiðis. haldi tað smakkar,
sum
edikkavatn
helst
smakkar, ella so. Men tað
verður tó ein hálv fløska
latin upp, og skonkt verður
í gløsini, samstundis, sum
ein kanna av køldum krana-
vatni eisini kemur á borðið.
Og satt at siga var hvítvínið
tað, sum fyrst varð valt frá.
Men tað hevði køkurin á
Hotel Hafnina heldur ikki
gjørt til.
Tað var ringt a velja, tá
komið varð fram at borðu-
num við teimum 26 rættu-
num. Tað mátti takast burt-
urúr, og slíkt, sum ein ikki
vanliga fær heima, varð
roynt. Hávur og skøta vóru
sjálvskrivað.
Hávur, sum stoktur er í
rugmjøli, er fyri mær
nýggjur rættur, og hann
smakkaði væl.
Skøta manier stokt við
grønmeti, minti um annan
fisk, eg havi roynt, meðan
hvítingur, sum gratineraður
er við osti og chili, er fan-
tastiskur.
Millum køldu rættirnar
var millum annað gravaður
laksur, heil dampað hvass-
kvoysa og skeljasjórasalat,
sum smakkaði óført, sum
alt annað.
Breyð og dressing av
ymsum sløgum fekst til.
Umfamt meira »vanligir«
rættir sum ymiskt slg av
sildasalati, heilur, pyntaður
steinbítur og laksur, eins og
ostur eisini var á borðinum.
Omaná varð vald osta-
køka við berum, sum so
sanniliga lat seg eta saman
við einum kaffimunni, sum
boðin varð afturvið.
Góð tænasta
Tænastan á Hotel Hafnia er
frálík. Dentur veðrur lagdur
á, at gesturin kennir seg
væl. Tænararnir
ganga
framvið og hyggja, hvussu
til stendur. Er borðiskurin
tómur, verður hann tikin
beinanveg, og tú fært tær
ein nýggjan, tá farið verður
uppaftur.
Tað ljómaði fjarur tón-
leikur úr hátalarum onkun-
staðni uttan tó at órógva
nakað sum helst.
Og hóast nógv fólk var
inni, var luftin rein og løtt.
Ventilatiónin riggar væl, og
so hálpti tað væl eisini, at
eingin roykti.
Men tann æviga fartele-
fonin ringdi kortini einar
tvær ferðir. Í sama lumma
onkunstaðni aftan fyri meg,
tóktist mær. Løgið kortini,
at fólk ikki unna sær sjálv-
um matnáðir eina slíka væl-
signaða løtu sum hesa.
Eftir eina avgjørt væl-
eydnaða løtu í matstovuni á
Hotel Hafnia var møguleiki
at sleppa út í køkin at heilsa
up á kokkarnar og takka
teimum fyri.
Tríggir ungir mans, ein
ísraelsmaður, ein dani og
ein fuglfirðingur høvdu
staðið fyri tí heita, meðan
tvær kvinnur, úr Klaksvík
og Fámjin høvdu ábyrgdina
av tí kalda matinum. Tær
plaga annars at vera fimm,
søgdu tær. Men nú í kvøld
vóru tær báðar kortini
einsamallar.
Jú, av sonnum eitt frálíkt
kvøld, og tað undraði als
ikki, tá ein tænari greiddi
frá, at tey høvdu frætt frá
fólki, sum hevði hoyrt stóra
kalda borðið á Hotel Hafnia
umrøtt yviri í Noregi av væl
nøgdum ferðafólki, sum
hevði verið inni á gólvinum
og roynt tað.
Fimm kokkahúgvur til
mat og tænastu, meðan
hvítvínið ikki fall í so góða
jørð.
Saa vel kan han lægge med
Í Býin
Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28
Fríggjakvøldið
Leygarkvøldið
14,95 pr. eind frá 22.00 til 24.00
14,95 pr. eind frá 22.00 til 24.00
Café'in hevur opið mán.-frí. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00
Club 20 Café
Írskur búffur
v/chips, salat & whiskeysós 69,-
EISINI TANN
BESTI Í LANDINUM
Sunnukvøldið
Hóskvøldið
14,95 pr. eind frá 21.00 til 22.00
DJ Bacon
www.club20.fo
Martin Kjærbo
ladies night
FÓTBÓLTUR Á STÓRSKÍGGJA
Eyðfinn Drewsen
HESA VIKUNA
DJ Frisko
14,95 pr. eind frá 21.00 til 22.00
Mat-
seðilin
Hósdagin 28. juni:
Grýturættur
Fríggjadagin 29. juni:
Rivjasteik
Leygardagin 30. juni:
Kálvasteik
Mánadagin 2. juli:
Milliónbúffur
Týsdagin 3. juli:
Fiskafrikadellur
Mikudagin 4. juli:
Carbonadir
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
T-
T
B
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
kl. 24
•
rshavn
kl. 01
•
kl. 04
•
rshavn
kl. 05
ður um
rð,
tá
ð
Onnur kv ld kann
koyrast
avtalu
Tlf. 424254
Tlf. 287752 • 286254
Felagið
Tórshøll
Hetta
vikuskiftið
spæla
Bergmenn
Bergmenn
Hvørt fríggjakvøld,
leygarkvøld og sunnukvøld er
fleiri ódyrar eindir
allar dagar
Felagið Tórshøll
Sverrisgøta 22
Tlf. 31 15 65
Nú
livandi
tónleikur
www.kaggin.fo
Fríggjakvøldið
Sos
Spælir væl umtókti
bólkurin
Gott bingo
verður
fríggjakvøldið
og
leygarkvøldið
kl. 19.00
Klaksvíkar Klubbi
kar Klubbi
Tlf. 456481
Leygardagin 30. juni
• Opið er frá
•
ur frá kl. 24.00
J
ki
f i
95,-
19
Á
4-10
arvegur 4-10
Áarvegur 4-10
Á
• Postboks 107
110 Tórshavn
Tel. 31 32 33 • Fax 31 52 50
E-mail: hafnia@hafnia.fo
www.hafnia.fo
Hafnia
Hotel H
ra
Og okkara
fjø
jø
j
à la
à
á
fríggjakvøldið
70 & 80'ara tónleikur
discoteque
LIVE kvøld við
hóskvøldið
['yo:tak] DK
20 ára aldursmark
p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0
leygarkvøldið
v/Ottar í Funningsstovu
discoteque
Upplatingartíðirnar:
Vanligar dagar
frá kl. 12.00-24.00
vikuskifti
frá kl. 17.00-03.30
Fríggjakv
íggjakv
í
øldið
jazzkvintett úr Danmark spælir
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Náttbuss
Eiði - Tórshavn
Tórshavn - Eiði
Fríggjakvøld og leygarkvøld
Av Eiði kl. 22.45
koyrt verður
ígjøgnum Svíná og Norðskála
Eydnan á Oyrabakka kl. 23.00
Koyrt verður
ígjøgnum Streymnes og Hvalvík
síðani framvið Kollafirði og beinleiðis til
Tórshavn
somu rutu heimaftur
frá Sjómansheiminum kl. 05.00
Tlf. 22 33 11
C
M
Y
K
11
10