Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 121 - 28. juni 2001 Nr. 121 - 28. juni 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 – Atferðartruplu børnini eru heilt van- lig børn, sum eru sárbar yvir fyri kensl- uni ikki at vera nóg góð og ikki at klára seg nóg væl. Tey føla, at eingin skilir tey, men tey støðast als ikki í teirri maktini, tey í grundini hava bæði heima og í skúl- anum. Fyri at verja seg fáa tey ein serlig- an atburð, sum ger, at foreldur, skúli og onnur geva skarvin yvir, sigur Sigrun Samuelsen, barna- psykologur hjá barnaverndini í Tórshavnar komm- unu BØRN OG HARÐSKAPUR Turið Kjølbro Seinastu fáu árini er talið á børnum, sum beinleiðis og óbeinleiðis fremja og elva til harðskap vaksið mun- andi. Bara seinasta hálva árið eru umleið tíggju dømi um, at skúlabørn eru endað sum mál í barnaverndini í Havn. Sum Sjúrður Johann- esen, sosialráðgevi í barna- verndini í Havn vísir á í samrøðu í blaðnum í gjár, er talan um gentur og dreingir í aldrinum 9 til 16 ár á øllum skúlunum í Tórs- havnar kommunu. Hesi hava so ógvusligar trupul- leikar, at skúlaleiðslurnar rætt og slætt ikki longur tora at hava ábyrgdina av teimum. Teirra atburður er ógvuliga hóttandi. Tey fremja harðskap, elva til harðskap og fara fram á slíkan hátt, at øll rundan um tey ræðast, kenna seg hótt, ótrygg og kroyst. – Hetta eru øll ymisk børn við ymiskari bak- grund. Tað einasta tey hava í felag er, at trupulleikarnir hjá teimum eru óvanliga stórir og at tey ikki megna at halda seg innan fyri karmarnar, sum eru. Tey vaksnu rundan um tey hava óvanliga ilt við at finna út av teimum, hava lyndi til at geva upp og øll siga, at tað er ringt at fáa hjálp at loysa trupulleikarnar. Í nógvum førum er talan um ógvus- ligar tannáringatrupulleik- ar, sum jú altíð hava verið til, sigur Sigrun Samuelsen, sum 1. jan. í ár tók við starvinum sum barna- psykologur hjá barnavernd- ini í Tórshavnar kommunu. Eingin skilir Sum psykologur hjá barna- verndini kemur Sigrun Samuelsen í samband við nógv av hesum børnum. – Í grundini er atburðurin hjá teimum eisini ymiskur. Í skúlanum gera tey ikki tað, sum tey fáa boð um at gera. Tey órógva, eru ógv- usliga harðlig yvir fyri øðr- um, bæði børnum og vaksnum. Í heiminum hava foreldrini ikki tamarhald á teimum. Tey gera sum tey vilja, ganga egnu leiðir og tykjast líkasæl. Støðan tey eru í er ólukkulig, ikki minst fyri tey sjálvi. – Tá ið eg komi heilt inn at teimum, síggi eg heilt vanlig børn, sum eru sárbar yvir fyri kensluni ikki at vera nóg góð og ikki at klára seg nóg væl. Tey føla, at eingin skilir tey, og at øll halda, at tey eru ómøgulig. Tey verða ørkymlað av ógvuliga lítlum og uppliva niðurløg nógv sterkari enn onnur børn. Niðurløgini verða fatað sum ein hóttan ímóti teimum. Fyri at verja seg fáa tey ein serligan at- burð. Tey vita, at tey hava trupulleikar og at onnur uppfata tey sum trupul. Tað er altíð ein ógvuliga vána- lig støða hjá einum barni at uppliva og merkja, at tey vaksnu sum eru rundan um tey eru maktarleys. Tey eru als ikki glað um støðuna, tey eru í, og støðast als ikki í teirri maktini, tey í grund- ini hava bæði heima og í skúlanum. Upphav og umhvørvi Tað er altíð trupult at finna orsøkina til, hvat tað er sum birtir í trupulleikar sum hesar. Eru tað viðurskifti í føroyska samfelagnum ella í umstøðunum hjá børnum, sum vaksa upp í Føroyum í dag, sum eru atvoldin til, at nøkur børn fara so langt út á eggina, at øll rundan um tey geva skarvin yvir. – Nøkur av børnunum hava íbygdar trupulleikar, tað vil siga neurologiskar og biologiskar trupulleikar, sum gera, at tey hava trup- ult við at stýra sínum at- burði. Hesi koma ofta í eina ónda ringrás, har tey fáa nógv oman yvir seg, skeld og ónøgd, og ofta hevur hetta fylgt teimum leingi. Tá ið tey so gerast eldri, verða tey líkasæl. Einki bagir evnunum at læra, summi klára seg væl í skúl- anum, men heilt nógv missa nógva undirvísing, tí tey ikki fylgja við og tí tey ikki kunnu savna seg um tað sum fer fram í skúlan- um, sigur Sigrun Samuel- sen. Flótandi mørk Stórt og drúgt orðaskifti hevur verið um foreldra- leiklutin seinastu nógvu ár- tíggjuni. Leik og lærd hava kjakast aftur og fram um, hvat er rættast fyri børnini. Av teirri grund eru nógv foreldur í dag í iva um, hvat er rætt og skeivt, hvat tey kunnu og eiga at krevja av sínum børnum og hvør teirra egni leiklutur er í uppalingini. – Foreldur í dag sýnast rættiliga ótrygg í sínum leikluti sum foreldur. Tey eru bangin fyri um tey gera rætt ella skeivt. Tey tora verri at vera vaksin, seta krøv og halda fast við krøv- ini og tað tey siga. Nógv av hesum børnum, sum hava kensluligar og atferðartrup- ulleikar, tørvar foreldur, sum halda fast við nakrar ávísar karmar og mørk. – Eg síggi hendan ivan í nógvum foreldrum og mørkini hjá nógvum eru ógvuliga flótandi. Tað tænir ikki teirra børnum, at for- eldrini ikki kenna sín leik- lut, tí tey hava brúk fyri for- eldrum sum upp á allar mátar vísa, at tað eru tey sum gera av, hvar markið gongur. Børn skulu vera ógvuliga væl fyri fyri at klára seg, har alt er frítt og leyst. Nógv foreldur venda sær til barnaverndina, sálar- frøðingar og onnur, tí tey ikki føla, at tey makta upp- gávuna at uppala síni børn. – Foreldrini vilja heilt víst tað besta fyri síni børn, men í royndini at gera tað besta, taka børnini mangan yvir og fáa tamarhaldið á foreldrunum. – Foreldur í dag hava nógv krøv at liva upp til fyri at fylgja við streymin- um. Øll skulu náa so nógv bæði arbeiðsliga og í frítíð- ini samstundis sum heimið skal vera í lagi. Tað hevur stóran týdning fyri foreldur, at børn virka væl og koma langt. Ikki tí, at tey seta krøvini beinleiðis til børn- ini, men mangan skulu børnini vátta foreldrini í teirra virði sum foreldur. Ikki serføroyskt Hóast trupulleikin við ser- liga harðligum og atferðar- Børn tamarhald á foreldrum og skúla – Atferðartrupul og harðlig børn eru alla staðni. Munurin millum Føroyum og onnur lond er, at aðra staðni eru serligir møguleikar og tilboð til hesi, sigur Sigrun Samuelsen, barnapsykologur hjá barnaverndini í Havn »Tá ið so fáir tímar verða latnir til børn við serligum tørvi, tá ið skúlarnir verða skornir inn á bein, tá ið virksemið á Sernámsdeplin- um er so avmarkað og tá ið áhugin hjá polit- ikarum er so lítil, ivist eg í, um myndugleik- arnir yvirhøvur eru greiðir yvir, hvussu nógv børn og hvørjar trupulleikar talan er um« framhald niðast á næstu síðu truplum børnum er vaksin seinastu fáu árini, heldur Sigrun Samuelsen ikki, at nøkur serføroysk viður- skifti og fyribrigdi gera seg galdandi ella hava virkað við til, at so er vorðið. – Atferðartrupul og harð- lig børn eru alla staðni. Munurin millum okkum og onnur lond er, at aðra staðni eru serligir møguleikar og tilboð til hesi. At vit ikki hava nakað tilboð í Føroy- um sum hjálpir hesum børnum, ger, at vit hava ikki møguleika at taka um rótina og loysa trupulleik- arnar frá grundini. Øll royna eitt sindur hvør í sín- um lagi, men tað sum vant- ar er eitt stað, ið kann taka um heildina. Summi børn koma fyri seg við eitt sind- ur av hjálp og vegleiðing, men hjá nógvum eru allar royndirnar bara lappaloysn- ir. Nøkur detta niður ímill- um. Í sínum starvi hjálpir Sigrun Samuelsen nógvum børnum og foreldrum teirra gjøgnum samrøður, kann- ingar, og vegleiðing. – Nógv verða hjálpt á henda hátt, men til nøkur av børn- unum er hetta ikki nóg mik- ið ella tað rætta. Tá mugu vit av landinum eftir hjálp. Nógv børn, sum ikki støð- ast í skúlanum ella heima, koma fyri seg á eitt nú eftir- skúla í Danmark. Bara at skifta umhvørvi eina tíð hjálpir. Summi føla seg svikin, tá ið vit mæla til, at tey fara av landinum, með- an onnur biðja um tað. Loysnirnar, sum vit finna fram til, eru allar bygdar á einstaklingarnar. Smærri eindir Royndir aðra staðni vísa, at atferðartrupul og harðlig børn støðast betur á smærri skúlum og í flokkum við fáum børnum. – Serliga atferðartrupul børn áttu at fingið eitt ser- tilboð, eitt nú kunna gingið í smærri skúlaeindum, sum grundleggjandi eru til hesi børnini. Í einum lítlum flokki ber betur til at taka sær serliga av nøkrum ávís- um næmingum. Tey eiga at fáa eina undirvísing og ein gerandisdag, sum er lagdur øðrvísi til rættis enn á ein- um vanligum skúla, har starvsfólkini miðvíst ar- beiða við at hjálpa teimum. Á henda hátt byggja vit eina vitan upp, sum gagnar enn fleiri børnum. Krøvini til tann føroyska skúlan í dag eru ógvuliga stór, og breiddin av upp- gávum ikki minni. Enn hava vit bara ein skúla til okkara børn og stórar flokkar at koyra tey í. – At vera partur av einum stórum flokki setur stór krøv til tann sosiala førleik- an, og oftast hava hesi børnini ikki teir eginleik- arnar. Tannáringar, sum gerast atferðartrupul, eru ofta skúlatroytt og orka ikki skúlan sum er. Skúlin í dag er ógvuliga bókligur. Tí er vandin fyri fakligum niður- løgum eisini stórur. Nógv fara úr skúlanum í úrtíð. Fleiri høvdu klárað seg í einum skúla, har størri dentur varð lagdur á tað meira praktiska. – Tey, sum ikki klára seg har, fella uttan fyri og hini mugu klára seg sum fræg- ast. Fyrr ella seinni mugu vit koma til ta sannroynd, at eitthvørt má gerast fyri tey, sum fella uttanfyri. – Avgerðin um, at skúlin er fyri øll, er tikin uttan at orkan er fylgd við. At skúl- in er fyri øll merkir ikki, at øll børn kunnu vera í einum flokki við 24 næmingum. Prinsippið er gott og mein- ingin skal ongantíð vera, at nøkur børn verða skild frá. Men vit eru komin har til nú, at vit mugu seta spurn- artekin við, um hetta prin- sippið gongur út yvir børn- ini, sigur Sigrun Samuel- sen, sum ivast í, um mynd- ugleikarnir kenna nóg væl til hesi viðurskifti. – Tá ið so fáir tímar verða latnir til børn við serligum tørvi, tá ið skúlarnir verða skornir inn á bein, tá ið virksemið á Sernámsdeplinum er so avmarkað og tá ið áhugin hjá politikarum er so lítil fyri hesum málinum, ivist eg í, um myndugleikarnir yvirhøvur eru greiðir yvir, hvussu nógv børn talan er um og hvørjar trupulleikar talan er um. Í øllum førum verða hesi børnini ikki raðfest ella vird, sigur Sigrun Samuelsen at enda. – Tað er ongantíð hugaligt at senda børn av landinum á stovn, men vit hava ongar aðrar møgu- leikar, sigur Sjúrður Johannesen, sosial- ráðgevi í barnavernd- ini í Tórshavnar kommunu BØRN OG HARÐSKAPUR Turið Kjølbro Síðani miðskeiðis í níti- árunum eru børn í Tórs- havnar kommunu send til Danmarkar á serstovn og eftirskúla ella kostskúla. Talan er um eini fimm børn, sum eru send á ser- stovn. Einasta viðgerðar- heimið fyri atferðartrupul børn í Føroyum, Rókin, er fullsett. Eini 20 børn í aldr- inum 13 og eldri eru hetta tíðarskeiðið farin á eftir- skúla ella kostskúla. Orsøk- in er, at foreldur og mynd- ugleikar ikki hava sæð seg før fyri at hava ábyrgdina av teimum. Tá ið avgerð verður tikin um, at frægasta loysnin er at børnini fara á serstovn ella eftirskúla í Danmark, eru allir aðrir møguleikar troyttir til fánýtis. – Tað er ongantíð huga- ligt at senda børnini avstað, men vit hava rætt og slætt ongar aðrar møguleikar, sigur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi í barnavernd- ini í Tórshavnar kommunu. Sum psykologur hjá barnaverndini hjálpir Sig- run Samuelsen nógvum børnum og foreldrum teirra eitt nú ígjøgnum samrøður, kanningar og vegleiðing. – Nógv verða hjálpt á henda hátt, men hjá nøkr- um er hetta ikki nóg mikið ella tað rætta. Tá mugu vit av landinum eftir hjálp. Nógv børn, sum ikki støð- ast í skúlanum ella heima, koma fyri seg eitt nú á eftirskúla í Danmark. At skifta umhvørvi eina tíð hjálpir. Summi føla seg svikin, tá ið vit mæla til, at tey fara av landinum, með- an onnur biðja um tað, sig- ur hon. Góð úrslit Børnini, sum verða send av landinum, eru ymisk og hava ymiskar trupulleikar. Nøkur eru vaksin upp í ein- um ruðuleika. Har teljast eisini børn, sum hava verið fyri vansorgan, og børn, sum eru í misbrúki. Eisini børn, sum bæði foreldur og skúli hava uppgivið vegna atferðartrupulleikar. Nógv børn, sum eru send á stovn ella skúla í Dan- mark, eru komin rættiliga fyri seg, vísir Sjúrður Joh- annesen á. – Serstovnarnir, vit sam- starva við, eru serútbúnir til at taka sær av børnum við serliga stórum trupulleik- um. Hetta er alt stovnar vit kenna, sum vit hava álit á, og sum vit hava neyvt sam- starv við. Bæði barna- verndin, foreldrini og børn- ini sjálv hava verið glað um hesa loysnina, og nógv tey flestu børnini eru komin burtur úr trupulleikunum, tey høvdu. Eg eri sannførd- ur um, at tey vóru ikki komin fyri seg um vit ikki valdu at gera so, sigur hann. Tað er sera kostnaðar- mikið at senda børn á ser- stovn í Danmark, men Sjúrður Johannesen vísir á, at tað er dýrari at gera lappaloysnir í Føroyum. Tilboð bráðskund Sjúrður Johannesen, Sigrun Samuelsen og skúlastjórar í Tórshavnar kommunu eru øll á einum máli um, at tað hevur bráðskund at gera eitthvørt tilboð í Føroyum til børn við serligum trup- ulleikum. – Ikki fyrr enn vit skipa smáar skúlaeindir, koma hesi børnini fyri seg. Hetta eru nógv fakfólk samd um. Vit áttu at broytt skúlaskip- anina soleiðis, at skúla- flokkar vera til tríggjar-fýra næmingar, sum hava serlig- an tørv. Lærarar, sum duga og eru útbúnir í at taka sær av hesum næmingunum, eiga at undirvísa teimum, og tætt tilknýti eigur at vera millum lítlu skúlaeindirnar og Sernámsdepilin, sigur Sjúrður Johannesen. Sigrun Samuelsen held- ur, at atferðartrupul børn og børn, sum ikki klára seg í skúlanum, eiga at fáa eina undirvísing og ein gerand- isdag, sum er lagdur øðrvísi til rættis enn á einum van- ligum skúla, har starvsfólk- ini miðvíst arbeiða við at hjálpa teimum. Á henda hátt byggja vit eina vitan upp, sum gagnar enn fleiri børnum. – At vit ikki hava nakað tilboð í Føroyum sum hjálpir hesum børnum, ger, at vit hava ikki møguleika at taka um rótina og loysa trupulleikarnar frá grund- ini. Øll royna eitt sindur hvør í sínum lagi, men tað sum vantar er eitt stað, ið kann taka um heildina. Summi børn koma fyri seg við eitt sindur av hjálp og vegleiðing, men hjá nógv- um eru allar royndirnar bara lappaloysnir, sigur Sigrun Samuelsen. Gera myndugleikarnir einki við hetta málið, endar tað skjótt galið, er Sjúrður Johannesen sannførdur um. – Tað er bæði synd og skomm, at vit ikki hava eitt tilboð til børn við serligum tørvi. Í mínum hugaheimi er tað ein íløga at gera eitt sertilboð til hesi, ikki minst av teirri sannroynd, at næmingar við serligum tørvi kunnu oyðileggja ein heilan flokk. Atferðartrupulleikar útfluttir Serstovnarnir, sum Tórshavnar býráð samstarvar við í Danmark, eru serútbúnir til at taka sær av børnum við serliga stórum trupulleikum. Modellmynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12